Sosialurinarkiv
Sosialurin 1962-12-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 1962síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LUCIA (Framhald frá 3. síðu) LUCIA: Ja, eg eri vorðin bangin, men eg seti álit mítt á Harran Jesus Kristus, Hann sum leið kross- deyðan fyri meg og teg. Ikki dugi eg at hugsa, at eg nakrantid skuldi gingið í deydan fyri trúnna, men eingin veit kgnu sína. CLAUDIUS: Tú plagdi fyrr so dúgliga at siga mær frá pinslavåttunum, teir sungu og lovaðu Guði, meðan teir brerdu á báli, segði tú. Fert tú kanska at gera tað sama, um so verður tær fyri? LUCIA: Brerd á báli! (skríggjar) Claudius, hvat sigur tú? CLAUDIUS: Hatta var bara nakað, eg segði, men oll eiga at vera til reiðar, er tað ikki so, tit siga, LUCIA: Ju, so er, vakið og biðið, sigur Harrin, tí eingin veit tíman. CLAUDIUS: Ja, nú haldi; eg, at eg fari, farvæl. LUCIA: Fert tu, skulu vit ikki tosa um hetta? CLAUDIUS: Tað er ov seint, Lucia, farvæl. LUCIA: Ov seint? Hvat meinti Claudius? Doyggja? Hví segði hann so? Øll vit kristnu hava jú frið við keisaran, tað er einki at óttast fyri. — Ella er tað kanska? Sum alt er dapurt bæði uttan um meg og inni í mær. Doyggja fyri Kristus. Tað er tað størsta, ið kann henda eini menniskju, siga prestarnir. Tað er hugtakandi at lesa um pinslavåttarnar, men sjálv at fara at verða martýrað, áh sum tað er svårt alt samalt. Eg orki ikki at hugsa meir. Ég má fara innar í kamar mítt at tosa við Guð í einsem; — her kann altíð onkur koma. FRASØGUMADURIN: Deyðsangistin er komin til Luciu og nú byrj- ar henrara sålarkampur. Aftan á nógvar vøku- nætur i bøn til Guo, firnur Lunia frid og legg- ur alt i Harrans hond, hvat ið enn møtir henni so veit hon, at tað er Harrans vilji, og at Hann ikki sleppur henni fyrrenn hon sær Hann í Paradisi. Dagarnir ganga, og eingin Claudius kemur at vitja. Eitt kvøldid situr móðirin Helera úti i urta- garðinum, og Lucia kemur út til hennara. HELENA: Er tað tú, kæra Lucia? LUCIA: Eg komi eftir tær, móðir, er tað ikki nakað seint at sita úti, tú en; ikkj røsk enn, HELENA: Tað man ikki bila — eg fái meg ikki at fara innar, alt er so vakurt í kvold. Aftur og aftur sigur náttúran mær, hvussu al- máttigur Gud er. Tá ein hevur ligið leirgi sjúkur, og so kemur út aftur, so sær ein alt við nýggjum eygum, og merkir sum ongatíð fyrr, at lívið er ein dýra- bar gáva. LUCIA: Ja, lívið er eim dýrabar gáva, lat okkum ongatid gloyma, at:tað er ein gáva — eitt lån, kurnu vit siga. HELENA: Ja, so er, kæra Lucia. Tú minnist eg so ofta havi sagt tær um Job. Hvussu segði hann ikki: Harrin gav Harrin tók — Harrans navn veri lovað. Og tað vóru ikki tóm orð hjá hon- um, Neyvan nøkur menriskja hevur havt so svárar sorgir, sum hann. LUCIA: Um vit kundu komið Gudi so nær sum Job og tíkið soleiðis móti ollum, id lívið hevur ti) okkara. HELENA: Kæra Lucia, Guð leggur ikki meira á okk- um enn vit eru ment at bera, tað kanst tú vera viss í. Tá pápi tín lá at doyggja var tað ógvuliga svárt hjá mær. Eg bønadj og bað Guð gera harn friskan, men Hann bønhoyrdi meg ikki. Ikki fyrrenn eg hevði lært at biðja: ikki verði vilji min, men tin, fekk eg frið vid Guð. Og Harrin slepti mær ikki. Hann hjålpti mær og styrkti meg í sorgini. Tað størsta er at hava vissu fyri at koma heim, tá ið vit fara hiðani frá, og so at síggja sínu kæru har. LUCIA: Ja, kæra móðir, tað er tað størsta. (Tøgn) Skulu vit ikki fara innar? HELENA: Ju, lat okkum fara. Sum tað er merkiligt fyri mær, at tú longu ert vaksin, Lucia. Tað er fyri mær sum ígjár, tá pápi tír kom inn og sá teg fyrstu ferð. Hann tók teg upp og risti krossmerkið yvir bringu tína og andlit títt, áðrenn hann kysji teg. Og so tann dagin, eg bar