Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 30. apríl 2002 15 Tróndur í Gøtu land- aði 2800 tons av svartkjafti til Havs- brún í síðstu viku. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Nógvur svartkjaftur er at fáa í føroyskum sjógvi, og stutt er at sigla. Á Havsbrún í Fuglafirði siga tey, at føroysku svart- kjaftaskipini, Christian í Grótinum, Tróndur í Gøtu, Krúnborg og Norðborg, royna øll á Munkagrunni- num, og bert 10-12 tímar eru at sigla til lands. – Nógvur svartkjaftur hevur verið at fingið í før- oyskum sjógvi. Herfyri viðraði nakað illa, og tá minkaði fiskiskapurin, men nú fáa skipini aftur nógvan fisk. Norðborg og Tróndur í Gøtu Í síðstu viku landaðu Norð- borg og Tróndur í Gøtu í Fuglafirði. Teir høvdu ávikavist 1190 og 2800 tons. Hetta var tískil ein rættiliga góður túrur hjá Tróndi í Gøtu. Mánadagin, tá ið vit frættu, var einki skip á Fuglafirði, men tey vænt- aðu Christian í Grótinum ein av fyrstu døgunum. Enn hava teir ikki boðað frá landing, so ikki var heilt greitt, hvønn dag teir koma inn at landa. – Møguliga koma onnur skip eisini, tá ið vikan fer at halla, siga tey á Havsbrún í Fuglafirði. Nógvur svartkjaftur í føroyskum sjógvi FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mánadagin landaði Vestur- túgvan til Fiskavirking í Miðvági. Teir høvdu 160.000 pund, harav meginparturin var upsi. Í Miðvági vænta tey ikki nakra landing aftrat hesa vikuna. – Hóast 1. mai er altjóða arbeiðaradagur og frídagur, er hetta heldur lítið av fiski til alla vikuna. So, helst verður ein frídagur aftrat seinni í vikuni, um onkur annar bátur ikki kemur inn at landa, sigur Albert Ellef- sen, virkisleiðari. Hýsan hjá línubátunum Í eini grein í blaðnum her- fyri, høvdu vit eitt lítið prát við Albert um hýsuna. Onkur, sum hevur lisið greinina, hevur spurt Al- bert, hví hann heldur, at hýsan hjá trolarunum er betri enn hýsan hjá línubát- unum. – Men tað meini eg ikki, at hon er. Hýsan hjá línu- bátunum er vanliga betri enn hýsan hjá trolarunum, sigur Albert Ellefsen. Vesturtúgvan landað í Miðvági Nógv hevur verið at fingið, síðan svart- kjafturin kom í føroyskan sjógv. Í síðstu viku hevði Tróndur í Gøtu heili 2800 tons 15 14 Nr. 80 - 30. apríl 2002 Landsstýrismaðurin við Undirvísingar- og Mentamálum hevur boðað frá, at hann er sinnaður at lata upp til 45 prosent av byggikostnaðinum av eini ítróttarhøll í Sandoynni, tó í mesta lagi 5,4 milliónir, treytað av, at øll loyvi eru í lagi. Tað merkir tó ikki, at tann enda- liga játtanin er latin, sum fleiri fólk annars hava fingið fatan av ÍTRÓTTARHØLL Edvard Joensen Landsstýrismaðurin við Undirvísingar- og Menta- málum hevur boðað advokatvirkinum hjá einum sjálvsognarstovni undir stovnan á Sandi frá, at Undirvísingar- og Menta- málastýrið er sinnað at lata stuðul til fígging av ítróttar- høll á Sandi, tá tær treytir, sum Stýrið setir, eru útfylt- ar. – Tað eru tær ikki í løt- uni, og tí er eingin játtan latin yvirhøvur, men bara ein fráboðan, sigur Óli Holm, landsstýrismaður. Undirvísingar- og Menta- málastýrið hevur sent advo- katvirkinum Teirin og Skaalum, sum umboðar sjálvsonarstovnin »Sandoy- arhøllin«, skriv, dagfest