týsdagur 30. apríl 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 80 - 30. apríl 2002
Nr. 80 - 30. apríl 2002
17
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Nógv færri
flúgva
Norsk flogferðsla er á
veg móti einari kreppu.
Ein uppgerð fyri inn-
anríkis- og uttanríkis
flogferðsluna
tann
fyrsta ársfjórðingin í ár
vísir, at hesar tríggjar
mánaðarnar
flugu
470.000 færri fólk enn
somu mánaðir í fjør.
Ferðafólkatalið er so
nógv minkað, at norð-
menn noyðast aftur til
1997 fyri at finna tøl,
sum líkjast teimum í ár.
Afturgongin í fyrsta
ársfjórðingi svarar sam-
bært blaðnum Aften-
posten til, at 3760 flog-
før, sum flugu fullsett í
fjør, hava flogið tóm í
ár.
Tey, sum hava sam-
band við norsku flog-
ferðsluna, eru á einum
máli um orsøkina til ta
stóru
afturgongdina:
Tað er heilt einfalt ov
dýrt at flúgva í og úr
Noregi. Tey vísa á, at
atsóknin í USA 11.
september í fjør kann
neyvan vera orsøkin, tí
tann
størsta
aftur-
gongdin í fyrsta árs-
fjórðingi var á innan-
ríkisrutunum.
Svenska
rentan upp
Svenski
ríkisbankin
hækkaði
fríggadagin
rentuna 0,25%, so hon
nú er 4,25%. Ríkis-
bankin sigur, at rentu-
hækkingin er neyðug, tí
inflasjónin í Svøríki er
ov stór, og harafturat
sigur bankin, at hækk-
ingin hevur samband
við tær nýggjstu met-
ingarnar um búskap-
argongdina í landinum.
Búskaparfrøðingurin
hjá sosialdemokratiska
stjórnarflokkinum,
Sandro Socco, er ikki
heilt samdur við ríkis-
bankanum. Socco sigur
við Aftonbladet, at eftir
hansara tykki er tað
ikki rætt at hækka rent-
una júst nú.
Framgongd
Amerikanska handils-
kamarið
kunngjørdi
fríggjadagin, at bú-
skaparvøksturin í USA
var heili 5,8% í fyrsta
ársfjórðingi. Hetta er
størsti búskaparvøkst-
urin í einum ársfjórð-
ingi seinastu tvey árini.
Úr Norðurlondum:
Umvæla
Barceback
Um fjúrtan dagar verð-
ur farið undir at um-
væla nakrar av teimum
týdningarmestu pørtun-
um á svenska kjarn
orkuverkinum Barce-
back. Arbeiðið er so
umfatandi, at tað fer
helst at taka eini trý ár.
Leiðslan á kjarnorku-
verkinum sigur, at reak-
torur nummar tvey,
sum varð settur í gongd
í 1977, skal umvælast
og hava ymsar trygdar-
ábøtur.
Reaktorur
nummar eitt varð sløkt-
ur tann 30. november í
1999.
Donsku myndugleik-
arnir hava fleiri ferðir
kravt, at Barseback-
verkið skal lata aftur.
Sambært einari ætlan
hjá stjórnini í Stock-
holm skal verkið lata
aftur næsta ár, og næsta
vár skal svenski Ríkis-
dagurin taka støðu til
málið.
Í stríð móti Islam
Fleiri danskar fríkirkjur
ætla at taka seg saman
til eitt stríð ímóti Islam.
Ein av undangongu-
monnunum,
preturin
David Hansen úr mein-
igheitini Aalborg Men-
ighedscenter, sigur, at
andin aftan fyri Islam
er lívshættisligur, og at
tað er umráðandi hjá
kristindóminum
at
steðga teimum víð-
gongdu islamsku bólk-
unum. Á islamsku-
kristiligu
miðstøðini
harmast tey ætlanina
hjá fríkirkjunm, tí tey
bra ótta fyri, at avgerð-
in fer at avlaga teyv
veruligu viðurskiftini.
