týsdagur 30. apríl 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 80 - 30. apríl 2002
Nr. 80 - 30. apríl 2002
11
Randi í Jógvanstovu
Valevni Javnaðarfloksins í
Eysturoy
Teir hava nú í fýra heili og
haldig
ár
gabbað
og
møsnað um sítt fullveldi,
og teir hava fingið tey
somu boðini hvørja ferð frá
danskarinum: "Tá tit vilja
sleppa av við okkum er
bara at fara." Men teir hava
ikki tikið av, hví? Tí tað
sokallaða "fullveldi", teir
møsna um, er treytað av, at
danir gjalda tað.
Flogvøllurin er eitt dømi,
teir vilja hava hann, men
danskarir skullu gera hann
"upp to date" áðrenn teir
vilja eiga hann.
Danir eru tað teir eru,
men kúbýttir eru teir ikki.
Tá tú flytir heimanífrá,
tekur tú eisini títt vaskitoy
við tær. So leingi tú ert
partur av húsarhaldinum,
stendur tær frítt at gera
brúk av teimum fasilitetum,
húsarhaldið nú einaferð
hevður. Tá tú sigur "Farvell
og takk" forvanta tey
gomlu sjálvsagt, at tú ert
somikið at tær komin, at tú
hevur ikki brúk fyri teimum
longur. Soleiðis er tað
"veruliga lívið" bara.
Javnaðarflokkurin hevur
svarið uppá tær ríkis-
rættarligu spurningarnir,
innan fyri ríkisfelagskapin.
Tit lata ikki hånt um væl-
ferðina og sleppa ikki teim-
um eldru og veiku uppá
fjall til frama fyri fullveldi.
At føroyingar er ein tjóð og
eitt fólk, nýtist okkum ikki
danskarir at siga okkum.
Tú sum ynskir: Sam-
haldsfesti - sjálvbjargni og
sjálvstýri vel JAVNAÐAR-
FLOKKIN.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
So upprann dagurin, har krossurin skal setast.
Valstríðið hevur verið merkt av lýsingum og
øðrum í størri mun, enn undanfarin val. Um
hetta er gott ella ikki, má veljarin sjálvur meta
um. Onkur hevur kallað tað ein basar, og er tað
møguligt, at viðkomandi hevur rætt. Summir
flokkar hava litfagrar plakatir, og onnur gagna
ílatin sum blómur, men soleiðis eru flokkar nú
einaferð so ymiskir, og keðiligt hevði verið, um
allir vóru líka.
Valstríðið hevur eisini verið merkt av undar-
ligum pástandum, har ávísir flokkar hava ført
seg fram uppá, at hinir fara at tøma lands-
kassan. Slíkt má sigast at vera óseriøst, og boð-
ar ikki frá góðum, tá samstarvast skal eftir
valið.
Vælferðin er ovast a breddanum til hetta valið,
og má ein konstruktiv andstøða hava heiðurin
av tí. Her hugsa vit serliga um Javnaðarflokkin.
Munurin til hetta valið er, at summir kalla tað
ein "rætt" og siga harvið, at betringar gerast
ókeypis. Hetta má sigast at verða átaluvert og er
yvirbjóðing uttan ábyrgd. At lova í eyst og vest,
uttan at ítøkiliggera síni lyfti og bert kalla tað
ein rætt, er ov væl sloppið - serliga tá ein ákærir
mótstøðumenn fyri at vilja tøma landskassan.
Forkláringsproblemið hjá samgonguni gerst
uppaftur størri, tá man hyggur at vantandi
úrslitunum í hesum valskeiðnum, Tað kann
verða, at játtanin til almanna og heilsuøkið er
økt, men so má skommin sigast at verða dult, tí
ikki nokk við, at tænastan til borgaran ikki er
betrað, so betalir borgarin eisini meir fyri hesa
somu vánaligu tænastu. Tað kann ikki góð-
takast.
Tað skal verða okkara vón at gjøgnumgangadi
orðið í komandi tingsetu verður semja. Sitandi
samgonga hevur ligið í ósemju við alt og øll
ikki minst innanhýsis. Man kom ikki til nakra
semju við danir og ei heldur við andstøuna. Tá
tað kemur til almenna arbeiðsmarknaðin, hava
ongantíð verið so nógvar ósemjur sum undir
sitandi samgongu.
