týsdagur 30. apríl 2002síða 21
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 80 - 30. apríl 2002
Nr. 80 - 30. apríl 2002
41
VALGREINAR
Bústaðar-
politikkur
Tummas Lauritsen
Hjá flestu húskjum er
einasti møguleiki at fáa
sær bústað, at byggja ella
keypa egin sethús, sum í
allar flestu førum eru
stakhús. T.e, ikki sam-
bygd. At hetta er dýrur
byggiháttur, bæði hjá
einstøku familjuni, fyri
ikki at tala um: hjá tí
einliga, og fyri samfelag-
ið sum heild, kunnu vit
skjótt verða samd um.
Fyri samfelagið er
hetta dýr loysn, tí hvør
bústaðareind
krevur
fleiri metrar av vegi,
kloakkum,
kaðalum
o.s.fr. í mun til tættari
bygging. Raðhúsum nýt-
ist bert 2 útveggir, og
byggja vit í 2 ella 3
hæddum, kann samsvar-
andi tal av bústaðum
vera undir somu tekju,
eins og byggibúning er
felags. At tílík tøtt
bygging eisini hevur
sosialar fyrimunir er ein
royndur lutur.
Fyritreytir
At skapa fyritreytir fyri
skilagóðari bygging er
fyrst og fremst eitt
kommunalt mál, tí tað
krevur at nóg mikið av
tøkum lendi er, sum er
gjørt
byggibúgvið
á
skilagóðan hátt. Og tað
merkir, at bæði fyrireik-
ing og anleggsarbeiði
eru gjørd til lítar.
Tað er her, í býarskip-
anarhøpi, at avgerðin
verður tikin, hvat slag av
bústaðarbygging vit fáa.
Vit eiga ein stóran og
vaksandi hóp av stakhús-
um í Føroyum. Nú er
brúk fyri øðrum møgu-
leikum eisini. Og her
mega kommunurnar taka
sær um reiggj, at skapa
fortreytir við hóskandi
byggiøki.
Men
bert
byggiøki loysir heldur
ikki trupuleikan, tí so
leingi, sum einstaka fam-
iljan noyðist at vera
byggiharri, verður eingin
onnur loysn enn stakhús.
Aðrar loysnir
Hvat er so til ráða at
taka? Í Danmark hevur
verið arbeitt við komm-
unalum íbúðarfeløgum.
Men hetta ber viðhvørt
við sær, at summar eind-
ir gerast getto fyri sosi-
alt minni ment (tí at
kommunan er eigari). Í
Noregi hava tey sonevnd
“ boligbyggelag” . Hetta
eru íognarfeløg (eins og
keypsamtøkur),
sum
vegna
tey
bústaðar-
søkjandi, sum eru limir,
reika fyri, fremja byggi-
búning og bygging av
bústøðum í størri ella
smærri eindum. Sum
frálíður,
gerast
hesi
feløg “ professionellir”
byggiharrar, sum kunnu
fáa nógv fyri peningin
til gleði fyri tey bústað-
arsøkjandi.
Føroysk loysn
Hvussu er so hjá okkum?
Tey íbúðarfeløg, sum
higartil hava virkað, hava
bert
snúð
seg
um
einstaka
byggiætlan.
Royndirnar eru tí í lítlan
mun komnar seinni ætl-
anum til góðar. Hartil
gjørdi kreppan í nítiár-
unum, at tað, sum var um
at koma á føtur av slíkum
royndum, steðgaði.
Men nú er at koma
aftur á lagið! Hvussu
gera vit so tað? Ein
gongd leið kundi verið,
at eitt nú Húsaláns-
grunnurin, onkur av
størru kommununum og
(endiliga!)
áhugaðir
privatpersónar skipa eitt
bústaðarbyggifelag. Vit
kunnu eisini kalla tað
eitt búfelag.
At gera slíka felags-
bygging bert fyri lesandi
ella bert fyri gomul ella
bert fyri rørðslubrekað
ella aðrar serstakar bólk-
ar eru neyvan hyggju-
ráðini. Tí at goyma
børnini fyri teimum
gomlu – ella øvugt, ella
tey lesandi fyri teimum
yrkisaktivu verður ong-
antíð náttúrligt. Lat okk-
um heldur gera ein hóp
av íbúðum fyri tey, sum
ikki hava brúk fyri stór-
um bústaði. Harvið lætt-
ir tr?stið á marknaðin,
og møguleiki er fyri, at
prísirnir
falla.
Fær
Húsalánsgrunnurin høvi
at veita ód?ra, lang-
freistaða fígging, kunnu
slíkar íbúðir vera laga-
ligar at keypa ella leiga.
Hesin spurningur er í
grundini als ikki ein
spurningur um partapol-
itikk, sum nógv vilja
gera hann til í hesum
døgum, men ein spurn-
ingur um, at røttu við-
komandi finna saman
við felags stevi og felags
stevnu.
Vagn í Geil
Valevni Miðfloksins í
Sandoynni
Eg vil heita á allar sam-
komur, og allar samkomu-
limir í Føroyum, um at
standa saman í hesum eina,
sum kemur at hava ein
alstóran og avgerandi týdn-
ing fyri land og fólk okk-
ara. Latið okkum fáa ein
sterkan Miðflokk inn á
ting, tí vit øll eru væl vit-
andi um, at tað er bert hesin
eini flokkurin, sum torir at
rópa eitt varskóð, tá í veru-
liga ástendur.
Hvat við teimum
veiku í samfelagnum?
Hvør skal verða røddin hjá
tí ófødda barninum?
Hvør skal rópa varskóð,
tá ið lógir verða gjørdar, ið
ikki samsvara við Guds
samlaða orð?
Hvør skal siga nei, tá ið
atkvøtt verður um ES?
Hvør skal verða har, tá ið
spurningurin um tey samk-
yndu kemur fyri aftur?
Hvør skal verja rættin hjá
tí trúgvandi?
Soleiðis kundu vit hildi
áfram í tað óendaliga. NEI,
latið okkum sum trúgvandi
her á landi vísa kulør, latið
okkum vísa øllum føroya
fólki, at vit sum Miðflokka-
fólk meina tað, sum vit siga,
og siga tað, sum vit meina.
Lat einki standa tær í
vegin fyri at taka eina
kvalitets avgerð, heldur
ikki tað, ið eitur familju
ella vinarpolitikk. Vit mugu
standa á egnum beinum,
hava egna fatan og mein-
ing, tá tað snýr seg um okk-
ara kæra fosturland, sum vit
øll eru so góð við.
Bíbliunnar grundvøllir
Hvussu síggja vit FØROY-
INGAR uppá tann Gud og
skapara, sum vit siga
okkum trúgva uppá?
Er Gud í veruleikanum
tann, hann sigur seg verða?
Er tað, sum hann sigur í sín-
um orði sannleiki, og hevur
tað ævinleika eksistens í sær,
antin vit føroyingar finna tað
fyri gott ella ikki?
Trúgva vit føroyingar, at
Gud kann grípa inn, um vit
seta okkara álit á hann, og
veruliga gera tað?
Ígjøgnum allar tíðir hava
tað funnist menniskju, ið
hava staði upp fyri sannleik-
anum, og hesi eru tey, ið hava
gjørt allan munin í samfelag-
num. Hesi menniskju hava
trúð á ein Gud, sum er veru-
ligur, persónligur og livandi.
Í dag hevur ein hug at spyrja
seg sjálvan: Hvønn sigur før-
oya fólk Gud verða? Er hann
bara ein meining, ein ideo-
logi ella ein tankaskipan,
sum vit sjálvi vilja gera til
veruleika, tá vit hava brúk
fyri tí? Hvørja ávirkan hevur
humanisman havt á føroying-
in, og hvat byggir hon á?
Humanisman er ein av teim-
um mongu ideologium, sum
í dag er við til at forma tanka-
lívið hjá menniskjum, uttan
at vit gerða okkum far um
tað. Tá ein tosar við tað unga
fólkið í dag, far ein eina fatan
av, at tey ikki hava tað stóru
virðingina fyri Gudi. Hann er
teimum veruleikafjarður og
er blivin ein partur av øllum
heimsins religiónum.
Hetta er júst tað, human-
isman vil og altíð hevur
vilja. Hon vil burturfor-
klára og til einkis gera tann
livandi eina sanna Gud.
Lat hetta ikki verða hug-
burðin hjá tí tilkomandi
føroyinginum ! NEI, latið
okkum byggja okkara land
við sunnari fornuft og ikki
uttan Gud, sum human-
isman so gjarna vil ! Gakk
ikki upp á kompromi við
menniskju ! Sel ikki tína
atkvøðu fyri 30 silvurpeng-
ar, fyri síðan at angra tað
restina av valskeiðnum!
Lat hetta lesarabræv verða
ein ringiklokka fyri teg, sum
er trúgvandi her á landi!
Til alt Guds fólk í Føroyum:Skal røddin tagna á tingi?
Súsanna Dam
Valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymi
Um fáar dagar verður løg-
tingsval, eitt val ið kann
gerast ein vend í tilveru
okkara, ikki bert á tjóðskap-
arligu støðuni, men ikki
minst á tilveruni hjá kvinn-
um. Nærum øll tey mannligu
valevnini hava lokkað við
longdum barsli við góðari
løn. Enn eitt gylt vallyfti
lovar teimum kvinnum, sum
velja at arbeiða heima, at tær
skulu fáa fíggjarligt endur-
gjald fyri hetta, sum sagt
verður, alneyðuga og náttúr-
liga arbeiði hjá kvinnum.
Uppaftur verri er, at teir
longu hava gjørt seg inn á
okkara áður givna rætt til at
gjalda skatt eftir, hvussu
nógv vit sjálvar vinna. Nú
eru vit aftur viðfesti í lønina
hjá húsbóndanum.
Menn hava givið
skarvin yvir
Hyggja vit eftir hvør
orsøkin er til tey føgru lyfti
og ætlanir, sæst skjótt at alt
stendst av, at teir menn, sum
higartil hava havt nærum
einarættin til at fyriskipa, og
til at nýta okkara skattapen-
ing, fullkomiliga hava mist
tamarhaldið á støðuni nú,
heilt einfalt av teirri orsøk, at
teir ongantíð áður hava sæð
tørvin á at gera nakað við
hetta. Men nú tá vit vaksnu at
vísa seg hava uppgivið at
geva okkara
børnum
og
gomlu eina góða tilveru, skal
hetta rættast við at beita
kvinnurnar mest møguligt
burtur av arbeiðsmarknaðin-
um. Sjálvandi fyri gott end-
urgjald og nógva frítíð. Sum
ljóðar er tað best um kvinnur
antin arbeiða innan heilsu-
verkið ella kanska hálvan dag
við okkurt annað lættligt.
Er tað hetta vit vilja?
Er tað hetta vit vilja? hvat
siga tær ungu kvinnurnar?
Menn úr øllum flokkum hava
hildið langar valrøður, sum
beinleiðis leggja ábyrgdina
av vaksandi trupulleikanum á
øllum tí sosiala økinum á
kvinnur.
Men
føroyskar
kvinnur og børn teirra hava
ongantíð livað av tí, tær
virkaðu heima við hús.
Føroyskar kvinnur hava altíð
verið noyddar at arbeiða úti
eisini, og mín vón er, at valið
30. apríl ikki fer at ávirka
okkara rætt til frælst at velja
millum allar møguleikar. At
vísa seg, ætla menn sær at
taka hendan rættin frá okkum
nú, tí hevur tørvurin ongantíð
áður verið størri at velja
kvinnur, nógvar kvinnur, á
ting.
Góða kvinna, hevur tú
ongantíð hugsa um, hví páp-
ar ikki fara av húsum á nátt-
artíð og bera síni druknu
smábørn heim í song. hetta
hevði í hvussu so er, verið ein
hjálp til at loysa ein hin allar
størsta trupuleikan??
Góða kvinna - Broyting av okkara javnrætti
Steindor Hjaltalin
valevni Miðfloksin í
Suðurstreymi
Ja, vit vistu øll, at málið um
eftirlønir til landsstýris-
menn v.m. varð tikið upp í
verandi samgongu. Eftir-
lønirnar skuldi hækka eini
60-70%. Málið varð fyrst
víðka til eisini at umfata
fráfarnar landsstýrismenn
og síðani til at hava gildið
aftur til 1951.
Málið bleiv væl móttikið
av tingmonnunum, ið 2 ár
frammanundan
eisini
høvdu fingið eini 60% í
lønarhækkan. Men eftir
mikla umtalu og innsavnan
av undirskriftum, ið mót-
mæltu, varð málið afturtik-
ið. Millum tey, ið ikki tóku
undir við hesum var, til
hennara rós, einkja eftir ein
fyrrverandi løgmann, ið
hevði fingið útgoldið tús-
undtals krónur um mánað-
in, um lógin bleiv samtykt.
Miðflokkurin fer at rað-
festa tey fremst, ið eru verri
fyri peningaliga enn lands-
stýrismenn og tingmenn, so
hesi fáa eina sømiliga eftir-
løn. Tí fer Miðflokkurin at
arbeiða fyri, at peningurin,
ið var tøkur til eftirlønina
hjá
landsstýrismonnum
v.m., verður brúktur til tey,
ið treingja hann meiri.
Vit fara at arbeiða fyri at
avlamispensjón, fólkapen-
sjón,
einkjupensjón
og
einkjumannapensjón hækka.
Gev okkum møguleika til
hettar við at seta X við lista
H valdagin.
Halló,Halló.......hvussu verður við eftirlønini til
landsstýrismenn v.m.nú vit fáa nýggja samgongu
VALGREINAR
Er sosialt rættvísi ein
sjálvfylgja?
Nei,ikki uttan
Javnaðarflokkin
Kristian
Magnussen
løgtingslimur og valevni
fyri Javnaðarflokkin
Fólkið í Tórshavn royndi
í seinru helvt av 19. øld at
fylkjast fyri at tryggja sær
livilig kor, men vert er at
minnast, at mótstøðan var
so stór móti verkafólkin-
um tá, at fýrati ár gingu,
áðrenn Havnar Arbeiðs-
mannafelag kundi stovn-
ast í 1916.
Mótstøðan móti arbeið-
andi fólkinum í dag er
meira raffinerað. Fólka-
flokkurin tosar um lágar
lønir og skattalætta. Und-
anførslan er, at hetta skal
tryggja landsins kapping-
arføri - les, so teir kunnu
forvinna meira. Tá einki
er at skatta av, hvønn fyri-
mun fær fólkið tá. Eru
fólkafloksleiðararnir lág-
løntir? Liva teir upp til
sínar egnu hugsjónir? Nei,
tvørturímóti. Teir hava
hópin av partafeløgum og
rinda í besta føri bert lítlan
skatt, hóast stóran vinn-
ing. Hví lat hendan sam-
gongan ikki skattalætta til
alt fólkið, men bert til
partafeløgini. Tað var ikki
fyri at stimbra vinnulívið,
men bert fyri at nøra at
sær. Tað er ikki Palleba, ið
dagliga stovnar parta-
feløg, likviderar tey og
verður saneraður.
Gerst tú arbeiðsleys/ur í
longri tíð, ella verður tú
óarbeiðsfør/ur,
stendur
illa til. Ert tú gift/ur, verð-
ur tú noydd/ur at liva av
hjúnaðarfelagnum,
til
hjúnarbandið slitnar, av tí
at tit bæði eru vorðin út-
armað, ert tú ikki farin í
hundarnar innan ta tíð.
Soleiðis er eisini við ein-
ligum forsyrgjarum. Eitt
lítið óhapp og tilveran
rapar.
Í februar í ár minkaði
samgongan veitingarhá-
markið í forsorgarlógini,
uttan himpr, við ivasamari
og ógreiðari lógarheimild,
við millum 1000 og 1300
kr. um mðr. Ongin í sam-
gonguni harmaðist og
varnaðist. Eg reiðsti málið
á tingið fyri deyvum sam-
gonguoyrum og í lands-
stýrismálanevndini, har
tað tíverri ikki varð liðugt
viðgjørt, nú valið varð
útskrivað.
Hendan
samgongan
hevur marginaliserað tey
óhepnu og latið tey gingið
frá Pontiusi til Pilatus. Ov
líti av skipaðari hjálp,
minkandi veitingar og
eingi vard størv.
Tey tosa um gyltar tíðir,
men tiga, tá tíni viður-
skifti hava ábøtur fyri
neyðini.
Lat hetta fáa ein enda
tann 30. apríl 2002. Javn-
aðarflokkurin veit, hvat
skal broytast í almanna-
lóggávuna og ræðist ikki
fyri at gera tað beinan-
vegin. Tú gert tað sjálv/ur
av við atkvøðu tíni.
Gott val.
Jónfinn Olsen
Form. í Ufm & Valevni
Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Kann nakar annar flokkur
vísa á tað seinastu 4 árini?
Miðflokkurin hevur sein-
astu 4 árini arbeitt manni-
liga fyri teg sum Føroying.
Umboðsmaðurin:
Politikkarar hava roynt
síðan 1979 at elva uppskot
um umboðsmann.
Í seinasta vælskeiði evn-
aði Miðflokkurin lógina til,
og henda lóg bleiv samtykt.
Nærum dagliga hoyrast
úrslit av virksemi stovns-
ins. Hetta kemur tær sum
vanligur borgari í hesum
samfelagi til góðar. ( Minst
til at Miðflokkurin var ikki
í samgongu, men í and-
støðu, álíkavæl arbeiddu vit
til frama fyri teg sum
BORGARA. Hetta skuldu
allir flokkar roynt at gjørt).
Fjølmiðlamonopolini:
Við miðvísari bøn, og
politiska virkseminum hjá
Miðflokkinum eydnaðist at
fjølmiðlamonopoli
var
avtikið. Í dag kanst tú sum
borgari gleðast um at
· LINDIN er ein veruleiki
· RÁS 2 er ein veruleiki
Og ivaleyst hevur tú okkurt
spennandi at gleða teg til á
hesum øki afturat. (MI&D-
strok; FLOKKURIN hevur
siti í andstøðu, og álíkavæl
ber til at reka politikk til
frama fyri teg sum borgara.
Vit í Miðflokkinum nýtast
ikki at bíða, til vit koma í
samgongu, tí vit meina, at
tú sum borgari altíð skalt
kenna teg tryggan, tá vit
sita á løgtingið, í samgongu
ella ikki. Gera hinir flokk-
arnir tað sama, hygg hvat er
hent tey seinastu fýra
árini?).
Onnur monopol:
Fleiri monopolstovnar hava
verið í okkara landi, men í
dag er øðrvísi, tí Miðflokk-
urin hevur siti á Løgtingið.
Hugsa um
· At vit í dag hava fleiri
Tryggingarfeløg
· At vit í dag hava fleiri
Telefonfeløg
Hetta hevur givið tær sum
brúkara eitt betri tænastu-
støði og bíligari gjald fyri
tær tænastur, ið tú sum
brúkari fær í dag.
Tú sparir pening í dag á
hesum øki, tí MIĐ
FLOKKURIN huksar um
teg sum borgara í hesum
vakra samfelagnum Før-
oyum.
Kundi tú hugsa tær ein
flokk, sum hugsar um teg
VEL MIĐFLOKK-
IN – VEL MIĐ
FLOKKIN tín flokkur.
MIĐFLOKK-
URIN TÍN RØDD Á LØG-
TINGIĐ.
Miðflokkurin hevur prógvað, at tilber at
reka politikk, sjálvt í andstøðu
Sigfríður Dam Olsen,
valevni Javnaðarfloksins í
Vágum.
Løgtingsvalið týsdagin er
eitt sera týdningarmikið
val. Tá fara vit at gera av,
um vit í fýra ár aftrat skula
halda áfram at kasta eftir
hvørjum øðrum við full-
veldisrunubløkum, ella um
vit
skula
finna
eina
virðiliga og endaliga loysn
av ríkisrættarliga spurning-
inum innan fyri ríkis-
felagsskapin.
Tá fara vit at gera av, um
vit framhaldandi skula lata
týðandi øki av okkara val-
ferðaskipanum
liggja
í
órøkt, ella um vit veruliga
skula seta lívskorini hjá
vanliga fólkinum fyrst.
Javnaðarflokkurin
vil
loysa ríkisrættarliga spurn-
ingin við uppskotinum um
eina sjálvstýrislóg, sum er
ein trygg og virðilig skipan
innan
fyri
ríkisfelags-
skapin.
Javnaðarflokkurin hevur
eisini sett sær fyri, at í
komandi valskeiði skulla
lívskorini hjá fólkinum
setast ovast á skránna. Við
valskránni ” Fólkið fyrst”
seta vit fólksins lívskor í
miðdepilin.
Javnaðarflokkurin stóð á
odda fyri menningini av
føroysku valferðini stóran
part av farnu øld, og vit
bjóða okkum fram til at
halda áfram, nú vit hava
sett hol á nýggju øldina.
Vit
hava
gjørt
eina
ítøkiliga valskrá, soleiðis,
at veljarin ítøkiliga veit,
hvørji úrslit verða at síggja
um fýra ár. Javnaðarflokk-
urin hevur givið veljar-
anum sítt orð, og vit vilja,
at tit taka okkum uppá
orðið.
Fyri framman liggur á
okkum ein stór ábyrgd. Tað
góða samfelagið kemur
ikki av sær sjálvum, men
bert við einum stórum og
sterkum
Javnaðarflokki,
sum hevur styrki til at taka
tøkini til frama fyri eitt
samfelag, har samhaldsfesti
og virðing fyri okkara
samborgarum verður sett í
hásætið.
Eitt samfelag, har vit
hava
umsorgan
fyri
hvørjum øðrum, og sum
gevur hvørjum einstøkum
av okkum møguleikar til
eitt frælst og frítt lív. Hetta
er tað frælsið, sum altíð
hevur staðið , og altíð fer at
standa fyri.
Góðu
Vágafólk!
Vit
kunnu gera munin. Latið
okkum saman gera løg-
tingsvalið í Vágum til eitt
javnaðarval.
Í faldaranum, sum FS
Vágar gav út ár 2000,
skrivaði eg eina yrking um
Vágoynna, og fari eg at
loyva mær at enda við at
lesa hana.
Stolt, stinn og sterk,
satt meistaraverk
Vart myndað av Skaparans
hond.
Sí, bjørgini brøtt !
Og vøtnini tøtt !
Væl vallað frá fjalli til
strond.
Á sumri tú klødd ert í fagr-
asta lín,
eg fegnist, at tú gjørdist
heimstaður mín,
Vágoy, ein kvøða til tín.
Brimbard, tó blíð,
so føgur og fríð,
tú gevur mær megi og mót.
Várt verk sýna skal,
vit vilja tær væl:
Sæst gróður um gangandi fót.
Um fáment vit eru, vit seta
várt mið:
Vit fylkjast og mennast, vit
øll lið í lið
vit vísa, at Vágoy skal við.
Sameind í stríð,
ein bjartari tíð
sæst skyggja - er ei hvørv-
isjón.
Mong søga er søgd um
fedranna brøgd,
vit seta í verk vára vón.
Tey gomlu tey stríddust,
hvør gav teimum rós ý
Við teimum í huga vit seta
ta kós.
Tá Vágoy gerst framtíðin ljós.
Góðu veljarar!!
C
M
Y
K
41
40