Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 80 - 30. apríl 2002 Nr. 80 - 30. apríl 2002 35 VAL OG VALTØL Jan Müller Tað er valdagur í dag. Spenningurin er stórur, og í kvøld verður greitt, hvør skal manna løg- tingið komandi val- skeiðið. Aftaná verða politisku samráðing- arnar, sum fara at hava sum mál at finna eina samgongu at vera grund- arlag undir landsstýr- inum. Í síðstu viku og aftur í dag hevur Jóannes Han- sen, samfelagsfrøðingur, skrivað greinar um, hvussu tað hevur gingið fyri seg nógvu tær síðstu ferðirnar í ymsu valdøm- unum. Hann hevur sett orð og søgur, persónar og serlig fyribrigdi á tølini. Tey, sum hava við per- sónligu atkvøðutølini at gera, hava ikki verið frammi í sovornum yvir- litum áður. Fleiri hava nevnt fyri okkum, at hetta hevur verið sera áhugavert. Jóannes Hansen sigur, at upplýsingarnar um persónligu atkvøðutølini hevur hann fingið úr Valbók fyri Føroyar, sum tað verður nevnt, og úr gerðabókunum fyri val- nevndirnar í valdøm- unum. Hetta er eitt arbeiði, sum er gjørt í sambandi við løgtings- søguna, sum ætlanin er at geva út seinni í ár, nú tað eru 150 ár síðani, at løg- tingið varð endurreist. Valtølini fyri flokk- arnar og valdømini hevur Svend Thulesen, fyrr- verandi stjóri hjá J. F. Kjølbro, arbeitt nógv og gjølla við. Jóannes Hansen sigur, at Svend Thulesen hevur arbeitt við tølunum aftur til krígsárini. Í bókini Val og valtøl, sum Einar Waag gav út eftir løgtingsvalið í 1966, eru upplýsingar um valini frá 1906 og til 1966. Í sínum arbeiði hevur Svend Thulesen rættað teir skeivleikar, sum vóru í tølunum hjá Einari Waag. Hesir komust m. a. av, at Einar Waag hevði brúkt bløðini sum keldu. Svend Thule- sen hevur brúkt Valbók fyri Føroyar sum keldu. Jóannes Hansen sigur, at bøkurnar hjá val- nevndunum hava víst, at tað eisini eru skeivleikar í Val og valtøl í valunum undan 2. heimsbardaga. Orsøkin er ivaleyst tann sama, altso at Einar Waag hevur brúkt bløðini sum heimildarkeldu. Í bløðunum eru úrslitini, sum tey hava sæð út undan fínteljingini, og so eru slagfeilir og onnur menniskjalig mistøk eisini. Nakað herfyri lýstu Løgtingsskrivstovan og Jóannes Hansen eftir val- bókunum fyri Suður- streymoyar og Sandoyar valdømir fram til 1958. Enn hevur einki verið at hoyrt um hesar bøkurnar. Jóannes Hansen heitir inniliga á tey, sum vita nakað um hesar bøkurnar at siga, um at siga honum ella Løgtingsskrivstovuni frá. Rættleiðingar til greinarnar, sum hava verið í Sosialinum um val og valtøl hesa sein- astu vikuna eru eisini væl komnar. Í kvøld verður Jóannes Hansen, sum hann hevur verið á valunum nógvar tær síðstu ferðirnar, gestur í sjónvarpinum. Bæði sjónvarpið og út- varpið fara at senda úr Norðurlandahúsinum. Tað er næstan ikki komið fyri, at somu flokkar hava vunnið umdømisvaldu tingmenninar meiri enn tvær ferðir upp í slag í Vágum, har Svend Aage Ellefsen er tann einasti, sum hevur fingið fleiri enn 300 persónligar atkvøður VÁGA VALDØMI Vága valdømi eigur tveir umdømisvaldar tingmenn. Fólkaflokkurin og Sam- bandsflokkurin hava átt umboðini