týsdagur 30. apríl 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 80 - 30. apríl 2002
Nr. 80 - 30. apríl 2002
23
VALGREINAR
Okkara lítla
samfelag kann
vendast til egnan
fyrimun
Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins í
Suðurstreymi
Umboðandi tað unga
ættarliðið, so umboði eg
eisini hugsjónirnar um
tann komandi nýggja
samfelagsbygnaðin,
sum verður heilt øðrvísi
enn tann, sum vit hava
kent til higartil. Tann
digitala
revolutiónin
viðførur, at magtrela-
tiónir og -strukturar
millum menniskju frá
ymiskum londum, ment-
anum og politiskum
hugsanum kunnu koma
at samstarva globalt
Fyritreytirnar
verða
gjøgnumgrípandi øðr-
vísi og spurningurin er
tí, á hvønn hátt ynskja
vit, at Føroyar skal pla-
cerast í hesum nýggja
globala samfelagnum.
Tað unga ættarliðið
hugsar ikki vanabundi
og traditionelt, men út
frá øðrum konstella-
tiónum, so eg vóni, at vit
ungu sum í stóran mun
eru ein partur av teirri
nýggju
tíðini
eisini
sleppa at forma tað sam-
felag, sum vit noyðast at
byggja upp av nýggjum.
Tí at broyta verður
neyðugt. Tann gamli
samfelagsbygnaðurin
kann ikki nýtast í tí
globala samfelagnum,
sum vit eru á veg inn í,
antin vit vilja tað ella
ikki.
Vit eru gott nokk fái
íbúgvar í Føroyum, men
hvussu fáa vit bygt okk-
ara samfelag upp, so at
vit verða tungtvigandi
og eftirspurgdir globalir
samfelagsborgarir. Mill-
um annað skulu vit out-
sourca útbúgvingarøkið,
so okkara ungu fáa
møguleikan at fáa tann
allarbesta
partin
av
teimum bestu útbúgv-
ingartilboðnum
hjá
teimum ymisku londun-
um í heiminum og seta
hesi saman til eina góð-
kenda føroyska útbúgv-
ing. Líknandi innova-
tiónsloysnir skulu verða
á
øllum
økjum
og
kanska serliga á vinnu-
økinum. Vit skulu kunnu
taka/keypa besta partin
frá øðrum londum, gam-
alt, nýtt, kreativt og seta
tað saman til eitt kvalita-
tivt høgt støði, so henda
heildin gerst ósaman-
bernandi, júst tí hon
verður tilpassað okkara
samfelagstørv.
Vit mugu tora at
standa fram og siga:
hyggið eftir okkum,
hvussu vit hava gjørt.
Vit eiga at gjøgnum-
hugsa heilt av nýggjum,
hvussu okkara politiska
skipan skal verða og
stýrast, so bureaukratiið,
teknokratiið og tungar
politiskar mannagongdir
og hugsanir, sum eru
eftirlíkningar frá øðrum
samfeløgum ikki kvæla
allan framburð í okkara
samfelag. Vit eru noydd
at bróta upp av nýggjum
við einum nýhugsandi
og óspolerdum ung-
dómi, sum dugir at
síggja møguleikarnir í tí
tøknuligi revolutiónini.
Soleiðis verða vit kapp-
ingarfør í netverksam-
felagnum, og ikki eftir-
bátur, tvs eitt samfelag,
sum eingin tímur at
búgva í.
Tað er tí lívsneyðugt
at tosað um sambandið
millum okkum og al-
tjóðasamfelagið, og ikki
drukna í tosinum um
samband og loysing til
Danmark.
Gott Fólkafloksval
www.annikaolsen.net
Hendrik Thomsen
valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Nú er valstríðið um at
verða lokið, og tú veitst, at
brátt verður alt kvirt aftur.
Tú hevur enn møguleika at
gera tína ávirkan galdandi,
men eftir 30. apríl skal
nýggj samgonga skipast, og
tí er løtan komin hjá tær
sum veljara at taka støðu
til, hvat gagnar samfelag-
num og einstaklinginum
best.
Fólkið fyrst er okkara
herróp til løgtingsvalið
2002.
Tað er ikki av tilvild, at
Javnaðarflokkurin raðfestir
fólkið fremst, tí hann hevur
sín uppruna og eigur sítt lív
í fólkinum í breiðastu
merking.
Tað fólkið, ið sjálvt skal
evna sína framtíð við atliti
til medmenniskju og fyrilit
fyri umhvørvi, veit, at
Javnaðarflokkurin
tekur
avgerðir til felags gagn fyri
fólkið.
Okkara hjarta liggur hjá
teimum, ið ósjálvsøkin
dagliga taka tøk, og hjá
teimum, ið gjøgnum eitt
langt arbeiðslív hava tænt
Føroyum, uttan at hava
fingið ta samsýning, íð
náttúrliga hoyrir teimum til.
Soleiðis er eisini við teim
ungu, gomlu og teimum
mongu, ið onkursvegna
altíð hava okkara felags
umsorgan fyri neyðuni.
Verði eg valdur á Føroya
Løgting, fari eg í komandi
tingsetu at arbeiða fyri at
gera ábøtur innan hesi øki:
Fólkaræði:
Lóggávan
skal hava undirtøku í fólk-
inum. Stór mál til dømis
grundlógin, jarðarlóggávan
og fiskivinnumál skulu
hava dygdargóða umrøðu
millum
manna,
áðrenn
serfrøðingar orða endaligu
lógina. Allir sjálvsagdir
bólkar
skulu
hoyrast,
áðrenn lógir skulu við-
takast á Føroya Løgtingi.
Her verður serliga hugsað
um fakfeløgini, hvørs leik-
lutur sum partur av fólka-
ræðinum skal styrkjast
munandi í komandi sam-
gongu. Størri dentur skal
leggjast á, hvussu lóggávan
á bestan hátt kemur at virka
í samfelagsligum høpi.
Fyrisitingarlógin
skal
broytast, so brot á hana fáa
beinleiðis avleiðingar fyri
viðkomandi,
ið
hevur
ábyrgd av lógarbrotinum.
Føroya Løgting: Løg-
tingslimir skulu brúka alla
sína orku uppá løgtings-
arbeiðið og skulu í val-
skeiði sínum bert arbeiða á
Føroya Løgtingi.
Landsumsitingin: Bygn-
aðurin í landsumsitingini
eigur at fáast at virka væl.
Starvsfólkapolitikkur land-
sins skal fremjast í verki.
Løgmansskrivstovan skal
hava størri heimildur, so al-
menn starvsfólk og sam-
felagið alt kann fáa ágóðan
av almenna starvsfólka-
politikkinum.
Arbeiðast
skal fyri, at øll fólk í
arbeiði kring landið verða
tryggjað samsvarandi virði-
ligar
arbeiðsumstøður.
Størri javnvág skal fáast
millum ymisku stýrini bæði
víðvíkjandi málsræði og
starvsfólkatilfeingi.
Barndómurin:
Ein
eydnuríkur
og
tryggur
barndómur er grundarlagið
undir einum samfelag í
samljóði. Fyri at skapa
betri umstøður hjá yngstu
borgarum okkara, skulu
foreldur teirra fáa lagaligari
fíggjarligar
umstøður.
Somuleiðis
skal
størri
dentur leggjast á at fáa al-
mennar barnansingarstovn-
ar við vælútbúgvnum peta-
gokum.
Útbúgving: Fólkaskúlin
skal fáast at virka eftir
nýggju lógini. Undir liðini
á honum skulu frískúlar fáa
høvi at virka, har hetta er
skynsamt. Tað er ein sjálv-
fylgja fyri Javnaðarflokkin,
at barnaskúlin hvílur á
kristnum grundvølli. Sam-
bandið millum framhalds-
skúlar, hægri lestur og
vinnulív skal mennast, so
næmingurin verður førur
fyri at leggja sær framtíðina
til rættis sjálvur.
Tjóðarmenningin: Tjóð-
armenningin heldur fram.
Málsøki verða yvirtikin, tá
hetta
er
náttúrligt
og
fíggjarliga forsvarligt. Tað
er ein sjálvfylgja fyri
Javnaðarflokkin, at Føroyar
eru ein tjóð.
Útheimurin: Sambandið
við Danmark, Evropeiska
Samveldið og útheimin
annars skal raðfestast hægri
til tess at økja førleika-
menning, so hin einstaki
kemur at fáa eitt fram-
komið
nútíðar
tilveru-
grundarlag.
Vinnulívið: Altjóðagerð-
in er fortreyt fyri vinnu-
ligum kappingarføri og
framgongd fyri útflutn-
ingin. Tað almenna má
áhaldandi stuðla uppundir
at menna haldgóðar verk-
ætlanir til frama fyri før-
oyskar arbeiðstakarar og
vinnuvirki til fjøltáttáða
útflutningsvinnu.
Fiskivinnan: Altjóða um-
dømið hjá føroysku fiski-
vinnuni skal fáast aftur á
beint. Hetta skal náast í
samstarvi við aðrar fiski-
vinnutjóðir, eisini tær, ið
finnast at Føroyum, um
hald er í páhaldni teirra.
Tilfeingis- og marknaðar-
røkt eru lyklaorðini undir
eini burðardyggari fiski-
vinnutjóð.
Arbeiðsmarknaðurin: Løn-
arlagið skal verða á jøvnum
føti við tað í øðrum norð-
urlondum,
so
arbeiðs-
marknaðurin fær hugsavn-
að seg um uppgávur sínar.
Faklig menning og persón-
lig avrik skulu tryggja
okkum kappingarføri. Ar-
beiðssteðgir vegna tilaft-
urskomnar
lønartrætir
skulu ikki leggja samfe-
lagið lamið. Arbeiðast skal
fyri at fáa ónáttúrligar
munir millum yrkisbólkar
burtur. Ítøkiliga verður her
millum annað hugsað um
setanartreytir og eftirlønar-
treytir hjá starvsmonnum
og tænastumonnum. Allur
lønarmunur millum mann
og kvinnu skal burtur.
Eftirlønaruppsparingin skal
mennast. Hin einstaki, ið
sparir upp til ellisárini, skal
fáa ta neyðugu upphædd
aftur skattafría fyri at
tryggja
ellisárini,
tá
pensiónsaldurin er vorðin
veruleiki. Arbeiðseftirlitið
skal gerast meira sjónligt
og fáa størri møguleikar
fyri at tryggja arbeiðspláss
og arbeiðsumhvørvi.
Almenna samferðslan:
Samferðslan skal verða
reglulig. Útjaðarin skal
røkjast nógv betur. "hepnar
ætlanir um privatisering av
týðandi farleiðum skulu
leggjast til síðis.
Samskifti: Arbeiðast skal
fyri, at øll fólk skulu fáa
ókeypis ella ódýra internet-
atgongd og teldupostskipan
á jøvnum føti við bólkar, ið
longu hava henda møgu-
leika.
Almannaøkið: Almenn
hjálp skal veitast, um fólk
gerast sjúk og avlamin í so
stóran mun, at óneyðugt
skal vera hjá vanligum
løntakarum at tryggja seg
móti hesum. Sjúkrahúsini
skulu øll hava nútímans tól
og sjálvandi skulu sjúk-
linga-seingirnar allar nøkta
nútíðartørv.
Starvsum-
støður - førleikamenning-
íblástur- hjá røktarstarvs-
fólki, tað veri seg sjúkra-
systrar, heilsuatstøðingar
ella sjúkrahjálparar, skulu
koma uppá sama støði sum
í øðrum norðanlondum.
Samstarvið millum sjúkra-
hús sínamillum og millum
sjúkrahús og læknar skal
fáast at virka so væl, at
sjúklingurin
ongantíð
verður gísli í viðgerðini.
Vard størv skulu gerast,
fyri at fólk heilt ella lutvíst
verða før fyri og fara at
hava krav uppá, at sleppa
aftur á arbeiðsmarknaðin.
Fólkapensión við við-
bótum og samhaldsfasti
skal skal vera grundarlagið
undir virðiligum ellisárum
hjá øllum føroyingum.
Mentanin: Fremjanin av
mentanarálitinum
skal
raðfestast
frammaliga.
Evnarík
ung
listarfólk
skulu stuðlast so eitt breitt
mentanarlív kann koma
samfelagnum øllum til
góðar.
Omanfyristandandi eru
bert ein evarska lítil partur
av tí, eg vil arbeiða fyri á
Føroya Løgtingi. Tí vil eg
heita á teg um at atkvøða
fyri mær ella einum øðrum
av valevnum Javnaðar-
floksins á valdegnum.
At enda vil eg sitera trý
ørindini úr sanginum hjá
Maurentiusi S. Viðstein.
Tá dagurin rísur
Tá dagurin rísur
Tá dagurin rísur og alt vaknar við,
vit reisast hvør í sínum lagi,
tá spennast tær spengur úr liði í lið
til stríð og til strev, so er mál hvørt og mið-
tað er arbeiðsins dynjandi kvæði!
Í fylking skal mennast várt arbeiðarlið,
vit stimbrast og stælast í styrki
at krevja vár rætt, og vit leggja tað við:
Vár fylking skal halda í stríð og í frið,
hon skal vera vár vernd og várt virki!
Eitt sinn rísur dagur, sól roðar í líð
og fold verður føgur at skoða,
tá renna skal upp ein glæsilig tíð,
tá samsýnt til fulnar er arbeiðsins stríð ñ
tí er óræddur framá at toga.
Gott løgtingsval Setið X við lista C
VALGREINAR
Javnaðarflokkurin
er vaccinan ímóti
loysingarøði
Kristian Magnussen
løgtingslimur og valevni
fyri Javnaðarflokkin
Aftaná kreppuna hevur
saneraða høvuðsvinnan
á sjógvi og landi ment
seg undir best hugsandi
umstøðum. Landskassin
og skattgjaldarin stóðu
og standa partvís enn
eftir við rokningini.
Grundarlagið
undir
verandi framburði í bú-
skapinum
bleiv
lagt
áðrenn verandi sam-
gonga fekk um stýris-
vøl. Samgongan hevur
sitið turt og fjálgt afturi í
rong við góðum byrði og
viðráki. Hon hevur ikki
havt fyri neyðini at
liggja bakk og skáksigla.
Skiparin tørnaði inn
beinanvegin og lat 1.
stýrimanninum, einum
skúlaðum øsara, rokkin í
hond. Róðrarfólkið og
tey ófullføru, eru niðri í
lastini, fyri ikki at taka
útsýnið. Val er spunnið,
og nógv eru farin á flog
í loysingarrúsi og hanga
blendaði í lokkanetin-
um.
Byrður og rák skifta
og hvørvisjónir hvørva.
Túrurin er av, og sam-
gongan er í holt við at
taka nøglina úr. Hesum
ætlar Javnaðarflokkurin
at forða teimum í. Men,
onki kemur av sær sjálv-
um til lønmóttakaran og
til fólkið, og tess fleiri
vit eru, tess sterkari
kunnu vit spenna menn-
ingar- og trygdarnetið
undir tí einstaka og
felagsskapinum.
Johan Dahl
Valevni Sambands-
floksins í Suðuroy
At allur útflutningur úr
Suðuroynni
avskipast
beinleiðis herfrá og ikki
um Havnina!
Vinnan í Suðuroy má
byrja at hugsa um at
gera nakað við omanfyri
nevnda mál.
Mál okkara má og skal
verða, at allur útflutn-
ingur okkara her suðuri
verður útfluttur herfrá,
beinleiðis til útheimin
og ikki sum nú um
Tórshavn til útheimin!!
Tað er hvørki fíggjar-
liga rætt ei heldur log-
istiskt rætt at allur út-
flutningurin sum nú skal
fara um Havnina!!
Hvussu er við vøru-
gjaldinum
fyri
hesa
vøru??? Fer hon til
heimbygdina har vøran
kemur frá ella fer tað til
Havnina??????
Kanska
ávarandi
myndugleikar
svara
hesum spurningi!!!???
Latið okkum sessast
saman og loysa hendan
trupulleika skjótast til-
ber - um neyðugt við
einum farmaskipi saman
við t. d. Norðoyingum,
sum eisini hava stóran
útflutning.
Standið saman um
Suðuroynna - eisini á
hesum øki!!!
Vár miðstøð og borg
Jógvan Arge
Valevni Tjóðveldisfloksins í
Suðurstreymi
Tjóðveldisflokkurin fer við
góðum treysti til val í
Suðurstreymoyar valdømi.
Hetta er okkara og alra
føroyinga miðstøð og borg
og her hevur flokkurin altíð
verið væl umboðaður.
Suðurstreymoyingar
settu flokkin sterkan inn á
løgting í 1998. Tað var
startskotið til fullveldis-
kósina.
Tit settu flokkin sterkan
inn í Tórshavnar Býráð fyri
góðum ári síðani, og tað var
ikki minst Suðurstreymi
fyri at takka, at Tjóð-
veldisflokkurin vann annan
sessin á danatingi í fjør.
Hetta løgtingsvalið er
sera umráðandi. Høvuðs-
spurningurin er, um full-
veldiskósin skal haldast.
Í okkara hjørtum er ongin
ivi. Vit vilja halda frælsis-
kósina.
Ein sterkur tjóðveldis-
flokkur
á
løgtingi
er
fremsta borgan fyri, at
hendan kós verður hildin.
Tí er umráðandi, at Tjóð-
veldisflokkurin kemur væl
frá hesum valinum í Suður-
steymi.
Vit kenna eisini Suður-
streym. Vit eru varug við
spurningarnar, sum troka á
í hesum fjølbroytta val-
dømi, og vit bjóða okkum
fram at taka okkum av
málunum.
Her er nógv lív og stórur
vøkstur. Her býr eitt fólk,
sum vil nakað. Tað krevur
nýggja hugsan og dyggar
loysnir á so at siga øllum
samfelagsøkjum.
Tjóðveldisflokkurin vil á
løgtingi og í landsstýri
virka fyri, at fólkið í
Suðurstreymi
fær
tær
sømdir, sum tað eigur.
Vit leggja okkum eftir at
fremja
trivnaðarmálini,
raðfesta mentan og út-
búgving høgt, ansa væl
eftir pengunum og eggja til
eitt sunt og frælst vinnulív.
Suðurstreymoyingar
á
bygd og í bý: Tykkara at-
kvøða fær størst ávirkan,
um tú setir kross við Tjóð-
veldisflokkin.
Málið fyri vinnuna
í Suðuroy má verða:
Hans Pauli Strøm
javnaðarvalevni í
Norðstreymi
Eg eri fegin um, at tey sam-
felagsmálini, sum Javn-
aðarflokkurin setti fremst í
valskránni, eisini komu at
standa ovast í val-stríðnum,
sum nú líðir móti endanum.
Nú hoyra vit ikki longur
hinar spotta og gera gjøldur
úr hesum málunum - nei nú
verður tjakast um, hvussu
vit kunnu fíggja tey og seta
tey í verk. T.d.
• umstøðurnar hjá barna-
familjunum, systkinara-
battin í barnaansingini,
• íbúðarviðurskiftini hjá
lesandi, ungum familjum
og gomlum,
• bústaðar-
og
virkis-
møguleikar hjá fólki við
skerdum førleika,
• fólkaskúlin og útbúgv-
ingarmøguleikarnir hjá
ungdóminum,
• tey 160 røktarheims-
plássini og døgnrøktar-
skipanin,
• eftirlønarviðurskiftini og
pensjónirnar,
• og ikki at gloyma heilsu-
verkið og bíðilistarnar.
Fullveldisríkið smokkaði
niður ímillum
Uttan mun til hvussu valið
endar, so vunnu vit hettar:
at tað vóru júst hesi málini
sum
Javnaðar-flokkurin
setti fremst, sum komu at
standa fremst í valstríð-
num. Hetta er tað man
diskuterer við lív og sál - og
ikki hitt lovaða fullveld-
isríkið. Tað er heilt smokk-
að niðurímillum, tí bert
nøkur fá taka tað fyri fult
longur. Henda samgongan
og
hennara
fullveldis-
politikkur fór í upploysing
fyri einum ári síðani, tá teir
ikki tordu at taka avgerðina
um fullveldið og avblástu
fólkaatkvøðurnar. Síðani
hava teir bara hingið saman
av maktstríði, klandri og
skommini yvir teirra po-
litiska impotens:
• Teir lovaðu ein serligan
føroyskan
heimarætt
longu 1.jan.1999 - Onki
úrslit.
