týsdagur 30. apríl 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 30. apríl 2002
27
Kappróðrarfólk kring
landið eru farin undir
fyrireikingarnar til
stevnurnar, sum
standa fyri framman.
Nógvir nýggir bátar
vórðu flotaðir
Flaggdagin, og vit
hava fingið myndir av
nøkrum teirra
KAPPRÓÐUR
Stefan í Skorini
Fyri at vera við í oddinum í
føroyskum kappróðri er
neyðugt at skifta bátarnar
út viðhvørt. Nógvir nýggir
bátar hava verið at sæð
seinastu árini og í ár er
einki undantak.
Flaggdagin 25. apríl er
vanligt at bátarnir verða
flotaðir kring landið. Hetta
var soleiðis fyrstu ferð, at
fleiri av nýggju bátunum
vórðu royndir undir venj-
ing.
Hetta verður onkuntíð
hátíðarhildið,
og
fleiri
kappróðrarfelag hava valt
at hava eitt lítið hátíðarhald
í sambandi við, at bátarnir
verða flotaðir.
Argja Róðrarfelag hevði
aðalfund herfyri, og felagið
boðaði eftir fundin frá, at
tað miðvíst arbeiðir við at
fáa nýggjar bátar til vega.
8-mannafarið
Argja-
báturin er flaggskipið hjá
Argja
Róðrarfelag,
og
manningin hevur nú fingið
ein nýggjan bát til komandi
kappingarár.
Næsta
ár
verður 5-mannafarið Lóm-
ur eisini skiftur út við
nýggjan bát.
Eitt annað nýtt 8-manna-
far verður eisini at síggja til
stevnurar í ár. Tað er Kví-
víkingur, sum eisini er eitt
nýtt far. Kvívíkingar vóna,
at hetta kanska kann geva
teimum betri úrslit í ár.
Havnar Róðrarfelag hev-
ur eisini latið byggjað ein
nýggjan bát. Tað er 6-
mannafarið Sílið, sum er
nýggjasti báturin hjá felag-
num.
Í Klaksvík hava tey
fingið tveir nýggjar bátar.
Annar er 5-mannafarið
Tekla, sum enn ikki er heilt
liðugt, og hin er 10-manna-
farið Klaksvíkingur, sum
longu er flotaður.
Nógvir nýggir bátar
Nakað av fólki var komið oman at síggja nýggja Argjanbátin, sum varð flotaður Flaggdagin 25.
apríl
Mynd: Álvur Haraldsen
Nýggja 5-mannafarið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag Tekla er um at vera liðugt. Felagið hevur
eisini fingið nýtt 10-mannafar, sum er Klaksvíkingur
Mynd: Solby A. Eliasen
Nýggja 6-mannafarið Sílið varð eisini flotað Flaggdagin.
Her er tað kvinnumanningin, sum venur
Mynd: Álvur Haraldsen
Kvívíkingar hava eisini fingið nýggjan bát
Mynd: Jens Kr. Vang
27
26
Nr. 80 - 30. apríl 2002
FS Vágar kann í
stóran mun takka sær
sjálvum fyri, at tað
ikki eru teir sum
skulu møta B68 í
hálvfinaluni. Í av-
gerandi løtum kendu
teir ikki sína vitjunar-
tíð, hóast teir allan
dystin spældu fult
upp við favoritarnir
úr Runavík
Fáur uttanfyri vøllin og
allarminst NSÍ-arnir inni á
vøllinum, høvdu væntað, at
teir skuldu koma aftur í
dystin tá tað manglaðu 5
minuttir. Tá var støðan 3-1
til FS Vágar, og teir høvdu
fult tamarhald á dystinum.
Men so fær NSÍ fríspark
beint uttan fyri brotsteigin
hjá FS Vágum. Brynjólvur
Nielsen varð settur at
skjóta, og hann sendi við
einum sera vøkrum frí-
sparki, bóltin beinleiðis
upp í tríkantin.
Nú var bert eitt mál á
muni, og burtur ur ongum
var NSÍ inni í dystinum.
Teir settu nú allar kreftir
inn, og í yvirtíðini eydnað-
ist tað Arnfinn Langgaard
at seta høvdið á eftir horna,
og tryggja NSÍ umdyst.
Lívlig byrjan
Dysturin fekk annars eina
lívliga byrjan, og tað var FS
Vágar sum legði út við
ágrýtnum spæli. Tað gingu
bert 3 minuttir til hetta gav
úrslit. Fríspark verður sent
innfyri, og endar bólturin á
høvdinum á Vlad Osipov
og víðari inn í málið.
Vágamenn spældu væl
hesa fyrstu løtuna. Bólturin
var fluttur væl og teir
bardust fyri hvørjum bólti.
Teir vunnu eisini teir allar-
flestu nærdystirnir.