síðsta valskeiðið. Hesir báðir flokkarnir hava vunnið umboðini á tveimum teimum seinastu valunum. Søgan vísir, at tað mest sum ikki er komið fyri, at vágafólk hava sett somu tveir flokkarnar á ting í meiri enn tvær ferðir upp í slag. Eittans undan- takið er, síðani floks- mynstrið gjørdist tað, sum hevur verið kent seinastu stóru hálvu øldina. Á valunum í 1980, 1984 og 1988 vóru tað eisini Fólka- flokkurin og Sambands- flokkurin, sum áttu um- boðini. Fólkaflokkurin hevur verið drúgvastur nógvu tey seinastu árini. Hann hevur átt annan mannin síðani 1980, men hann hevur ongantíð hetta skeiðið verið fyrstvaldur. Burtursæð frá 1990–1994 hevur Sam- bandsflokkurin átt annan mannin síðani 1978. Hann hevur verið fyrstvaldur hvørja ferð. Ofta sera tætt Sum í hinum smáu valdøm- unum hevur tað ofta verið sera tætt millum teir tríggjar flokkarnar, sum hava kappast um sessirnar í Vágum. Tær báðu seinastu ferðirnar hevur gloppið frá Fólkaflokkinum á øðrum plássi og aftur til Javn- aðarflokkin verið væl meiri enn hundrað atkvøður. Tá hevur tað verið óvanliga stórt. Síðsta dømið um, at munurin hevur verið sera lítil, var í 1990. Tá misti Sambandsflokkurin mann- in. Fólkaflokkurin hevði átta atkvøður fleiri enn Sambandsflokkurin. Úr- slitið av tí valinum var sera óvæntað. Ivan Johannesen hevði í eitt hálvt ár verið landsstýrismaður í fíggjar- málum, og Sune Jacobsen hevði verið tingmaður fyri Sambandsflokkin í Vágum. Spurningurin undan valinum var í Vágum mett- ur at vera, hvør skuldi umboða valdømið saman við Sambandsflokkinum. Úrslitið vísti, at vágafólk vóru farin at spekulera við atkvøðuni. Tað snúði seg um, hvørt tað skuldi vera fólkafloksmaðurin ella javnaðarmaðurin, sum skuldi røkka seinna mann inum. Bæði Javnaðar- flokkurin og Fólkaflokk- urin vunnu menninar, og Sambandsflokkurin datt niður ímillum. Onnur dømi um, at tað hevur verið tætt í kapp- ingini um umboðini í Vág- um, eru valini í 1988, tá tíggju atkvøður vóru mill- um Fólkaflokkin og Javn- aðarflokkin, í 1974 tá Javnaðarflokkurin var fýra atkvøður frammanfyri Sambandsflokkin, í 1970 tá Sambandsflokkurin var seks atkvøður undan Fólkaflokkinum og í 1966, tá Fólkaflokkurin vann seinna sessin tvær atkvøður frammanfyri Javnaðar- flokkin. Tað ber illa til at hava størri spenning í telvingini. Næstan tveir sambandsmenn Í stóru veljarakanningini fyri einum lítlum mánað síðani stóð Sambands- flokkurin til at fáa báðar teir umdømisvaldu ting- menninar í Vága valdømi. Sambandsflokkurin hevur ongantíð átt báðar menninar í Vágum, men tað var heilt tætt við í 1978. Pauli Ellefsen, sum tá hevði verið formaður í Sambandsflokkinum og andstøðuleiðari ímóti samgonguni millum Fólka- flokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin í fýra ár, var væl umtóktur, og tað sást eisini aftur í undir- tøkuni í valdøminum, har hann hevði slitið sínar barnaskógvar. Sambands- flokkurin fekk 666 at- kvøður. Fólkaflokkurin fekk 336 og fekk seinna mannin. Um Fólkaflokk urin hevði fingið fýra atkvøður færri, so hevði Sambandsflokkurin átt bæði