týsdagur 30. apríl 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 80 - 30. apríl 2002
Nr. 80 - 30. apríl 2002
19
– Fyri allar flokkar at
samstarva við, og tí er
eisini avgerandi, at
hann vinnur enda-
spurtin í valstríðnum
týsdagin sigur for-
maður floksins, sum
heldur flokkin hava
bæði bestu vælferðar-
skránna og besta boð-
ið uppá at loysa ríkis-
rættarliga spurningin
LØGTINGSVAL
Jan Muller
Eftir eitt langt og drúgvt
valstríð og eftir stóra val-
fundin í Norðurlandahúsi-
num sunnukvøldið ætlar
heldur formaður Javnaðar-
floksins Jóannes Eides-
gaard, at møguleikarnir hjá
flokkinum at koma væl
burtur úr endaspurtinum
verða góðar. Jóannes Eides-
gaard sigur, at tað nú er upp
til veljaran at gera av, hvør
skal stýra landinum kom-
andi fýra árini. Sjálvur er
formaður Javnaðarfloksins
nøgdur við fundin í Norð-
urlandahúsinum, ikki minst
tí at tað eydnaðist í stóran
mun at fáa tey málini, sum
flokkurin hevur lagt dent á,
við í skránna fyri fundin,
her serstakliga vælferðar-
økið.
– Sjálvandi hevur ríkis-
rættarliga málið stóran týd-
ning men fyri okkum hava
vælferðarmálini
størstan
týdning, og tí fegnist eg
um, at allir flokkar nú vilja
tosa um hesi málini eisini.
Sølustevna
Formaðurin í størsta and-
støðuflokkinum
heldur
annars, at valstríðið hevur í
so nógv verið merkt av eini
marknaðarføring av ein-
støkum politikarum og
flokkum. Tað hevur verið
mest at líkna við eina sølu-
stevnu, har tú fer út við
nøkrum
sjónarmiðjum,
sum standa einsamøll í
vindinum men sum ongatíð
koma til eina veruliga polit-
iska duell ella kjak. Jóan-
nes Eidesgaard heldur,at
tað politiska kjakið er
dovnað nógv í valstríðnum.
– Eg meini, at eg havi
ikki tosað um politikk
hvørki við Høgna, løgmann
ella Listbeth síðani valið
varð útskrivað fyri seks
vikum síðani. Tað er eitt
sindur harmiligt, at hólm-
gongurnar og orðaskiftini
eru blivin so nógv burtur í
valstríðnum. Tey eru ikki
bara eitt undirhaldsvirði
fyri veljaran. Hesi geva
honum eisini møguleika at
meta um, hvussu sterkir
flokkarnir standa í sínum
valuppleggum.
Tann sannroynd skyldast
kanska í stóran mun, at val-
ið í so stóran mun verður
stýrt av fjølmiðlunum. Teir
gomlu
veljarafundirnir
hava kanska heldur ikki
sama virði sum teir høvdu
fyrr.
Ov langt valstríð
Formaður Javnaðarfloksins
setir eisini eitt stórt spurn-
artekin við, um ikki val-
stríðið er vorðið í so langt. Í
Danmark hevur man val-
stríð í tríggjar vikur –
okkara tekur seks. Man
skal ansa eftir, at man ikki
troyttar veljaran við at
undirdíkja hann við politik-
ki konstant í seks vikur. Tað
er long tíð. Tí eigur man at
umhugsa at avmarka eitt
slíkt valstríð.
Jóannes Eidesgaard held-
ur annars, at stórur partur
av valstríðnum hjá hinum
flokkunum hevur snúð seg
um Javnaðarflokkin, og tað
fær hann at koma til ta
niðurstøðu, at flokkurin má
vera rættiliga áhugaverdur,
og fer hetta eftir hansara
hugsan eisini at síggjast
aftur, tá farið verður undir
at samráðast um eina
nýggja samgongu.
– Man skuldi annars trúð,
at tá tað hevur snúð seg um
ríkisrættarliga spurningin
og báðir mótpolarnir Tjóð-
veldið og Sambandið sum
fóru upp at táttast, so fór
valið at snúgva seg um teir
og teirra valskráir, men so
hevur ikki verið. Man hev-
ur ístaín vant seg til ta støðu
sum Sambandið hevur, og tí
hevur
Javnaðarflokkurin
virka meira meira áhuga-
verdur fyri okkara mótpart-
ar, og út frá hesum heldur
Jóannes
Eidesgaard,
at
Javnaðarflokkurin
hevur
markerað seg væl í valstríð-
num.
