Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 80 - 30. apríl 2002 Nr. 80 - 30. apríl 2002 13 Vestmanna Timburhandil · tel 472 000 · fax 472 001 · vt@vt.fo · www.vt.fo - frá dreymi til veruleika Hvussu ætlar tú at húsast í framtíðini? Vel væl! ... X við Yvirlit yvir vælmøguleikarnar fáast við at venda sær til Vestmanna Timburhandil. VIÐMERKING Kirsten Brix Í valsending hjá Miðflokk- inum í útvarpinum varð spurt, um flokkurin ætlar sær at avtaka Javnstøðu- nevndina, fær hann møgu- leika fyri tí. Høvuðsvalevni floksins drálaði eitt sindur, men svaraði so, at tað væl kundi hugsast, tí í Føroyum vóru kvinnurnar ikki undir- kúgaðar. Í einum landi við fólka- ræðisligari stýrisskipan sum eitt nú í Føroyum kunnu vit tala um javnrætt. Kvinnur og menn kunnu søkja somu útbúgvingar, somu størv, hava valrætt og eru valbar, gera sama ar- beiði. Ongar lógir forða fyri tí. Her er talan um karmar, sum skulu tryggja tí einstaka, kvinnu sum manni, rættindi til sjálv(ur) at velja eftir áhuga, evnum og førleika. Men eitt eru lógir og ætl- anir, eitt annað veruleiki. Javnrætturin hevur ikki havt við sær javnstøðu. Á øllum økjum eru tað menn- inir, sum taka avgerðir. Teir sita í meiriluta í øllum týð- andi nevndum, har viður- skiftini hjá okkum øllum verða avgjørd. Teir avgera við sínum raðfestingum og játtanum, hvussu karmarn- ar verða fyltir út - frá lands- politikki til gerandisdagin hjá tí einstaka borgaranum. Hetta er ikki javnstøða, og hetta er ikki ektað fólka- ræði. Hóast langur vegur er eftir til eitt javnstøðusam- felag, so eru nógv framstig gjørd, bæði úti í samfelagn- um og á heimaøkinum. Men tað er umráðandi at minnast til, at javnrættur ikki er nøkur náttúrulóg. Vunnin rættindi kunnu missast aftur og verða tað, um vit ikki eru á varðhaldi. Herfyri var ein dokumen- tarsending um kvinnurnar í Afghanistan, sum BBC hevði gjørt, send í SvF. Har varð upplýst, at viðurskift- ini í landinum einaferð hava verið øðrvísi. Frá 1964 og upp gjøgnum 70- árini hevði landið eina demokratiska stýrisskipan. Tá høvdu kvinnurnar val- rætt, tær sluppu at útbúgva seg, at arbeiða og at taka lut í samfelagslívinum annars. At fanatiskir fundamental- istar tóku hesi grundleggj- andi mannarættindi frá teimum, órógvaði ikki vest- urheimin, sum við USA á odda sigur seg verja fólka- ræði og mannarættindi um allan heim. Tað, sum Tale- ban og aðrir ikki minni kvinnuvanvirðandi, funda- mentalistiskir felagsskapir gjøgnumførdu, var einki annað enn brotsgerðir móti mannaættini. Men tað var ikki hetta, sum fekk tær vesturlendsku stjórnirnar at leypa á við øllum hugsandi vápnum og servandum her- liðum. Tær rættu ikki hond frá síðu, tá ið kvinnurnar vórðu gjørdar til ikki-borg- arar. Í Norðurlondum hava vit eina sterka, fólkaræðisliga skipan. Men hon er kortini ikki sterkari, enn vit sjálv gera hana. Hon er okkara ábyrgd og okkara avbjóð- ing hvønn einasta dag. Kvinnur og menn eru ymisk, hugsa og raðfesta ymisk, og tá ið bæði kynini á jøvnum føti eru við til at taka avgerðir um øll viður- skifti, kunnu vit tala um veruligt fólkaræði. Ikki fyrr. Javnstøðulógin er eitt amboð til at styðja hesa menning. Mótstøðan móti henni hevur ymisk snið. Men undir teimum meira og minni fantasifullu und- anførslunum býr ein ódem- okratiskur hugsanarháttur, ein roynd at tvíhalda um eina valdsstøðu, sum í síni kjarnu í roynd og veru er ein hóttan móti fólkaræðin- um. Javnstøða – fólkaræði – Betri varð, um politikararnir lovaðu minni, men gjørdu meir. Politikararnir skulu í øllum førum stóla uppá, at vit fara at minnast og minna teir á, hvat teir hava lovað undan valinum, og halda teir ikki lyftini, verður tað ein ordiligur smeitur fyri teir, sigur Símun Pauli Poulsen, for- maður í Eldraráðnum og skrivari í Lands- felag Pensjónistanna VALAGN Turið Kjølbro Allir flokkar fríggja til tey eldru í valstríðnum. Lovað verður hægri pensjónir, at nøkta tørvin á ellis- og røktarheimum, at døgnrøkt verður sett á stovn og ann- að. So er undan hvørjum vali, men hesu ferð hevur Landsfelag Pensjónistanna fingið lovað skrivliga og munnliga frá fýra flokkum, at lyftini verða hildin, um hesir koma í Tinganes eftir valið. – Tað hava vit aldri fingið lovað fyrr, so nú hava vit orsøk at trúgva, at vallyftini