Løgmaður tosaði aftur um breiðu semjuna á
valfundinum í Norðurlandahúnsium sunnu-
kvøldið. Tað skal verða okkara vón, at hetta av
samgonguni nokkso slitna hugtak verður
veruligt, soleiðis at 3 stórir flokkar finna saman
um eina hóvliga sjálvbjargnistilgond, ið ein
stórur meiriluti av fólkinum tekur undir við.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Valdagurin
VIÐMERKINGAR
Absalon Áargarð
Hoyvík, 25. apríl 2002
Í valstríðnum havi eg hoyrt
fleiri politikarar siga, at tað
eru føroyingar sjálvir, sum
hava arbeitt seg úr tí sváru
kreppu, sum landið var í
miðskeiðis í 90’unum. Tað
verður eisini sagt, at før-
oyingar framyvir skulu liva
av tí, sum føroyingar sjálvir
kunnu skapa.
Í Sálmi 50:15 stendur:
"… kalla á Meg, tann dag
tú ert í neyð - Eg skal
bjarga tær, og tú skalt prísa
Mær!". Í kreppuni vóru tað
nógvir føroyingar, sum
gjørdu júst hetta: teir
kallaðu á Harran, og Harrin
helt orð. Hann bjargaði
okkara landi úr neyðini við
at fiskurin kom aftur, fiska-
prísirnir fóru upp í gjøgn
og oljuprísirnir fóru (eina
tíð í øllum førum) niður í
botn. Einki av hesum
høvdu vit føroyingar nakra
sum helst ávirkan á.
Úrslitið gjørdist, at land-
ið hevur fótað sær aftur,
men latið okkum nú ikki
gloyma seinasta part av
versinum úr Sálmunum:
"… og tú skalt prísa Mær".
Latið okkum geva Harran-
um tað prís og tann heiður,
sum einans Hann hevur
uppibori.
Og latið okkum síðani
við dirvi gagnnýta tað, sum
Harrin gevur okkum, so
skilagott og hegnisliga,
sum vit duga.
Hvat feilar teimum?
… og tú skalt prísa Mær!
Frank Davidsen
Og hvar var áhugin og
viljin hjá Sambandsflokk-
inum at bjarga Atlantic, tá
ið okkara flogfelag var í
djúpari
fíggjarligari
kreppu.
Tað kvøldið í 1992, tá
altavgerandi
uppskotið
varð borið niðan úr fíggjar-
nevndini, har atkvøðast
skuldi um Atlantic Airways
skuldi bjargast ella fara í
likivitatión,
rýmdu
–
minnist meg rætt – øll
Sambandsumboðini út úr
tingsalinum.
So um tað stóð til
Sambandsflokkin, so var
einki føroyskt flogfelag í
dag, tí er tað ikki so lítið
margháttligt at teir í dag
gjarna vilja privatisera tað
felag, sum flokkur teirra
ongan stuðul gav, tá ið á
stóð.
Hví skal Atlantic Airways privatiserast
VALGREINAR
Vit hava hugsjónir
og tað gevur úrslit!!
Eyðgunn Samuelsen
Valevni hjá Javnaðar-
flokkinum í Norð-
oyggjum
Hetta valið snýr seg ikki
bert um loysing ella
samband, tað snýr seg so
sanniliga
eisini
um
hugsjónir: hvat er tað
fyri eitt samfelag vit
ynskja !!
Vilja tit hava eitt sam-
felag har felagsskapurin
millum okkum menn-
iskju er í hásæti og hond
verður tikin um tey
veiku, tey sjúku og tey
gomlu í okkara sam-
felag. Eitt samfelag har
vit seta okkum sum mál,
at samfelagi er ikki nóg
gott fyrr enn tey veiku
hava eitt ríkt lív
ella
Vilja tit hava eitt sam-
felag har tað einasta ið
telur er um okkara land
hevur fullveldi og ann-
ars valdar hugsjónar-
loysi ?
Mánadag sigur Tjóð-
veldisflokkurin, at tey
ið hava ráð at vera heima
hjá sínum børnum eiga
at fáa samsýning fyri
hetta samstundis sum
100 børn hjá foreldrum
ið ikki hava ráð til slíkt
standa
á
bíðilista.
Mikudag sigur sami
flokkur, nei hatta meintu
vit ikki !!
Vit í Javnaðarflokk-
inum siga tað sama
óansæð hvør dagur í
vikuni tað er og óansæð
hvar vit eru stødd. Øll
børn skulu hava rætt til
ansing og ikki bara tað,
tey skulu hava dygdar-
góð og mennandi tilboð.
Foreldur
(ikki
bara
mamman) skulu hava 1
ára barnsburðarfarloyvi
og systskin skulu fáa
avsláttur á dagstovnum.