umboðini. Fyrstu árini eftir floks- býtið í 1906 átti Sjálv- stýrisflokkurin bæði um- boðini úr Vága valdømi, men eftir at Javnaðar- flokkurin og Fólkaflokk- urin fóru at bjóða seg fram, er tað bara eina ferð komið fyri, at sami flokkur hevur fingið báðar teir um- dømisvaldu menninar. Tað var í 1943. Fólkaflokkurin fekk tólv av 25 ting- monnum, og tveir av teim- um vórðu valdir í Vága valdømi. Bygdakappingin Umframt at tað ofta hevur verið skift út millum Fólkaflokkin, Sambands- flokkin og Javnaðarflokkin, sum við undantaki av 1966–1970 var umboðaður av Haldori Hansen frá 1958 og til 1980, so er tað tey seinnu árini ofta komið fyri, at vágafólk hava valt nýggjar tingmenn, sjálvt um flokkarnir, ið hava átt umboðanina framman- undan, hava vunnið hana aftur. Á fólkaflokslistanum misti Svend Åge Ellefsen sessin í 1994 til Jørgen Niclasen, og á sambands- listanum er fleiri ferðir skift út: Í 1988 misti Ivan Johannesen sessin til Suna Jacobsen. Ivan Johannesen varð valdur, tá Sam- bandsflokkurin í 1994 endurvann sessin, sum teir høvdu mist í 1990. Ivan Johannesen var ikki á listanum í 1998. Men tá var tað Marius Dam og ikki Sune Jacobsen, sum varð valdur. Broytingarnar eru stað- festing av stóru kappingini, sum er millum tær tríggjar stóru bygdirnar í Vágum. Tað snýr seg við øðrum orðum ofta eins nógv og kanska meiri um at velja millum lokalar persónar, enn at velja millum flokk- arnar. Tvær tær seinastu ferðirnar hava tað verið Sørvágur og Miðvágur, sum hava átt løgtings- sessirnar. Tær báðu ferð- irnar frarmmanundan vóru tað Sørvágur og Sanda- vágur, og í 1980 og í 1984 vóru tað Sandavágur og Miðvágur, sum áttu ting- menninar. Persónligu tølini Svend Aage Ellefsen í Sandavági er tann, sum hevur persónliga atkvøðu- metið í Vágum. Tað setti hann í 1984, tá hann fekk 306 persónligar atkvøður. Hann er tann einasti í Vága valdømi, sum nakrantíð er rokkin upp um trý hundrað atkvøður. Svend Aage hevur ikki verið valdur síðani 1994, og hesa ferð er hann ikki á listanum. Á valinum fyri fýra árum síðani fekk Jørgen Niclasen 183 atkvøður. Tað er higartil besta persónliga valið hjá honum. Vilhelm Nielsen í Sanda- vági umboðaði Fólka- flokkin frá 1958 og til 1970 og aftur 1974–1978. Tá hann varð valdur síðstu ferð fekk hann 223 per sónligar atkvøður. Tað var væl fleiri, enn hann nakrantíð hevði fingið áður. Frank Davidsen í Sørvági varð valdur á ting, tá Javnaðarflokkurin í 1990 hevði sítt besta val nakran- tíð – bæði í Føroyum sum heild og eisini í Vágum. Frank Davidsen, sum ikki var á listanum fyri fýra árum síðani, og sum heldur ikki er uppstillaður hesa ferð, fekk ta ferðina 292 persónligar atkvøður. Tað er meiri enn Haldur A. Hansen nakrantíð fekk. Besta valið hjá honum var í 1970, tá hann fekk 282 persónligar atkvøður. Ivan Johannesen og Sune Jacobsen eiga persónliga atkvøðumetið hjá Sam- bandsflokkinum. Ivan Jo- hannesen fekk 289 per- sónligar atkvøður í 1980, og Sune Jacobsen fekk 289 persónligar atkvøður í 1988. Leon Joensen, sum umboðaði Sambandsflokk- in í Vágum í 20 ár, fekk 287 persónligar