Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 80 - 30. apríl 2002 Nr. 80 - 30. apríl 2002 9 – Verkfallið hjá Skip- ara- og Navigatør- felagnum kann fáa álvarsvligar avleið- ingar, tí sjúkraflutn- ingurin er ein stórur ruðuleiki, sigur umsjónarmaðurin SJÚKRAFLUTNINGUR Áki Bertholdsen – Vit royna at klára okkum sum frægast. Men hetta er ein stórur ruðuleiki og tað kann fáa álvarsligar avleið- ingar. Ronnie Midjord, umsjón- armaður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, er alt annað enn tryggur við støðuna, sum hon er í løtuni. Verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum hev- ur nú eisini lagt sjúkraflutn- ingin lamnan og sotatt eru skiparar og stýrimenn hjá Strandferðsluni heldur ikki tøkir til at flyta sjúklingar og læknar ímillum oyggj- arnar, skuldi tað gjørst neyðugt, eitt nú av teimum smáu sjúkrahúsunum til Havnar á Landssjúkrahúsi ella vestur í Vágar, tá ið tað er neyðugt at flyta sjúkling- ar av landinum til viðgerð- ar. Hetta kom heilsuverkin- um ógvuliga dátt við og síðani hava sjúkrahúsini roynt at klára seg sum fræg- ast, eitt nú ar avtalað gjørd við Pressaran hjá Skipa- smiðjuni í Havn um at flyta sjúklingar um Skopunar- fjørð og við ein bát um at flyta sjúklingar um Vest- mannasund. Hetta er tó ein sera trupul støða, tí hesir bátar fáa ikki tikið sjúkrabilar. Serliga ring er støðan kortini hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí tað liggur so langt frá meginøkinum og tað er ofta ringt veður at sigla. – Nei, vit eru alt annað enn tryggir við støðuna, sigur Ronnie Midjord, um- sjónarmaður. Hann sigur, at tey hava roynt at klára seg sum fræg- ast við at leiga tyrluna og við at føra sjúklingar við fiskiskipum. – Tað er akkurát, sum best ber til, men tað er ómetaliga trupult í løtuni og umstøðurnar at flyta sjúklingar við fiskiskipum eru alt annað enn góðar. – Trupulleikin við Tyrl- uni er, at hon hevur so ómetaliga nógv at gera, at hon er ikki altíð tøk, uttan so at talan er um bráfeingis- tørv. Hvat siga tit so til, at Smyril liggur í Havn? – Tað skerst ikki burtur, at tað hevði verið ein stórur tryggleiki í at havt hann liggjandi í Suðuroy. Ronnie Midjord sigur, at tað kann koma fyri, at tað ikki er flúgvandi við tyrl- uni. – Vit høvdu eitt dømi fríggjadagin, tá ið veðrið var so ringt, at eg ivist stór- liga í, um tað yvirhøvur var flúgvandi. Tíbetur hendi onki hendan dagin, men tekur ein álvarsom støða seg upp ein slíkan dag, eitt nú ein vanlukka, er tað sjálvsagt, at tað kann fáa álvarsligar avleingar, ber tað ikki til at fáa sjúklingar á Landssjúkrahúsið, ellá á Ríkissjúkrahúsið nóg skjótt. – Tí hevði tað verið ein stórur tryggleiki í, at hann lá í Suðuroy, so at hann var tøkur, skuldi ein støða tikið seg upp, sum kravdi tað, sigur hann Leiga tyrluna meir Hann sigur, at hesa tíðina, verkfallið hevur verið, hev- ur Suðuroyar Sjúkrahús havt sjúklingar, sum skulu á Landssjúkrahúsið og sum skulu á Ríkissjúkrahúsið. – Men vit hava sanniliga eisini havt sjúklingar, sum skulu øvugtan veg, av Landssjúkrahúsinum ella Ríkissjúkrahúsinum og heim aftur, eftir lokna við- gerð. Hann heldur, at tað kann hvørki góðtakast at sjúkl- ingar ikki sleppa avstað, tá ið teir skulu, ella at teir ikki sleppa heimaftur, tá ið við- gerðin er liðug. Men tað eru eisini aðrir trupulleikar, sum kunnu stinga seg upp. Eitt nú er eitt tól á Suður- oyar Sjúkrahúsi, sum verð- ur brúkt í sambandi við skurðviðgerðir í ólagi í løt- uni. – Mekanikari skal koma niðri frá í dag, men hann sleppur ikki suður og tí mugu vit