Greiða støðu til
sjálvstýri
Uppá fyrispurning um
ikki
Javnaðarflokkurin
kann fáa ein trupulleika í
Suðurstreymoy, har veljar-
arnir eru nógv meira sjálv-
stýrissinnaðir enn í øðrum
valdømum sigur Jóannes
Eidesgaard, at hetta er ein-
gin loyna, men harfyri kann
Javnaðarflokkurin ikki tosa
við kloyvdari tungu.
– Vit hava eina greiða
støðu til tann spurningin.
Hatta er so heldur ikki tann
spurningurin, sum flokkur-
in leggur størstu áherðsluna
á. Javnaðarflokkurin er ein
flokkur, sum sigur, at hann
vil arbeiða fyri tí góða sam-
felagnum, og kunnu vit best
røkka einum úrsliti í tí
politikkinum í einum ríkis-
felagsskapi, so er tað hann
vit ganga eftir. Um tað vísti
seg, at tað bara bar til at
skapa tað góða samfelagið
uttan fyri henda felagsskap-
in, so var tað tað vit fóru
eftir. Støðan í dag er púra
greið: vit kunnu best røkka
úrslitum fyri tí politikki vit
standa fyri innan fyri Ríkis-
felagsskapin
Formaður Javnaðarflok-
sins leggur tó aftrat, at
flokkurin ynskir at menna
okkara sjálvstýri. Tað hevur
hann eisini søguliga prógv-
að, men tað skal so vera við
skili og við teimum møgu-
leikum og fortreytum, sum
eru
galdandi.
Jóannes
Eidesgaard heldur tí avgjørt
ikki, at nøkur orsøk er hjá
sjálvstýrissinnaðum javn-
aðarfólki í t.d. Suður-
streymoy at venda flokki-
num bakið, bara tí at aðrir
flokkar hava onnur boð
uppá sama sjálvstýri.
– Sjálvstýrislógin, sum
vit hava lagt fram og vilja
fremja, letur upp fyri øllum
hasum møguleikunum. Hon
er meira sjálvstýrissinnað
enn tann leistur, sum sam-
gongan nú hevur lagt, og
har teir siga, at teir vilja ar-
beiða innan fyri Heima-
stýrislógina og líka fram til
2012, meðan Javnaðar-
flokkurin leggur upp til, at
vit gera eina nýggja skipan,
har tað er løgtingið, sum
hevur avgerðina. Í so máta
er Javnaðarflokkurin meira
á sjálvstýrisleið enn tann
kósin, sum samgongan
hevur lagt, har teir siga seg
vilja fasthalda Heimastýris-
lógina.
Gott samstarv við
smærri flokkar
Hvat heldur formaðurin í tí
størsta andstøðuflokkinum
um
møguleikarnar
hjá
smærri flokkunum á miðju-
ni at koma sterkari úr vali-
num og harvið uppaftur trú-
ligari kunnu blíva tungan á
vágskálini í komandi sam-
gongusamráðingum?
– Tað er sjálvandi tað,
sum flestu av okkum eru so
bangin fyri, nevniliga at vit
enda í somu støðu sum fyrr,
har tað verður ein av teim-
um smáu flokkunum, sum
kann avgera, hvør fær vald-
ið.
Hvat
sigur
formaður
Javnaðarfloksins til tann
møguleika, at teir smáu
flokkarnir, um teir koma
sterkir
innaftur,
heldur
velja verandi stóru sam-
gonguflokkar at skipa sam-
gongu við enn Javnaðar-
flokkin?
– Eg haldi vit hava havt
góða traditión at kunna
samstarva við Sjálvstýris-
flokkin. Útmeldingarnar frá
flokkinum seinastu tíðina
hava eisini verið rættiliga
markantar, at hann vil
venda aftur til sín gamla
sjálvstýrispolitikk, so eg
dugi ikki at síggja, at eitt
samstarv millum Javnaðar-
flokkin og Sjálvstýrisflokk-
in ikki er rættiliga framma-
liga.
