Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 80 - 30. apríl 2002 Nr. 80 - 30. apríl 2002 21 Randi í Jógvanstovu Valevni Javnaðarfloksins í Eysturoy Teir koma sær væl, tað noyðast vit so at geva teimum. Men at viðganga at tað sum er ætlað til ta føroysku vælferðina er sett inn á bók, tá verður tað ein spurningur um ein er djarvur ella bara bedøvandi líkaglaður við síni med- menniskju. Tá menn eru á fjalli og gingið verður har illgongt er, kann verða ógvuliga stutt ímillum hvat er skila- gott og hvat er býtt. Kann henda, tú fært seyðin í rætt, men um prísurin er at tú grýtur hinir undir í gróti og bøkkar, verður prísurin heldur høgur. Landspolitikkararnir hava ábyrgd av, at vit øll verða væl røkt, eins og seyðirnir hjá fjallmonnun- um. At teir ynskja allan seyðin í rætt, ger tað ikki líkamikið hvussu teir bera seg at. Nei – nei loysingar- menn, at ganga ytst á tromini er ikki prógv fyri dirvi aleina, men eisini prógv fyri, at ein gloymir at brúka skynsemi. Vit hava brúk fyri sam- starvi innan fyri Ríkis- felagsskapin. Veljið Javnarðflokkin, so tryggja vit samstarv. VALGREINAR Framtíðin er tín Ása Olsen valevni Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreym Ynskir tú eitt samfelag, har trivnaður hins ein- staka verður settur í hásætið? Har barnafa- miljurnar hava liviligar umstøður? Har tey, ið sleptu har vit tóku við fáa eitt virðiligt lívs- kvøld? Har sjúkrahús- verkið fær liviligar karmar? Har lógir land- sins verða gjørdar við støði í kristnu trúðar- læruni? Har persónligt frælsi verður sett í hásætið? Ja eitt samfelag, har øll bæði ung og gomul fáa mansømuligar um- støður, so er rættast at velja ein sterkan Sjálv- stýrisflokk inn á ting. Heilt erligt Elin Lindenskov valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Fríggjadagin ringdi ein einlig mamma til mín. Hon býr í einari trongari íbúð í Havn. Mamman og dóttirin búgva í sama kamari í trongu íbúðini. Tað gera tær, tí mamman ikki hevur ráð til at gjalda teir okurs- prísir, sum eru á íbúð- um. Nú er tað so, at pápin flytir av bygd til Havnar. Pápin er fíggjarliga væl fyri og keypir sær hús. Dótturin, sum er 14 ára gomul, hevur tann eina dagin vitjað pápan og kemur aftur og vil flyta til hansara. Tí har kann hon fáa egið kamar. Hugsað tær støðuna hjá mammuni, sum hev- ur verið um dóttrina alt lívið. Nú missir hon hana, tí íbúðarviður- skiftini í Havn eru so vánalig. Einasta eg kundi gera, var at venda henni til barnaverndina. Hetta er støðan á íbúðarmarknaðinum í Havn og nógva aðra- staðni í dag. Eingin hugsar um, at tað búgva onnur í Havn enn ríkir menn og ríkar familjur. Men her búgva also eisini einligir forsyrgj- arar, ungar familjur utt- an eina millión í lumm- anum. Her búgva eisini lesandi, eldri pensjon- istar og brekað, sum ongan møguleika hava at gjalda teir prísir, sum nú eru á íbúðarmarkn- aðinum í Havn. Javnaðarflokkurin fer at leggja til brots við einum almennum íbúð- arpolitikki, sum ger tað áhugavert hjá komm- unum, almennum fe- lagsskapum, fakfeløg- um, eftirlønargrunnum, lívstryggingum o.