Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 80 - 30. apríl 2002 Nr. 80 - 30. apríl 2002 5 Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tað hevur verið nógv herverk í Havnini hetta vikuskiftið. Men tað hava ikki bert verið herverk, sum eru vorðin fráboðaði hetta vikuskiftið HERVERK Solby A.Eliasen Leygarkvøldið var dansur í Badmintonhøllini, og vakt- havandi á poltitistøðini sig- ur, at tað vísir seg at verða meir at gera hjá løgregluni tá. Um tvey-tíðina náttina til sunnuagin breyt ein 14 ára gamal drongur inn í eini sethús við Varðagøtu og stjól ein bógv. Løgreglan fekk fatur á dronginum. Eisini var eitt innbrot í kjallarin í sjálvari Badmin- tonhøllini, men ikki er greitt enn, um nakað varð stolið. Nakað seinni um trýtíð- ina fekk løgreglan boð um ein bardaga í býnum. Tað vóru tveir mans, sum vóru farnir at berjast um eitt konufólk. Tann eini av teimum varð handtikin og verður skuldsettur fyri harðskap. Vakthavandi sigur, at tað sá álvarsligt út, men veit ikki at siga, hvussu støðan hjá tí eina manninum er nú. Leygarmorgunin sást ein neyðrakett yvir Argjaland- inum. Løgreglan boðaði Vaktar og Bjargingartæn- astuni frá og kannaði eisini málið sjálv. Men har var onki at síggja, so gitt verður, at rakettin bleiv send frá landi av. Vakthavandi greiddi eis- ini frá einum afturvendandi trupulleika. Og tað eru allir hundarnir, sum ganga leysir úti í Nólsoy. Vakthavandi sigur, at løgreglan hevur verið har úti, og so er í lagi ein tíð, men so byrjar tað aftur. Hetta er ein aftur vend- andi trupulleiki, sigur vakt- havandi á Politistøðini í Havn. Nógv herverk um vikuskiftið Náttina til sunnu- dagin var eitt innbrot í John´s Restaurant í Saltangará. Vakthav- andi á politistøðini í Runavík sigur, at annars hevur viku- skiftið verið sera frið- arligt í Eysturoynni INNBROT Solby A. Eliasen Runavík: Fólk varnaðust ikki innbrotið fyrr enn sunnumorgunin. Men gern- ingsmaðurin hevði tikið ein rút úr bakhurðini og var sloppin inn tann vegin. Hann hevði stolið rús- drekka og øl, sigur vakt- havandi. Annars hava tað verið fleiri smávegis ferðslu- óhapp í Eysturoynni orsak- að av kavanum, sum so brádliga legðist um alt landið Dýra Biðidag. Vakthavandi sigur, at fólk hava ikki væntað kava aftur og tí hava tey tikið píka- dekkini av bilunum. Leygarnáttina stjól ein 16 ára gamal drongur ikki minni enn tríggjar bilar og rendi út av við tveimum av teimum STULDUR Solby A. Eliasen Drongurin, sum var fullur, rendi fyrst út av í Kolla- firði. Síðani stjól hann ein annan bil har og koyrdi til Havnar og rendi so aftur út av har. So tók hann enn ein bil, men sum hann, aftan á at hava koyrt ein biltúr setti upp á pláss aftur í heilum líki. Løgreglan kannaði málið og fann fram til drongin, sum tá var farin til hús. Hann verður nú skuld- settur fyri stuldur og rús- drekkakoyring við ongum koyrikorti. Innbrot í matstovu í Saltangará Flaggdagin var veðrið avbera gott og nógv fólk leitaðu sær út til flaggdagshald. Og gott tað sama. Tí Dýra Biðidag var ikki útfarandi fyri kava- roki og vindi LAMBASPRÆNIN Solby A. Eliasen Klaksvík: Fólk vildu illa trúgva sínum egnu eygum, tá tey Dýrabiðidag vóru vitni til at fold okkara enn einaferð í ár bleiv kava- klødd. Í rættiligum illveðr- ið legðist kavin um alt land- ið Dýra Biðidag. Tað var rættiliga kalt og tað líktist eina løtu klakaveðrið. Kavin, sum var óvanliga drúgvur fyrr í vár, kom enn einaferð aftur. Og kuldin merktist sera væl. Og onkur var skjótur at taka til at hetta óivað er lambaspræn- in, sum herjar Føroya land. Nógvur vindur var eisini henda dagin, og bátarnir, sum dagliga, í hesum verk- falsdøgum, sigla fólk yvir um Leirvíksfjørð, sigldu ikki nógvar túrar henda dagin, orsakað av veðr- inum. Sosialurin tók nakrar myndir av kavanum Dýra Biðidag. Kavin kom í morgun Tað byrjaði at kava um morgunin Dýra biðidag og longu tíðliga út á seinnapartin var avkavað í Klaksvík Hetta kundi verið ein mynd á einum jólakorti, men er hetta heldur eitt træ, sum mátti boyggja sínar greinar fyri tí nógva og tunga kavanum Dýra biðidag 2002 Stjól tríggjar bilar Nógv olja er likin út á sjógv í Kollafirði. Og løgreglan væntar, at talan er um ein leka frá landi av DÁLKING Solby A. Eliasen Kollafjørður: Fólk varn- aðust oljuna fyrstu ferð Flaggdagin. Menn frá Brandstøðini fóru á staðið og løgdu sperrir út. Men leygardagin varnaðust fólk aftur, at meiri olja var kom- in á sjógvin. Men hon var ikki komin út um sperrurn- ar. Tískil verður gitt, at olj- an lekur onkrastaðni frá landi av. Oljuleki í Kollafirði C M Y K 5 4 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo