Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 100 - 30. mai 2002 Nr. 100 - 30. mai 2002 7 Umheimurin kennir alt ov lítið til Føroyar og føroyingar, og tað er stór synd, halda fronsk sjónvarpsfólk, sum hava verið í Føroyum og tikið upp til tvær sjónvarps- sendingar, sum verða sendar í fronkum sjónvarpi í heyst FREMMANDAVITJAN Edvard Joensen Flogvøllurin: –Landið er ótrúliga vakurt, og fólkið er sjáldsama blítt og fyrikom- andi. Soleiðis ljóða nøkur av lovorðunum, eitt franskt sjónvarpslið, sum hevur verið í Føroyum seinastu dagarnar, hevur at bera fram um Føroyar og føroy- ingar. Eitt sjónvarpslið frá al- mennu fronsku sjónvarps- støðini, France 3, hevur seinastu tíggju dagarnar ferðast í Føroyum og gjørt upptøkur til tvær sendingar, sum sendar verða einaferð í heyst. Tann fyrra verður send í september, siga tey, meðan tey ikki vita ná- greiniliga, nær tann seinna verður send. Umframt at verða sendar á France 3, verða tær eisini sendar á franska TV 5, sum er fylgisveinasjónvarp og sæst í Føroyum, um ein hevur parabol móttakara. Tær verða sendar á báðum støðum samstundis og senditíðin er sunnudag. Corinne Bia Rosa, sjón- varpskvinna, sigur við Sosialin, at umleið fýra milliónir hyggjarar síggja regluliga hesar sendingar- nar, sum nevndar verða »Faut pas rêver«, sum merkir at gera dreym til veruleika. Og tað er júst hetta, send- ingarnar snúgva seg um. At fara hagar, ein bert hevur hoyrt og droymt um, men vanliga ikki kemur. Tey gera sjónvarpssendingar um vanlig fólk, sum búgva á ikki heilt vanligum støð- um, sum tey taka til. Í Føroyum hava tey tikið upp tilfar til tvær sendingar, sum verða um ræning í Skúvoy og um tyrluflúgv- ingina hjá Atlantsflogi, greiða tey frá. Úti í Skúvoy hava tey verið í nakrar dagar og fylgt skúvoyingum, meðan teir rændu havhestaegg. Tey láta væl at, og blíðskapurin var óførur siga tey. Síðan fóru tey til Gása- dals við tyrluni og hittu har avgreiðslukonuna og post- mannin, sum tey hava tosað við. Eisini vóru tey úti í Koltri og hittu bóndafólkini har. Umframt hava tey so flogið við tyrluni kring oyggjarnar og tikið myndir. Sendingarnar verða skip- aðar soleiðis í franska sjón- varpinum, at ein vertur er, sum sigur frá sending- unum, umframt ein gestur, sum ummælir tær so hvørt. Hesin gesturin er altíð onkur, sum á einhvønn hátt er rættiliga kendur. Tað ver- ið seg ítróttarfólk, sjónleik- ari, politikari, ellahvat tað nú kann vera. Trý evni verða viðgjørd í hvørjari sending, og er hvørt innslagið upp á 12 minuttir. Eitt er úr Frak- landi, eitt er aðrastaðni úr Europa, meðan tað triðja er heilt aðrastðani úr heimi- num. Grundin til, at tey hava valt at koma til Føroya, sig- ur Corinne Bia Rosa, er at hon sá eina grein um Før- oyar í einum fronskum tíð- arriti. Hetta gjørdi so, at hon fekk hugskotið til at koma hendanveg, og tað angrar hon ikki, sigur hon. – Tað er í grundini løgið, at fransmenn vita so lítið um Føroyar, tí hetta er eitt so frálíkt land og so frálíkt fólk, at tit hava betri uppi- borið. Um fólkið, her býr, sigur ljóðmaðurin, Michel Magn- ien, at