fríggjadagur 26. apríl 2002síða 34
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 26. apríl 2002
67
VALGREINAR
Hvítbotnaðir kap-
italistar og leyst lív
Kenneth
Rasmussen
Valevni Sjálvstýris-
floksins í Eysturoy
Í seinastuni hevur tilver-
an hjá Sjálvstýrisflokk-
inum á miðjuni í føroys-
kum politikki ikki verið
løtt. Politikkurin í landi
okkara er fullkomiliga
skeiklaður av ríkisrætt-
arligu støðuni.
Tað er jú nógv lættari
at verða heilt úti øðrum
veinginum og buka hini
í høvdið við sínum víð-
gongdu
meiningum.
Men hetta merkir eisini,
at vit ikki koma úr stað.
Tosað verður ikki um
vinstra og høgra politikk
sum aðrastaðni. Í staðin
rekast flestu flokkanir
runt í hesi nýuppfunnu
krossskipan
við
loysing/samband-
og
vinstra/høgra-pólum, so
at tað, sum vendir niður
vendir upp.
Hetta hevur ikki bert
gjørt tilveruna hjá einum
flokki á miðjuni trupla,
men so sanniliga eisini
givið størru flokkunum
so stóra slagsíðu, at hjá
summum teirra er upp-
runaliga stevnan full-
komiliga farin undir
vatnskorpuna,
meðan
aðrir tykjast rættiliga at
hava mist pippið.
Leyst lív hjá A
Hjá
Fólkaflokkinum
rennur av báðum endum,
so vandi er fyri at hann
fer í svarta raki týsdagin.
H v í t b o t n a ð i r
kapitalistar í E
Tjóðveldisflokkurin er
nú
so
fongdur
við
kapitalismu, at hóast
nakrir av teimum ganga
og tøssa í hvítbotnaðum
gummiskóm, og aðrir í
koti, fyri at tekkjast
verkafólki
og
fiski-
monnum, er stórur part-
ur av flokkinum farin
yvir um miðjuna og so
langt til høgru, at Breck-
mann og Brixtofte aldri
høvdu farið so langt til
høgru, um teir so livdu
til
teir
vóru
hálvt-
annahundrað.
Depressión í C
Javnaðarmenninir, sum
fyri fýra árum síðani, í
allari
bankaøsingini,
fullu í løtuóvit (ella
fingu blackout, sum tað
eisini eitur), og mundu
skrivað
undir
sam-
gonguskjalið, hava hetta
valskeiðið
verið
so
negativir, at teir allir er
vorðnir kølgráir og hava
fingið stórar posar undir
eyguni. Tað er ongin
sum veit at siga frá eini
so stórari politiskari
depressión. Tað fer at
krevja drúgva sálarliga
viðgerð og mýking, áðr-
enn teir koma fyri seg
aftur.
Kolaniða hjá B
Og so eru tað sambands-
menninir, sum nú eru
farnir so langt út undir ta
donsku vaðingina, har
tað nú er vorðið so
myrkt, at teir ikki síggja
at lesa sína egnu stevnu-
skrá, og tí siga at: »Vit
lova einki«!
Einastu ráð: D
Tað er bara Sjálvstýris-
flokkurin,
sum
alla
tíðina hevur ligið á somu
positión.
Júst
tí
hevur
tað
ongantíð verið meiri
umráðandi enn nú hjá
Sjálvstýrisflokkinum at
fáa dygga undirtøku.
Bert við at seta ein
sterkan Sjálvstýrisflokk
á ting, verður møguligt
at hála hinar flokkarnar
inn
móti
miðjuni,
soleiðis at vit í komandi
valskeiði
kunnu
fáa
arbeiðsfrið á politiska
pallinum okkum øllum
og landi okkara at gagni.
Men
fyrst
tørvar
okkum tykkara stuðul.
Velji Sjálvstýrisflokkin,
lista D.
Lesið meira á míni
nýggju
heimasíðu
www.tingakrossur.fo/ke
nneth
Hans Jacob
Hermansen,
valevni Sjálvstýrisfloksins
í Suðurstreymi
Fyri nærum 2 árum síðan
kom nýggj ferðslulóg í
gildi í Føroyum, og ymiskt
er, hvussu fólk lata at.
Einki er at ivast í, at okkurt
er, sum eigur at verða
broytt, og tað fer Sjálvstýr-
isflokkurin eisini at mæla
til.