royna at leiga tyrl- una við honum. – Eg fari tí at boða Al- manna- og Heilsumálastýr- inum frá, at vit vera noydd at leiga tyrluna meiri enn vit hava gjørt, eisini til sjúkraflutning har talan ikki er um bráfeingistørv, men har talan er um at fáa sjúklingar aftur og fram, antin til viðgerðar, ella heimaftur, eftir lokna við- gerð, sigur Ronnie Mid- jord. – Enn er akkurát líka langt ímillum partarnar, sum tað var, tá ið vit fóru í verkfall Ellintur Abrahamsen VERKFALLIÐ Áki Bertholdsen Nú kann verkfallið hjá skiparuum og stýrimonn- unum við teimum almennu skipunum, gerast drúgt. Tað stúrir Ellintur Abra- hamsen, formaður í Skip- ara- og navigatørfelagnum, fyri, eftir at aftur ein sem- ingsroynd miseydnaðist nú um vikuskiftið. Tað var seinnapartin hós- dagin at semingsfólkini, Fríða Patursson og Ole Guldborg Nielsen, kallaðu partarnar saman í enn eini roynd at finna eina loysn á verkfallinum, sum hevur lagt øll Strandfaraskipini, umframt skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og f iskirannsóknarskipið, Magnus Heinason. – Kanska høvdu sem- ingsfólkini vænta, at tað fór a bera til at finna semju, nú tað eydnaðist at finna semju við Maskinmeistara- felagið, heldur Ellintur Abrahamsen. Men hann sigur, at sem- ingsroyndin varð miseydn- að, tí tað vísir seg, at tað er akkurát líka langt ímillum partarnar nú, sum tað altíð hevur verið. – Eg veit ikki, hvat vit vórðu kallaðir saman til, tí tað kom onki semingsupp- skot á borðið, sigur hann. Við Útvarpið søgdu sem- ingsfólkini, at tey kannaðu møguleikarnar í einar 12 tímar, men tá ið tað varð greitt, at partarnir ikki nær- kaðust hvørjum øðrum, góvust tey, uttan at leggja nakað semingsuppskot fram. Samstundis boðaðu tey frá, at nú fóru tey ikki at gera fleiri semingsroyndir ta fyrstu tíðina. Ellintur Abrahamsen sig- ur, at nú aftur ein semings- roynd er miseydnað, kann henda, at verkfallið verður drúgt. – Broytist støðan ikki munandi, er onki endamál at hittast aftur, sigur hann. Hann væntar tískil ikki, at semingsfólkini fara at kalla partarnar saman aftur uttan so, at onkur ávirkar tey til at gera eina roynd afturat. Lá langt frá Ellintur Abrahamsen sigur, at hóast onki semingsupp- skot varð lagt fram, varð kortini arbeitt við ymsum tølum. – Men tað var framvegis so langt frá tí, sum vit kundu góðtaka, at har var onki at gera. Hann heldur kortini, at Skipara- og Navigatørfel- agið gjørdi eina roynd. Hann sigur, at felagið bjóð- aði sær til at gera tvey ella trý ára sáttmála ístaðin fyri ein hálvtannað árs sáttmála, sum higartil hevur verið upp á tal. – Í tí sambandinum bjóð- aðu vit okkum til at slaka í krøvunum tað fyrsta árið uppá at fáa nakað innaftur seinni, men tað hjálpti ikki, sigur Ellintur Abrahamsen. Ruðuleiki á Suðuroyar Sjúkrahúsi av verkfallinum Nú kann verkfallið gerast drúgt Verkfallið ger, at sjúkraflutningurin hja Suðuroyar Sjúkrahúsi er ein stórur ruðulleiki, sigur umsjónarmaðurin, Ronnie Midjord Vit góvu okkum eitt sindur,men tað hjálpti onki og vit eru enn akkurát líka langt frá hvørjum øðrum, sum vit vóru, tá ið verkfallið varð lýst, sigur Ellintur Abrahamsen Tað vera allarhelst bert teir skjótu og hepnu føroyingarnir uttanlands, sum fáa møguleika at hoyra Útvarp Føroya undir uppteljingini av at- kvøðum í kvøld. Áhugin fyri at hoyra Útvarp Føroya ígjøgnum internetið er nevniliga so stórur, at sambandið als ikki megnar at geva øllum pláss. Ein loysn er á veg, sigur útvarps- stjórin, men í kvøld mugu teir nógvu lurt- ararnir stríðast um tey fáu plássini Rúnar Reistrup