atkvøður í 1966. Faðir og sonur úr hvør sínum flokki Í 1990 vóru Atli P. Dam og Helena Dam á Neystabø vald á ting. Faðir og dóttur umboðaðu hvør sín flokk. Atli var formaður í Javn- aðarflokkinum, og Helena gjørdist formaður í Sjálvstýrisflokkinum. Tað var ikki komið fyri áður, at tvey ættarlið í beinari linju vóru formenn fyri hvør sín flokk. Men tað er komið fyri áður, at faðir og sonur hava sitið á tingi í senn, og at teir hava umboðað sama valdømi fyri hvør sín flokk. Tjóðveldisflokkurin hevur bara verið umboð- aður í Vága valdømi 1950–1958. D. P. Daniel- sen, sum var ættaður av Ryggi í Miðvági og sum hevði verið í útlegd krígsárini, áðrenn hann búsettist í Havnini, varð valdur báðu ferðirnar. Fyrra skeiðið var hann eykavaldur og seinnu ferðina var hann umdømis- valdur. Í fyrra skeiðnum sat D. P. Danielsen saman við pápa sínum, Sørini Danielsen, sum var valdur fyri Sambandsflokkin í Vágum. Vilhelm Johannesen hevur í bókini Postur í Føroyum, sum kom út í 2001, eina viðmerking um valskeiðið 1950–1954 og at faðir og sonur umboðaðu ávikavíst Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin: "Hetta kann tykjast løgið, men meiri løgið var tað, at teir báðir stillaðu upp og vórðu valdir í Vága valdømi". Og so heldur Vilhelm fram: "Og uppaftur løgnari var, at hetta valskeiðið fekk Vága valdømi tríggjar tingmenn, og teir vóru allir miðvingar. Tann triði, sum varð valdur fyri Fólka- flokkin, æt Sámal Ellefsen og var faðir Bodil Ellefsen. So sigast má at Miðvágur – og serstakliga posthúsið í bygdini _ var væl umboðað í løgtinginum hetta val- skeiðið". Frammanundan hevur Vilhelm greitt frá, at Sørin hevði postin, D. P. var Tølini hava talað Vágarnar hava ofta skift út Jóannes Hansen sonur hansara, og Bodil Ellefsen arbeiddi í postin- um. Hóast D. P. Danielsen varð valdur tvær ferðir at umboða Vága valdømi, so er tað merkisvert, at hann hvørgu ferðina fekk flest persónligar atkvøður tjóð- veldislistnaum. Í 1950 fekk hann 73. Tá fekk Jákup í Jákupsstovu, sum var ættaður úr Sørvági og búði í Havnini (hann hevði 1945–1946 umboðað Javnaðarflokkin í Vágum), 86 persónligar atkvøður. Í 1954 fekk D. P. Danielsen 63 persónligar atkvøður. Tá fekk Alexander Ortind í Sørvági 105 persónligar atkvøður. Báðu ferðirnar varð D. P. Danielsen valdur við listaatkvøðunum. Tær komu tí fyrst uppstillaðu til góða inntil vallógin varð- broytt undan valinum í 1966. Teir eykavaldu Vága valdømi hevur síðani 1966 bara átt tveir ting- menn. Eftir at talið á hægst møguliga talið av eyka- valdum í 1978 lækkaði úr tíggju og niður í fimm hava líkindini fyri eykavaldum í smáu valdømunum verið vánalig. Frá 1950 og inntil 1966 vóru trý umboð úr Vágum í løgtinginum. Eisini í val- skeiðnum 1936–1940 áttu Vágarnar tríggjar ting- menn. Ta ferðina áttu Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin um- dømisvaldu menninar og umboðið hjá Vinnuflokk- inum var eykavaldur. Tað var Samuel Ellefsen, sum frá 1940 og til 1958 var tingmaður fyri Fólka- flokkin. Sjálvstýrismaðurin í 1936 var Joen Jacob Simonsen í