fríggjadagur 26. apríl 2002síða 33
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 26. apríl 2002
65
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Úr Norðurlondum:
Í seinna umfari av
valstríðnum hevur
Jacques Chirac lagt
seg eftir at savna
veljarar á høgravong-
inum ímóti tí víð-
gongda Jean-Marie Le
Pen
FRAKLAND
Árni Joensen
Líka síðani fyrra umfarið
seinasta sunnudag hevur
sitandi forsetin, Jacques
Chirac, gjørt greitt, at hann
ætlar sær ikki í nakran
persónligan dyst við mót-
valevnið, tann sera víð-
gongda høgramannin Jean-
Marie Le Pen. Tvørturímóti
ætlar hann at reka eitt
siðiligt valstríð, men eingin
skal kortini vera í minsta
iva um, hvat hann heldur
um mótstøðumannin.
M. a. hevur Chirac sýtt
fyri at taka lut í einum sjón-
varpsorðaskifti við Le Pen.
Sjálvur segði hann, at tað
ber ikki til at skifta orð um
hatur, og at eitt orðaskifti
við Le Pen hevði lagt ein
óhugnaligan dám á val-
stríðið. Le Pen var skjótur
at svara og kallaði Chirac
ein ræðuskít, sum hevði
sýtt fyri at skifta orð við eitt
mótvalevnið, sum fólkið
hevur valt.
Eygleiðarar í París ivast í,
hvussu skilagott tað var av
Chirac at sýta fyri at dystast
við Le Pen í sjónvarpinum.
Teir halda, at avgerðin fer
at kosta forsetanum at-
kvøður, og meiningakann-
ingar mitt í vikuni vístu eis-
ini, at 70 prosent av teimum
spurdu hildu, at forsetin átti
at tikið av avbjóðingini og
tikið dystin upp.
Borgarlig eind
Franskir eygleiðarar siga,
at seinna valumfarið er í
ferð við at líkjast einari
fólkaatkvøðu fyri ella ímóti
flokkinum hjá Le Pen,
Front National, og teimum
víðgongdu sjónarmiðun-
um, sum flokkurin hevur
um eitt nú tey fremmandu í
Fraklandi. Allir aðrir flokk-
ar bæði til høgru og vinstru
í fronskum politikki hava
gjørt greitt, at teir fara
undir ongum umstøðum at
samstarva
við
Front
National ella Jean-Marie
Le Pen.
At úrslitið av tí seinna
valumfarinum longu tykist
greitt hevur havt við sær, at
flokkarnir heldur eru farnir
at hugsa um tjóðartingsval-
ið, sum verður í næstum, og
orðaskiftið snýr seg um,
hvussu flokkarnir skulu
bera seg at fyri at steðga
framgongdini hjá Le Pen. Á
tjóðartingsvalinum í 1997
eydnaðist tað valevnum hjá
Front National at røkka til
seinna valumfarið í 76 val-
dømum, og tað eydnaðist
flokkinum at vinna í einum
valdømi í miðjarðarhavs-
býnum Toulon. Í 1997 sást
týðiliga, at Front National
tók veljarar frá hinum
høgraflokkunum, og flokk-
urin var tí óbeinleiðis or-
søkin til, at Jacques Chirac
misti meirilutan í tjóðar-
tinginum.
Eygleiðarar vænta, at
Front National kann fáa
umleið 12 prosent av at-
kvøðunum í fyrra umfari av
tjóðartingsvalinum í juni,
og at valevni hjá flokkinum
fara at halda fram í seinna
umfari í 319 av teimum 566
valdømunum.
Flokkurin
fær tó neyvan meiri enn 10
tinglimir, tá saman um
kemur, men tað kann verða
nóg mikið til at órógva teir
hóvligu borgarligu flokk-
arnar, sum miðja eftir at fáa
eitt úrslit, sum kann bera í
sær, at bæði forsetin og for-
sætisráðharrin verða borg-
arligir. Seinastu fimm árini
hevur Frakland havt borg-
arligan forseta og sosialist-
iskan forsætisráðharra, og
tað hevur sambært teimum
borgarligu flokkunum als
ikki riggað.
Tí taka teir flestu borgar-
ligu flokkarnir undir við
einum hugskoti hjá Chirac
um at savna tær borgarligu
kreftirnar, soleiðis at flokk-
arnir stilla upp felags val-
evni í øllum valdømum. Á
tann hátt slepst undan, at
borgarligar atkvøður fara til
spillis.
Higartil
hava
nýgaullistarnir RPR, fleiri
liberalir flokkar og tann
borgarligi
miðflokkurin
UDF
tikið
undir
við
hugskotinum.
Funnu
gamalt
skip
Menn, sum gróvu á
einum
parkerings-
plássi í Tróndheimi í
Noregi, komu nú um
dagarnar fram á leivd-
irnar av einum skipi,
sum sambært teimum
kønu stavar frá 17.
ella 18. øld.
Jens Rytter, forn-
frøðingur sigur, at
kommunan
hevur
fingið boð um at
steðga
grevstrarar-
beiðinum, tí fornfrøð-
ingar ætla sær í næstu
viku at kanna, hvussu
gamalt skipið undir
parkeringsplássinum
veruliga er. Sambært
Jens Rytter er skipið
smíðað úr furu, og tað
bendir á, at talan er
um eitt norskt skip,
sigur hann.
Fornfrøðingurin
sigur, fundið í Trónd-
heimi er sera áhuga-
vert.
Smugla
fólk um
Oyrasund
Løgreglumyndugleik-
arnir í Danmark og
Svøríki hava avdúkað
eina roynd at smugla
fólk eftir brúnni um
Oyrasund. Tilburður-
in var mánadagin, tá
svenska
løgreglan
steðgaði einum lítlum
bussi, sum var komin
um brúnna úr Dan-
mark. Tað vísti seg, at
19 flóttafólk lógu
stúgvað saman í buss-
inum.
Sambært
svensku
løgregluni
var tann lítli bussurin
so fullur, at nøkur
fólk mundu dottið úr
honum, tá løgreglu-
menninir lótu hurðina
upp.
Svenska løgreglan
sigur, at tey flestu
høvdu rumenskt pass.
Tey hava greitt frá, at
tey vóru komin til
Danmarkar við einum
fullfermdum lastbili.
Har vórðu tey býtt
sundur í minni bólkar,
áðrenn tey leitaðu sær
víðari til Svøríkis.
Maðurin,
sum
koyrdi tann lítla bus-
sin, er nú skuldsettur
fyri mannasmugling.
Svensku myndugleik-
arnir meta, at umleið
15.000 fólk royna at
koma sær ólógliga til
Svøríkis um árið.
Chirac savnar høgravongin
ímóti Le Pen
Stríð um
trolarar
Russiska stjórnin hev-
ur nú lovað at gera sítt
til at loysa trupulleik-
arnar, sum Ørskov
skipasmiðjan í Frede-
rikshavn er komin í, tí
russar hava ikki verið
førir fyri at gjalda nak-
rar trolarar, sum hon
hevur bygt fyri russar.
Málið er upprunaliga
frá 1995 og hevur
drigið út hóast fleiri
royndir at loysa tað, og
í vikuni samdust An-
ders Fogh Rasmussen
og russiski forsætis-
ráðharrin, Mikhail M.
Kasjanov, um at fáa
málið loyst.
Leiðslan á donsku
skipasmiðjuni sigur, at
teir vantandi pengarnir
úr Russlandi vóru or-
søkin
til,
at
hon
noyddist at senda 350
av
sínum
arbeiðs-
monnum til hús, og
leiðslan hevur boðað
frá, at fær hon ikk
pengarnar, missa 200
menn afturat arbeiðið.
Mikhail M. Kasja-
nov segði týsdagin í
Keypmannahavn,
at
hetta málið eigur at fáa
eina loysn, og hann
lovaði at kanna møgu-
leikarnar, á hann kom
aftur til Moskva.
