Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2002síða 20

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 80 - 30. apríl 2002 Nr. 80 - 30. apríl 2002 39 VALGREINAR Sáttmálabundið vallyfti Sigfríður Dam Olsen valevni Javnaðar- floksins í Vágum Valskráin hjá Javnaðar- flokkinum hevur fingið stak góða móttøku. Ja, so góða, at allir flokkar nú siga seg vilja taka undir við meginpartin- um. Tí gjørdist eg ómeta- liga glaður, at eisini Fólkaflokkurin í val- blaðnum her vestri seriøst viðger almanna –og heilsupolitik., og ta vánaligu støðuna, sum mong av okkara eldru samborgarum eru í.. Tí kunna vit skjótt semjast um, at valskráin hjá okkum, sum var gjørd seinasta heyst, hevur sett ein serligan dám á valstríðið. Eitt er ein valskrá. Annað er at føra hana út í lívið. Tí er spurning- urin: Hvussu tryggja vit okkum, at lyftini verða hildin? Eg eri bangin fyri, at tá valið er av, so fer t.d. Fólkaflokkurin aftur at kalla almanna, heilsu –og eldrapolitik fyri "neyð og elendigheit" – Tjóðveldið fer at kalla hann fyri "grenj og út- gjaring" – og Sam- bandsflokkurin fer møguliga at siga, at peningurin skal nýtast til okkurt annað. Javnaðarflokkurin hevur sett tøl á lyftini í valskránni, og vil harvið binda seg til – ja, hann vil gera ein sáttmála við veljaran. Fáa vit tann stuðul, sum krevst, so skulu hesi mál loysast komandi fýra árini. Tí er valið hesuferð sera ein- falt. Vit velja Javnaðar- flokkin. Ása Olsen valevni Sjálvstýris- floksins í Suðurstreym Hvar setur tú tína at- kvøðu hesuferð? Tað er sera umráðandi at hugsa seg væl um. Hetta valið verður sagt at verða eitt lagnuval, so tí er tín atkvøða sera týdningarmikil. Sjálvstýrisflokkurin hevur ein greiðan ein- faldan boðskap. Loysing stig fyri stig. Einasti flokkur, ið alla tíðina greitt hevur boða frá, at tú sum veljari verður tann, ið skal gera av ríkisrættarligu støðu Føroya við einari fólka- atkvøðu. Somuleiðis er Sjálv- stýrisflokkurin tín trygd fyri, at eldraøki, sjúkra- húsverkið, barnafamilj- urnar, ja vælferðarsam felagið ikki verður sett yvir stýr. Velji tí ein sterkan Sjálvstýrisflokk inn á ting. Hvar setur tú tína atkvøðu hesuferð? Absalon Matras valevni Sambandsfloksins í Norðoyggjum Eitt tað mest brúkta orðið í føroyskum politikki sein- astu 4 árini er orðið full- veldi. Eisini í valstríðnum hava vit hoyrt hetta aftur og aftur. Tað er sum, at bara vit fáa fullveldi, so verða eingir trupuleikar, so verð- ur lívið ein dansur á rósum. Eg havi seinastu árini reist nógv í Eystureuropa. Har eru nógv lond, sum hava fullveldi. Men í hesum londum eru tíverri nógv fólk, sum hava tað ringt, tey hava ikki ráð til mat og klæðir. Har tosa tey ikki um fullveldi, men um samband. Fleiri av hesum londunum standa í kø at sleppa inn í stóra sam- bandsríkið EU. Tey vita, at tað merkir styrki og fram- burð at standa saman. Í EU er nógv sterkari samband millum lond, enn tað sum vit kenna til í ríkisfelagsskapinum. Í EU er t.d. felags fiskivinnu, felags landbúnaðar felags pengapolitikkur o.s.fr. Vit gera okkum óneyðugt stríð. Í Føroyum eru flokkar, sum brúka milliónir omanaá milliónir av skattaborg- arans peningi, fyri at sleppa burtu úr einum felagssapi, sum gevur okkum hópin av fyrimunum og rættindum. Hetta verður gjørt, hóast meirilutin av føroya fólki ikki ynskir henda skila- leysa politikkin. Tað er ein sannroynd, at tann politikkur sum Sam- bandsflokkurin hevur um- boðað í nærum 100 ár, nú vinnur fram í stórum parti av heiminum. Londini í Europa leggja nú stríðs- øksina frá sær og ásanna, at saman standa vit sterkari. Meðan aðrarstaðir í heim- inum fer ein endaleysur bardagi fram um loysing og landamørk. Fullveldi er ikki avger- andi. Men tað er avgerandi, at liviligt