• Teir lovaðu ein full-
veldissáttmála við eini
fólkaatkvøðu
áðrenn
árslok 1999 - Onki úrslit.
• Teir lovaðu eina før-
oyska grundlóg og aftur
eina fólkaatkvøðu í sein-
asta lagi ár 2000 - Onki
úrslit.
• Teir lovaðu tamarhald á
danska fíggjar-eftir-litin-
um - Onki úrslit.
• Teir lovaðu ein búskap-
argrunn at orðna allar
trupulleikar av blokk-
niðurskurðinum - Onki
úrslit.
• o.s.fr.
Hvør króna til batar varð
skrykt undan neglunum
á samgonguni
Á jú, á veg út gjøgnum
dyrnar fingu teir skorið
blokkin niður við 366 mió,
so at í 2002 verður avlopið
hjá landskassanum burtur -
eftir at teir í 4 ár hava
dragsað
fleiri
danskar
pengar til landið enn nøkur
samgonga
nakrantíð
í
søguni (5 mia.kr). Dugi
heldur ikki at síggja tað
sum eitt politiskt bragd, at
teir endiliga fingið yvir-
tikið Skipasýnið, fyriskip-
að í sátt og semju av hóv-
ligum monnum í góðum
samstarvi
við
danskar
myndugleikar. Og heilt
komiskt ljóðar reypið av
sokallaðu yvirtøkuni av
skúlanum og sosialu for-
sorgina - hetta var jú aðru
ferð - skúli og almannaverk
vóru longu reelt yvirtikin
fyri fjóðringsøld síðani!
Bardagamenninir í sam-
gonguni - tjóðveldismenn-
inir - fingu teir nakað av
skafti? Onki ! Ikki eina
einastu yvirtøku. Uttan
skról og klandur í ólukku-
mát.
Tá teir reypa av pen-
sjónshækkingum og skatta-
lækkingin, so er minnið hjá
fólki ikki so stutt, at tey
ikki vita, at tað var and-
støðan, sum rak teir eftir
hæli, við aftur og aftur at
seta uppskot fram um
pensjónshækkingar
og
skattalækkingar. Uppskot
eftir uppskot frá andstøðuni
feldu teir náðileyst. Til teir
at enda vóru so kroystir, at
teir noyddust at komu við
onkrum, sum líktist. Veru-
leikin er, at hvør einasta
króna, sum henda sam-
gongan
hevur
latið
í
pensjónshækkingum
og
skattalækkingum er skrykt
undan neglunum á teimum!
Viðurskiftini hjá
verkafólkinum skulu á
dagsskrá
Táið eg fegnist um at
málini í okkara valskrá eru
komin fremst í valstríðið,
má eg tó harmast um at tað
ikki er galdandi fyri eitt av
okkara hjartamálum, nevn-
liga viðurskiftini hjá verka-
fólkinum, sum í nógvum
førum standa rættarleys á
arbeiðsplássunum:
• Javnaðarflokkurin vil við
nýggjari
arbeiðsmark-
naðarlóggávu
tryggja
tímaløntum
sjálvsøgd
rættindi í setanar- og
starvsviðurskiftum, og
stovna ein útbúgvingar-
grunn fyri verkafólkið,
so tey á hvørjum ári
kunnu fara á eitt arbeiðs-
marknaðarskeið við full-
um farloyvisendurgjaldi,
teimum
sjálvum
og
vinnuni at gagni..
Savnandi loysnin fyri
sjálvstýri í
ríkisfelagsskapi
Góðu veljarar - vísi hesum
samgonguflokkum dura-
fjórðingin! Latið teir ikki
sleppa framat aftur at
forpesta eisini tey næstu 4
árini við fullveldisliga ør-
vitiskeglinum. Fjøldin av
føroyska fólkinum hevur
langt síðani vent fullveldin-
um bakið og vil heldur hava
eina sjálvstýrisskipan í
einum ríkissamstarvi. Javn-
aðarflokkurin kann savna
tann politiska meirilutan at
seta hetta í verk!
Henda impotenta samgongan
má rekast á dyr!
C
M
Y
K
23
22