Aftur
kreppa
Búskapartrupulleikarn
ir í Argentina tykjast
ongan enda taka, og nú
er vandi fyri, at krepp-
an fer at kosta einari
stjórn afturat tilver-
una.
Týskvøldið boðaði
búskaparráðharrin frá,
at hann legði frá sær,
eftir at tað var vorðið
greitt, at eitt av hans-
ara kreppuuppskotum
fekk ikki ta neyðugu
undirtøkuna. Ráðharr-
in hevði mælt til at
binda innlánini hjá
fólki í almenn virðis-
brøv fyri at forða fyri,
at bankarnir skulu fara
á húsagang.
Stjórnin var so vís í
at fáa uppskotið sam-
tykt, at hon gjørdi av
at steingja bankarnar,
til uppskotið kundi
koma í gildi sum lóg,
men tað vísti seg, at
tað lóggevandi tingið
sýtti fyri at taka undir
við uppskotinum. Tá
tað varð greitt, gjørdi
búskaparráðharrin av
at leggja frá sær. Sam-
stundis kravdu mót-
mælisfólk,
at
øll
stjórnin skuldi fara
frá.
Nei! Mótstøðufólk hjá tí sera høgravenda Jean-Marie Le Pen vísa, hvat tey halda um hann. Síðani
valið hava allir flokkar bæði til høgru og vinstru í fronskum politikki boðað frá, at teir vilja einki
hava við Le Pen og flokk hansara, Front National, at gera
65
64
Nr. 79 - 26. apríl 2002
TURRIKLÆÐI
HÚGVUR
T-SHIRT
KEPPAR
og FLØGG
12.
12. MAÐUR
MAÐUR
Tlf. 213212
BLÓÐBANKIN
Telefon 311397
fæst á apotekunum
kring landið
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
Fríggjadagin 26.04. kl. 2115
Fríggjadagin 26.04. kl. 2330
Leygardagin 27.04.kl. 2115
Leygardagin 27.04.kl. 2330
Sunnudagin 28.04.kl. 2015
Sunnudagin 28.04.kl. 2230
Fríggjadagin 26.04. kl. 1830
Fríggjadagin 26.04. kl. 2300
Leygardagin 27.04.kl. 1830
Leygardagin 27.04.kl. 2300
Sunnudagin 28.04.kl. 1730
Sunnudagin 28.04.kl. 2200
Fríggjadagin 26.04. kl. 1845
Leygardagin 27.04.kl. 1845
Sunnudagin 28.04.kl. 1745
Fríggjadagin 26.04. kl. 2045
Leygardagin 27.04.kl. 2045
Sunnudagin 28.04.kl. 1945
Vika 17 – 24. apríl
Vinnaratøl: 03 - 05 - 15 -
20 - 32 - 43
Eykatøl: 24 - 48
6 vinnaratøl:
Eingin vinnari
5 vinnarat.+ eykatal 358.910,- kr.
5 vinnaratøl:
3.618,- kr.
4 vinnaratøl:
130,- kr.
3 vinnaratøl:
40,- kr.
––––––––––––––––––––––––
Sosialurin tekur onga ábyrgd
av møguligum villum
KROSSORÐ
Jóna Johannessen
Eirargarður 8-101
100 Tórshavn
Hvønn fríggjadag
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu
innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka-
deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka-
grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú
best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys-
unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin.
Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í
blaðnum næsta fríggjadagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan.
Vinnari:
Loysunar-
orðið: ………………………………………
Navn: ………………………………………………………
Bústaður: ………………………………………………
Bygd/býur: ………………………………………………
Lesið føroyskt – hugsið føroyskt!
Frá BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl
❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen
❑Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi
Frá FØROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
❑Mállæra - Paulivar Andreasen/Árni Dahl
❑Rura - Þóra Þóroddsdóttir
❑Føroya jarðfrøði - Jóannes Rasmussen
❑Íslandsklokkan - Halldór Laxness
❑Fólk og mentan - Jóan Pauli Joensen
Bøkur og annað tilfar
– bæði innan og uttan skúlagátt
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: YVIRGANGUR
299
C
M
Y
K
64