flaggdagin 25. apríl, har boðað verður frá, at lands- stýrismaðurin við undirvís- ingar- og mentamálum hev- ur gjørt av, at latast kunnu upp til 45 prosent av til- samans 12 milliónum krón- um í stuðuli til bygging av ítróttarhøll á Sandi. Hetta eru 15 prosent meira, enn vanliga verður latið. Grundgevingin fyri tí er, at talan er um økismenn- andi tiltak. Funnist hevur verið at hesi avgerð, og hava mill- um annað løgfrøðingar ført fram, at tað er einki løg- frøðiligt skeivt í henni, men at tað er óheppið, at hon verður tikin og fráboðað so stutt undan vali. Einki valagn Óli Holm, landsstýrismað- ur, sigur við Sosialin, at als eingir politiskir baktankar liggja undir hesi avgerðini. – Hon hevur als einki sum helst við valagn at gera, svarar hann beinleiðis upp á beinleiðis spurningin. Hann greiðir frá, at málið um ítróttarhøllini er gamalt. Tað byrjaði í august ár 2000, sigur hann. At frá- boðanin er komin nú, er bara tí, at hann hevur gjørt sítt arbeiði, sigur landsstýr- ismaðurin. Hildin upp í móti, um tað ikki er sera løgið, og um hann ikki hugsaði um, at hann kundi verða lagdur undir at brúka málið sum valagn, svarar hann, at tað heldur hann ikki. Hinvegin vísir brævið, sum sent er advokatvirkin- um, og sum Sosialurin hev- ur fingið innlit í, at um- sóknin, sum nú er svarað, er send Undirvísingar- og Mentamálastýrinum tann 19. apríl í ár, og er svarað seks dagar seinni, flagg- dagin, tann 25. apríl. Spurdur um, hvussu tað bar til at tað var neyðugt at senda fráboðanina sjálvan flaggdagin, svarar Óli Holm, at tað kundi hon verða, eins væl og onkran annan dag. Men flaggdagurin er al- mennur frídagur, og tá er Undirvísingar- og Menta- málastýrið stongt, og kor- tini hevur fólk verið til ar- beiðis og skrivað hesa frá- boðanina, sum send er til Sands sum telefaks sama dag. – Tað er væl tí, at fólk arbeiða eisini skeiva tíð á Stýrinum, svarar landsstýr- ismaðurin, sum heldur fast við, at tað er av tilvild, at fráboðanin varð send hend- an dagin. Aftur verður spurt, um ikki ein slík fráboðan kundi bíðað til mánadagin, sum er fyrsti arbeiðsdagur aftan á flaggdagin, av tí at fríggja- dagurin var dýri biðidagur. Men tað hevur landsstýris- maðurin onga viðmerking til. Hann sigur, sum tað eis- ini stendur í brævinum, ið Sosialurin hevur fingið innlit í, at málið er løg- frøðiliga kannað í Undir- vísingar- og Mentamála- stýrinum, sum er komið til ta niðurstøðu, at heimild er at lata meira enn tey 30 prosentini, sum vanligt hevur verið, í stuðuli til bygging av høll í Sand- oynni. Um hví hann ikki bíðaði til eftir valið við at senda hesa fráboðina út, svarar Óli Holm, landsstýrismað- ur, at hann er ikki vísur í, um hann tá hevði havt loyvi at sent hana út yvirhøvur. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa løgfrøðiliga við- merking til tann spurning- in, áðrenn blaðið fór til prentingar. Valagn kortini Hóast Óli Holm, landsstýr- ismaður, leggur dent á, at hann als ikki hevur hugsað um, at málið skuldi enda sum valagn, nú tað varð fráboðað beint undan løg- tingsvalinum, veit ein kelda, Sosialurin hevur tos- að við, at tað gjørdist tað kortini. Á veljarafundi Heima á Sandi flaggdagin, varð tað brúkt av einum valevni, sum hevði fingið telefaksið frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum send- andi, og sum beinleiðis stóð og vísti tað fram á veljara- fundinum. Hildin upp móti tí, sigur Óli Holm, at tað kann hann einki gera við, og at tað so ongantíð var hansara ætlan, at tað skuldi brúkast soleið- is. Ongantíð viðgjørt Málið um ítróttarhøllina á Sandi, sum Sands Kommua hevur sett eina millión av til á fíggjarætlanini í ár, er annars ongantíð viðgjørt á bygdarráðsfundi á Sandi, frættir Sosialurin frá keld- um, sum standa bygdar- ráðnum nær. Bygdarráðið hevur ong- antíð sæð nakra kostnað- arætlan fyri ítróttarhøllina. Kelda okkara veit kortini at siga, at ætlanin er at byggja høllina á økið, sum lagt er av til slíkt endamál norðan fyri fótbóltsvøllin við Meg- inskúlan. Landsarkitekturin, Ole Jensen, sum hevur fingið málið til ummælis frá Undirvísingar- og Menta- málastýrinum, váttar fyri Sosialinum, at ætlanin er at byggja har. Hann sigur, at viðgerðin er ikki liðug, og at hann so seint sum í gjár hevur fing- ið nýtt tilfar í málinum. Hann kann ikki siga nakað meira um málið, sigur hann, men váttar tó, at verkætlanin, hann hevur fingið til ummælis, er gjørd í vár. Í tilfari, Sosialurin fyrr hevur fingið innlit í í sam- band við ítróttarhøllina, stendur, at kostnaðurin fyri høllina fer at verða 14,75 milliónir við mvg. Í dag verður sagt, at høll- in fer at kosta 12 milliónir krónur, sum svarar til áður- nevndu upphædd uttan mvg. Men tá er ikki tikin hædd fyri grundstykkja- kostnaði. Heldur ikki verð- ur sagt, um grundstykkja- prísurin er við byggibúgv- ing ella ikki. Eingin játtan latin til ítróttarhøll á Sandi Óli Holm, landsstýrismaður, gav flaggdagin einum sjálvsognarstovni undir stovnan á Sandi fráboðan um, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið fer at lata stuðul upp á 45 prosent av byggikostnaðinum upp til 12 milliónir til ítróttarhøll á Sandi. Fráboðanin var ikki ætlað sum valagn, sigur landsstýrismaðurin Runavíkar Komm- una hevur keypt Vistarheimið við Toftavatn og fer at nýta tað sum vist- arheim fyri borg- arar í kommununi ALMANNAMÁL Edvard Joensen Runavíkar Kommuna ætlar at brúka Vistar- heimið við Toftavatn til borgarar í Runavíkar Kommunu at búgva í. Tað verða 10 búpláss á heiminum. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, sigur, at kommunan samtykti á fundi í seinastu viku, at keypa Vistarheimið fyri fýra milliónir krónur. Tá er økið rundan um, sum er 10.000 fermetrar, við. Eitt sindur av umvæl- ing skal gerast, og borg- arstjórin veit ikki at siga nágreiniliga prísin, tá húsið er liðugt. Ætlanin er, at Runa- víkar Kommuna skal yvirtaka húsið á nýggj- árinum. Til ta tíð skal ein loysn vera funnin fyri tey átta búfólkini, sum í løtuni eru á heim- inum. Talan er um sinn- isveik fólk, sum skulu hava aðrar bústaðar- møguleikar, áðrenn Runavíkar Kommuna tekur yvir, sigur borgar- stjórin. Tað er ásannandi tørv- in hjá kommununi, at Vistarheimið er keypt. Tað liggur á sera friða- ligum øki við Toftavatn, og góðir útbyggingar- møguleikar eru, sigur Rodmundur Nielsen. Runavíkar Kommuna keypt Vistarheimið C M Y K 14