tað er ein merkilig blanding, hann ikki rætti- liga kann seta í bás. – Føroyingar líkjast ikki øðrum norðurlendingum. Til tess eru teir ov fyrikom- andi. Men teir líkjast heldur ikki latínarum. Til tess eru teir ikki nóg ágangandi. Teir eru varnir at byrja við, men lættir at koma í sam- band við kortini. Ein bland- ing av víkingum og latínar- um, heldur hann. Og tað undrar hann einki petti, tá tulkurin á ferðini, Elin Hentze, so greiðir hon- um frá, at ivaleyst er eisini franskt blóð í fleiri føroy- ingum, eftir sum allar sjó- rænarasøgurnar vita at siga frá. Føroyar hava uppiborið at verða betri kendar Franska filmsliðið saman við tulkinum Elini Hentze, uttast høgrumegin, avmyndað á flogvøllinum Mynd: Edvard Joensen Farið er undir at inn- rætta nýggju hølini hjá Skipaeftirlitinum í Miðvági. Stjórin á Skipaeftirlitinum væntar, at klárt verður at flyta inn 1. august SKIPAEFTIRLITIÐ Edvard Joensen Miðvági: Skipaeftirlitið fer at flyta úr Havn til Miðvágs 1. august í ár, væntar stjór- in, Óli Hans Hammer Ol- sen. Arbeitt verður við at seta Gomlu Smiðju í Miðvági í stand. Innrættað verður til skrivstovur, sum Skipaeftir- litið skal húsast í. Óli Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum sigur, at har vóru bara fýra betongveggir í húsinum, so tað verður nakað væl at seta upp afturat, áðrenn klárt verður at flyta inn. – Men tá so liðugt er, hava vit óvanliga góðar umstøður at arbeiða undir, sigur hann. Hann heldur ikki, at tað ger umstøðurnar nevnivert verri, enn tær eru í dag, at Skipaeftirlitið liggur í Mið- vági. Funnist hevur onkuntíð verið at, at eftirlitið er flutt burtur frá støðum, har eitt nú skipasmiðjur liggja. Men tað heldur stjórin ikki vera nakra forðing fyri ar- beiðinum. – Avstandir merkja einki í dag, sigur hann. Eftirlits- menninir ferðast kortini nógv millum havnirnar, har skipini liggja, so tað kann fyri so vítt gera tað sama, um teir ferðast úr Vágum ella umvent, heldur stjórin á Skipaeftirlitinum. Hann vísir á, at tað er eingin, sum tosar nakað um, at tey ferðast til Havnar til arbeiðis hvønn dag, og teinurin er tann sami hin- vegin, staðfestir hann. Eis- ini verður undirstjóvar- tunnilin latin upp um heilt stutta tíð, og so eru Vágar- nar eisini bundar at megin- økinum, og tað tekur ein góðan hálvan tíma at koyra úr Miðvági til Havnar fyri at brúka tað dømið, vísir Óli Hans Hammer Olsen á. Tað arbeiða í løtuni sjey fólk á Skipaetirlitinum. Men søkt fer at verða eftir einum eftirlitisfólki aftur at teimum fýra, sum eru. Síðan eru tvey skrivstovu- fólk umframt stjóran sjálv- an. Seks teirra, sum í dag ar- beiða á Skipaeftirlitinum, flyta við arbeiðsplássinum vestur til Miðvágs, meðan annað skrivstovufólkið held- ur vil hava sítt arbeiðspláss í Havn. Viðkomandi fer í annað starv í Fiskimála- stýrinum, og eitt skriv- stovufólk, sum býr í Vágum byrjar í starvi tann 1. juni, sigur Óli Hans Hammer Ol- sen. Um kostnaðin av at seta hølini í stand til Skipaeftir- litið vil Óli Hans Hammer Olsen ikki siga nakað. Tað er eigarin, J.K. Joensen í Miðvági, sum stendur fyri