Áhugin millum føroyingar uttanlands at hoyra Útvarp Føroya beinleiðis ígjøgnum internetið er vaksin nógv seinastu tíðina, og hetta hevur við sær, at tá tíðind- ini verða send á middegi og á kvøldi, er sambandið so mikið strongt, at tað kann vera torført at koma ígjøgn- um til servaran, sum hýsir beinleiðis netvarpinum. Av tí sama er væntandi, at tað verður ógvuliga tor- ført hjá føroyingum uttan- lands at koma ígjøgnum í kvøld, tá Útvarp Føroya fer at ramsa valúrslit upp og senda reportagur frá ymsu valdømunum, tí tá val er, plagar áhugin millum før- oyingar uttanlands fyri at hoyra útvarpið heimanifrá at verða av tí størsta. Støð- an er tann sama, tá útvarpið sendir frá landsdystum hjá føroyska fótbóltslandsliðn- um og øðrum stórhending- um. Útisetar hava fast samband Jógvan Jespersen, útvarps- stjóri, er varugur við, at strongdin á beinleiðis varp- ingina á netinum nú er so mikið stór, at tað er vorðið torført hjá brúkarum at koma ígjøgnum. Hann met- ir eina av orsøkunum vera, at tað gerst alt meira vanligt at internetbrúkarar uttan- lands hava fast internet- samband, sum er skjótt og har brúkararnir ikki gjalda fyri nýtsluna. – Tá ber til hava sam- bandið opið og hoyra Út- varp Føroya allan dagin utt- an at tað ger mun, og vit hava varhugan av at hetta er beinleiðis orsøkin til at strongdin á sambandið er vorðin so nógv, sigur Jógvan Jespersen. Ein stórur partur av koll- egiunum í Danmark hava slíkt fast internetsamband. Harímillum er føroyinga- skansin Oyrasunds kolle- gie. Arbeiða við eini loysn Sum er hevur servarin, sum sendir Útvarp Føroya bein- leiðis ígjøgnum internetið, bert pláss fyri 60 brúkarum ísenn. Tá 60 brúkarar hava fingið samband við servar- an, sleppa ikki fleiri ígjøgn- um, og tí ræður um at bera skjótt av, og tendra netvarp- ið tíðliga, um nakar hugs- ingur skal vera um at vera ein av teimum 60, sum sleppa at hoyra útvarpið ígjøgnum internetið í kvøld, tá úrslitið av løg- tingsvalinum verður gjørt upp. Orsøkin til at ikki fleiri enn 60 brúkarar ísenn sleppa at hoyra útvarpið ígjøgnum netið er, sambært Arna Thomsen, netumsit- ara á Útvarpi Føroya, at netvarpanin er krevjandi fyri tann rættiliga avmark- aða kapasitetin á internet- sambandinum millum Før- oyar og útheimin. – Tá 60 brúkarar hoyra útvarpið ísenn, so brúka teir ein munandi part av samlaða kapasitetinum á internetsambandinum við útheimin, og tí er Føroya Tele, ið hevur servaran um hendi, sum nú er, ikki sinn- að at lata upp fyri fleiri enn 60 brúkarum ísenn, sigur Arni Thomsen. Sambært Jógvani Jesper- sen, útvarpsstjóra, arbeiðir Útvarp Føroya við at finna eina loysn á trupulleikanum við strongdini á netvarpið. Ætlanin er, at tað innan stutta tíð skal bera til hjá nógv fleiri internetbrúkar- um at hoyra útvarpið sam- stundis. Internettænsturnar væl umtóktar Áhugin fyri internettænast- unum hjá Útvarpi Føroya sum heild er sera stórur millum føroyingar uttan fyri landoddarnar, ikki minst tá val er. Hagtøl yvir tey, sum vitja vevsíðuna hjá Útvarpi Føroya, vísa, at tá útvarpið undir uppteljingini av atkvøðum til fólkatings- valið herfyri legði valúrslit- ini á vevsíðuna, vóru bert helvtin av teimum vitjandi á vevsíðuni, stødd í Føroy- um. Ein fjórðingur av teim- um vitjandi vóru stødd í Danmark og síðsti fjórð- ingurin av teimum vitjandi vóru stødd aðrastaðni í heiminum. Samanlagt vóru 2.600 vitjandi tann dagin. Síðan tá er útvarpið farið undir at leggja skrivað tíðindi á vevsíðuna, og tað hevur fingið talið á vitjandi at vaksa munandi. Og útvarpsstjórin væntar, at í dag fer talið á vitjandi at seta met. Brúkaragjald í framtíðini So hvørt sum Útvarp Føroya útbyggir internettænastuna, sum í stóran mun verður brúkt av føroyingum uttanlands, ið sjálvsagt ikki gjalda útvarpsgjald, reisir spurningurin seg, um tað er rætt av stovninum at brúka orku upp á annað enn at senda vanligt útvarp til føroyingar í Føroyum. Sambært Jógvani Jespersen er eingin ivi. - Vit síggja okkara tilboð um internetið sum eyka tænastur til tey, sum gjalda útvarpsgjald. Tað gevur fólki møguleika til at hoyra og lesa útvarpstíðindini óheft av um tey hava møguleika at lurta júst tá tey verða send yvir vanliga sendinetið. Viðvíkjandi teimum, sum ikki gjalda útvarpsgjald, so er ætlanin at tey í framtíðini, tá tøknin gevur betri møguleikar fyri tí, skulu gjalda fyri tænast- urnar. Men í løtuni eru vit í einari royndartíð hvat hes- um viðvíkir, sigur Jógvan Jespersen. Í kvøld kunnu teir 60 internetbrúkararnir, sum fáa atgongd til servaran og hoyra frásøgnina frá løg- tingsvalinum, so gleðast um at tað enn er ókeypis at hoyra útvarpið á netinum. Tey, sum ikki sleppa fram- at, mugu vóna, at tað í framtíðini verður pláss til fleiri á servaranum. Strongt netvarp C M Y K 9 8 Fyrimunir við at keypa hvítvørur frá LM-Handlinum: • Kappingarførir prísir • LM-handilin hevur sína egnu tænastudeild, ið er virkin 24 tímar um samdøgrið • LM-handilin veitir 2 ára garanti • LM-handilin veitir og setur til hvítvørur og burturbeinir tær gomlu - ókeypis* • LM-handilin hevur verið førandi á økinum í meira enn 65 ár • LM-handilin hevur útbúgvið starvsfólk, ið altíð veitir bestu tænastu. * Treytað av at landfast er, har koyrt verður til 2 4 M Ð R . G A R A NT I - D Ø G N T Æ N A S T A Ó K E Y P IS Ú T K O Y R IN G O G ÍB I N D I N G Allir prísir eru kontantprísir! TILBOÐ team85 • • 1000 snún./min. elektr. stýring Vanl. prísur 11.885,- W6561L Vaskimaskina SPAR 31% • • vanl. plátur yvir- og undirhita/grill Vanl. prísur 6.660,- Teba TFB66Y Komfýrur KONTANT 5.995,- TILBOÐ Norcold køliskáp C 140 A • Brutto:130 ltr. • Netto: 127 ltr. • 2 glashillar at flyta • 1 glashill • 1 stor skuffa • Hurð, ið kann vendast • H 85 x B 56 x D 60 cm • Orkunýtsla: 149 kWt um árið • Orkuflokkur: A Vanl. prísur 2.795,- Norcold køliskáp F 9219.0 • Brutto:172 ltr. • Netto: 170 ltr. • 3 glashillar at flyta • 2 skuffur • Hurð, ið kann vendast • H 104 x B 54 x D 55,3 cm • Orkunýtsla: 154 kWt um árið • Orkuflokkur: A • Ljóðstøði: 37 dB (A) Vanl. prísur 3.660,- Dustsúgvari Electrolux Z 1935 • Motorur1600 W • Súgviorka 300 W • 7 m leidningur (radius 10 m) • Vigar bara 4 kg • 2-deilt rør • Vísari fyri fullan posa • Lágt ljóðstøði 76 dB(A) Vanl. prísur 1.635,- Dustsúgvari Electrolux Z 5520 • Motorur1500 W • Súgviorka 380 W • 9 m leidningur (radius 12 m) • Lætt S-formað rør, ið verjir ryggin • Vísari fyri fullan posa • Lágt ljóðstøði 71 dB(A) • Litur: turkis Vanl. prísur 2.430,- KONTANT 8.995,- KONTANT 2.515,- KONTANT 3.295,- KONTANT 1.295,- KONTANT 1.895,- Dustsúgvari Electrolux Z 5531 Si • Motorur1600 W • Súgviorka 380 W • 9 m leidningur (radius 12 m) • Lætt S-fomað rør, ið verjir ryggin • Vísari fyri fullan posa • Lágt ljóðstøði 71 dB(A) • Litur: silki-silvur Vanl. prísur 3.095,- KONTANT 2.395,- Dustsúgvari Electrolux Z 5550 • Motorur1600 W • Súgviorka 380 W • 9 m leidningur (radius 12 m) • Lætt S-formað rør. Hevur fjarstýring á handtakinum. • Vísari fyri fullan posa • Lágt ljóðstøði 71 dB(A) Vanl. prísur 3.495,- KONTANT 2.695,- TILBOÐ SPAR 17% LM-Handilin · Hoyvíksvegur 53 · Tel 35 12 20 · Boks 3100