er her á landi. Er tað so, at familjurnar hava góðar umstøður, tey ungu, tey eldru, tey sjúka og tey brekaðu? Tað eru slíkar spurningar, vit skullu kanna og loysa. Um vit siga, at vit ikki hava tað gott í Føroyum í dag, so eru vit ótakksom. Vit hava sanniliga nógv at takka fyri. Vit eiga ikki at brúka pening og orku uppá full- veldi men uppá vælferðina hjá øllum Føroya fólki. Góðu Norðoyingar! Vit vita, at nógv stórmál eru at loysa her hjá okkum. Nevn- ast kunnu: Norðoyatunnilin - farleiðin um Kallsoyar- fjørð - tunnlarnin norður um fjall og betran av umstøðunum hjá bygdun- um. Gevi okkum møguleikan at loysa hesi mál! Setið krossin við Sam- bandsflokkin. Gott val ! Fullveldið - burturspiltir peningur og stríð Høgni Mohr Góði Jóannes Eidesgaard. Nógv ófantaligt verður sagt og tvíhildið um beint upp undir val. Og serliga millum vanlig fólk, ið ikki eru alment frammi við sín- um skrumputu hugsanum. Í skotum, í skúrum og á gøtum verður veipað og geipað, og tað er vælsignað at koma við sínum illu og óbindandi uppáhaldum. Men tað, tú sum floks- formaður í einum av størstu politisku flokkum Føroya borðreiddi við í útvarpinum dýra biðjudag, var nakað av tí bíligasta og mest and- styggiliga, sum er hoyrt av øllum. Eg noyðist at spyrja teg beinleiðis, Jóannes: Hvat í heitasta billar tú tær inn? At samanbera full- veldisfólk við nasistar og hin fasistoida Le Pen í Fraklandi? Dýra biðjudagskvøld hevði tú møguleikan at vísa teg sum ein verdan oddamann og alment venda tær frá slíkum beinleiðis óreinum samanberingum. Men tú nýtti ikki hendan møguleika í Útvarpi Før- oya, Jóannes. Heldur borð- reiddi tú við tí beistagerð at hongja blóðdálkaða týska hakakrossin um hálsin á okkum, sum eru fyri full- veldi. Hetta svíður, Jó- annes; og tað er ikki tí, at eg kenni meg raktan. Nei, tað er kanska heldur tí, at sambært tær sjálvum, eru fullveldisfólk ein minni- lutabólkur í Føroyum. Samstundis samanbert tú okkum við ringastu bøl- menni í vitsku teirra livandi føroyinga í dag. Sært tú samanhangin, Jóannes? Skulu vit bølmenni rista í brókunum, um tú kemur til valdið? Nei takk, góði Jóannes. Sissa teg fyrst, og kom so heim til mín nakrar dagar, so skal eg vísa tær, hvat vit, sum eru fyri fullveldi her inni, leggja niður í okkara børn. Eg skal longu nú vissa teg um, at tað er ógviliga langt frá bæði nasismu og fremmanda- hatri. Gott val, góði Jóannes. Nei takk, harra Jóannes Eidesgaard Thomas Arabo Valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Eg beit merki í, at tað í Norðurlandhúsinum bleiv rópt úr salinum eftir Javnaðarpolitikarum - tað var sum at síggja stuðlarnar hjá Óla Breckmann fyri 15 árum síðani. Eg veit ikki hvat tað er fyri "talibann" rørsla, ið ger seg galdandi, men ódámligt er tað, og má tað átalast, at formaður Tjóðveldisfloksins, ið ann- ars tekur patent uppá siðiligt valstríð, ikki átalaði stuðlar sínar beinanvegin í Norðurlandahúsinum. Semjur er ikki tað, vit koma at minnast hesa sam- gonguna fyri Fyri at sleppa undan at tosa um hvat "rættindini" skulu kosta, ið Tjóðveldis- flokkurin hevur sett ístaðin fyri ítøkilig tiltøk á vælferðarøkinum, so tosa teir um at gera semjur við kommunur, fakfeløg og onnur. Álvaratos! Er tað nakað hendan samgongan hevur dumpað so dyggiliga í, so er tað at gera semjur. Teir kláraðu ikki at gera semju við andstøðuna, teir hava ikki klárað at gjørt semju við kommunurnar um pensiónsbroytingar í hesum fíggjarárinum, og síðst men so absolutt ikki minst, so hava teir næstan uttan undantak rent sam- felagið í tí eina kostnaðar- mikla verkfallið fyri og annað eftir á almenna ar- beiðsmarknaðinum. Hvør segði semju? Diplomati má til Samgongan fekk onga semju við danir, og teir hava enntá ringt við at