Tá 10 minuttir eru leiktir
mundu vágamenn komið
uppá 2-0. Kim Poulsen
kom at standa púra leysur,
men Jens Martin Knudsen,
sum spældi ein góðan dyst,
bjargaði.
Løtu seinni fekk NSÍ sín
fyrsta møguleika. Eftir inn-
legg úr vinstru síðu, verður
Kári Hansen leysur, men
skýtur omanfyri málið.
Tað vóru nógvir mál-
møguleikar hesa løtuna, og
kundu bæði liðini fingið
fleiri mál enn tað eina, sum
var komið higartil.
Tá hálvur tími er farin
kemur næsta málið. Langur
bóltur verður spældur fram
í móti brotsteiginum hjá
NSÍ, og har vinnur ein
vágamaður bóltin ímóti
NSÍ
-verjuni.
Bólturin
kemur fyri føturnar á Kim
Poulsen, sum fult uppiborið
kundi leggja FS Vágar á
odda 2-0.
Kim Poulsen var í fyrra
hálvleiki ein støðug hóttan
móti NSÍ verjuni, sum ikki
virkaði serliga trygg.
NSÍ við aftur
NSÍ fall tó ikki í fátt av
hesum, men fingu móti
endanum av fyrra hálvleiki
lagt eitt ávíst trýst á FS
Vágar. Tá 40 minuttir eru
spældir, eydnast NSÍ um-
síðir at fáa mál. Sonni L.
Petersen kemur at standa
fríur inni í brotsteiginum
hjá FS Vágum, og skýtur
bóltin í mál til 1-2.
Hetta var eisini hálvleiks-
støðan, og NSÍ- viðhalds-
fólkið hevði nakað at tosa
um í góðveðrinum.
Ein hevði væntað, at NSÍ
fór koma út til seinna hálv-
leik sum eitt ódnarveður og
leggja stórt trýst á FS
Vágar, samstundis sum
vágamenn fóru at møðast
av tí høgu leikferðini sum
var í fyrra hálvleiki. Men
soleiðis bleiv als ikki.
Fyrstu helvt av seinna hálv-
leiki gekk javnt á, uttan at
nakrir stórir málmøguleikar
spurdist burturúr.
Tá seinni hálvleikur er
hálvrunnin dømir Oddmar
Andreasen brotspark til FS
Vágar. Jens Erik Rasmus-
sen skorar trygt og nú var
3-1.
NSÍ-arnir vóru skelkaðir,
og megnaðu púra onki
næstu løtuna. Vóru vága-
menn neyvir, kundu teir
avgjørt dystin. Jens Erik
slapp leysur í vinstru síðu,
og legði innfyri til ein púra
frían John Johansen, men
hann brendi.
Sum tíðin gekk trekti FS
Vágar seg longur aftur á
vøllin. NSÍ tók nú yvir tað
sum eftir var, og teir komu
eisini fram til rímuliga
stórar málmøguleikar.
Men tíðin gekk og tað sá
meira og meira út til at FS
Vágar skuldi klára at halda
tørn. Men seinastu minutt-
irnar fekk NSÍ 2 mál, sum
tryggjaðu teimum umdyst.
Í umdystinum komu ikki
fleiri mál og tí varð neyðugt
við brotspørkum. Jens Erik
skoraði tað fyrsta hjá FS
Vágum, men tá so Jens
Martin bjargaði teimum
næstu trimum, kundi NSÍ
fara avstað við sigrinum.
FS Vágar vísti, at teir
hava tilfar til at gera seg
galdandi í 2. deild í ár, og
vóru teir neyvir í avgerandi
løtum kundi teir vunni
dystin. NSÍ hevði eisini
málmøguleikar til fleiri
mál, men tá teir ikki
skoraðu lá vegurin opin fyri
FS Vágum. Teir megnaðu
tó ikki at brúka henda
møguleikan.
Dysturin í tølum:
NSÍ - FS Vágar 6-4 (eftir
brotsparkkapping)
Vanlig leiktíð: 3-3 (1-2)
0-1: Vlad Osipov
0-2: Kim Poulsen
1-2: Sonni L. Petersen
1-3: Jens Erik Rasmussen
(brotspark)
2-3: Brynjólvur Nielsen
3-3: Arnfin Langgaard
Spenningur til tað
síðsta í Runavík
Jens Martin Knudsen var hetjan hjá NSÍ í dystinum móti FS Vágum sunnudagin. Hann
bjargaði trimum av fýra brotsspørkum í brotssparkskappingini. Her tekur hann næsta
brotssparkið hjá FS Vágum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
26
Bil á valstaðið
Veljarir, sum hava brúk fyri at
verða koyrd á valstaðið, kunna
ringja
tlf. 310448
valdagin
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag