fríggjadagur 26. apríl 2002síða 35
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 26. apríl 2002
69
Eitt gott val!
Valenini í Suðurstreymoyar valdømi
Sjálvstýrisflokkurin
Eilif
Brimheim
John
Eysturoy
Hans J.
Hermansen
Noomi S.
Júliusson
Ása
Olsen
Roar Heini
Olsen
Ronald
Poulsen
Johan M.
Stenberg
Thordur
Thorsteinsson
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
team85
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
summarið 2002
e-mail: booking@smyril-line.fo
Pakkaferðir
Danmark
Hetland
Pakkaferð - Ísland
Ferðist bíliga ...
Pakkaferðir
*
&
2 vaksin
2 børn
í bili
Danland
íbúðir
1 vika í frítíðaríbúð
24.05., 31.05. og 07.06.
úr 5.995,-
Dan Center
summarhús
1 vika í summarhúsi
24.05., 31.05. og 07.06.
úr 6.716,-
*
*
Noreg
Pers Hotel
í Gol
1 vika í summarhúsi
20.05., 27.05., 03.06. og 10.06.
úr 5.898,-
*
Easterhoull
Chalets
1 vika í summarhúsi
20.05., 27.05., 03.06. og 10.06.
úr 6.394,-
*
Sigl & Flúgv
Key Hotellini
við 7 daga innivist
á hotelli
í dupultkamari
úr 5.814,-
Tórshavn - Hanstholm
og Keypmannahavn -
Vágar ella hinvegin
úr 2.550,-
Siglt verður annan vegin
og flogið hinvegin
fyri hvønn
fyri hvønn
team85
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
STEMPIL OG SKRÚVU
KOMPRESSARIR
Fáast í flestum støddum til øll endamál
verkstøð. fiskavirkir, alibrúk, entreprenørar v.m.
Stationerir og transportablir
størri samt smærri
Heilsøla, smásøla og umboð - Tel. 315600 - Fax 318008
69
68
Nr. 79 - 26. apríl 2002
Virgar T. Dalsgaard
Høgnatáttur er við at vera
at enda, – hann hevur ikki
gingið væl, men tað, sum er
illa yrkt, verður ofta illa
kvøðið.
Narcissisturin,
Høgni Hoydal vildi hava
fólk at trúgva uppá sítt
discount-loysingarmodel,
har vit ómansliga skuldu
fáa danir at finansiera okk-
ara loysing. Hetta var
óhoyrdur frekleiki! Sam-
gongan fer yvir í søguna
sum meira hjálparleys enn
sjálvt sjálvstýrislandsstýrið
á sinni. Samgongumenn
hava einki annað avrikað
enn forpestað viðurskiftini
við Danmark og kutað av
blokkinum, beint áðrenn
teir fara frá. – Sera ússaligt!
Avbera mannminkandi!
Hetta svarar til, at menn
taka nøgluna úr bátinum,
beint áðrenn teir leggja
árarnar inn, soleiðis at
næsta manning fær toyggið
við at tetta.
Vert er ikki at taka okkurt
brotið upp úr ovurrúgvuni
av tilfari:
Høgnesisk paranoia
Ein partur av søgufalsking-
ini hjá hesi samgongu hev-
ur verið at skapt eina mytu
um, at føroyska gehejme-
nevndin, sum skuldi sam-
ráðast við Nyrup varð illa
viðfarin av Nyrupi og
Marionnu Jelved.
Hetta er steyrrøtt lygn.
Sanna
hendingagongdin
var akkurát øvugt. Faktiskt
var Høgni Hoydal so grov-
ur, trúttandi og ófólkaligur
undir samráðingunum, at
løgmaður mátti biðja um
»time-out« fyri at kyrra og
sissa varaløgmann. Slíkt
kann man gera við ein
statsministara í tíggju min-
uttir ella kanska eitt korter,
men so heldur ikki meira!
Men hvat hendi: Danska
stjórnin mátti bíða í meira
enn ein tíma eftir landsstýr-
ismonnum. Tá gjørdist ov-
boðið hjá bæði Nyrupi og
Jelved. Og tí fóru tey út til
tíðindamenn og søgdu, sum
var. Hesi tíðindi hava før-
oyskir journalistar síðani
bronglað og avskeplað.
Hesar upplýsingar, sum
eg upprunaliga hevði frá
føroyskari keldu, havi eg
seinni fingið váttað frá
sjálvari Marionnu Jelved,
og satt at siga, hvørjum skal
man heldur trúgva: Jelved
ella Hoydal. Svarið er ein-
falt, vit vita, at Høgni Hoy-
dal aldri hevði klárað at tik-
ið ein lygnadetektor.
Hava fólk longu gloymt,
hvussu varaløgmaður segði
frá fundi við Frank Jensen:
Jú, nú var leyst og liðugt og
rættarmál skuldu yvirtakast
– hetta citeraði Hoydal
skammleyst frá fundinum.
Men táið Frank varð spurd-
ur um sama fund, helt hann
tað vera sera áhugavert,
men teir høvdu yvirhøvur
ikki tosað um evnið. So illa
lýgur hesin floksformaður.
Útlendsk
uppíblanding
Eitt annað ódámligt fyri-
brigdi í valstríðnum er, at
fólkatingsmaður tjóðveld-
isins kom dragandi við ein-
um grønlendskum lags-
bróðuri, harra Kleist, sum
so legði beinleiðis út í før-
oyskt valstríð. Hetta er
ósmæðið og smakkleyst.
Men tað undrar ikki, tí
loysingarmenn hava altíð
verið raskir at fáa sær russ-
iska, íslendska, norska ella
aðra útlendska hjálp at
knekta føroyingar við.
Tað gav at bíta, táið feðg-
arnir Patursson ferðaðust
um landið undan krígnum
við einum norskum doc-
enti, sum teir vóru grúiliga
ernir av. Hesin skuldi leggja
føroyingum lag á loysingini
frá Danmark. Men eftir
kríggið gjørdist tøgn um
docentin
og
loysing-
arekspertin, tí hann var ein
av teimum allarfyrstu, sum
varð dømdur fyri landasvik
sum quislingur á Akershus.
Men allir loysingarmenn
vistu langt áðrenn kríggið,
hvar hesin maður var at
finna politiskt! T.d. úttalaði
loysingarmaðurin, Jóannes
seg bara til »Tidens Tegn«,
eitt ultranationalt norskt
blað, sum hevði nógv
samband
við
norskar
nazistar.
Loysingarmenn vildu
senda lógligt ting
heim við danskari
hjálp
Annars hava samgongu-
menn roynt at skapt mytur
um, hvussu danir bóru seg
at í 1946, og allir hava teir
øgiliga ilt av, at kongur,
Christian tíggjundi upp-
loysti løgtingið og sendi tað
heim.
Men somu menn gloyma
at siga fólki frá, at sjálvur
Jóannes Patursson í 1937
skrivaði til bæði Stauning,
statsministarin og kongin
Christian tíggjunda og bað
hann senda eitt lógliga valt
løgting heim, tí hetta løg-
ting ikki vildi, sum hann
vildi. Hetta var í herviligu
Gráu-bóks tíðini.
Loysingarmenn skylda
okkum eina frágreiðing
um, hví tað, sum kongur
varð biðin um at gera móti
føroyingum og teirra parla-
menti
áðrenn
kríggið,
knappliga var heilt skeivt at
gera aftaná kríggið. Brøvini
hjá Jóannesi til kongs og
Stauning
kunnu
skjal-
prógvast.
Hvør hevur rætt at
døma grannan til
útlegd?
Í juli mánaði ár 2000 segði
Herman Oskarsson við
danska blaðið, »BT«, at um
vit fingu fullveldi, noydd-
ust, ið hvussu er 6000
menniskju at flyta úr Før-
oyum. Hetta er helst lágt
sett, men hetta er erligari
tala, enn hjá samgonguni,
sum móti betri vitandi
nærmast vil geva okkum ta
fatan, at vit saktans kunnu
vera Danmark og danska
hjálp fyriuttan.
Men aftur til tey 6000 –
hvat er tað fyri ein arro-
ganca, sum gevur monnum
rætt til at arbeiða soleiðis,
at sjendi hvør føroyingur
ikki meira skal kunna bú-
leikast í egnum landi, og
hvør skal rýma. Er tað nak-
ar, sum hevur gáað eftir, at
júst við at atkvøða fyri hesi
kynisku samgongu, gera
tey seg kanska sekan í at
senda bæði skyldfólk og
grannar, kanska sjeynda-
hvønn í útlegd. Hetta átti at
fingið nógv at hugsa seg
væl um, áðrenn tey seta í
valkross. Eingin fer væl av,
at annar fer illa!
Ódámligt
propaganda-monopol
Flestøll vita, at heilavask-
ingin úr Tinganesi hevur
verið persónliga stýrd av
varaløgmanni eftir besta
diktatoriska mynstri. Hann
hevur brúkt embætisverkið
til beinleiðis flokspropa-
ganda.
