Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 80 - 30. apríl 2002 Nr. 80 - 30. apríl 2002 7 Tann stóri finalan í valstríðnum varð sett at vera í Norður- landahúsinum sunnukvøldið. Floks- formenninir brynj- aðu seg allir út, men fundurin verður fyrst og fremst mintur fyri at vera ómetaliga langur og serliga troyttandi VALFUNDUR Orð:Heri á Rógvi Myndir: Jens Kristian Vang. Tað skuldi vera tað heilt stóra. Veljarafundurin sunnu- kvøldið, ið varð varpaður í hvørt heim í Føroyum. Bæði Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya sendu beinleiðis, og flokkarnir høvdu teirra bestu fólk til staðar. Eingin ivi skuldi vera um, at hetta var eitt av- gerandi slag. Tað byrjaði eisini rættiliga áhugavert. Fólk vóru eisini trúgv at møta upp, og stóra høllin í Norðurlandahúsinum var stúgvandi full, eins og at kalla allar Føroyar sótu við skíggjan ella við útvarps- tólið. Loysing v Samband Høvuðstemaið til hetta val- ið hevur verið loysing og samband, og tað var eisini tað, ið merkti innleiðandi formansrunduna. Tað er ofta hendan, sum setir frá- merki, har byrjast skal og kjakið fylgir hesari slóðini. Lisbeth L. Petersen, for- kvinna í Sambandsflokki- num, lat ongan ivi vera um, hvat hjartamálið hjá Sambandsflokkinum er. Ríkisfelagsskapurin varð einaferð settur í fremstu røð og staðfestur sum borganin - sambært Sam- bandsflokkinum – fyri einum liviligum væl- ferðarsamfelagi í Føroyum. Høgni Hoydal smæddist so avgjørt ikki burtur í fyr- stu rundini. Hann nýtti ógvuliga smidliga vending- ar og slap ómetaliga væl frá sínari røðu. Hegnisliga bar hann eina lítla heilsan til hvørt valdømið við minn- um um framburð. Jenis av Rana og Mið- flokkurin seta teirra álit á Gud í øllum spurningum, og tað var eisini hetta sama, ið eyðkenti taluna hjá for- manni floksins. Miðflokk- urin tvíheldur um eina leið, sum mest av øllum er grundað á skriftstøð. Hann segði einki um hvørki loys- ing ella samband. Løgmaður Anfinn Kalls- berg tosaði í ógvuliga rund- um setningum og tosaði mest um framburðin – sam- bært honum – seinastu ár- ini. Hann tók ikki ríkisrætt- arliga spurningin upp á tungu. Ein spurningur, ið samgongan undir hansara leiðslu, hevur sett sum sítt fremsta mál. Jóannes Eidesgaard tal- aði sum hann plagar til breiðu fjøldina. Ivast nakað áðrenn, so var tað eingin ivi aftaná, at Jóannes hevði sagt í sínum fyrstu tríggjar minuttinar. Javnaðarflokk- urin er eingin loysingar- flokkur. Tvørturímóti virk- aði formaður floksins hetta kvøldið mestsum eins nógv sum verji fyri Ríkisfelags- skapin sum forkvinna Sam- bandsfloksins. Teir fyrstu tríggjar minut- tir hjá sær nýtti Eyðun Elt- tør til at tosa breitt. Hóast restin av fundinum gjørdist ein stór láturbylgja frá for- manni Sjálvstýrisfloksins, so megnaði hann at halda – eitt sindur – av látrinum aftur teir fyrstu minuttirnar. Hann tosaði ógvuliga breitt og segði lítið. Drúgt Tá tað er sagt um formans- rundina, so gekk ikki bein- leiðis framá við fundinum. Stevið gjørdist støðugt tyngri og tyngri, og fundur- in misti skjótt tann brodd, ið vit kenna frá tílíkum fundum frá árum framman- undan. Longdin á fundinum tók- tist at gerast óendalig, og kjakið misti skjótt mettandi eginleikan í fjøldini, har stólarnir – í øllum førum í Norðurlandahúsinum – gjørdust tungir at sita á. Fundurin vardi í langar tríggjar tímar, og tað vóru fleiri, ið hildu hetta vera í so leingi. Hevði tað ikki verið fyri konstanta látri- num frá Eyðuni Elttør, so hevði ikki verið so liviligt í salinum. Fimm evni vóru tikin fram, og hetta var kanska eisini eitt evni ella tvey ov nógv. Fleiri av framsøgufólki- num, ið