Revsingin fyri ymisk
brot, sum í dag viðføra
eftiransandi
koyriroynd,
eigur at verða endurskoðað,
og hava vit í flokkinum
loysn upp á tað. Hetta skal
sjálvandi gerast í samráð
við avvarðandi mynd-ug-
leikar, men fáa vit makt,
sum vit hava akt, verður
hetta dagført og broytt.
Nýggj
koyrikortkunn-
gerð er um at vera sett í
gildi, og er nógv nýtt og
gott í henni, men hon er
eftir okkara meting ikki
búgvin at seta í gildi enn.
Hon skal eisini endurskoð-
ast, um vit fáa ávirkan.
Allir
landsvegir,
har
loyvt er at koyra skjótari
enn 50 km/t á, skulu stikast
av, so at seyður sleppur ikki
inn á vegin. Landið hevur
ognartikið økið til veg, og
landið hevur ábyrgdina av
trygdini. So einfalt er tað.
Hálkubreyt við tøknilig-
ari breyt eigur at koma
skjótast gjørligt, so at okk-
ara koyrifrálæra fær bestu
sømdir og útbúgvingar-
møguleika, og vit sleppa
undan at fara uttanlands í tí
sambandi.
Í seinri grein um løg-
tingsarbeiðið geri eg vart
við, at løgtingið eigur at
virka fyri alt landið. Tí
loyvi eg mær í hesum við-
fangi at gera vart við, at
farið eigur at verða undir
bergholið
Øravík-Hov
skjótast gjørligt. Øll ferðsla
millum norðaru og syðru
helvt av Suðuroynni skal
um Hovsegg, og hon er ikki
egnað til ta ferðslu, sum er
har í dag. Alt vinnulívið í
Suðuroynni og øll onnur
ferðsla ferðast eftir hesum
vegnum, sum stutt sagt er
fullkomiliga óegnaður til
tað, hann verður brúktur til
í dag. Cost-benefit meting-
in, sum gjørd varð á sinni,
var lítið verd. Hesum fer
Sjálvstýrisflokkurin
at
stríðast fyri.
Flokkurin fer at fylgja
við, hvussu samferðslu- og
onnur viðurskifti eru kring
landið alt, og at mæla til
neyðugar ábøtur, har tað
treingir til.
Setið ein sterkan Sjálv-
stýrisflokk inn á Føroya
Løgting, tí svíkur miðjan,
nytta endarnir einki!
Ferðsla og samferðsla
Atli Hansen
Valevni fyri Sam-
bandsflokkin í Eysturoy
Einki annað valevni hevur
havt fyri neyðuni at fara í
bløðini við áheitan til hini
um at føra eitt siðuligt
valstríð - enn Høgni Hoydal
sjálvur. Vit onnur hava tikið
siðuligt valstríð sum givið.
Á einum støði, sum er
undir øllum lágmørkum
roynir hann kortini at trútta
lygn eftir lygn niður í
føroyingar og tað tykist
sum um hann sjálvur er
farin at trúgva uppá hetta -
saman við nøkrum av
fylgjusveinunum.
Her má talast at og tað
harðliga.
Mær vitandi hevur eingin
flokkur tosað um at brúka
av innistandandi í Lands-
bankanum. Ikki ein. Tvørt-
urímóti. Vit fílast heldur á,
at ikki meira er komið í
kassan hesi nógvu gull-
árini.
Kortini kann Høgni Hoy-
dal ferð eftir ferð oysa út
yvir blaðsíðurnar lygnir
um, at andstøðuflokkarnir
vilja tøma landskassan.
Ikki ein hevur grett um
hetta. Hetta minnnir ikki
sørt um metodirnar hjá ein-
um týskum propaganda-
ráðharra frá 30 árunum,
sum vit onnur hveppast við
at nevna við navni. Og upp-
aftur meira hveppast vit við
at taka navnið á hansara
yvirmanni upp á tunguna.
Størsti fólkavillari í nýggj-
ari tíð.
Hetta er langt úti og eg
kenni meg harðliga kallað-
an til at ávara føroyingar
ímóti tílíkum persónum og
teirra
framferðarhátti.
Høgni Hoydal er einki
minni enn ein skandala fyri
ta politisku tilgongdina í
Føroyum. Hann forpestar
tey politisku viðurskiftini,
hvar hann kemur og hevur
eitt skaðiligt árin á okkara
unga fólk.