Samstundis
og
parallelt hevur fjølmiðla-
fólkið systematiskt hildið
Føroya fólk fyri spott við
einræðislyndi og høvuð-
kambaframferð, soleiðis at
høgnesisku myturnar og
tvangstankarir altíð eru
slopnir framat og hava
fingið framíhjárætt. Fólk
eiga at minnast til, hvat alt
cirkussið hevur kostað.
Tann naiva Hvítabókin,
grundlógarklubburin, full-
veldisbóklingurin,
píla-
grímferðirnar til Íslands,
har menn vóru og fregnað-
ust, um teir vóru føroyingar
ella ikki!
Og hvør er so stuttmintur
í dag, at hann ikki enn er
skelkaður yvir fyrisagnirn-
ar og direktivini úr London,
har eiturkoppurin Kjartan
Hoydal, sjálvur oljubabba
hevur sitið og blanda seg
uppí landsins stýri. Hesin
kynikarin, sum langtsíðani
hevur forlovað seg við
amerikanskari oljukapital-
ismu og ætlar at avreiða
okkum øll oljurættindi til
privatan, altso amerikanska
kapital.
Hetta prógvar, at hesir
tjóðveldismenn eru teir
sonnu sambandsmenninir,
amerikanskir ella íslendskir
sambandsmenn,
meðan
heimastýrisflokkarnir eru
reellir sjálvstýrismenn, tí
teir vilja varðveita føroysk-
an identitet innanfyri ríkis-
felagsskapin. Uttanfyri rík-
isfelagsskapin fer okkara
spinkli identitetur, serliga
málsliga og mentanarliga
beinanvegin fyri skeyti! So
einfalt er tað. Danmark er
ein skái, ikki ein bági!
Vert er at leggja sær alt
hetta í geym. Havt eigur
eisini at vera í huga, at
Hoydalsguru hevur hóttað
við at frátaka fólki skrivi-
frælsi. Tað hevur heldur
ikki verið nógv talufrælsi
hesi seinastu fýra høvuð-
kambaárini.
Tað
hevur
nærmast verið talubann!
Ongantíð høvdu vit kunnað
fingið eina meira ófrælsar
Føroyar enn júst undir
hesum monnum, sum hava
bygt allan sín politikk uppá
undirlutakenslu og dansk-
arahatur, men eru fúsir at
avreiða okkum til annað
kyniskt útlendskt vald, og
tað verður ikki við mýkind-
um! Vert er at leggja sær alt
hetta í geyma. Tað sigur
nógv um, hvussu ófrælsar
Føroyar høvdu blivið undir
hesum monnum.
Val-kalejdoskop
vóning
reyður roði, eystansólin
skyggir eydnurík og heit -
leingist tínum hugaheimi
burt frá tí ið hjarta neit -
svørð skal stinga tína sál og
brátt man endin bera við -
fallin sum í fátt tú situr -
»statt!« og finn tær onnur mið!
tú vil sveima víðar víddir -
fleirtalsrøddir mutla »far!«
og tú hugsar so og sigur:
»er so allur friður har?«
skýggini ið bera boð um
afturkomu brosa milt:
»handan tíðartrom skal eingin
nakrantíð tær gera ilt!«
chr. fróði djurhuus
spjaðist tyngdarfullur tómi
spjaðist tyngdarfullur tómi
millum afturvendu orð -
so skal sannast hvussu frómi
tín man standast - niður, norð.
songur rungar her tú stendur,
fylt á tremur er tín skál -
allar ættir - hvussu vendir
nálin tín - á rætta mál?
loyndardómar stara inn á
tína døkku hugahøll. -
»hvat er har!« - »hvat man eg finna?« -
spyrt tú sjálvan teg og øll.
innibrend á longsulsskuggum
birtust tíni dreymarek. -
eima ljós í kámum gluggum -
tíðin dømdist vera sek.
chr. fróði djurhuus
Er tað nakar!
Jógvan í Løðuni
Er tað nakar, ið speirekur
fyrstu stetlandi stig barns-
ins?
Hetta var tó ein býttur
spurningur at seta fólki –
møður og fedrar fegnast
jú og av hjartanum stuðla
og styðja tey, tá barnið vil
á føtur – siga tygum uttan
iva.
Lesarin ger sjálvur av
um hetta er nakað tvætl í
føroyskum og donskum
høpi.
C
M
Y
K
68