tí, meðan Skipaeftirlitið sjálvt skal fáa innbúgvið til vega. Hvat innbúgvið fer at kosta, er ikki avgjørt enn, sigur stjórin á Skipaeftir- litinum, tí tilboðini eru ikki klár. Innrætta hølini til Skipaeftirlitið Arbeitt verður nú við at seta Gomlu Smiðju í Miðvági í stand til Skipaeftirlitið at húsast í. Flutt verður væntandi inn tann 1. august Mynd: Edvard Joensen Vælmannaða Lista- samtakið Jylland er komið til Føroya at sýna fram danska list FRAMSÝNING Turið Kjølbro Leygardagin letur forkunn- ug framsýning upp í Lista- skálanum í Havn við væl- mannaða Listamannasam- takinum Jylland. Lista- mannasamtakið telur nógv listafólk, ikki bert fólk, ið eru ættað úr Jútlandi, men góð, kend og roynd lista- fólk úr øllum Danmark. Verk av átjan listafólkum verða sýnd fram í á vitjan- ini í Føroyum. Birgit Kleist, ríkisumboðsmaður, letur framsýningina upp, og undir setanini spælir Jørn Særker Sørensen, listamað- ur, egnan jazztónleik á klaveri. Tíggju av teimum átjan listafólkunum í Lista- mannasamtakinum vera hjástødd leygardagin. Tey eru Erik Argus, Leif Kath, Kurt Tegtmeier, Peter Hentze, Anders Kirke- gaard, Erland Knudssøn Madsen, Peter Martensen, Jørn Særker Sørensen, Poul Pedersen og Erik Winckler. Somuleiðis er ferðaleiðarin Poul Møller-Mikkelsen við. Umframt taka hesi eis- ini lut á framsýningini, Poul Anker Bech, Sys Hindsbo, Dyke Johansen, Erling Jørgensen, Jan Riis- hede, Poul Skov Sørensen, Teddy Sørensen og Karin Nathorst Westfelt. Listasamtakið heldur til í Jútlandi, í mentanarbygn- inginum í Århus, har fólk við áhuga fyri list hava høvi at hitta listafólk og síggja teirra verk í vøkrum umhvørvi. Listamannasam- takið hevur 23 ár á baki, og seytjan av teimum, sum stovnaðu samtakið á sinni, eru framvegis við, umframt onnur, sum eru komin afturat hesi árini síðani. – Tað er bæði ein stór æra og ein stór avbjóðing at gerast limur í Listamanna- samtakinum, sigur Ove Mikkelsen, formaður í mentunarnevndini í Århus Amt í bóklingi um samtak- ið. Í einum slíkum bólki er tað altíð spennandi at fáa vitjan frá øðrum listafólk- um, og í fjør fingu Jesper Rasmussen og Hans Pauli Olsen møguleikan. Hans Pauli Olsen er sum kunnugt føroyingur og samstundis ein av fremstu myndhøgg- arunum í danska ríkinum. – Eg havi ment meg upp at fara frá meðan eg enn havi tað gott og meðan eg havi tíðina fyri meg, sigur Katrin Dahl, sum fer frá fyri aldur eftir fimtan ár sum fyri- støðukvinna á Hvíldarheiminum Nainu, ið hevur verið eitt kærkomið stað hjá nógvum hundrað kvinnum í Føroyum í 66 ár STARVSTÍÐ Turið Kjølbro Í gjár var seinasti arbeiðs- dagur hjá fyristøðukvinn- uni á Hvíldarheiminum Nainu í Havn, Katrin Dahl. Eftir fimtan ár sum fyri- støðukvinna leggur hon nú frá sær fyri aldur. Tað eru 44 ár síðani Katrin Dahl, sum er ættað úr Kvívík, fór at læra til sjúkrasystir, og øll árini síðani hevur arbeitt í yrk- inum. Hóast hon verður 68 ár í komandi mánaði, er tað kortini við sorgblídni, at hon fer úr starvi. – Broytingin ræðir meg ikki. Eg eri glað fyri, at eg havi tikið meg saman at fara frá meðan eg havi tað gott