týsdagur 30. apríl 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 80 - 30. apríl 2002
Nr. 80 - 30. apríl 2002
33
Enn eina ferð vóru
teir í Hvidovre
undirmannaðir, tá
teir taptu á heima-
vølli, og Randers
Freja reisti seg eftir
steypavónbrotið í
síðstu viku
1. DEILD DANMARK
Jóannes Hansen
Tað gongur ikki væl hjá
Hvidovre. Tað tykist sum
um teir bíða eftir, at
kappingarárið skal vera
liðugt. Tá fer liðið at
spjaðast í allar ættir. Men
teir skulu ansa sær. Fleiri av
liðunum, sum eru undir
Hvidovre á støðutalvuni,
eru farin at gera eitt sindur
um seg. Eitt dømi um hetta
er B93, sum sunnudagin
vann 2–0 á heimavølli
ímóti Skive. Tað er okkurt,
sum bendir á, at gamla stór-
felagið á Eysturbrúgv fer at
varðveita sessin í næstbestu
deildini.
Og kappingarárið verður
langt í næstbestu donsku
deildini. Síðsta umfarið
verður ikki fyrrenn 16.
juni. Tað vil siga, at teir
fara at spæla, meðan danir
og øll onnur fara at fylgja
við, hvussu tað fer at ganga
hjá m. a. Danmark í HM
kappingini. Tað verður ikki
serliga hugaligt hjá Óla
Johannesen og teimum.
Hesa ferð hevði Hvid-
ovre vitjan av B1913 úr
Odense. Gestirnir fóru við
øllum. Tíðliga í 2. hálvleiki
misti Hvidovre ein mann, tí
tá sá Jakob Just reytt. Í 54.
minutti skoraði B1913 tað,
sum seinni vísti seg at
verða sigursmálið. Hvid-
ovre megnaði ikki við færri
spælarum at venda gongd-
ini. Komandi sunnudag
skal Hvidovre spæla í Kol-
ding.
Atli Gregersen er ikki
millum teir ellivu bestu hjá
Randers Freja. Men tað
gongur væl hjá krúnjydun-
um, sum teir plaga at verða
nevndir. Randers megnaði
hóskvøldið 0–0 á heima-
vølli ímóti OB. Tá var talan
um seinnu hálvfinaluna í
steypakappingini.
OB
hevði vunnið tað fyrru 1-0.
Tí verður tað OB, sum skal
spæla ímóti FCK í finaluni
í Parkini Kristi himmals-
ferðardag.
Randers Freja hevði stór-
an heiður av avrikinum
ímóti superligufelagnum.
Og teir vístu sunnudagin, at
tað stendur væl til. Johan B.
Hansen og Fredericia vitj-
aðu, og Randers Freja vann
1–0.
Í toppstríðnum er Farum
væl fyri. Teir vunnu 5–1 á
útivølli ímóti Brønshøj.
Christian Andersen, Farum
venjarin, segði eftir dystin,
at hann ivast ikki í, at liðið
hjá honum er nóg gott at
blanda seg í ovaru helvtina
av superliguni.
Oddaliðið Køge tapti 2–1
í Valby ímóti Frem. Ole
Mørch og hansara menn í
Frem vóna framvegis, at
tað skal eydnast teimum at
flyta upp.
HFK Sønderjylland tyk-
ist vera punkterað. Hesa
ferð taptu teir 4–0 í Her-
følge. Gamla felagið hjá
Jákupi Mikkelsen er komið
fyri seg. Teir flyta ikki upp í
ár, men um teir varðveita
fólkið, so kunnu teir fara at
gera um seg komandi kapp-
ingarár.
Jákup Mikkelsen var á
beinkinum, tá liðið
hjá honum vann
tryggan sigur og
harvið framvegis er
ósigrað
NOREG
Jóannes Hansen
Tað gongur væl hjá Molde.
Sunnudagin var triðja um-
farið í bestu norsku deildini
á skránni. Molde hevði
heimavøll ímóti Viking úr
Stavanger. 5.200 áskoðarar
møtttu upp, og lagið var
gott. Heimaliðið vann 3-0.
Venjarin Gunde Bengtsson
segði seg vera sera fegnan
um, at hansara lið vísti
trygt, væl skipað og mál-
søkið spæl.
Mest eyðsýndi spælarin
var í slendski álopsmaðurin
Andri Sigthórsson. Hann
skoraði fyrsta málið í yvir-
tíðini í 1. hálvleiki. Í 2.
hálvleiki skoraði Molde í
54. og 78. minutti.
Jákup Mikkelsen var á
beinkinum. Í málinum stóð
Eddie Gustafsson, sum í
VG fekk miðal skoðsmál
fyri avrikið – eitt fimm tal.
Vónin hjá Jákupi má vera,
at kappingarneytin verður
biðin at koma til HM við
svenska landsliðnum. Tað
verður í Suðurkorea og Jap-
an um ein mánað. Molde
hevur havt tríggjar málverj-
ar, men nú er tann triði leig-
aður úr. Knud D. Lillebakk
fór 23. apríl til Bryne. Har
skal hann vera inntil 30.
mai.
Bodø fremst
Molde
er
næstfremst.
Frammanfyri teir er Bodø/-
Glimt, sum – á sama hátt
sum Molde – hevur vunnið
tvær ferðir og eina ferð
spælt javnt. Teir eru eitt mál
frammanfyri Molde. At lið-
ið er Bodø er fremst er
óhoyrt. Teir plaga at stríðast
í botninum.
Hesa ferð høvdu teir í
Norðurnoregi vitjan av Sta-
bæk, sum varð sent til hús
aftur við 2–0 tapi.
Aftast er Brann úr Ber-
gen. Teir eiga framvegis á
at vinna. Íslendski venjarin,
Teitur Þórdarson, sigur seg
ikki vilja geva skarvin yvir.
Hann heldur, at teir arbeiða
miðvist og álvarsliga, og at
sigrarnir fara at koma. Hesa
ferð var úrslitið 2–2 á úti-
vølli ímóti Start. Hetta var
triði javnleikurin í trimum
dystum hjá Start.
Rosenborg á talvuna
Favorittarnir úr Tróndheimi
hava havt eina laka byrjan.
Hesa ferð var kortini eingin
ivi. Rosenborg hevði leyg-
arkvøldið vitjan av Lyn,
sum varð sent til hús við
5–1 tapi.
Saman við Molde hevur
verið roknað við, at Lille-
strøm skuldi kappast ímóti
Rosenborg. Sunnudagin var
avrikið hjá Lillestrøm ikki
gott. Teir spældu vánaliga á
útivølli ímóti Bryne, sum
hevði uppiborið at fingið
meiri enn 1–1 á heimavølli.
Á Ullevaal hevði Våler-
enga vitjan av fyrrverandi
føroyska liðnum Sogndal.
Heimaliðið vann 2–0. Hetta
var fyrsti sigurin hjá teim-
um í ár.
Í Moss vóru teir illa
hýrdir. Teir trýstu støðugt á
heimavølli
ímóti
Odd
Greenland, men tað vóru
gestirnir, sum fóru við øll-
um. Teir vunnu 1–0.
Tað verður spælt aftur í
Tippuliguni í annaðkvøld.
Stórdysturin verður ímill-
um Lillestrøm og Rosen-
borg. Molde skal spæla á
útivølli ímóti Lyn.
Hvidovre kiksaði aftur
Molde sera sannførandi
C
M
Y
K
33
32