Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2002síða 22

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 80 - 30. apríl 2002 Nr. 80 - 30. apríl 2002 43 VALGREINAR Fólkaflokslygnin Heini O. Heinesen løgningsmaður og framsøgumaður í vinnumálum Fólkafloksmenn hava seinastu dagarnar gingið um geilar og tún og fortalt fyri øllum skipa og -bátaeigarum, at tjóð- veldisflokkurin tekur undir við fiskidaga- banka. Lat meg gera tað púra greitt, at tað ger tjóðveldisflokkurin ikki undir tí formi, sum teir nú royna at billa velj- arnum inn. Tjóðveldis- flokkurin fer ikki at draga inn loyvir, ið eru í brúki. Nú kann tað vera, at orðingin í valskránni er óheppin, og átti at haft eina nærri fra- greiðing. Tá sagt verður: At veiðuloyvi og fiskidagar eru almenn brúksloyvi. Umseting av hesum eigur at fara gjøgnum ein gjøgnumskjygdan fiskidaga-og veiðu- loyvisbanka - t.e. ein al- menn uppslagstalva, har øll kunnu bjóða og sleppa framat eftir føst- um treytum. Lat meg beinavegin sláa tað fast, at her meinast ikki við tey loyvi - og teir fiskidagar, sum eru úti hjá vinnuni og verða brúkt (brúktir). Tann seinasta broytingin í lógini áleggur jú brúksskyldu. Hetta kann gera tað, at loyvir og dagar í størri mun verða tøk (tøkir). Tað er ongin grund til at henda um- seting skal ganga fyri seg undir borðinum. Tað at sagt verður: At veiðiloyvir og fiskidagar eru almenn brúksloyvi, er í hvussu er ikki nakað nýtt. Í Tinganesi hava landstýrismennirnir í fiskivinnumálum sein- astu 8 árini, sum hava umsitið hesi loyvir, verið fólkafloksmenn. Eg havi mangan verið í hornatøkum við hesar fólkafloks-landstýris- menn, fyri at aðrir eisini hava kunna komið framat krubbini, at brúka hesi loyvir. Eg kann í hvussu er siga so mikið, at tað ikki altíð hevur gingið so "redeliga" fyri seg, hjá hesum landsstýrismonn- um. Kreppan gjørdi so tað, at nógvir av okkara dugnaligu fiski og útróðarmonnum sjálvir gjørdist skipaeigar. At fólkaflokkurin nú skal gerast láturverja hjá hesum skipa - og báta- eigarum, man vera tann umvenda verð. Hetta er tað sama sum at seta revin at ansa gæsnum. At teir sum eg havi hjálpt framat krubbuni nú fara og velja fólkaflokkin, er at undirskriva sín egna deyðadóm. Fólkafloks-landsstýr- ismennir hava havt upp- skot um at fiskiloyvir og fiskidagar skuldi gerast frítt umsetilig. Hetta endaði við, at skotti bleiv sett í millum trol og húk, eftir tógvið stríð. Teir vilja eisini hava býtið í lógini "um vinniliga fiskiskap" § 28. tikið burtur úr lógini. Teir hava eisini haft uppskot um at § 9a verður strikað. Tað eru tey trolfríu økini. Tað var líka við at eyðnast í undanfarnu samgongu saman við sambands- flokkinum. Tað besta dømið er umsitingin av tunfiskaloyvunum. Her vóru ikki allir líka fyri lógin, - tað sam kann sigast um svartkalva- loyvini. Um vit ikki høvdu økisfriðingarnar og býtið í lógini, grein 28, gongur ikki long tíð til at hesir bátar og skip ikki eru til meir. Tann, ið serliga hevur vart hesar bólkar, er umboð tjóðveldisfloksins í vinnunevndini, í hvussu er síðani lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi, og tað vil hann framhaldandi gera, far hann ávirkan eftir valið. Skal hetta verjast er neyðugt at vit fáa ein sterkan tjóðveldisflokk í ting. Sigfríður Dam Olsen valevni Javnaðarfloksins í Vágum Í valstríðnum hevur dúgliga verið kjakast um, hvør hevur heiðurin av, at vit fótaðu okkum so skjótt aftur búskaparliga. Eru tað Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin?? Nei, góðu veljarar. Tað eru