ø., at byggja leiguíbúðir. Treytirnar til slíka bygging skulu verða, at leigarin kann leiga fyri ein sámuligan kostnað. Vit skulu eisini tryggja rættindi hjá leigarum, sum í dag eru nærum rættarleysir. Leigarar skulu tryggjast við veruligari leigulóg. Legg eisini til merkis, at í tinginum sita 28 menn og 4 kvinnur. Hetta kann vera ein av høvuðsorsøkunum til, at so lítið verður hugsað um trivnaðarmál, sum íbúðarviðurskifti, barna- ansing og eldramál. Latið okkum tí fara á val og velja Javnaðar- flokkin, setið kross við lista C. Setið kross við eina kvinnu. So vit eisini fara at hugsa um einligu forsyrgjararnar. Gott Javnaðarval. www.lindenskov.com Einlig mamma missir dóttrina Edva Jacobsen valevni Sambandsfloksins í Eysturoy Sum valevni fyri Sam- bandsflokkin vendi eg mær til tykkara við áheitan um stuðul týsdagin tann 30.04.2002. Valið hesaferð- kanska meira enn nakrantíð- kann gerast eitt lagnu val, sum kan leiða føroyaka fólkið út í eina vanlukkuliga støðu, um ávísir flokkar koma til valdið. Høvuðsevnið til valið hesaferð verður um vit skulu hava loysing ella samband. Sambandsflokkurin er einasti flokkur sum 100 % ynskir at varðveita ríkisfe- lagsskapin við Danmark. Summir flokkar virka ógvuliga sambandssinnaðir upp undir val men aftaná kl. 20.00 týskvøldið tann 30.4 tá valið er av, fara teir aftur í loysingarhamin. Fyri okkum sambandsfólk er felagsskapurin við Dan- mark meir enn bara krónur og oyrir. Londini bæði hava verið í felagsskapi í fleiri 100 ár, og hetta eru bond, sum ikki kunnu kvettast. Bæði kanningar í Føroyum og í Danmark vísa, at fólkini í báðum londum vilja varveita og styrkja felagsskapin millum lond- ini bæði. Ein atkvøða fyri sam- bandsflokkin er ein at- kvøða fyri: Ríkisfelagskapi Tryggleika Persónligum frælsi Sambandsflokkurin hev- ur sum mál, av vit í Føroy- um skulu hava sama livi- støði sum hini norðan- londini. Her verður hugsa um umstøðurnar hjá teim- um gomlu, teimum veiku, teimum ungu barnafamilj- unum, teimum sum skulu lesa, ja hjá øllum føroy- ingum. Tað hevur verið ført fram, at liviumstøðurnar í Føroyum ikki fara at lækka, men fara at vera á sama støði, um vit loysa. Tá vit sambandsfólk spyrja loys- ingarfólkini, hvar 1,2 milliardin, sum kemur úr Danmark skal koma frá, hava teir einki svar. Hetta er ikki so løgið, tí her er onki svar. Av og á sigur onkur tó, at vit skulu líta á egna megi og mátt, ( summi siga enntá at flagga reint), men tað gevur mær vitandi ikki so nógv margarin uppá breyði. TÍN atkvøða hevur týdn- ing Vel trygt - vel sam- bandsflokkin Takk fyri góðan stuðul!! Góði veljari Hans Pauli Strøm javnaðarvalevni í Norðstreymi Vit hava hoyrt útvarpslýs- ingarnar hjá tjóðveldinum, har teir bjóðaðu til fundar um hvussu teir skulu forða hinum flokkunum í at tøma landskassan. Og tað er væl skilligt, tí Tjóvur trýr at hvør maður stjelur! Tjóðveldismenn sipa ofta til 80-ini í tí sambandinum. Tá áttu teir landsstýris- mannin í fíggjarmálum tey heitastu árini í 80-unum, sum útskrivaði gummi- kjekkar til høgru og vinstru úr tómum landskassa. Tjóðveldismenn sipa ofta til ábyrgdarleysan studn- ingsbúskap, og vísa serliga til studningin til fiskivinn- una. Men tað vóru tjóð- veldismenn í landsstýrinum og í fyrisitingini sum mitt í 70-unum við ráfiskagrunn- inum uppfunnu og útvikl- aðu tað mest vitleysu studningsskipan, sum heimurin nakrantíð hevur sæð. Og nú í fýra ár hava tjóð- veldis- og fólkafloksmenn brúkt landskassan til at fíggja politiskt propa- gandavirksemi. Og allarfúl- ast: eisini til at fíggja teirra partapolitiska valflesk upp- undir løgtingsvalið - ikki við nøkrum fáum túsund krónum, nei við nógvum tíggjutalsmiljónum, bein- leiðis úr landskassanum. Tað sum fekk meg til at skriva hesar reglur, var røðan sum varð hildin á flaggdagshaldinum her í Vestmanna. Har