Sandavági. Síðani 1940 hevur Sjálv- stýrisflokkurin ongantíð fingið mann valdan í Vágum. Á valinum fyri fýra árum síðani hevði flokkurin besta valið í Vága valdømi síðani krígsbyrjan. Tá fekk flokkurin 215 atkvøður. Hóast hann ikki var uppstillaður í Vágum, men í Eysturoyar valdømi, so segðist góða undirtøkan til Sjálvstýrisflokkin at vera tøkkin til Sámal Petur í Grund fyri undirsjóar- tunnilin. Fólkatingsvalið í no- vember bendi á, at Sjálv- stýrisflokkurin í Vágum ikki verður so sterkur hesa ferð, sum hann var seinast. Ein av stóru spurningunum í Vága valdømi hesa ferð er tí, um Sjálvstýrisflokkurin aftur fer at fáa nógvar atkvøður, og um hann ikki fær tær, hvør so fer at fáa tær. Seinastu hálvu øldina hevur eingin flokkur í nøkrum valdømi havt so støðuga dygga undirtøku, sum Javnaðarflokkurin hevur havt í Suðuroy, har Petur Mohr Dam framvegis eigur persónliga atkvøðumetið SUÐUROYAR VALDØMI Javnaðarflokkurin hevur síðani á løgtingsvalinum í 1936 havt so gott tak á Suðuroyar valdømi, at tað síðani ikki hevur kent sín líka aðra staðni í landinum. Sum vit sóu í síðstu viku, so hevur Sambands- flokkurin verið sera sterkur í Eysturoyar valdømi, men hann hevur ikki megnað somu støðugu stóru um- boðan í løgtinginum, sum Javnaðarflokkurin hevur havt í Suðuroy. Á tveimum teimum seinastu valunum hevur Javnaðarflokkurin átt tvey umboð í Suðuroy. Síðst fekk hann fyrsta og annan mannin, og á katastrofu- valinum hjá Javnaðar- flokkinum í 1994, fekk hann fyrsta og triðja mann- in. Á øllum hinum valun- um, sum hava verið síðani 1962, hevur Javnaðar- flokkurin í Suðuroy fingið bæði fyrst og næst valda mannin. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann hevur havt meiri enn tvær ferðir so nógvar atkvøður, sum nakar av hinum flokkunum hevur havt. Á valinum í 1958 fekk Sambandsflokkin næst- valda mannin. Men ta ferðina vórðu tríggir av teimum fýra umdømisvaldu tingmonnunum í Suðuroy javnaðarmenn. Síðani tá hevur Javnaðarflokkurin fýra ferðir átt tríggjar av fýra umdømisvaldum – í 1962, 1966, 1978 og í 1990. Undan Dam skeiðnum Javnaðarflokkurin hevur havt fastatøkur á Suðuroyar valdømi so at siga, síðani hann fyrstu ferð stillaði upp á løgtingsvalinum í 1928. Ta ferðina var Petur Mohr Dam einsamallur valdur, og tað varð hann eisini í 1932. Men á valunum í 1940 og aftur í 1943 vórðu trý javn- aðarumboð í Suðuroy. Frammanundan at Javn- aðarflokkurin varð stovnað- ur hevði Sjálvstýrisflokk- urin átt fleiri umboð í Suð- uroyar valdømi, sum annars hevði verið sera sam- bandskt. Onkrir av teimum, sum í Suðuroy umboðaðu Sjálv- stýrisflokkin tíðliga í tíðini, vóru javnaðarmenn. Eitt nú Thomas Mikael Strøm, sum var tingmaður frá 1918 og til 1924. Í bókini FYLKING hjá Jóannesi Dalsgaard verður sagt, at hann longu í fyrstu røðu síni á tingi boðaði frá, at hann var sosialistur, og at hann fór at fylkjast við sosialistunum, tá ið tann dagur kom, at teir gjørdu politiskt felag í Føroyum. P. M. Dam eigur framvegis metið Styrkin hjá Javnaðarflokk- inum hevur verið so nógv størri í Suðuroyar valdømi, enn