tit.. Tit, sum stríddust og strevaðust og sum guldu meginpartin av lønini aftur í skatti og øðrum avgjøld- um. Tit, sum vístu solidaritet við at góðtaka ein lønar- niðurskurð uppá 8 prosent. Tað vóru tit, sum bjarg- aðu landinum. Tað vóru tit, sum fyltu uppíaftur tað tóma trogið. Og tað gjørdu tit so væl, at trogið er blivið áhugavert og lokkandi. Fólkaflokkurin, Sam- bandsflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin hava boðað frá, at tað, sum gevur vinn- ing, skal privatiserast. Nú tit hava fingið landið uppaftur á føtur, nú verður tykkara stríð, strev og solidaritetur sett á sølulista. Kunna tit keypa??? Nei, TÍ TYKKARA PENING- UR LIGGUR Ì TROG- NUM… Í valblaði sínum sigur Fólkaflokkurin: Fiskavirk- ing skal ikki privatiserast ENN. IKKI ENN, siga teir. Áðrenn týsdagin 30. apríl verður Fiskavirking ikki privatiserað. So tað einasta vit kunna staðfesta er, at áðrenn týsdagin 30. apríl verða hurðarnar á flaka- virkinum ikki stongdar. Í valstríðnum havi eg víst á tær vánaligu umstøð- urnar, sum rækjuflotin er í. Hinir flokkarnir vilja slett ikki taka hetta mál uppá tunguna, og tað kann gerast ein dyggur smeitur fyri samfelagið. Jørgin Niclasen sigur, at fiskivinnan hevur tað gott, og at Landsstýrið og sam- gongan hava tað prinsipp - ikki at blanda seg uppí og skula ikki ávirka vinnuna. Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt!!!!! Í viðtalu við fjølmiðlar- nar sigur fyrrverandi nevndarformaðurin í Fram- taksgrunninum, at Bjarni Djurholm, landsstýrimaður, legði seg út í arbeiði hjá Framtaksgrunninum. Hann sigur víðari: Vit kendu tað soleiðis, at landsstýris- maðurin vildi hava ávirkan á, hvat gjørt varð, og tað kundu vit ikki góðtaka. Góðu vágafólk!!! Havið hetta í huga, tá tit týsdagin seta krossin. Tí týsdagin hevur fullveldissamgongan mist valdið. Týsdagin er valdið tykkara!!! Vælsignað, nýtið hetta vald og gott val. Trogið er áhugavert og lokkandi Steindor Hjaltalin valevni Miðfloksins í Suðurstreymi At tað er brúk fyri einum sterkum kristnum flokki á tingi, er ongin ivi um. Men hví eigur tú so at velja henda flokk? Umboða allir flokkar ikki meira ella minni sama politikk? Í fyrstu syftu kann hetta tykjast so. Men hyggur tú eftir førda politikki Mið- floksins, so sært tú skjótt, at hetta er ein øðrvísi flokk- ur við eini heilt øðrvísi stevnuskrá, ið byggir á kristna grundarlagið, ikki bara í nøkrum fáum veik- um vendingum, men so sanniliga eisini í verki. Eg sakni røddir úr hinum flokkunum, ið taka undir við og vilja raðfesta tey etisku virðini frammaliga, soleiðis at vit fáa loyst tey sum skjótast, so tey eru í samsvar við Guðs orð. Til dømis kann eg nevna, at tað sigst, at tað verða fleiri føroyingar tiknir í móður- lívi um árið enn talið á teimum, ið manna løgting og landsstýri. Dømi um onnur mál sum Miðflokkurin vil taka upp, tá flokkurin kemur í sam- gongu aftaná valið, tí ikki er óhugsandi, at brúk verð- ur fyri Miðflokkinum fyri at fáa neyðuga meirilutan á tingi: • At øll samfelagsmál verða viðgjørd við virð- ing fyri kristnu lívs- áskoðanini • At munandi betri karmar verða gjørdir til frama fyri nýggjar vinnur og nýggjar útflutnings- møguleikar hjá vinnuni • At vinnan fær best møguligu karmar at virka undir uttan almennan stuðul og politiska uppí- blanding • At reallønin hjá lønmót- takarunum kann hækka við skattalætta heldur enn við endaleysum lønarhækkanum, sum skaða kappingarførið hjá vinnuni • At hjún verða skattaði við helvtarbýti • At skattafrælsi kann gevast fyri gávur til væl- gerandi