semjast innanhýsis, so um veljarin vil hava semju, so mugu aðrar kreftir framat. Hetta fæst við at seta X við lista C - vit byggja brýr og skapa semjur. "Talibann"-rørsla og semjusørheit VALGREINAR Jóannes Eidesgaard Eg kann ikki vera annað enn samdur í tínum yvir- skipaðu sjónarmiðum. Men síðan vil eg svara tær, sum eg havi svarað øðrum bæði á veljarafundi í Sumba, í Vági og í útvarpshøllini. Tá ein flokkur, sum Tjóð- veldisflokkurin leggur so nógva orku í at bólka føroyingar upp í teir røttu og so hini, so tali eg at. Og tað nyttar ikki tá at koma við umbering um, at hetta er bert politiskur polimikk- ur, tí tað er tað nevniliga ikki. Vit fara ikki at góðtaka at verða skírdir: landasvíkj- arar, myrkusrsins kreftir, grátukonur og gleðisgentur o.l. Ella at tað flýtur danskur buddingur í okkara æðrum, sum tikið varð til. Hetta eru orð og myndir, sum bert hava eittans endamál, og tað er at appellera til tað grynsta í okkum menniskjum, júst sum vit hava sæð áður og tíverri enn síggja ymsa- staðni í Europa. Hvør av tykkum er so góður, at hann kann flokka seg sum rættan føroying og so okkum øll onnur sum nærmast annanfloks føroy- ingar. Allir føroyingar eru sambært okkara egnu hugsjón rættir føroyingar - eisini tjóðveldisfólk. Jónfinn Olsen Form. Í UfM At bera so at, at TJÓÐAR- FRÆLSI verður skapt heima í Føroyum, og at tað gerst veruleiki, kann gerast við, at vit fáa okkum at síggja, at okkum tørvar eina hugbursbroyting og eitt annað hjartalag. Eg veit, at vit eru mong í Føroyum, sum trúgva á Jesus, men um vit sum Føroyingar øll í felag valdu sett okkara álit á Gud, so sum bíblian sigur okkum (les sálm 37), og livdu í Gudsótta ("sælur er hvør tann, ið óttast Harran og gongur leiðir Hansara!" sálm 128.1), so trúgvi eg, at vit høvdu upplivað, at vit ongantíð vildu mangla nakað, men heldur hin vegin sæð at "frelsa hinna rættvísu kemur frá Harr- anum, sum er sterka vernd teirra í neyðarstund". Tjóðarfrælsi. Vit skulu ikki óttast og verða bangin fyri, at okkum ikki skal gangast gott fyri tí, um vit verða ein sjálv- støgu tjóð (fulla ábyrgd), tí er álit okkara sett á Harran Gud okkara, er Hann okk- ara vernd. Tí er tað ein treyt um okkum skal gang- ast væl sum Tjóðarfrælsis- tjóð ("Fullveldisland"), at vit velja Gud hin alt vald- andi á himli og á jørð til álit okkara. Bíblian minnur okkum á at taka okkum av teimum veiku, sjúku, gomlu og faðirleysu so skal gangast okkum væl. Um vit hetta gjørdu, vórðu mangir trupulleikar í samfelagi okkara ivaleyst loystir, og vit kundu sostatt arbeitt víðari við at bygt land, ístaðin fyri støðugt at klandrast politiskt, hvussu vit skula loysa hesi mál. Vit sóu jú eisini, hvussu gekst okkum tá fiskurin hvarv, og sagt var at ov- fisking var orsøkin, og ongin fiskur var til, og hvussu leingi tað fór at verða at byggja hesar stovnar uppaftur. Men frá degi til dag kom fiskurin aftur á grunnar okkara, var hetta ikki Gud ella hvat, kundi tað vera nakar annar, nei. Eg trúgvi at allir Føroyingar stóðu líka bilsnir av hesum stóra vælsignilsi, ið ongin ivi er um at Gud gav okkum. Abbi mín sum var sjó- maður alt sítt lív, og sat nógv ár í fiskimannafe- lagnum, segði einaferð nakað soleiðis "tvætla ongin fiskur, jú fiskur er nokk av, men hann svimur bara aðrar vegir tí vit um- sita ikki tilfangið frá skap- aranum við skili, men fiskurin fer nokk at koma aftur". Hetta vísti seg at vera vísdóms orð, men spurningurin er bara, hví vit ikki síggja, at tað eru ikki vit, sum eru harrar yvir tilfangi og ríkidømi her á landi. Tí skula vit altíð takka Skaparanum fyri tað, okkum er givið, og umsita tað við vísdómi og takk- semi í hjørtum okkara. Eg eri uppvaksin í einum heimi har foreldur míni lærdu meg at vælsigna matin