hon hevur verið aðrastaðni. Og tríggir av fýra floksformonnum eru komnir úr valdøminum – Petur Mohr Dam, Atli P. Dam og Jóannes Ejdes- gaard. Fjórði formaðurin, Marita Petersen, var vald í Suðurstreymi, men hon var 1966 Fólkaflokkurin 341 Vilhelm Nielsen 137 Sambandsflokkurin 422 Leon Joensen 287 Javnaðarflokkurin 339 Sjálvstýrisflokkurin 47 Tjóðveldisflokkurin 179 Framburðsflokkurin 35 1.164 1970 Fólkaflokkurin 301 Sambandsflokkurin 307 Leon Joensen 211 Javnaðarflokkurin 389 Haldor A. Hansen 282 Sjálvstýrisflokkurin 35 Tjóðveldisflokkurin 167 Framburðsflokkurin 79 1.278 1974 Fólkaflokkurin 480 Vilhelm Nielsen 223 Sambandsflokkurin 338 Javnaðarflokkurin 342 Haldor A. Hansen 207 Sjálvstýrisflokkurin 43 Tjóveldisflokkurin 189 Framburðsflokkurin 12 1.404 1978 Fólkaflokkurin 263 Sambandsflokkurin 666 Ivan Johannesen 254 Javnaðarflokkurin 336 Haldor A. Hansen 135 Sjálvstýrisflokkurin 41 Tjóðveldisflokkurin 167 Framburðs– og Fiskivinnuflokkur 48 1.521 1980 Fólkaflokkurin 336 Svend Aage Ellefsen 135 Sambandsflokkurin 629 Ivan Johannesen 289 Javnaðarflokkurin 310 Sjálvstýrisflokkurin 44 Tjóðveldisflokkurin 176 Framburðs– og Fiskivinnuflokkur 105 1.600 1984 Fólkaflokkurin 447 Svend Aage Ellefsen 306 Sambandsflokkurin 569 Ivan Johannesen 254 Javnaðarflokkurin 372 Sjálvstýrisflokkurin 48 Tjóðveldisflokkurin 163 Kristiligi Fólkaflokkurin 75 1.674 1988 Fólkaflokkurin 406 Svend Aage Ellefsen 196 Sambandsflokkurin 677 Sune Jacobsen 289 Javnaðarflokkurin 396 Sjálvstýrisflokkurin 89 Tjóðveldisflokkurin 157 Kristiligi Fólkaflokkurin 97 Framsóknarflokkurin 22 1.844 1990 Fólkaflokkurin 476 Svend Aage Ellefsen 263 Sambandsflokkurin 468 Javnaðarflokkurin 515 Frank Davidsen 292 Sjálvstýrisflokkurin 109 Tjóðveldisflokkurin 103 Kristiligi Fólkaflokkurin 96 Sosialistiski Loysingarflokkurin 32 1.799 1994 Fólkaflokkurin 384 Jørgen Niclasen 116 Sambandsflokkurin 539 Ivan Johannesen 217 Javnaðarflokkurin 219 Sjálvstýrisflokkurin 25 Tjóðveldisflokkurin 144 Kristiligi Fólkaflokkurin 64 Miðflokkurin 146 Verkamannafylkingin 95 Føroyski flokkurin 28 Frælsisfylkingin - 1.644 1998 Fólkaflokkurin 423 Jørgen Niclasen 183 Sambandsflokkurin 473 Marius Dam 190 Javnaðarflokkurin 299 Sjálvstýrisflokkurin 215 Tjóðveldisflokkurin 172 Kristiligi Fólkaflokkurin 14 Miðflokkurin 74 Verkamannafylkingin - 1.670 Svend Aage Ellefsen er tann einasti, sum hevur fingið fleiri enn 300 persónligar atkvøður í Vágunum. Hetta var í 1984, tá hann fekk 306 persónligar atvøður av teimum 447, sum Fólkaflokkurin fekk Javnaðarflokkurin hevur havt óhoyrt tak á suðuroyingum Petur Mohr Dam eigur persónliga atkvøðumetið í Suðuroyar valdømi, sum hann umboðaði frá 1928 til hann doyði í 1968. Eftir fyrsta skeiðið, sum Petur Mohr Dam sat sum løgmaður, við valið í 1962, fekk hann 729 persónligar atkvøður. So nógvar atkvøður hevur eingin fingið. Tað mesta, Atli P. Dam fekk í Suðuroy, var í 1978, tá hann fekk 642. Jóannes Eidesgaard var um at taka metið frá P. M. Dam við valið seinast, tá fekk hann 709 persónliga atkvøður Framhald á síðu 36 C M Y K 35 34