Umleið 100.000 fólk
eru í teimum donsku
fríkirkjunum.
Hagen heldur fram
Formaðurin í norska
Fraburðsflokkinum,
Carl I. Hagen, heldur
fram sum floksformað-
ur. Á landsfundi hjá
flokkinum um viku-
skifti var einki annað
formansvalevni,
og
Hagen fekk 206 av
teimum 207 atkvøð-
unum. Tann eina var
blonk.
Minst fimm fólk
doyðu, tá ein røð av
tornadoum rakti
fleiri statir í USA
sunnudagin
USA
Árni Joensen
Í minsta lagi fimm fólk
doyðu, og fleiri fingu
skaða, tá ein røð av
tornado'um
rakti
fleiri
amerikanskar statir sunnu-
dagin.
Myndugleikarnir
siga, at teir skrásettu fimtan
harðar tornado'ir, men at
tær helst mundu vera upp
ímóti hundrað í tali.
Í statinum Virginina stutt
sunnan fyri høvuðsstaðin
Washington
oyðilegði
ódnarveðrið fleiri hús, og í
Illinois vórðu nógv trø
skrykt upp við rót. Bæði í
Virginia og Illinois var
kavarok, og sagt verður, at
heglingurin var sum golf-
kúlur til støddar. So langt
norðuri sum í New York var
eisini ódnarveður.
Í gjár arbeiddu bjarging-
arlið við at hjálpa teimum,
sum høvdu mist hús og
heim. Samstundis leitaðu
bjargingarmenninir
eftir
fólki, sum ikki vóru komin
afturíaftur, og tí stúrdu
myndugleikarnir fyri, at
ódnarveðrið kundi hava
kravt fleiri enn fimm
mannalív.
Tað
er
vanligt,
at
tornado'ir herja í USA hesa
tíðina á árinum, men í ár
eru tær komnar heldur
seinni enn vanligt. Ameri-
kansku veðurmenninir hava
annars sagt, at tornado'ir
kunnu koma alt árið, men
at møguleikin ella vandin
er størstur um várið og
tíðliga um summarið.
Ódnarveður
við
tor-
nado'um kann bresta á, tá
teir køldu luftstreymarnir
norðaneftir møta teimum
lýggjaru luftstreymunum,
sum koma úr Meksikanska
Flógvanum. Vanliga hendir
hetta miðskeiðis í USA.
Ein av mannarætt-
indaserfrøðingunum
hjá Amnesty
International sigur
ongan iva vera um, at
ísraelski herurin
gjørdi seg sekan í
krígsbrotsverki í
flóttafólkaleguni
Jenin
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
David Holley, mannarætt-
indaserfrøðingur hjá Am-
nesty International, segði
við fronsku tíðindastovuna
AFP í gjár, at tað er einki at
ivast í, at teir ísraelsku
hermenninir vóru í hørðum
bardaga við palestinar, og
at ísraelski herurin hevði
rætt til at oyðileggja hús,
sum teir vápnaðu pale-
stinararnir høvdu víðgyrt
seg í.
Men viðurskiftini í Jenin
vísa sambært David Holley,
at ísraelski herurin kann
ikki hava oyðilagt øll tey
nógvu húsini undir sjálvum
bardøgunum við palestin-
ararnar, men at herurin
oyðilegði nógv av húsun-
um, aftan á at bardagarnir
vóru lidnir.
- Tí var her talan um eina
skipaða revsing, og tað er
krígsbrotsverk, segði David
Holley við AFP.
Leiðarin
fyri
norsku
deildini
hjá
Amnesty
International, Petter Eide,
er heldur ikki í iva um, at
ísraelski herurin er sekur í
krígsbrotsverki í Jenin.
Hann vísir á, at bardagarnar
millum ísraelsku hermenn-
inar og palestinararnar í
Jenin byrjaðu tann 4. apríl,
og at ísraelsmenn høvdu
fult hernaðarligt tamarhald
á leguni tann 10 apríl, tá
bardagarnir eisini steðg-
aðu.
- Men eftir tann 10. apríl
bumbaðu ísralsmenn Jenin,
og teir sendu eisini fleiri
gravkýr inn í leguna at
oyðileggja hús og annað,
sigur Petter Eide, sum
leggur afturat, at ísraelsku
álopini eftir tann 10. apríl
høvdu einki hernaðarligt
endamál og kunnu tí ikki
tulkast sum annað enn ein
roynd at revsa og at eyð-
míkja
tað
palestinska
fólkið.
Petter Eide leggur dent á,
at eftir tann 10. apríl átti
Ísrael at laga seg eftir tí,
sum Geneve-sáttmálin sig-
ur um skyldurnar hjá einum
hersetingarvaldi, men tað
gjørdi ísraelski herurin ikki
og breyt tí ásetingarnar í
sáttmálanum, sigur leiðarin
í norsku Amnesty-deildini.
Amnesty leggur Ísrael
undir krígsbrotsverk
Tornado-ódn í USA
Sambært Amnesty International oyðilegði ísraelski herurin umleið 800 hús í flóttafólkaleguni Jenin
Mynd: Reuters
– Tað er rættiliga
keðiligt, at vit ikki
kunnu keypa fisk á
uppboðssølunum á
Toftum, Vági og Sør-
vági, sigur stjórin á
Norðurfisk í Árna-
firði.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Á lítla flakavirknum, Norð-
urfisk í Árnafirði, arbeiða
tey hvønn dag, hóast verk-
fall er.
– Høvdu vit havt tunnil-
in, kundi Skipara-og Navi-
gatørfelagið verið í verk-
falli so leingi, teimum lysti.
Tað er útjaðarin, sum er
raktur og ikki tey, sum
starvast inni á meginlandi-
num.
Soleiðis tekur John Høj,
stjóri á Norðurfisk, til, tá ið
vit spyrja hann, hvussu
gongst, nú verkfall er.
Útjaðarin raktur
Hann sigur, at tey merkja
lítið og einki til verkfallið,
tí virkið fær nóg mikið av
fiski í Klaksvík, og haraftr-
at sigla farmaskip eisini av
Klaksvík.
– Men tað er rættiliga
keðiligt, at vit ikki kunnu
keypa fisk á uppboðssølu-
num á Toftum, Vági og Sør-
vági.
Hann vísir á, at hóast
Norðurfisk er eitt lítið
flakavirki, so er tað spes-
ialiserað á tann hátt, at tey
arbeiða mest smáan fisk,
serliga tosk, hýsu, hvíting
og upsa.
– Vit keypa fisk um alt
landið og eisini á Sandi, tá
ið tað liggur soleiðis fyri.
Hetta ber ikki til, nú verk-
fall er, og tað er rættiliga
keðiligt, sigur John Høj.
Norðurfisk er annars eitt
vanligt
flakavirki,
sum
virkar fryst fløk til ávísar
keyparar, ið serliga vilja
hava tann smáa fiskin.
Á virkinum arbeiða eini
20 fólk.
Smái fiskurin er dýrur
John sigur, at í seinastuni
hevur smái fiskurin verið
lutfalsliga dýrur at keypa,
og serliga er tað tann smái
toskurin, sum í prísi hevur
táttað væl upp ímóti tí
størra fiskinum.
– Vanliga er smái fiskur-
in væl bíligari enn tann
størri fiskurin, men munur-
in hevur verið minni í sein-
astuni.
Spurdur, hvør orsøkin er
til, at prísmunurin er mink-
aður, sigur John, at treki
saltfiskamarknaðurin er ein
orsøkin. Ein onnur er, at út-
flytarar, sum keypa og selja
heilan fisk av landinum,
trýsta prísin á smáa fiski-
num uppeftir.
Keðiligt ikki at fáa fisk aðrastaðni
– Í seinastuni hevur
prísurin á tí smáa
toskinum táttað upp
ímóti prísinum á tí
størra fiskinum, sigur
stjórin á Norðurfisk í
Árnafirði, John Høj
Lesið
-tað loysir seg
C
M
Y
K
17
16