Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 30. apríl 2002 29 Tað var íslendska liðið, sum gjørdist fyrsti vinnarin av Atlantic Cup, sum skal vera ein aftur- vendandi dystur mill- um íslendsku og før- oysku meistararnar. Munurin á liðunum var tó ikki stórur FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini B36 megnaði at geva ísl- endsku meistarunum ÍA av Akranesi harða mótstøðu, hóast íslendingar fóru við sigrinum tá avtornaði. Landskappingarnar í lond- unum báðum er enn ikki farin í gongd, og hetta var tí eitt kærkomið høvi at gera seinastu royndirnar, áðrenn landskappingin av álvara fer av bakkastokki, og nú finalurnar í steypakapping- ini skulu avgreiðast. Tað leikaði javnt á fyri steðgin. Liðini megnaðu ikki at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. Tó hevði B36 kanska ein lítlan mun, tá talan var um mál- møguleikar. Tað var tó eitt mistak frá málverjanum, sum gav ÍA leiðsluna. Ellert Bjørnsson legði eitt innlegg innfyri málið, tá hann var staddur ytst í høgra borði. Innleggið mis- eydnast, men Réne Tórgarð fór skeivur av bóltinum, og hann smeyg sær innum fremru stong. Hepni var við íslendingum í hesum førin- um. Málið kom stutt fyri hálvleik, og ÍA kundi so- statt fara til steðgin við leiðsluni. B36-ararnir mundu iðra seg stórliga um, at teir vóru aftanfyri í steðginum, tí føroyingar vóru væl við allatíðina. Leiðslan økt Beint eftir at dómarin hevði sett í gongd aftur øktu íslendingar um leiðsluna. Eftir trunkaspæl í brotsteig- inum hjá B36 støkkur bólt- urin útfra, har Grétar Steinsson stendur væl fyri. Hann langar til frá brots- teigarmarkinum, og Trónd- ur í málinum hevði ongan møguleika at bjarga. Báðir málskjúttarnir hjá ÍA vóru ungir leikarar um 20 ára aldur, sum eru við at gera seg galdandi í íslendskum fótbólti. ÍA var nú frammanfyri við tveimum málum. Onkur mundi óivað halda, at hetta ikki var uppiborið, tí íslendarar høvdu á ongan hátt havt leikliga yvirvág higartil í dystinum. Eftir hetta leikaði eisini javnt á í báðum endum av vøllinum. Íslendingar høvdu onkran góðan mál- møguleika, men tað hevði hinvegin B36 eisini. Venj- arin hjá B36, Piotr Krakow- ski, valdi at skifta fleiri ungar og óroyndar leikarar inn í seinna hálvleiki, og hesir sluppu væl frá upp- gávuni. B36 minkar munin B36 misti ikki mótið, men helt fram við at leypa á íslendska málið. Hetta gav eisini úrslit móti endanum av dystinum, tá John Peter- sen minkaði um munin. Niels Joensen vinnur bóltin á miðvøllinum og sendir Jákup á Borg avstað í høgru síðu. Jákup sendir hart eftir jørð inn til John Petersen í brotsteiginum. Hann lyftir hegnisliga bólt- in upp, vendir sær og langar til bóltin, sum fer framvið málverjanum og í netið. Tá vóru bara fýra ella fimm minuttir eftir at spæla, men B36 var nær við at javna í seinasta álopinum í dystin- um. Heini í Skorini, sum er staddur í vinstra borði, fær eina sending frá Jákupi á Borg. Heini tekur bóltin niður og dregur síðani framvið tveimum íslendsk- um verjuleikarum. Hann kemur at standa væl fyri beint innanfyri brotsteigar- markið og roynir seg við skoti. Málverjin fær tó hondina á bóltin og hálv- bjargar, áðrenn ein verju- leikari beinir bóltin burtur. B36 var soleiðis nær við at javna í seinasta álopinum, men einki spurdist tó burturúr. ÍA gjørdist sostatt fyrsti vinnarin av Atlantic Cup, sum ætlanin er at hava á hvørjum ári. Hetta er eitt samstarv, sum er komið í lag ígjøgnum ferðavinnu- grunnin FITUR, og Atlan- tic Airways stuðlar tiltakin- um. Fótbóltssambondini í báðum londunum eru eisini við í hesi kappingini. Næsta ár verður Atlantic Cup spælt í Íslandi. Borgar- stjórin Jan Christiansen handaði eftir dystin akra- nesmonnum steyp. B36-ÍA 1-2 (0-1) Akranes fór við sigrinum John Petersen skoraði einasta málið hjá B36. ÍA fór tó avstað við steypinum, hóast B36 gav teimum harða mótstøðu 29 28 Nr. 80 - 30. apríl 2002 Hóast Vejle megnaði javnleik ímóti OB, so duttu teir eitt sindur nærri niðurflyting- arstrikuni, enn teir vóru frammanundan SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað er framvegis lagt upp til eina rimmar finalu, tá Brøndby sunnudagin 12. mai í næstsíðsta umfarinum fer í Parkina at vitja FCK. Brønd- by er framvegis tvey stig frammanfyri FCK. Liðini tykjast bæði vera í serflokki í løtni. Tí eru vánirnar góðar fyri, at tey fara at vinna allar hinar dystirnar. Gera tey tað, so verður takið hjá FCK at fáa øll stigini ímóti Brøndby. Tað fer at hava við sær, at FCK fer at endurvinna DM. Um teir ikki vinna, so verður tað Brøndby, sum verður meistari. Brøndby er rættuliga kom- ið fyri seg aftur. Eftir at teir fyrr í vár mistu átta stig í mun til FCK, hava teir nú vunnið tveir dystir á rað. At norski Åge Hareide loysti seg sjálvan úr venjarastarv- inum, og at gamli revurin Tom Køhlert fekk ábyrgdina hevur broytt liðið frá at vera ein flokkur av spjaddum taparum og til at vera ein vinnandi eind, sum spældir við stórum sjálvsáliti og nógvum íblástri. Tað fekk AB at kenna sviðan av sunnudagin. 13.487 áskoðarar vóru í Brøndby, og á nógv teimum flestu var lagið ógvuliga gott. Heimaliðið vann 5–0. Fyrstu løtuna í 2. hálvleiki fóru teir heilt uppfrá. Tá skoraði Brøndby fýra mál í tólv minuttir. Tom Køhlert og Brøndby fegnast um samtarvið. Í tveimum dyst- um hevur úrtøkan verið seks stig. AaB fallið í fátt Fimti síðsta umfarið var málríkt. Í seks dystum vórðu skorað 26 mál. Tað eru fleiri enn fýra í miðal fyri hvønn dystin, og tað er rættuliga nógv. Tað er ikki so langt síð- ani, at AaB var triðja liðið í kappingini um DM. Nú eru teir í Aalborg púrasta falnir í fátt. Fyri sættu ferð í hes- um kappingarárinum taptu teir á heimavølli. Møgu- leikin at vinna bronsumerk- ini og at sleppa upp í part í UEFA Cup er um at gleppa AaB av hondum. Tí sigur tað seg sjálvt, at teir flestu av teimum 5.984 áskoð- arunum á Aalborg stadion sunnudagin vóru argir. Venjarin, Peter Rudbæk, var einki serliga populerur. FCM vann 1–0, og har- við hava teir blandað seg upp í stríðið um plássini í Europa Cup. Botnstríðið tættari Christian Høgni Jacobsen var ikki á Vejle liðnum, sum hevði vitjan av OB. Odense liðið hevur staðið seg væl seinastu nógvu vikurnar og hevur blandað seg í stríðið um bronsumerkini. Hesa ferð fingu teir bara eitt stig, og teir hildu seg havi betri uppiborið, tí teir høvdu møguleikar at skora mál. Vejle málið skoraði nýggi brasiliumaðurin Baré, eftir at langt innkast var komið innfyri. Men hóast Vejle fekk eitt stig, so komu teir nærri botninum. AGF, sum er á øðrum niðurflytingarpláss- inum, hevði heimavøll ímóti Viborg, og teir vunnu 4–3 í sonnum gysara. Sigursmálið fingu teir, tá tað restaðu sjey minuttir. 5.368 áskoðarar vóru á Århus stadion í nógva regninum. Og nú vóna tey í Århus, at tað skal eydnast at varðveita liðið í bestu deild- ini. Góðu vónirnar grunda tey m. a. á, at Jacob Laursen, sum var stýrimaður í FCK verjuni í fjør, er komin í AGF verjuna. Hann er leig- aður úr Onglandi, og donsku fjølmiðlarnir vita at siga, at talan er um dýrasta leigusátt- mála, sum nakrantíð er gjørdur í superliguni. Í År- hus vóna teir, at dýra spæl- arin fer at vísa seg at vera gull verdur fyri AGF. Eisini hitt liðið, sum kapp- ast við Vejle um at sleppa undan niðurflyting, vann. Silkeborg hevði vitjan av longu niðurflutta Lyngby, sum varð sent til hús við 5–2 tapi. Í Silkeborg iðraðu teir seg um, at tað skuldi eydnast gestunum at skora tvær ferðir. Í annaðkvøld verður spælt soleiðis: AB–AaB, FCK- Vejle, Lyngby-Esbjerg, OB- AGF, Silkeborg–FCM og Viborg-Brøndby. Eftir at hann hevði skorað tvey mál í Esbjerg hildu donsku fjølmiðlarnir, at Todi Jónsson hevði verið besti maður á vøllinum SUPERLIGA Jóannes Hansen Tað eru málini, sum telja hjá einum álopsspælara. Tað hevur Todi Jónsson aftur og aftur sagt. Sunnu- dagin fekk hann enn eina ferð staðfest, at sum álops- maður í FCK er tað á málvektini, at hann verður vigaður. Eitt korter undan dystar- enda varð Todi skiftur út. Peter Møller kom inn í staðin. Venjarin vildi, sum hann hevur gjørt fleiri av undanfarnu ferðunum, spara dýru lørini hjá Toda, sum í sjey mánaðir vóru í so mikið vánaligum standi, at hann noyddist at sita utt- anfyri alla tíðina. Um Todi ikki hevði havt skorað í Esbjerg, so hevði skoðsmálið í donsku fjøl- miðlunum eftir útskifting- ina verið vánaligt. Nú skor- aði Todi Jónsson tvær ferðir í Esbjerg, og so var eingin endi á góðu ummælunum. Hann fekk besta skoðs- málið av øllum og var sjálvskrivaður á vikulið- num. Tað kann ikki sigast annað, enn at teir í FCK hava verið boysnir við Esbjerg. Í vár vunnu teir 6–0 í Parkini ímóti teimum, og í síðstu viku syrgdu teir fyri, at Esbjerg ikki rakk steypafinaluni. 3–1 sigurin í Esbjerg var tann fyrsti hjá FCK har vesturi, síðani superligan fyri tíggju árum síðani sá dagsins ljós. Lótu seg ikki kroysta Hjá FCK er tað einki sum eitur. Eftir at Brøndby aftur er farið at vinna, er tað neyðugt hjá FCK at vinna hvørja ferð. Tá teir seint seinnapartin sunnudagin fóru á regntunga vøllin í Esbjerg, vistu teir í FCK, at Brøndby fyrr um dagin hevði vunnið sannførandi á AB. Men FCK menninir lótu seg ikki kroysta. Eitt korter var farið, tá Zuma gjørdi nyttu av vánaligum verju- spæli, og tríggjar minuttir seinni stútaði Todi Jónsson til 2–0, eftir at Carsten Fredgaard hevði lagt inn- fyri úr vinstru. Tríggjar minuttir eftir steðgin staðfesti Todi sigurin eftir snarálop. So hevði tað bara kosmetiskan týdning, at Esbjerg í 72. minutti mink- aði um munin til endaliga úrslitið. 3–1 til FCK. Tað regnaði illa, og donsku fjølmiðlarnir spældu uppá, at hetta vóru akkurát líkindi hjá einum føroyskum spælara at gera um seg: – Eg havi mangan spælt fótbólt í verri líkindum enn hesum, helt Todi Jónsson fyri. Hann var sjálvandi fegin um at hava skorað tvey mál, men hann hevði bæði beinini á jørðini. Hann veit væl, at hann verður vigaður á vektini, har mátistokkurin eru málini, sum hann skor- ar. Hesa ferð skoraði hann tvey, og tað gleddist hann um. Men so er tað næsti dysturin. Hann verður longu í annaðkvøld, tá FCK fær vitjan í Parkini av Vejle. Tað er teoretiskur møgu- leiki fyri uppgerð millum tveir føroyingar – um Christian Høgni Jacobsen verður á Vejle liðnum. At Todi Jónsson verður í FCK álopinum er einki at ivast í. Turkurin hjá Toda liðugur Brøndby aftur á kósini C M Y K 28