Hvat Miðflokkinum við-
víkur, so heldur Jóannes
Eidesgaard, at tá tað snýr
seg um tær vanligu væl-
ferðarskipaninar,
so
er
Miðflokkurin ein desider-
aður javnaðarflokkur. –
Jenis hevur í øllum málum
vit hava lagt fram á tí øki-
num bakkað okkum upp.
Formaður Javnaðarflok-
sins heldur annars tað vera
rættiliga løgið at mekja sær
í hesum valstríðnum, at
aðrir flokkkar hava líkasum
roynt at yvirtikið part av
valskránni hjá Javnaðar-
flokkinum og sipar hann
her bæði til Miðflokkin og
Sambandsflokkin.
Mest áhugaverdur
Nú tað av álvara er farið inn
í sjálvan endaspurtin í val-
stríðnum heldur Jóannes
Eidesgaard, at Javnaðar-
flokkurin er vorðin tann
mest áhugaverdi flokkurin.
–
Tjóðveldisflokkurin
liggur úti á sínum vongi og
hevur ikki teir stóru møgu-
leikarnar.
Hann
hevur
bundið seg fastan í, at hann
skal halda fast við full-
veldiskósina, og tað vil
siga, at teir, sum kunnu
samstarva við hann, eru
bara teir flokkar, sum
kunnu vera samdir við
hann, og soleiðis er eisini
boðskapurin
frá
Tjóð-
veldisflokkinum. Á hinum
vonginum hava vit so Sam-
bandsflokkin, sum sigur, at
hann heldur fast um nøkur
onnur virði við øvugtum
fortekni, og hann hevur
higartil bara kunnað peikað
á Javnaðarflokkin sum ein
møguleika, meðan Javnað-
arflokkurin, sum liggur
mitt ímillum í tí ríkisrætta-
liga spurninginum, hevur jú
í veruleikanum áhuga fyri
báðar vengurnar. Og tekur
man so tað kanska ivasomu
plaseringina hjá Fólka-
flokkinum við, so er Javn-
aðarflokkurin áhugaverdur
í einum samgongumøgu-
leika. Kanska er hann tann
flokkurin, sum hevur størri
rúmd at flyta seg í enn
vengurnir hava.
Skapa møguleikar
– Politikkur í Føroyum eig-
ur at snúgva seg um,
hvussu hetta samfelagið
verður skipað fyri tað fólk
sum býr her nú og fyri
okkara eftirkomarar – og tí
vilja vit fasthalda ta skrá vit
hava lagt út við, har vit vilja
skapa góðar møguleikar
fyri allar føroyingar, bæði
ung og eldri sigur Jóannes
Eidesgaard, sum ætlar sær
at brúka restinaav tíðini
fram til valhølini lata aftur
til at sannføra føroyingar
kring landið alt, at við at at-
kvøða fyri Javnaðarflokki-
num velur ein stabilitet og
tryggan framburð ístaðin
fyri óvissuna.
Jóannes Eidesgaard undan endaspurtinum:
Javnaðarflokkurin tann mest áhugaverdi
Tað nú er upp til veljaran at gera av, hvør skal stýra landinum komandi fýra árini. Eg eri nøgdur við fundin í Norðurlandahúsi-
num, ikki minst tí at tað eydnaðist í stóran mun at fáa tey málini, sum flokkurin hevur lagt dent á, við í skránna fyri fundin, her
serstakliga vælferðarøkið, sigur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard
Óvanliga nógv fólk
vóru til flaggdags-
haldið í Klaksvík hós-
dagin, sum var merkt
av sól, summari og
føroyskum hátíðar-
dámi
FLAGGDAGSHALD
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Sólin ditti sær at
kaga fram, sum hon ikki
hevur gjørt í langa tíð. Lýtt
var í veðrinum, og ein
rúgva av fólki hittust á Vágs-
túni til at hátíðarhalda okk-
ara egna Merkið.
Onkur tók til, at eini 800
fólk vóru savnaði, men
hetta tora vit tó ikki at gita
nærri um. Ein sannroynd er
tað tó, at long tíð er síðani,
at ein slík rúgva hevur við
til flaggdagshald í Klaks-
vík.
Bæði skótaliðini saman
við Klaksvíkar Hornorkest-
ri settu eisini sín dám á
góða várdagin, og vóru við
til at gera hann enn hugna-
ligari.
Merkið boð um frælsi
Røðari hesu ferð var Poul
Færø, sum í mong ár hevur
verið virkin trúboðari og er
kendur av flestu klaksvík-
ingum.
Í røðu síni legði hann
stóran dent á, at vit føroy-
ingar mugu minnast til,
hvørji vit eru.
Hann legði út við teim
gomlu føroyingunum, sum
vunnu Merkinum virðing
við teirra lívshættisligu
sigling undir Seinna Ver-
aldarbardaga. Poul segði
millum annað, at hesi
roysnisbrøgd
útintu,
at
Merkið vann sær ta virðing,
tað hevði uppiborið, tí teir,
ið tað hevjaðu og kendust
við, prógvaðu virðið tess
við egnum lívi, líka til
deyðan.
Viðurkenningin fyri hetta
er tann æruarvur, at vit sum
fólk í dag kunnu ganga
undir frælsi.
– Merkið ber bæði við
tess skapi og litavali okkum
boð um frælsi, segði Poul.
Nógvar møguleikar
Eisini tað meira andaliga
fekk pláss í røðuni hjá Poul
Færø.
Hann tók fram, at skapið
á Merkinum boðar okkum
frælsi
sum
jarðbúgvar,
frælsi frá synd og øllum tí,
sum hongur uppi í henni.
Eitt frælsi, sum ikki er okk-
um í holdi borið, men sum
er givið okkum av Skapara
og Frelsara okkara.
Eisini litavali í Merki-
num fekk umrøðu, og segði
Poul, at her eru nógvir
møguleikar at velja í, tí
litirnir tala um alt tað, sum
vunnið er higartil.
Eitt reinlyndi so hvítt og
klárt, har hvør hjálpir hvør
øðrum og er viðkomandi
øllum.
Hin reyði liturin, sum
sigur nakað um áræði og
arbeiðshug bæði á sjógvi
og landi, har sjógarpar og
arbeiðandi fólk á landi
ganga hond í hond, og luta
korini bæði í gleði og sorg.
Men hugaligast segði Poul
tað vera at minnast hin bláa
litin, sum er vónarliturin.
Ein litur, har eingin hugur
er at fella í fátt, men lívið
so leikandi gevur enn størri
áræði um avbjóðingarnar
eru ræðandi.
– Hvør rík eru tit ikki í
dag, børn og tey í mann-
dómi. Lítið at teim møgu-
leikum, sum liggja fyri
framman. Latið »mót við
vanda vaksa«, sum Victor
Danielsen so væl smíðar
saman, var boðskaðurin frá
Poul til tey ungu.
Fara væl um
Poul Færø endaði røðu sína
við at minna okkum øll á
hjartatáttin, sum hvør ein-
asti íbúgvi í hesum landi
situr inni við í sambandi
við Merkið og tjóðina.
– Hjartatátturin er og
verður títt háttalag í sam-
felagnum. Onkur hevur
sagt, at »tanker er toldfri«,
men eru teir nú tað?, spurdi
Poul.
Víðari segði hann, at vit
eru tað, sum vit hugsa. Poul
tók fram, at tað eru hugsan-
ir tínar í tí loynda, sum
sjónliga og almen ser-
merkja títt lív.
– Tú kanst ikki hugsa eitt,
og vera eitt annað, segði
hann.
– Tískil er so umráðandi,
at Hann, sum eigur skapi
Merkisins, eigur teg og
meg í huga og gerð. Tá vil
tað verða ein sjálvfylgja at
litir Merkisins sermerkja
hin einstaka, so tað verður
ein sjálvfylgja at kennast
við tjóðina og fylkjast undir
Merkinum, endaði Poul
Færø røðu sína á flaggdags-
haldinum í Klaksvík.
Flaggdagshald í Klaksvík:
- Staðfesta, hvørji vit eru!
Poul Færø, virkin trúðboðari
í mong ár, helt flaggdags-
røðuna í Klaksvík
Óvanliga nógv fólk
hittust á Vágstúni fyri
at hátíðarhalda Merkið
C
M
Y
K
19
18