endamál - hava møguleika at draga gávur frá í skatti Lat okkum velja Miðflokk- in tí hann skammast ikki at bera kristnu lívsáskoðanina inn um tinggátt og torir at standa við tey kristnu prinsippini, tá á stendur. Gott Miðflokka val! Hví tú eigur at velja Miðflokkin Randi í Jógvanstovu Valevni Javnaðarfloksins í Eysturoy Teir hava nú í fýra heili og haldig ár gabba og møsna um sítt fullveldi og teir hava fingið tey somu boð- ini hvørja ferð frá dansk- arunum: Tá tit vilja sleppa av við okkum, er bara at fara. Men teir hava ikki tikið av – hví? Tí tað so- kallaða »fullveldi« teir møsna um, er treytað av at danir gjalda tað. Flog- vøllurin er eitt dømi, teir vilja hava hann, men danskarnir skulu gera hann »Up to date« áðrenn teir vilja eiga hann. Danskarnir eru tað teir eru, men kúbýttir eru teir so ikki. Tá tú flytir heimanífrá, tekur tú eisini títt vaskitoy við tær. Soleingi tú ert partur av húsarhaldinum stendur tær frítt at gera brúk av teimum fasilitetum húsarhaldið nú eina ferð hevur. Tá tú sigur »Farvel og tak« forvænta tey gomlu sjálvsagt, at tú er so mikið at tær komin, at tú hevur ikki brúk fyri teimum long- ur. Soleiðis er tað »veruliga lívið« bara. Javnaðarflokkurin hevur svarið uppá teir ríkis- rættarligu spurningarnar innan fyri Ríkisfelags- skapin. Vit lata ikki hánt um vælferðina og sleppa ikki teimum eldru og veiku uppá fjall til frama fyri fullveldi. At føroyingar eru ein tjóð og eitt fólk, nýtist okkum ikki danskarar at siga okkum. Tú sum ynskir: Sam- haldsfesti – Sjálvbjargni og sjálvstýri vel Javnaðar- flokkin. Hvat feilar teimum? Jónfinn Olsen Form. í UfM & Valevni Miðfloksins í Suðurstreymoy Miðflokkurin vil virka fyri, at tjóðin Føroyar fær eitt TJÓĐARFRÆLSI bygt á tey Kristnu lívsvirðini við áliti á GUD skaparan. · Eitt TJÓĐAR- FRÆLSI uttan ES lima- skap. · Eitt TJÓĐAR- FRÆLSI, í samstarv við onnur lond á jøvnum føti (kundi verði Danmark, Grønland, Ísland, Noreg, Skotland o.s.v.). · Eitt TJÓĐAR- FRÆLSI við trygd í Gudi heldur enn álit á Dan- mark/ES. Fíggjarliga uppgerð Fyrst skula vit føroyingar fáa eina fíggjarliga uppgerð við danir, hvat sokallaði blokkurin er (Miðflokkurin hevði eitt uppskot, ið fall. Á hvat tað var spell, hvat hugsa hinir flokkanir fyri sær). Í Føroyum skal fólkið ráða Síðan skal føroyska fólkið sleppa til tað lovaðu fólka- atkvøðuna og avgerða, um vit vilja sum Føroyingar hava TJÓĐAR- FRÆLSI og ráða í egnum landið? Tú sum veljari Hugsa teg væl um hesa fer, tí tú hevur avgerðina, vel tí ein ið kann verða tín rødd á Løgtingið. MIĐFLOKKUR- IN TÍN RØDD Á LØG- TINGIĐ. Á hvørjari brúgv, er útsýnið best? Edmund Joensen, løgtingsmaður Sambandsfloksins Sambandsflokkurin er alternativið, ið stendur sum garanturin fyri sambandi. Landstýrið og teirra tilhangarar vilja loysa, ongantíð ov skjótt. Størsta hóttanin, fyri land og fólk hevur í fleiri ár verið sjálvt landstýrið og samgong- an. Hetta valið snýr seg tí eisini um, at steðga landstýrinum í sínum skaðiliga politikki. Føroya fólk hava ikki gloymt, at landstýrið ætlaði, at gjøgnumføra eina kolvelting av før- oyska samfelagnum. Henda ætlan, hevði tikið fíggjarliga grundarlagið undan vælferðarsamfel- agnum. Somuleiðis hevði hon tikið okkara ríkisborgararætt og tað sum við honum fylgir. Føroyum tørvar eitt landstýri, sum skapar aftur viðrilig viðurskifti við eina nýggja danska stjórn. Tað er sera avgerandi hvør samarbeiðsháttur við onnur lond gevur okkum føroyingum bestu sømdir, og flestu menningarmøguleikar á øllum økjum. Avgerandi er, hvussu vit sum lítið land, best eru vard ímóti øllum hóttanum á peninga- økinum, á verjupolitt- iska økinum, eins og á so nógvum øðrum økjum. Hvussu eru vit sum eitt lítið land best vard í stórpollittiskum høpi? Av hvørjari brúgv, er útsýni út í heimin best? Hvussu eru áhugamál- ini hjá okkara útisigl- andi fólki á heims- høvunum best tryggjaði, tá vit hugsa um neyðugt samband við ambasadur v.m.? Hvussu tryggja vit okkara fólki bestu at- gongd til útbúgving og gransking? Líkamikið hvussu vit seta tingini upp, so sleppa vit ikki uttanum tann veruleika, at brúgv- in út í heim er nógv best røkt ígjøgnum ríkis- felagskapin. Vit skulu eisini hugsa um mentunarligu bondini, søguligu bond- ini og familjubondini. Sambandsflokkin er alternativið. Hann veist tú hvar tú hevur. Bárður Nielsen Valevni Sambandsfloksins í Norðstreymoy Í dag er so val, og ikki kann sigast annað enn, at hetta er eitt sera avgerandi val. Serliga spennandi verður, hvat fer at henda við ríkis- rættarligu støðu okkara. Tí um verandi samgonga aftur fær meirilutan, fara teir at arbeiða víðari við verandi fullveldispolitikki. Hví hevur hetta sovorðnan skund, mítt svar er; tí nú gongur so væl í Føroyum, at nú er ein møguleiki, at fáa fólkið at trúgva uppá, at alt ber til. Ríkisfelags- skapurin er annað enn Blokkur, í altjóða saman- hangi er neyðugt at fáa hjálp frá einum størri landið. Mín áheitan á tykkum skal tí verða, lat ikki verandi samgongu fáa meirilutan aftur, tí so verður fullveldi aftur sett ovast á dagsskránna og eingin veit hvar vit endað. Veljið Sambandsflokkin, tín trygd fyri framtíðini Góðu Veljarar Steindor Hjaltalin valevni Miðfloksins í Suðurstreymi Rúsdrekka hevur eina oyðileggjandi megi. Tað hava vit mangar ferðir upplivað. Tað hevur oyði- lagt menniskju, familjulív, sindra heim, rænt lívsvirði, tikið mannalív og soleiðis kundi eg hildið á. Fyri at bøta um hettar hava vit viðgerðarheim fyri rúsevnamisn?tarar og vit hava kvinnuhús fyri kvinn- ur og børn teirra, ið ikki kunnu vera heima vegna harðskap, ið sum oftast stendst av rúsdrekka. Miðflokkurin fer at styrkja um upplýsingar- arbeiði viðvíkjandi vandan- um av at n?ta rúsdrekka og onnur rúsevni, ið floyma inn yvir land okkara og at vísa teimum ungu á onnur lívsvirði. Eisini hesum kanst tú geva okkum møguleika at arbeiða fyri, um tú setur X við lista H valdagin. Rúsdrekka og upplýsing Tjóðarfrælsi – Tjóðarfrælsi fyri Føroyar VALGREINAR Reimund Langgaard, valevni fyri Sambands- flokkin í Eysturoy Samgonguflokkarnir hava ført fram, at nú er rætta tíðin at loysa, tí at nú gongur alt so væl. Mær tykist, at áttatiárini eru gloymd – ella kanska enntá fortrongd. Vanliga búskaparliga gongdin er, tað verði seg í Føroyum ella í londunum uttan um okkum, at tað skiftivís eru góðar og ringar tíðir. Eg haldi tvørturímóti, at rætta tíðin at taka støðu til eina hóskandi stødd á blokkinum frá Danmark, og meta um hvussu sjálvber- andi búskapurin er, er ikki á tindinum ella í dalinum, men tá tíðirnar eru vanligar. Á tindinum eigur landið at leggja tilsíðis, og í dalinum hevur landið tá styrki til at leggja rygg til. Tá búskap- urin er á einum meira van- ligum støði, kann støða takast til, í hvønn mun vit sjálvi eru før fyri at gjalda fyri okkara vælferð. Søguliga vita vit eisini, at tað í Føroyum fara at koma verri tíðir. Tá vilja vit veruliga merkja smeitin av, at fráfarandi Samgongan hevur minka blokkin við 366 mió. kr, samstundis sum teir hava økt raksturin við uml. 1 mia. kr. Góðar og ringar tíðir C M Y K 43 42