Føroyingar – haldið tykk-
um frá hesum manni. Hann
er ein spilla fyri alt demo-
krati. Hann byggir einki
land, men brýtur niður virð-
ir skapt av okkara forfedr-
um.
Man kan vera samdur
ella ikki við okkum í Sam-
bandsflokkinum um polit-
ikkin, men vit fara ikki út í
hatta díki, sum Høgni Hoy-
dal tykist at trívast so væl í.
Vit heita sjálvandi á øll
um at taka undir við
Sambandsflokkinum. Vit
eru á einum álvarsligum
vegamóti og tað má ikki
henda, at arbeiði hjá Høgna
Hoydal undir politiska belt-
inum skal bera ávøkst. Ans-
ið væl eftir.
Og seti krossin við Sam-
bandsflokkin týsdagin –
akkerið
í
føroyskum
politikki.
Fólkavillarin Høgni Hoydal skaðiligur
fyri demokratiið
Thomas Arabo,
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymi
Loysingarmenn vilja altíð
telja fuglarnar á takinum.
Eg minnist væl, tá 200
fjórðingamarkið varð stað-
fest. Tá tosaðu tjóðveldis-
menn um, at okkum tørvaði
ikki fjarleiðir, tí vit fóru at
gerast hovedrík av land-
grunninum. Hvussu bleiv
við tí?
At minna á gamlar syndir
Onkur vil kanska halda, at
tað er órímiligt at eg minni
tjóðveldismenn á slíkt sum
hóast alt liggur nøkur ár
afturi í tíðini, men teir eru
hóast alt teir, ið ganga og
sleingja gerðir framdar fyri
50 og 100 árum síðani í
høvdið á núlivandi sam-
bands- og javnaðarmonn-
um og halda tað verða rími-
ligt, hóast teir ikki so mikið
sum vilja kennast við
blokkin, ið teir sjálvir vóru
við til at innføra fyri góðum
10 árum síðani.
Fuglarnir
á
takinum
skulu breyðføða okkum
Tað stutta av tí langa er, at
Tjóðveldisflokkurin altíð
hevur talt fuglarnar á takin-
um, heldur enn teir, vit
hava í hondini. Tað er ótrú-
ligt at hoyra hvussu rík vit
øll blíva av fullveldinum og
øllum teimum nýggju vinn-
unum, ið fara at spíra av
sær sjálvum. Meðan man
hevur sitið og orðað polit-
ikk og talt fuglar á takinum
hava vit fingið bíðilistar í
heilsuverkinum og forsømt
dag til dag umsiting í allar-
bestu tíðum. Nú er tíð at
fara til arbeiðis og syrgja
fyri at fuglurin, ið vit hóast
alt hava í hondini ikki
hvørvur í berum luftkast-
ellum. Set X við lista C og
fá landið í rætt lag aftur, so
vit kunnu yvirtaka og ger-
ast sjálvbjargin við skili.
Fuglurin í hondini og so teir á takinum
67
66
Nr. 79 - 26. apríl 2002
Jastrid Nielsen
valevni hjá javnaðar-
flokkinum í Suðuroy
Heimarøktin eigur at verða
útbygt við einari døgn-
røktarskipan.
Fleiri høvdu yvaleyst valt
at verið búgvandi í egnum
húsum um so var at tey
fingu hjálp um náttina,
eisini høvdu fleiri avvarð-
andi tikið sær av sínum um
so var at tey fingu hvíld um
náttina.
Vit hava nógv fólk sum
av t.d sjúku, brekið, ellis-
brekum, angist o.ø.tørva
hjálp um náttina, í dag
velja fleiri av hesum at fara
úr egnum húsum á stovn
ella sambýlir.
Við
at
havt
eina
vælskipaða døgntænastu,
høvdu fleiri yvaleyst valt at
verið
búgvandi
longri
heima, eisini hevði tæn-
astan hjálpt teimum av-
varandi soleiðis at tey
høvdu havt orku til at verið
meira um tann sjúka.
Døgnrøktarskipanin
eigur at verða ein sam-
felagslig uppgáva,har trygd
fæst fyri at starvsfólkið
hevur tann rætta førleikan,
harvið verður trygdin hjá
brúkaranum vard.
VALGREINAR
Sjómannafrádráttur
Absalon
Absalonsen.
Valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Vit hava brúk fyri at
ungfólk velja sjógvin
sum starvsøki.
Skattafrádrátturin,
sjómenn og fiskimenn
fáa, hevur verið nevndur
í fleiri valsendingum.
Í nógvum førum tyk-
ist, sum um heimafólk
hava ikki sett seg nóg
væl inn í málið.
Hesin frádráttur varð
settur í verk í eini tíð, tá
mongd av okkara bestu
fiskimonnum valdu at
flyta umborð á útlendsk
før og í mongum førum
at búsetast í útlondum.
Vandi var fyri, at vit fóru
at missa okkara bestu
fiskimenn, og tað hevði
verðið ein vanlukka.
Serskattaskipanir
í
grannalondunum vóru
høvuðsorsøkin,
har
høvdu myndugleikarnir
sæð vandan fyri at missa
alt fólkið úr fiskivinn-
uni, og fyri at steðga
hesi gongd givið fiski-
monnum skattligar fyri-
munir, og teir vóru langt
omanfyri 15% í frá-
drátti.
Neyðugt er hjá okkum
at halda fast um hesa
skipan. Loft er lagt í, tá
inntøkan fer upp um 500
000 kr, og tað er
sjálvandi í lagi. Vit hava
brúk fyri, at ungfólk
framvegis fara at velja
sjógvin sum starvsøki,
og tað kann henda skip-
anin verða viðvirkandi
til. Øll tosa um, at til-
feingið í havinum er ogn
Føroya fólks, men henda
ognin verður virðisleys,
um vit ikki hava dugna-
ligar fiskimenn.
Vit fáa ikki hendur á
okkara virðum, um ikki
onkur er til reiðar at ofra
stóran part av sínum
privatlívi.
Fýra mánaðar á
skrivstovuni uttan at
sleppa út fyri dyr ?
Fyri at lýsa umstøðurnar
hjá sjófólki, kundi ein
spurt t.d. skrivstovufólk,
um teimum hevði dámt
at farið til arbeiðis 1.
januar og verið har undir
læstum hurðum til 1.
mei. arbeitt 12 tímar um
dagin 7 dagar um vikuna
mangan
undir
sera
truplum
umstøðum.
Telefonstudningurin
røkkur til eina stutta
samrøðu um vikuna.
Neyvan nakað skriv-
stovufólk hevði góðtikið
hetta, heldur ikki um tey
fingu 15% skattafrá-
drátt.
Hevði ein so spurt
sjómenn, um teir høvdu
valt at verið heima
hvørja nátt og hvørt
vikuskifti og altíð havt
fast undir fótum og havt
møguleika fyri at tikið
lut í øllum tiltøkum,
teim lysti, fingið allar
høgtíðir
og
hvørt
familjuhátíðarhald við,
men
verið
av
við
skattalættan í staðin, so
høvdu
nógvir
glað-
beintir svarað ja.
Hvør sum helst kann
fáa lut í hesum frádrátti.
Annars kann eg minna
á, at sjómannafrádráttur
er ikki oyramerktur til
ávísar persónar, men er
tilætlaður sjómonnum
og fiskimonnum, og
hvør sum vil, kann fara
til skips; ein lækna-
váttan og eitt trygdar-
skeið er alt, ið krevst.
Bárður Nielsen
Valevni fyri Sambands-
flokkin í Norðstreymoy
Neyðugt
er
at
geva
ítróttinum betri kor at liva
undir tí eg meti, at um
samfelagið
letur
meir
pening til at skapa karm-
arnar um ítróttin, vil hettar
økja um aktivitetin runt um
landið, og tá vit øll vita
hvussu sunt og mennandi
tað er við ítrótti, vil hettar
verða spart innaftur við tað,
at fólkið er frískari bæði
mentalt og fysiskt, og tískil
fær heilsuverkið minni at
gera.
Fyri ungdómin í dag,
sum brúkar sera nógv av
sínari frítíð frammanfyri
einari teldu og tískil ikki
brúkar
kroppin
serliga
nógv og heldur ikki kemur
nóg nógv í samband við
onnur menniskju, er tað
serliga
umráðandi
við
ítrótti, fyri at fáa tað
neyðugu menningina bæði
fysiskt og mentalt. Við
hesum meti eg at vit høvdu
sloppi undan einum parti av
tí
kriminaliteti,
ið
er
millum tey ungu í dag, tí at
tey høvdu fingið neyðugu
avbjóðingarnar og identitet
í ítróttinum.
Elsa í Garði
valevni Fólkafloksins í
Suðurstreymoy
• Álitið um Heidarpsyki-
atri 2002 verður framt í
verki.
