Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 • týsdagur • 30. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo B68 vann ein uppi- bornan sigur á Gí í Sarpigerði sunnu- dagin. B68-liðið vísti framfýsni og ágang- andi spæl, meðan álopið hjá GÍ var sera tannleyst allan dystin. Fyri framman hjá B68 stendur ein granna- uppgerð móti NSÍ FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Hóast B68 skapti fleiri málmøguleikar gjøgnum dystin enn GÍ, so var tað ein verjuvilla av teimum stóru stutt fyri leiklok, ið endaliga søkti GÍ. John Heri Dam sendir ein langan bólt úr vinstra borði og inn í brotsteigin. Henn- ing Jarnskor hevur eina einfalda uppgávu, og tað er at beina bóltin burtur, men hann er áhaldsin og dettur í avgerandi løtuni. Tá er nýggi leikarin hjá B68, Anders Nygaard, sum ravnur á deyðseyða á bólt- inum og sendir hann í netið úr stuttari fjarstøðu. Henning Jarnskor verður óivað noyddur at taka hetta málið á sín kappa. GÍ megnaði ikki at reisa seg aftur eftir hetta, hóast heimaliðið sendi fleiri fólk fram á vøllin seinastu løt- una. B68 betri byrjan Byrjanin til dystin var merkt av, at leikararnir tóku tað róligt og fyrst royndu at fáa fótin fastan í dystinum. Tað vóru tó toftamenn, ið høvdu munin í fyrra hálv- leiki og leikliga yvirvág. B68 var eisini meira ágang- andi og ágrýtnari um allan vøllin. Soleiðis var tað B68, sum skapti nógv fleiri málmøguleikar fyri steðg- in. Fyrsta málið í dystinum fekk B68 eftir 19 minuttir. Eftir gott uppspæl niðan- eftir vøllinum endar bóltur- in hjá Anders Nygaard í brotsteiginum, hann leggur stutt útfrá til Jann Inga Petersen, sum langar til, og bólturin brestur í mesk- arnar. Eitt sera vakurt mál júst eftir bókini. Men gleðin var stokkut, tí hóast heimaliðið hevði verið púra vandaleyst higartil, svaraðu gøtumenn aftur beinanvegin. Magni Jarnskor prikar ein bólt innum B68-verj- una, har Zdzislaw Janik gerst leysur. Hann er kaldur í avgerandi løtuni og sendir framvið polska málverjan- um hjá B68 til 1-1. GÍ skapti ein málmøguleika, og hann varð nýttur til fulnar. Hetta kundi tó ikki sigast um B68. Hóast hetta afturstigið helt B68 fram við fram- fýsna spælinum. Serliga Arnold Joensen var energ- iskur í álopsspælinum, men seinasti bólturin var ongantíð nóg neyvur. Anders Nygaard var nær við at leggja B68 framum- aftur móti endanum av fyrra hálvleiki. Tað var Arnold Joensen, sum breyt ígjøgnum í høgra borði. Hann sendir innfyri, har Anders Nygaard bara skuldi seta fótin á bóltin, men hann var júst ov stuttur, tá hann tveitti seg fram. Eisini Øssur Hansen var sekur í at misnýta ein sera góðan møguleika. Eitt innlegg úr høgru fór framvið málinum, og Øssur kom at standa leysur á málteiginum. Hóast hann lá til vinstra beinið, rakti hann als ikki bóltin nóg væl. Tannleyst álop Til hetta kappingarárið hev- ur Gí fingið tveir nýggjar áleyparar, sum eru kendir fyri at vera sera vanda- miklir í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, og teir skulu vera við til at skjóta GÍ heilt upp í oddin í ár. Hesir eru Krzystof Pop- czynski og Súni Fríði Jo- hannesen. Hóast hetta er eitt álop, ið skuldi borga fyri góðsku og ikki minst nógvum málum, so høvdu hesir báðir harr- arnir ikki eitt skot, sum endaði innanfyri málramm- una hjá Kokoszanek í B68 málinum. Popczynski hevði vanda- miklastu royndina, tá hann fekk eitt innlegg frá Magna Jarnskor, sum hann tó sendi stutt framvið málinum. Eingin ivi er um, at hesir báðir áleypararnir fyrr hava víst framúr gott álopsspæl, men púrt einki var at síggja til hetta sunnudagin. Orsøkirnar til hetta kunnu vera nógvar. Møgu- liga hevði verjan hjá B68 so gott tak á teimum báðum, kanska fingu teir ov lítlan stuðul frá miðvøllinum, ella høvdu teir báðir ein sera ringan dag. Hinvegin er Anders Ny- gaard í álopinum hjá B68 ein nýggjur og spennandi leikari. Hann var sera ágrýtin og vann enntá fleiri luftbóltar móti Bartali Eliasen, og tað eru ikki nógvir leikarar í Føroyum, ið megna tað. Hjá B68 vóru fleiri ljós at hóma enn hjá GÍ. Jann Ingi Petersen og Fróði Benja- minsen sluppu væl frá tí á miðvøllinum, og Hans Fróði Hansen var stinnur í verjuni. Nygaard avgerð Tá dysturin líður móti end- anum høvdu flestu áskoð- ararnir brynjað seg til ein hálvan tíma við longdari leiktíð. Men B68 vildi tað øðrvísi. John Heri Dam sendir ein langan bólt inn í brots- teigin, og tá Henning Jarn- skor ikki megnar at beina burtur, beinir Anders Ny- gaard bóltin í netið ístaðin. Hetta var einar tíggju minuttir fyri leiktíð. GÍ sendi eftir hetta fólk fram á vøllin og royndi at leggja trýst á B68-málið. GÍ sendi nógvar høgar bóltar inn í brotsteigin, men málverjin var vakin og fangaði teir flestu. Tað eydnaðist tó ongantíð at skapa nakran veruligan málmøguleika, og toftamenn fóru við sigrinum. B68 skal nú møta NSÍ í aðrari hálvfinaluni, og tað verður ein áhugaverd grannauppgerð millum tveir argar fíggindar. Dysturin í tølum: GÍ – B68 1-2 (1-1) 0-1: Jann Ingi Petersen 1-1: Zdzislaw Janik 1-2: Anders Nygaard GÍ: Hallur Hansen – Bartal Eliassen, Leivur Hansen, Henning Jarnskor, Hans Pauli Petersen – Magni Jarnskor, Áslakkur R. Petersen (Poul Henning Jacobsen), Sámal Joensen, Zdzislaw Janik – Súni Fríði Johannesen, Krzystof Popczynski B68: Michal Kokoszanek – Hans Fróði Hansen, Mess- ias Perreira, Oleif Johanne- sen – Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, John Heri Dam, Øssur Hansen, Marlon Jorge – Anders Nygaard, Arnold Joensen GÍ – B68 1-2 (1-1) Nygaard søkti GÍ Bartal Eliasen og Anders Nygaard í hornatøkum. Teir báðir høvdu fleiri innanhýsis dystir. Anders skoraði vinnandi málið tíggju minuttir fyri leiklok Mynd: Álvur Haraldsen Tveir av málskjúttunum í nærdysti. Jann Ingi Petersen hjá B68 roynir at vinna bóltin av Zdzislaw Janik. John Heri Dam sæst aftanfyri Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 80 - 30. apríl 2002 C M Y K 24