teg fram til doypi , funtin. i Rikar løtur her å fold. Komm, Lucia. FRASØGUMADURIN: Nú koma aftur trongar tíðir fyri tey kristnu í Romverjarrikinum, fleiri verða dripin, har- millum Lucia — Claudius fær hana dømda og brendað á báli. Fyri móðurina Helenu var hetta dyggasti smeitur, hon hevði fingið í lívinum. Veik sum hon var, gjørdist hon álvarsama sjúk, men aftaná langa og stranga legu, kom hon tó upp- aftur eina ferð enn. Tíðin gorgur og Helena finnur sær fótafesti av nýggjur aftur í lívinum. Presturin í bygdini er gamal vinur av hús- inum og gongur olta at vitja og troysta. HELENA: Tað var vakurt av tygum faðir at vitja int ar í dag. PRESTURIN: Tað er mær ein gleði at vitja teg, barn mítt. HELENA: Um tygum vistu hvussu stóra hjálp tygum hava veitt mær í hesi døpru sorgartíð. Gott at vita so lítið. Hva; er ikki alt væl fyrireikað av Harrarium. Vit skulu bert taka ein dag ísenn og líta á Harn. PRESTURIN: Tú ert komir langt áleiðis, kæra Helena. HELENA: Í fyrstani ynskti eg bara eftir deyðanum, ja, eg triglaði e'tir hortum. Eg segði aftur og aft- ur við Frelsaran, at eg vildi sleppa heim at móta mínum kæru, — Tá kom eg knappliga at hugsa um Job. Lucia og eg høvdu so ofta tosad um hann, og so minntist eg, hvat eg hevði sagt við Luciu: Harrin leggur ikki meira á okkum, enn vit eru ment at bera. TÁ sá eg hvussu stutt eg var komin á trúarinnar vegi. Vit skulu jú leggja allar okkara sorgir á Harran. Hvussu sigur Jesus ikki: Komið til mín, oll tit, sum eru troytt, og ti: sum hava tað ringt. Eg var so langt nidurkomin sum ongatid fyrr. men Jesus heyjaði meg upp. Guð havi lov fyri tað. Lucia er deyð: hon doyði við Jesusnavninum á varrum sínum, og nú er hon í himmalinum, tað vita vit. Jesus hevur sjálvur sagt, at hann, ið missur liv sítt fyri Hann, ska} bjarga ti. PRESTURIN: Minnið um Luciu fer at liva gjørum øld- irnar, hon, sum læt liv sítt fyri Frelsaran. Um allan heimin fara urgar genur at minnast hana og heiðra hana. HELENA: Lucia, mín einasta, elskaða dóttur, tað vildi glett meg, um minnið henrara fer at liva gjøgn- um øldir, men heidurin verið Guði og Guði aleina. Harrin gav — Harrin tók — — Harrans (navn verið Jovað. PRESTURIN: Amen. FRASØGUMADURIN: Øldirnar fara, og gledibodskapurin verdur borin vida út um heimin. Túsund ár aftaná at einglarnir sungu: Tykkum er í dag ein frels- ari føddur, kom sami boðskapur til oyggjar okkara, og forfedrarnir tóku við kristnari trúgv. Øldirnar gingu, og víða hvar vórðu kirkj- unnar reistar og við teimum fastir siðir. Minnið um pinslavåttamar livdi og livir. Í Svøriki, á tí langa og myrkra vetrinum, var longsulin eftir jólunum og ljósinum sterkur. Tí fingu fólk sær har eina ljósveitslu framan- undan jólahalguni á stytsta degi — og vígdu tey hara minninum um Luciu — Luciadagurin. Hesin dagur er ein boðberi um ljósið, sum jólanátt kom inn í heimin, øllum menniskjum til frelsu. LUCIA-SKRÚÐGONGAN: (Alt ljósið í salinum verður slokt og fyrst hoyrist ein murran uttanfyri, so byrjar sang- urin, og skrúðgongar gongur einar tvær ferðir nunt um pallin (hvor gertan aftan á aðra) fyrst Lucia-drottningin vid tendraðum ljósum á høvdinum cg hondurum faldadum (sum kato- likkarnir), og hinar seks bera brennandi ljós og halda tey við faldadum hordum, so sum vit falda tær. Tær eru í hvítum løkum, Gullstjórn- ur kunnu verða he'tar uppá tær.) j.h. SANKTA LUCIA Nåttin, hon líður kvirt, stilli um tún og garð, alt liggur deytt og myrkt, skuggar um gjúpan dal, tó inn um húsagátt stígur á hesi nåti Sankta Lucia, Sankta Lucia. Køvandi svørt er nátt, luria, hoyr sangin, missir tå mål og mått ljóð sum av veingjum, tå inn um durin vår stígur vid ljós á hár" Sankta Lucia, Sankta Lucia. o I