Ikki bara vita vit hvat
vit vilja, vit gera eisini
nakað við tað !! Síðan í
juli 2000 hava vit útvega
122 nýggj ansingarpláss
í Klaksvík og minka
bíðilistan við 2/3 og
umleið 60 pláss koma
aftrat í ár og tað er ein
vøkstur á yvir 100 % !!
Og verið vís í at vit
gevast ikki fyrr enn
málið er rokkið - ans-
ingartrygd til øll børn.
Ein dag sigur Tjóð-
veldisflokkurin hug-
sjónir eru ikki til longur,
dagin eftir eru tey
høgravend og sama dag
er onkur teirra uttast til
vinstru. Sannleikin er at
tey hava ongar hugsjónir
!!
Okkarar hugsjón er frá
fyrst í øldini og hon er
kjølfest í øllum norðan-
londum og hon er tað
samhaldsfasta vælferð-
arsamfelagi sum alla
farnu øld hevur fingið
norðanlond
at
skara
framúr í øllum heimin-
um.
Fólkaflokkurin lovaði
tykkum, at teir vildu
arbeiða fyri at bøta um
korðini hjá fólki við
breki.
Javnaðarflokkurin er
ítøkiligur, vit siga í
minsta lagi 50 vard størv
og 30 nýggj búpláss til
fólk við brekið. Í okkara
hugsjón hava øll rætt til
eitt virkið lív !!
Hevur tú sama dreym
sum vit, so ivast tú ikki
valdagin !!
Eydgunn@post.olivant.fo
Kristoffur Gaardlykke
Valevni Javnaðarfloksins í
Vágum
Hvat er frælsi? Ja, hetta er
ivaleyst eitt hugtak, vit øll
uppfata ymiskt. Sambands-
menn halda, at frælsi er at
vera í ríkisfelagsskapi við
danir,
tjóðveldismenn
halda, at frælsi hava vit
einans, um vit gerast ein
sjálvstøðug tjóð. Men er
yvirhøvur neyðugt at knýta
frælsi saman við loysing/
samband?
Nei. Vit halda ikki at
frælsi hoyrir saman við
hesum
orðaskvaldrinum
um
loysing/samband.
Frælsi er eftir mínari
meining nakað heilt annað.
At vera frælsur merkir, at
ein hevur somu møguleikar
óansæð fíggjarligu støð-
una. At ein hevur somu
rættindi, sjálvt um ein er
flakakvinna, útróðrarmaður
ella stjóri.
Vit vilja ikki hava eitt
samfelag, har reiðarin fær
betri sømdir, enn fiski-
maðurin. Vit vilja ikki hava
eitt samfelag, har vanligi
verkamaðurin hevur ein
minni leiklut, enn stjórin.
Vit vilja ikki hava eitt
klassasamfelag! Vit skulu
øll virka saman fyri einum
betri samfelag, har pláss er
fyri øllum!
Vel tí flokkin, sum verjir
og virkar fyri frælsinum hjá
einstaklinginum!
Frælsi føroyinga
Jóannes Eidesgaard
formaður Javnaðarfloksins
Verkafólk hava ein søgu-
ligan møguleika hesaferð at
byrja altjóða arbeiðaradag-
in longu dagin fyri -
nevniliga sjálvan valdagin.
Tí fyri fyrstu ferð í mong
Harrans
ár
hevur
ein
politiskur flokkur lagt eina
ítøkiliga valskrá fram, sum
beinleiðis er ætlað verka-
fólki. Ætlað teimum, sum
fyri tímaløn bert hava sínar
hendur á at líta.
Javnaðarflokkurin vil í
komandi valskeiði syrgja
fyri, at tímalønt fáa greið
setunarviðuskifti, so sum
allir aðrir starvsbólkar í
samfelagnum hava. Ein
tímaløntur skal frá fyrsta
arbeiðsdegi hava at vita,
hvørji rættindi og hvørjar
skyldur, hann eigur. Løn,
arbeiðstíð, uppsagnartíð,
frítíðarviðurskifti o.l.
Javnaðarflokkurin vil í
komandi valskeiði syrgja
fyri, at øll tímalønt skulu
eiga rætt til arbeiðsmark-
naðarútbúgvingar.
Hetta
hevur verið eitt tilboð í
okkara grannalondum í
mong ár, meðan vit, sum
fremt av øllum fáast við
matvøruframleiðslu,
als
ongar slíkar útbúgvingar
hava. Hetta kunnu hvørki
vinnan,
verkafólk
ella
myndugleikar liva við. Hví
skal konan, sum ár eftir ár
sker kílar ikki hava eina
útbúgving um ta fram-
leiðslu, hon er so týðandi
partur av? Javnaðarflokk-
urin vil í samstarvi við
vinnuna og fakrørsluna
taka stig til slíkar útbúgv-
ingar, sum verða styttri
skeið við fullum lønarend-
urgjaldi.