verða hildin. Politikararnir skulu í øllum førum stóla uppá, at vit fara at minnast og minna teir á, hvat teir hava lovað. Sum ein norsk- ur politikari segði við okk- um á fundi í Nordisk Sam- arbeidskomité, at nógv verður lovað, men tá ið pol- itikararnir koma til valdið, er alt gloymt. Vit hava sent nógv mál til myndugleik- arnar uttan at lurtað verður eftir okkum. Vit ynskja at verða tikin upp á ráð, tað verða vit als ikki og tað er ógvuliga spell. Einasti politikarin í hesum val- skeiðnum, sum hevur gjørt sum lovað, er Helena Dam á Neystabø, sum hækkaði fólkapensjónirnar, sigur Símun Pauli Poulsen, for- maður í Eldraráðnum og skrivari í Landsfelag Pensjónistanna. Fyri góðum mánaði síð- ani sendi Landsfelag Pensj- ónistanna øllum formonn- unum í politisku flokkun- um bræv, har spurt varð, hvørja ætlan teir hava við- víkjandi fólkapensjónini og at nøkta tørvin á ellis- og røktarheimum. – Vit høvdu als ikki rokn- að við, at teir fóru at svara. Men trúgv mær, at fýra av seks formonnum annað- hvørt ringdu ella skrivaðu aftur til okkara og greiddu gjølla frá, hvørjar ætlanir teir hava viðvíkjandi teim eldru og hvussu hesi lyfti verða veruleiki, um teir koma til valdið eftir valið. Vit hava einki hoyrt frá Fólkaflokkinum og Tjóð- veldisflokkinum og tað undrar okkum, sigur Símun Pauli Poulsen. Sjálvur tekur Símun Pauli Poulsen givnu lyftini frá floksformonnunum í álvara. – Tá ið teir hava verið so beinasamir at vent sær til okkara beinleiðis, mugu vit trúgva tí, teir siga. Verður ikki soleiðis sum teir lova, verður tað ein ordiligur smeitur fyri teir, sjálvt um vit sjálvsagt vita, at lyftini verða givin fyri at fáa at- kvøður. Hinvegin hevði verið betri, um lovað varð minni undan hvørjum vali, men meiri fingið av skafti, sigur Símun Pauli Poulsen, sum er ógvuliga spentur at vita, hvør fer at umsita eldraøkið í landsstýrinum. – Vit vóna at fáa ein landsstýrismann, sum brennur fyri teim eldru. Sambært Símun Paula Poulsen meta pensjónistar, at ein hægri fólkapensjón og fleiri ellis- og røktar- heim eiga at verða sett ovast á dagsskránna. – Pensjónin er hækkað nakað, men eigur at verða hækkað væl meiri. Onkur bati er komin seinnu árini, men alt ov fáir. Bæði Eldra- ráðið og Landsfelag Pensj- ónistanna hava skotið upp fyri myndugleikunum at byggja eldraíbúðir sum í Íslandi, sum eru væl bílig- ari enn her, sigur Símun Pauli Poulsen. Eldraráðið varð stovnað eina ferð í sjeytiárunum, men fýra landsstýrismenn umsótu økið uttan at reglu- gerð varð gjørd fyri ráðið. Í seinasta blaðnum hjá Landsfelag Pensjónistanna, Sólsetur, heitir felagið á allar pensjónistar um ikki at velja av gomlum vana, men heldur velja tey, sum stuðla pensjónistunum. Har verð- ur sagt, »Allir flokkar eru farnir at fríggja til pensjón- istarnar og lova bæði gull og grønar skógir, ein ávar- ing! Mussi ongan fyrrenn tit síggja, at teir gera okkurt áðrenn valið, um teir, sum stilla upp til løgtingsvalið, eru líka dementir ella verri enn vit, tí eftir valið er alt gloymt, sum teir hava lovað okkum.« Vit gloyma ikki tykkara lyfti Landsfelag Pensjónistanna heitir á allar pensjónistar um ikki at velja av gomlum vana, men heldur velja tey, sum stuðla pensjónistunum . Savnsmynd Kirsten Brix C M Y K 13 12 Brúktir bilar til sølu Sosialurin - 311820 www.ivan.fo www.ivan.fo Citroen Xantia 1,9 TD 5H km. 94.000, árg. okt. 1996 115.000,- Citroen Jumpy 1,9TD 8 fer andi km. 28.200, árg. mars 2000 190.000,- VW Polo 1,9TD km. 120.000, árg. mai 1996 75.000,- Nissan Sunny km. 197.000, árg. 1987 11.000,- Mazda 323 1,3 4h km. 211.000, árg. 1989 32.000,- Citroen Xsara 2,0 HDi Stc. km. 17.000, árg. juni 2000 150.000,- Citroen Xsara 1,9TD km. 83.000, árg. des. 1998 120.000,- Citroen Xantia II 2,0 HDi stc. 5H km. 100.000, árg. sept.1999 139.000,- Mitsubishi L300 2,5D km. 161.000, árg. juni 1994 70.000,- Mitsubishi Lancer 1,5 GLXi 5h km. 118.000, árg. juni 1992 50.000,- Hyundai Accent 1,3 LS 5H km. 65.000, árg. feb. 1999 75.000,- Peugeot 306 D 4H km. 150.000, árg. apr. 1995 80.000,- Seat Cordoba 1,9SDi STC. 5h km. 35.500, árg. aug. 1999 115.000,- Ford Courier vøruv. 1,8D km. 78.000, árg. feb. 1996 47.000,- Ford Escort STC. VAN km. 95.500, árg. mars 1997 53.000,- sýnaður 12'01 sýnaður 01'02