áðrenn etið varð, og takka Jesusi fyri hesa máltíð tá liðugt var at eta, og eg kann ikki minnast at vit nakrantíð manglaðu mat, hví mundi so verða, "Tí Harrin er góður, vernd neyðardagin; Hann kennir tey, sum líta á Hann." (Na. 1.7). Tí er tað ikki neyðugt at fara til Danamørk at finna ein "fullveldis- leist", ella at søkja eftir vegleiðarum ymsastaðni frá, "tí ein er vegleiðari tykkara: Kristus" (Matt. 23.10). Tí kunna vit trygt stremba fram ímóti einum sonnum TJÓÐAR- FRÆLSI fyri Føroyar, bygt á trygga grund. Tá nú grundarlagi er lagt, so kunnu vit fara at hugsa, hvat fyri midlar vit hava at brúka og hvussu hesir kunna brúkast á skilabesta hátt (tøl, +, -, blokkstuðul ella o. s. v.). Við hesum vil eg enda hesa grein, og heita á okkum Føroyingar, at hugsa um tá alt kemur til alt, hvør tað er, sum hevur alt vald á himli og á jørð - eisini í Føroyum. Lat okk- um við skili stíla fram ímóti einum frælsum Føroyum, eitt TJÓÐARFRÆLSI. Má JESUS vælsigna okkum øll, til eina ríka og bjarta framtíð við fullari ábyrgd (TJÓÐAR- FRÆLSI) av Landi okkara Føroyum. MIÐFLOKKURIN TÍN RØDD Á LØGTINGIÐ. GOTT MIÐFLOKKA VAL Góði Høgni Mohr At skapa TJÓÐARFRÆLSI heima í Føroyum Katrin Dahl Jakobsen løgtingskvinna og valevni fyri Javnaðarflokkin Illa ber til hjá teimum við tómu lummunum at bjóða seg fram, soleiðis sum føroyskt valstríð er blivið. Afturat tí, at kvinnur eru so illa umboðaðar á tingi, hava vit nú fingið ein nýggjan trupulleika. Og tað er, at tey minni múgvandi hava ilt við at at fara uppí henda ódámliga leik. Tað er heldur nýtt fyribrigdi. Tað, at pengar og tøkniligur førleiki og útgerð skal forða fyri ávirkan og luttøku í demokratinum. Amerikanisering er rætt- ast at skíra hesa gongd. At flokkar senda út tilfar í hvørt hús, sum lýsir hvat flokkarnir standa fyri, hvørji mál teir ætla sær at røkka komandi valskeið, er ikki nýtt. Men at ein- staklingar í so stóran mun fylla postkassar, arbeiðs- pláss og bløð við sær sjálvum, er ikki lætt hjá tí heldur fátæka at vera upp ímóti. Her skulu nógvir pengar til. Klassamunurin er stórur í føroyska sam- felagnum. Spell, um peng- arnir nú eisini koma at gera av, hvør ræður í hesum landinum. Tinggáttin er vorðin ov høg fyri arbeiðaran og tey ungu C M Y K 39 38 Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX gráur, 4 hurðar, árg. 1997, 151.000 km. 94.000 Nissan Micra 1,0 GX grønur, 5 hurðar, árg. 1998, 65.000 km. 74.000 Nissan Primera 1,6 LX gráur, 4 hurðar, árg. 1995, 126.000 km. 69.000 Nissan Primera 2,0 reyður, 4 hurðar, árg. 1991, 121.000 km. 47.000 Nissan King Cab 4x4 Diesel gráur, 2 hurðar, árg. 1996. 78.000 Peugeot 206 XR 1,9 D bronze, 5 hurðar, árg. 1999, 88.000 km. 110.000 Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut. bláur, 4 hurðar, árg. 1994, 230.000 km. 120.000 Peugeot 206 XR 1,4 svartur, 5 hurðar, árg. 1998, 30.000 km. 98.000 Peugeot 206 XR 1,4 svartur, 3 hurðar, árg. 1999, 88.000 km. 100.000 Opel Astra 1,8 Club Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 104.000 km. 70.000 Opel Astra 2,0 Dti Wagon gráur, 5 hurðar, árg. 1998, 76.000 km. 130.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon brúnur, 5 hurðar, árg. 1997, 40.000 km. 85.000 Opel Vectra 2,0 CD grønur, 4 hurðar, árg. 1997, 48.000 km. 134.000 Opel Vectra 1,4 hvítur, 4 hurðar, 26.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Opel Astra 1,7dt Wagon reyður, 5 hurðar, árg. 1995. 67.000 Opel Corsa 1,4 Swing bláur, 5 hurðar, árg. 1997. 70.000 Opel Astra 1,7Dtl grønur, 4 hurðar, árg. 1997, 108.000 km. 99.000 Opel Astra 1,7d Wagon bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 142.000 km. 55.000 Opel Astra 1,7d Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 99.000 km. 65.000