tók tjóð- veldisrøðarin uppaftur hes- ar ræðumyndirnar úr dema- gogisku útvarpslýsingun- um hjá Tjóðveldisflokk- inum, og ávaraði fundar- fólkið móti hesum fólkun- um, sum bara vilja framat at tøma landskassan. Her kyndi hon undir hesa dema- gogisku stemplingina av ávísum flokkum. Haldi tað vera ódámligt at neyðtaka eitt alment tiltak sum flagg- dagshaldið til partapolit- iska propagandu. Haldi tó eisini, at vest- menningar duga á at skyna, hvussu væl ymiskir flokkar og samfelagsbólkar duga at tøma landskassan. Demagogisk ræðuherferð hjá tjóðveldinum - tjóðveldið trýr at hvør maður stjelur, men at tøma landskassan dugir ongin so væl sum teir sjálvir! 21 Løgtingsvalið 30. apríl 2002 og Løgtingsvalið 30. apríl 1998 Løgtingsvalið 7. juli 1994 *Runavík er nýtt valstað. Samanteljingin 1998 er fyri valstøðini: Glyvrar, Lamba, Rituvík, Søldarfjørð og Æðuvík. Fólka- flokkurin A Sambands flokkurin B Javnaðar- flokkurin C Sjálvstýris flokkurin D Tjóðveldis flokkurin E Kr. Fólka- flokkurin F Mið- flokkurin H Verka- manna- fylkingin I Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Kr. Fólkaflokkurin Føroyski flokkurin Miðflokkurin Verkamanna- fylkingin Frælsisfylkingin 2002 1998 2002 1998 2002 1998 2002 1998 2002 1998 1998 2002 1998 1998 Norðoyar: 1. Árnafjørður 9 4 3 5 17 10 0 0 8 4 3 3 12 11 1 0 2 0 2. Fossanes 79 19 37 14 50 47 10 13 57 42 28 13 40 55 1 9 12 4 3. Haraldssund 1 1 3 1 38 0 0 0 2 1 0 0 34 3 0 0 0 0 4. Hattarvík 7 0 2 1 6 0 0 0 4 3 4 1 0 0 0 0 1 6 5. Húsar 3 4 10 0 7 2 0 0 3 5 4 0 5 1 0 0 7 0 6. Kirkja 0 1 3 9 2 0 0 0 0 3 4 10 1 2 0 0 0 0 7. Klaksvík 816 225 530 338 749 205 51 6 592 341 340 418 520 319 52 64 65 41 8. Kunoy 6 0 5 3 29 0 0 0 2 2 2 2 29 0 0 0 0 5 9. Mikladalur 9 1 19 0 18 1 0 0 8 3 11 0 22 1 0 0 2 0 10. Svínoy 22 12 1 0 7 1 0 0 15 12 4 0 8 2 1 2 0 0 11. Syðradalur 0 1 3 0 3 0 0 0 0 1 1 0 1 1 0 0 1 0 13. Viðareiði 95 7 31 14 31 9 1 0 74 9 33 12 22 8 1 8 4 3 Tilsamans 1047 275 647 385 957 277 62 19 765 426 434 459 694 403 56 83 94 59 Eysturoy 14. Eiði 28 56 43 10 104 10 138 0 33 72 33 12 34 22 2 122 22 1 15. Elduvík 1 9 12 0 0 0 1 0 1 10 10 0 2 0 0 2 0 0 16. Fuglafjørður 263 147 165 61 265 13 14 4 140 171 84 19 171 30 42 35 89 8 17. Funningsfjørður 2 8 6 2 16 3 0 0 1 5 6 0 6 6 1 2 0 2 18. Funningur 10 3 18 11 17 3 2 5 11 6 9 13 14 6 1 3 8 0 19. Gjógv 9 8 3 2 20 2 1 0 3 7 2 0 16 2 14 3 0 0 20. Glyvrar 136 205 78 180 160 90 59 7 112 205 64 67 86 129 8 60 75 12 21. Gøta 127 124 115 74 80 4 25 6 100 153 60 25 40 7 6 50 81 4 22. Hellurnar 1 4 5 1 6 0 0 0 1 3 4 5 4 2 0 0 0 0 23. Lamba 8 27 8 14 5 5 8 0 3 27 2 16 2 12 2 6 6 0 24. Leirvík 184 52 94 31 133 31 8 2 233 50 41 10 52 17 4 15 25 4 26. Oyndarfjørður 26 21 26 11 17 1 0 0 13 28 27 15 12 3 2 1 9 0 27. Oyrarbakki 31 120 41 21 33 0 9 4 11 131 17 11 17 5 5 16 30 1 28. Rituvík 6 62 7 28 42 22 1 2 1 48 2 9 27 38 1 12 24 0 29. Runavík* (208) (327) (101) (341) (248) (137) (72) (14) 30. Selatrað 14 24 3 3 22 1 2 0 4 24 1 0 6 11 2 4 11 4 31. Skála 29 74 130 43 56 3 16 3 29 81 82 16 22 20 3 17 48 9 32. Skálafjørður 0 3 14 10 9 2 7 0 0 5 2 0 5 5 1 11 10 0 33. Strendur 89 202 76 43 57 7 24 0 53 195 32 27 35 36 11 32 61 7 34. Søldarfjørður 52 27 8 108 32 5 4 5 33 27 6 51 21 11 2 33 26 7 35. Toftir 63 350 62 45 94 27 34 3 30 286 25 24 50 71 5 48 75 14 36. Æðuvík 6 6 0 11 9 15 0 0 0 3 0 0 1 12 6 0 10 0 Tilsamans 1085 1532 914 709 1177 244 353 42 812 1537 509 320 623 445 118 472 610 73