Í triðja lagi vil Javnaðar-
flokkurin í komandi val-
skeiði syrgja fyri at fáa bøtt
munandi um arbeiðsum-
hvørvið bæði á sjógvi og á
landi. Hetta skal m.a. gerast
við einum styrktum Ar-
beiðseftirliti
og
einari
virknari deild fyri Arbeiðs-
medisin.
Okkurt av hesum málum
hava vit lagt fram á seinasta
valskeiði, men tó uttan at
hava fingið undirtøku frá
sitandi samgongu. Men vit
hava eina sterka trúgv upá,
at hetta ikki verður so í
einari komandi samgongu.
So góðu verkafólk, hví
ikki gera valdagin til ein
rættiligan arbeiðaradag, har
júst tykkara viðurskifti fáa
innivist í politiska arbeið-
inum komandi fýra árini?
Tað kunnu tit gera við at
stuðla Javnaðarflokkinum,
sum nú stendur púra einsa-
mallur sum flokkurin hjá
verkafólkinum.
Besta gávan til arbeiðara-
dagin 1. mei er ein sterkur
Javnaðarflokkur á Føroya
Løgting 30. apríl. Tá fáa vit
ein góðan 1. mei.
Gott val.
Hví ikki byrja 1. meidagshaldið longu
valdagin?
Til allar
suðuroyingar!
Finnleif Guttesen
sambandsvalevni i
Suðuroy
Suðuroyggin
er
líka
avbyrgd í dag, sum allar
Føroyar verða tað, um vit
fáa loysing.
Skal suðuroyggin ikki
framvegis
vera
tann
gloymda oyggin, er al-
neyðugt við einum sterk-
um Sambandsflokki.
Eyðun Elttør
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Norðoyggjum
"Skúlin fyri øll!" er eitt gott
og positivt hugtak, ið stend-
ur sum eitt navnaskelti fyri
fólkaskúla okkara, og vit
kunnu øll vera fegin um, at
so er.
Men tað er nú einaferð
altíð lættari at siga og
skriva, hvussu viðurskiftini
eiga at vera - væl truplari at
ásanna, at enn liggur mangt
á láni, um skúlakarmurin
skal rúma øllum í fram-
tíðini. Tí eingin má vera í
iva um, at skúlin eigur at
vera eitt gott stað at vera í
bæði hjá børnum og lærar-
um.
Vit eiga at stremba eftir
at fáa ein góðan skúla við
hollari grundútbúgving, har
trivnaður og menning eru í
hásæti.
Skúlin er jú ein horna-
steinur í samfelag okkara -
ungdómurin sjálv framtíðin
- tí gevur ein góður fólka-
skúli eitt gott og sunt sam-
felag!
Vit eiga at leggja alla
menning í børnini. Fólka-
skúlin skal jú vera ein góð
barlast til víðari útbúgv-
ingar og virksemi í samfe-
lagnum.
Skúlin skal somuleiðis
vera ein góður vitanarberi,
ið veitir ungdóminum gott
kjølfesti at taka við øllum
avbjóðingum
í
okkara
framtíðar samfelag.
Vit eiga at veita fólka-
skúlanum bestu sømdir -
ikki vera afturhildandi, tá
ið tað snýr seg um at játta
neyðuga peningin. Hetta er
treytin fyri, at skúlin sum
mentanardepil fær virkað
frítt innan teir lógarkarmar,
ið ásettir eru.
Vit hava skyldu at hava
ein tíðarhóskandi og dag-
førdan skúla, so tað til eina
og hvørja tíð verður rúm
fyri øllum!
Fáur man vera í iva, tá ið
eg sigi, at ein góður og
tryggur barna- og ung-
dómsskúli er sjálvur grund-
vøllurin,
børn
okkara
kunnu byggja lívsvónir
sínar á.
Á henda hátt gerast vit
eisini før fyri at knýta sam-
an ungdóm og samfelag.
Tey ungu, børnini og tey,
ið starvast innan skúlaverk-
ið, eiga at virka og halda til
í einum sunnum fólkaskúla,
sum hevur víðar skúla-
karmar - annars viknar
aftur tað bjarta aðalmálið,
har sagt verður: "Skúlin
fyri øll!"
Tí eiga orðini at vera
púra greið:
"Ein góður fólkaskúli
leggur lunnar undir eitt
sterkt samfelag."
Skúlin fyri øll
C
M
Y
K
11
10