• Kortleggjan av øllum
virkseminum í samlaða
Heilsuverkinum.
• Gera sær greitt, hvat man
vil viðgera, og á hvørjum
støði viðgerðirnar skulu
vera.
• Gera
okkum
greitt,
hvussu vit skulu náa
hesum málum.
• Tann føroyski borgarin
fær atgongd til arðar
heilsutænastur, - eitt nú
eisini í Skotlandi, USA,
Týsklandi m.m
• Serfrøðingarnir
(tvs.
serlæknarnir og onnur)
upplýsa almenningin og
politikarar um sítt ar-
beiðisøki.
• Nútímans hølir: At tað
nýggja sjúkrahúsið verð-
ur liðugt til ætlaðu tíðina,
og at tað gamla verður
umvælt sum skjótast.
• Skrásetingin av Krabba-
meinstilburðunum eigur
at fáast at virka aftur!
Hetta við gransking fyri
eyga. Granskingarmøgu-
leikarnir eru serliga góðir
í føroyska sjúklingabólk-
inum. Her hevur føroyski
læknin
Jan
Dalberg
longu gjørt eitt megnar
retrospektivt
(afturlít-
andi) arbeiði, men vegna
vánarligar skrásetingar-
møguleikar, fær hann
ikki gjørt nakað við
prospektiva (frameftir-
lítandi) partin.
• Barnagarð
á
Lands-
sjúkrahúsið.
Ítróttur gagnar samfelagnum
Mínar visiónir fyri heilsuverkið
Elin Lindenskov
valevni Javnaðarfloksins
Ein av teimum heilt stóru
spurningunum hjá okkum
føroyingum til hetta valið
átti at verið barnaansing.
Manglandi barnaansing er
ein tann størsti trupulleikin,
vit hava í Føroyum í dag.
Fyri ikki so langari tíð
síðani flutti ein heil familja
av landinum orsaka av
manglandi barnaansing. Vit
eru heldur ikki før fyri at
geva okkara fólkum, sum
hava verið uttanlands og
nomið sær útbúgving, eina
virðiliga vælkomu, tá tey
koma heim. Tey fáa hvørki
ein rímiligan bústað ella
barnaansing.
Sjálv havi eg í býráðnum
arbeitt
fyri
mennandi
barnaansing til øll í fleiri ár.
Í byrjanini var tann ráðandi
hugsanin,
at
mammur
skuldu ganga heima - og
pedagogur varð ein eiður.
Hetta hava vit hóast alt
fingið broytt. Við for-
eldrafelagnum og áhald-
andi trýsti fingu vit allar
býráðslimir til at lova meira
barnaansing ella barna-
ansing til øll seinasta bý-
ráðsval. Hetta var eitt stórt
framstig, hóast fleiri av
teimum, sum lovaðu barna-
ansing neyvan meintu tað.
Tað var bara nakað, sum
teir søgdu fyri at fáa at-
kvøður.
Nú skal bardagin fyri
barnaansing eisini flytast
inn í løgtingið. Har eru eins
og í býráðnum næstan bara
menn. 28 menn og 4 kvinn-
ur. So vit skulu ikki rokna
við nøkrum løttum bar-
daga.
Hyggja vit hinum norð-
urlondunum, so er støðan
ein heilt onnur. Kvinnurnar
hava í hesum londum fing-
ið javnstøðu. Í hesum lond-
unum eru kvinnuligu mál-
ini høgt í metum. Bæði í
Danmark, Norra og Svøríki
hava sjálvt statsministarar
lovað barnaansing til øll -
ella ansingartrygd.
Her hava vit langt á mál.
28 - 4 í einum hondbólts-
dysti er stórur munur. Men
vit fara at stríðast fyri
barnaansingarmálinum
í
næsta valskeiði. Um barna-
ansingarmálið ikki er loyst
til næsta val, so fáa vit
kanska øll tey uppstillaðu
til næsta val at tosa um
barnaansing.
Vilt tú gera nakað við
barnaansingina í okkara
landi, so vel Javnaðar-
flokkin. Vís at Føroyar eru
eitt framkomið land og ikki
eitt konservativt fundamen-
talistiskt land. Set kross við
lista C. Set kross við eina
kvinnu - tað loysir seg best.
www.lindenskov.com
Berjast fyri barnaansing
Tørvur er á einari
døgnrøktarskipan
C
M
Y
K
66