høvdu hálvannan minutt, kendu ikki so nógv- an frið á sær, soleiðis at fóru heilt frá evninum og persónligar agitatiónstalur vóru veruleiki. Ikki tí. Onkur av fram- søgurøðunum hevði hampuligt stev og ítøkilig orð. Fleiri av røðunum um mentanarpartin vóru heilt hampulig góðar, men tað kann so avgjørt ikki sigast tað sama um allar av fram- søgurøðunum. Flestu áskoðarnir í sali- num høvdu óivað longu av- gjørt, hvar krossurin skuldi setast, og fleiri vóru at rokna sum vanliga við- haldsfólk og tey góvu eisini til kennar. Fleiri av teimum kendu innanhýsis bardøgum vór- ðu heldur ikki veruleiki hetta kvøldið. Fundurin gjørdist ógvu- liga drúgvur, og hetta kost- aði fyri tiltakið, sum er eitt gott hugskot. Eisini kostaði tað óivað soleiðis, at at- kvøðurnar ikki í stóran mun skiftu hendur. Troyttandi finala Bæði Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard høvdu sítt at hugsa um á stóra veljarafundinum Lisbeth L. Petersen og Høgni Hoydal tosaðu eftir hvør sínum lagi sunnukvøldið Hvørgin flokkur flutti seg og høvuðsnøvini í polariseringini varðveittu teirra støðu á pólunum. Hóast Anfinn Kallsberg hevði lítlan og ongan hug at tosa um loysingina, so vóru tað aðrir í Fólkaflokkinum, ið fegnir tóku evnið upp. Ein teirra var Bjarti Mohr. Kristindómurin og fosturtøkur vóru millum virknastu evnini, ið Jenis av Rana átti at bjóða uppá sunnukvøldið The entertainer, Eyðun Elttør. Hann var lættasta innslagið á stóra fundinum í sambandi við løgtingsvalið Roknast kann við størstu vallutøkuni nakrantíð til valið í dag. 33.357 fólk hava valrætt í teimum sjey valdømunum VAL Heri á Rógvi Í dag skal vera val vera um alt landið. 33.357 fólk hava vælrætt. Hetta sigur heimasíðan hjá Løgmans- skrivstovuni, sum umsitur valið, www.tinganes.fo. Tað er soleiðis, at við seinasta val í 1994 høvdu 31.609 fólk valrætt. Sostatt eru tað 1.748 fólk fleiri, ið kunnu fara á val í dag enn fyri fýra árum síðani. Í 1994 var valluttøkan 87,6, og tað er alt sum bendir á, at áhugin er stórur fyri valinum hesaferð. Longu er tað byrjað at regna við brævatkvøðum til ymsu valstøðini. Størsta valdømið er Suðurstreymoy, har 12.478 fólk skulu velja átta valdømisvald umboð. Á sandoynni fara 1.080 fólk at velja tveir valdømisvaldar tingmenn. 33.357 fólk kunnu fara á val Veljarin skal í dag gera av, hvør skal manna fremstu sessir landsins í løgtingi og landsstýri. Vit hava ringt floksformenni- nar upp, og kannað eftir, hvussu teir hava upplivað valstríðið VAL Heri á Rógvi Nógv hevur verið gjørt burturúr valstríðnum hesa- ferð. Tað eru nú góðar seks vikur síðani, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, út- skrivaði val. Valstríðið hev- ur nú hildið á síðani. Vit hava tikið ein rundtúr í flokkunum og spurt um valstríð, løgmansevni v.m. Høgni Hoydal – Eg haldi, at valstríðið hevur gjørt tað púra klárt, at hetta er eitt lagnuval, har fólkið skal gera greitt, hvørt tað ynskir eina loysn við einari nýggjari heima- stýrislóg sum Javnaðar- flokkurin og Sambands- flokkurin hava tosað um, ella fólkið ynskir at taka fullveldi, sigur Høgni Hoy- dal, formaður Tjóðveldis- floksins. – Øll vita vit, at vit standa við at vegamót, leggur formaðurin afturat. Hann heldur, at valstríðið hesaferð hevur sum heild verið siðiligt, men honum dámar einki, at formaður Javnaðarfloksins hevur rópt Tjóðveldisflokkin fyri líkan hjá Le Pen og hansara nationalistiksa flokk, og tað heldur Høgni vera alt ov langt úti. – Tað nýggja í valstríð- num er kanska, at valið hesaferð snýr seg ikki um vælferð mótvegis fullveldi, men heldur, at tað eru tveir mátar at byggja eina væl- ferð