og meðan eg havi tíð- ina fyri mær. Og eg gleði meg at sleppa sjálv at gera av, hvat eg skal brúka tíðina til. Eg havi nógv at taka í og fara til, eitt nú Tilhaldið. Havi stóra familju og seks ommubørn, sum eg ikki havi havt nóg mikið av tíð til. Tað verður stuttligt at sleppa av vera meiri saman við teimum øllum, sigur Katrin Dahl. Katrin Dahl hevur havt eitt sera virkið arbeiðslív. Meðan hon hevur verið fyristøðukvinna á Hvíldar- heiminum, hevur hon sitið sum limur í Tórshavnar býráð í nógv ár umframt tikið lut í nógvum nevndar- arbeiði. Býráðsarbeiðið er slept, men enn er hon í nøkrum nevndum. Nú hon fer frá, letur hon Hvíldarheimið upp í hend- urnar á Ásu Kiærbech Olsen, sum 1. juni tekur við sum fyristøðukvinna. Hon hevur starvast sum lærari á Sjúkrasystraskúlanum. – Tað er gott at lata ábyrgdina til eina kvinnu, eg havi álit á, og tað er gott at fara frá einum stovni, sum virkar væl. Nógv er hent á Hvíldarheiminum, síðani tað varð stovnað í 1936 og síðani eg tók við. Hóast bygningurin er nú- tímansgjørdur og umvæld- ur nakað, eru stílurin og andin varðveittir. Stovnurin heldur enn sum áður fast við endamálsorðingina hjá stovninum, sum er, at húsið er fyri kvinnur, sum tørva hvíld eftir sjúku ella tí tær eru niðurundirkomnar. Or- søkirnar til, at kvinnur tørva hvíld eru aðrar í dag enn fyri 66 árum síðani. Tá í tíðini høvdu kvinnur tað trupult og strævið, tí kanska tríggjar-fýra familj- ur búðu í sama húsi. Kvinn- urnar høvdu alla ábyrgdina av húsinum, børnunum, teim gomlu og av øllum ar- beiði úti og heima, meðan menninir vóru á sjónum. Hesar kvinnurnar kendu einki til hvíld og tí hevur tað verið ógvuliga kærkom- ið hjá teimum at koma á Hvíldarheimið. Men tað er tað eisini hjá kvinnum í dag, um enn tíðirnar eru broyttar. Í dag koma tær flestu kvinnurnar beint av sjúkrahúsi eftir skurðvið- gerð og sjúku, av øllum deildum og øllum sjúkra- húsum. Flestu kvinnurnar eru í aldrinum 40-60, nakr- ar eru eldri. Og at tær koma hendavegin, áðrenn tær fara heim, forðar fyri, at tær verða innlagdar aftur, sigur Katrin Dahl. Í endamálsorðingini fyri stovnin kunnu menn eisini koma á Hvíldarheimið, um pláss er. – Menn koma eisini, men kvinnur hava størri tørv at koma á Hvíldarheimið. Tá ið ein maður verður út- skrivaður av sjúkrahúsi, stendur ein kona við opnum ørmum og tekur ímóti hon- um og røktar hann, til hann kemur á føtur aftur. Og eg eri sannførd um, at tað ganga nógv, nógv ár áðrenn hetta verður broytt. Verður ein kona sjúk, bíða øll eftir, at hon verður frísk aftur og kemur heim, sigur Katrin Dahl bersøgin. Í dag hósdag skipa starvsfólkini á Hvíldar- heiminum fyri móttøku á stovninum í sambandi við, at Katrin Dahl fer frá. Fólk eru vælkomin inn á gólvið ímillum kl. 14 til 17.00. Katrin Dahl fer frá sum fyristøðukvinna Jútsk list í Listaskálanum Katrin Dahl fer frá fyri aldur sum fyristøðukvinna á Hvíldarheiminum Nainu. Men av tí, at stovnurin vantar avloysarar, arbeiðir Katrin Dahl sum sjúkrasystir á stovninum nakrar vikur í summar. Mynd: Jens Kristian Vang Verk av Jan Riishede C M Y K 7 6