uppá, sigur Høgni Hoydal. Tá vit tosaðu við Høgna mánamorgunin, so var hann ikki í holt við at fyrireika seg uppá at gerast løg- maður. – Tað er kanska sannlíkt, at tað verði eg, um vit koma so langt, men tað eru ikki persónar, sum eru avger- andi fyri okkum, sigur Høgni Hoydal. Hann vónar framvegis, at Javnaðarflokkurin er til at tosa við, tá tað snýr seg um samgongumøguleikar á sjálvstýrisleið. Jóannes Eidesgaard – Eg haldi, at valstríðið hevur verið ov langt. Val- stríðið hevur vart í seks vikur, og tá er stórur vandi fyri at troytta veljararnar, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins. Verður tað soleiðis, at Javn- aðarflokkurin fær løgmann, so verður hetta Jóannes Eidesgaard. Hetta er longu avtalað innanhýsis í flokki- num. Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað hevur verið eitt øðrvísi valstríð. Tað hevur ikki verið so nógv kjak millum flokkarnar. Hann nevnir, at floksformenninir bara hava hitst tvær ferðir hesar seinastu vikurnar, síðani valið varð útskrivað. – Valið nú snýr seg nógv meira um marknaðarføring enn áður. Persónar og andlit verða sett nógv meira fram enn hugsjónir, sigur Jóan- nes Eidesgaard. Hann heldur, at talan hevur verið um eitt siðiligt valstríð á almennum fund- um í útvarpi og sjónvarp, men aðrastaðni hevur verið minni siðiligt. Lisbeth L. Petersen – Eg haldi, at valstríð hevur verið langt – kanska ov langt. Alt loypir saman nú endanum. Hetta er eisini heilt annað valstríð enn vit hava sæð áður, sigur Lis- beth L. Petersen. Í Sambandsflokkinum er spurningur um, hvør skal vera løgmaður ikki um- røddur enn, og tað verður hann heldur ikki, fyrr enn hendan støðan kemur. Hetta er fyrstu ferð, at hon roynir seg sum floks- formann til eitt løgtingsval, og hetta er ein uppgáva, ið er øðrvísi enn at vera val- evni, sigur Lisbeth. Hon heldur annars, at valstríðið er vorðið nógv meira amerikaniserað, har tað meira eru persónar enn ideologiir, sum koma fram, men høvuðsteimaið er ideologiskt, sigur Lisbeth L. Petersen. – At høvuðstemaið er loysing og samband er einki løgið, tí hetta hava tey seinastu árini snúð seg, sig- ur forkvinna Sambands- floksins. – Nú fara vit at fyrireika okkum endaliga til valið og eina møguliga samgongu, so taka vit tað harfrá, sigur Lisbeth L. Petersen. Óli Breckman Tað ber ikki til at fáa hend- ur á Anfinni Kallsberg, so vit bóðu Óli Breckman, formann í tingbólki Fólka- floksins svara ístaðin. – Eg má siga, at valstríð er vorðið meira kommer- sielt og meira amerikanskt, sigur Óli Breckman. Hann rósar fjølmiðlunum og serliga Útvarpinum og Sjónvarpinum fyri at ar- beiða miðvíst í sambandi við valið. Valið heldur hann hevur verið siðiligt og ein pass- andi mong av fullveldis- spurninginum hevur verið frammi sum tema, heldur hann. Anfinn Kallsberg er løg- mansvalevni hjá Fólka- flokkinum. Jenis av Rana –Tað er gjørt ov burturur valstríðnum. Tað hevur troyttað veljararnar, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann heldur, at sjónvarp og útvarp hava gjørt ov nógv burturúr, og tað kundi verið betri samskipað, heldur hann. Hann heldur, at tað hevur eydnast, at fingið onnur tema enn loysing samband, men tað hevur í stóran mun verið hetta. Valstríðið er strævið fyri ein so lítlan flokk sum Mið- flokkin, sigur Jenis. Hann heldur, at talan hevur verið um siðiligt valstríð og øll hava fingið somu viðferð. Slagið um tinganes Tað verður spurningurin, hvør kemur at sita við landsins leiðslu. Løgmansevnini eru funnin hjá summum, men aðrir taka ikki spurningin upp fyri enn eftir valið. Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 7 6