Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 100 - 30. mai 2002 Nr. 100 - 30. mai 2002 9 - Bilarnir eru keyptir við eitt nú oljuvinn- uni í huga. Tí hava vit eisini sett lýsingar um bilaleigu í faldarar, sum viðvíkja olju- vinnuni, sigur Rógvi Rasmussen á BBR Service í Runavík. BILALEIGA Vilmund Jacobsen Síðsta leygardag yvirtók bilaverkstaðurin, BBR Ser- vice í Runavík, fýra nýggj- ar bilar, sum felagið hevur keypt frá bilasøluni hjá Ivani Johansen. Tað var sølumaðurin, Jón Johansen, sum handaði brøðrunum, Rógva og Boga Rasmus- sen, lyklarnar til bilarnar hendan dagin. Í eini fýra ár hevur BBR Service havt bilar til leigu, sum føroyingar og útlend- ingar hava kunnað leigað, men hetta er fyrstu ferð, at felagið keypir nýggjar bilar til endamálið. Nýggju bilarnir eru av slagnum Citroen Xsara 1,6i Prestige, og allir hava hvør sín lit; ein er svartur, ein reyður, ein gráur og ein er koksgráur. Bilarnir eru út- gjørdir við eitt nú el-rútum, el-speglum, air condition, powerstýring og cd-spæl- ara. Spurdur, hví teir valdu júst Citroen-bilarnar, sigur Rógvi, at teir við hesum keypi hildu seg fáa mest fyri pengarnar. Uppí 14 bilar - Í løtuni hava vit einar sjey bilar tilsamans, sum kunnu leigast av bæði føroyingum og útlendingum. Í fyrraári høvdu vit uppí einar 14 bil- ar, tá ið mest var at gera. Tá høvdu vit gott samstarv við ferðaskrivstovur í oynni, men hetta samstarv er líka- sum dottið burtur. Rógvi sigur, at BBR Ser- vice gjørdi lítið við bila- leigu í fjør summar, tí teir høvdu so nógv annað at takast við. Tó leigaðu fleiri oljumenn bilar – og summir høvdu bilarnar í fleiri mán- aðir, men hesum monnum væntar BBR Service sær ikki so nógv av í ár, tí nú eru ongar oljuboringar í føroyskum øki. - Tað er tó eingin loyna, at nýggju bilarnir eru keyptir við eitt nú oljuvinn- uni í huga. Hetta er eisini ein orsøk til, at vit hava gjørt hesa íløgu og ætla okkum at halda fram at leiga bilar út. Vit vænta nevniliga eina oljuvinnu her um okkara leiðir. Tí hava vit eisini sett lýsingar um bilaleigu í faldarar, sum viðvíkja oljuvinnuni. Og skulu vit leiga út, mugu vit eisini hava góðar bilar, sigur Rógvi. Føroyingar og útlendingar Sum skilst, vóru tað serliga útlendingar, sum í byrjanini bóðu um bilaleigu, men so við og við leiga nógvir før- oyingar eisini bilar frá BBR Service. - Eg vil siga, at bilaleiga í Eysturoy er neyvt tengd at árstíðini, og serliga er tað um summarið og høgtíðir- nar um veturin og várið, at eftirspurningurin er stórur. Tað eru fleiri fólk, sum búgva uttanlands og koma heim at halda frí, bæði vetur og summar, sum held- ur velja at leiga ein bil enn at dúva uppá familjuna her heima, sigur Rógvi. Hann vísir á, at eitt av málunum við nýggju bilun- um, er, at fólk, sum vilja hava ein betri bil at koyra í, kunnu leiga ein slíkan. - Føroyingar eru kanska ikki so bevístir í so máta. Í flestu førum eru vit nøgd, bara vit koma aftur og fram. Hinvegin vilja út- lendingar gjarna rinda meira fyri ein nýggjan bil. Ajourføra prísirnar Spurdur, hvør príslegan er fyri leigu av bilum, sigur Rógvi, at teir hava tikið 450 krónur um dagin fyri ein brúktan bil. - Hetta er leigan fyri ein dag. Leigar tú bilin í fleiri dagar, hevur prísurin verið ein heilt annar og væl lægri. Hann heldur, at neyðugt verður at ajourføra prísir- nar á bilaleigu og væntar, at prísurin fyri at leiga teir nýggju bilarnar verður nakað hægri, enn leigan hevur verið higartil. - Vit hava ikki last okkum fastar í ávísan prís enn, men væntandi verða prísir- nir hækkaðir nakað, sigur Rógvi Rasmussen. Á BBR Service í Runa- vík hava teir eisini smáar vøruvognar til leigu. - Eru nógvir pengar at spara við at tryggja leigubilarnar hjá Trygd heldur enn hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, noyðast vit at skifta felag, sigur Uni Danielsen, sum leigar 20 Hertz-bilar út í Føroyum. TRYGGINGAR- VIÐURSKIFTI Vilmund Jacobsen Nógvir ónøgdir tryggingar- takarar sita kring landið. Hetta eru fólk, sum hava mist materiell virðir og fólk, sum eru rakt av ym- iskum likamligum skaðum. Eyguni hava verið vend móti Tryggingarfelagnum Føroyar, sum hevur verið einaráðandi á tryggingar- økinum í nógv ár. Mong halda seg hava verið fyri vanbýti, tá ið skaði hendi, og tey væntaðu, at trygg- ingin tók um endan. Síðan Trygd sá dagsins ljós, hava fólk havt tveir valmøguleikar, og tí hevur eisini verið meira kjak mill- um fólk seinastu árini um tryggingargjøldini og tann partin, sum tryggingin fevnir um. Stór gjøld Tá ið Sp/f FF Bilaleiga, sum samstarvar við út- lendska felagið, Hertz, byrjaði at leiga bilar út í Føroyum fyri trimum árum síðan, vildi felagið hava bilarnar tryggjaðar. Uni Danielsen sigur, at teir fyrst vendu sær til Trygd, men felagið vildi tá helst ikki hava nakað við leigubilar at gera, tí mett varð, at hesir ofta fingu skaðar. - Trygd hevði hug at blanda Flogfelag Føroya uppí og vildi helst, at vit høvdu allar okkara trygg- ingar hjá teimum. Endin var, at vit tryggjaðu bilar- nar hjá Tryggingarfelagn- um Føroyar. Hetta var í byrjanini rættiliga kostnað- armikið. Uni sigur, at teir sam- ráddust við felagið um tryggingarnar og fingu umsíðir upphæddirnar nok- so langt niður. Hann metir, at Bilaleiga í dag rindar einar 6.000- 12.000 kr. um árið fyri hvønn bilin – alt eftir, hvussu stórur og dýrur bilurin er. Ein sjálvsábyrgd uppá 3.600 kr. fyri hvønn bilin er eisini við í avtaluni. - Hetta hildu vit ikki vera so heilt galið, tá ið Trygd ikki vísti nakran áhuga fyri at tryggja bilarnar kortini, sigur Uni. Nógv bíligari Sosialurin spurdi eisini bilaverkstaðið, BBR Ser- vice í Runavík, hvar teir hava tryggjað nýggju bilar- nar, sum felagið júst hevur keypt. Rógvi Rasmussen hevur ikki so góðan hug at tosa um hesi viðurskifti, tí BBR Service samstarvar við Tryggingarfelagið Føroyar um umvælingararbeiði í samband við bilaskaðar. Hann váttar tó, at nýggju bilarnir hjá teimum eru tryggjaðir hjá Trygd, tí har fekk felagið eina nógv betri avtalu enn hjá Tryggingar- felagnum Føroyar. - Vit gjalda 4.000 krónur um árið fyri hvønn av hesum bilunum, sigur Rógvi Rasmussen, sum ikki vil koma nærri inn á, hvørja avtalu teir kundu fáa hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Hann sigur, at tryggingar- spurningurin hevur verið ein orsøkin til, at BBR Ser- vice ikki hevur keypt nýggj- ar leigubilar fyrr enn nú. - Men nú hesi viðurskifti eru rímilig hjá Trygd, ber til at hugsa um nýggjar leigu- bilar, sigur Rógvi Rasmus- sen. Skifta felag, um nógv er at spara Uni vísir á, at vil Trygd nú vita av leigubilum og tryggja hesar nógv bíligari enn Tryggingarfelagið Før- oyar – og við somu sømd- um sum teir, sær felagið, Bilaleiga, seg noytt til at skifta tryggingarfelag. - Er nógvur peningur at spara, skifta vit sjálvsagt felag, sigur Uni Danielsen. Spildur nýggir bilar til leigu í Runavík Myndin er tikin í Havn, tá ið brøðurnir, Rógvi og Bogi Rasmussen, fingu lyklarnar til teir fýra nýggju Citroen-bilarnar, sum BBR Service hevur keypt frá bilasøluni hjá Ivani Johansen. Vinstrumegin á myndini síggja vit Boga Rasmussen, í miðjuni, Jón Johansen, sølumann og høgrumegin, Rógva Rasmussen. Beinhørð kapping millum David og Goliat - Eru nógvir pengar at spara við at tryggja leigubilarnar hjá Trygd heldur enn hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, noyðast vit at skifta felag, sigur Uni Danielsen, sum leigar 20 Hertz-bilar út í Føroyum. Listaframsýningin á torginum í SMS, sum Verkstaðið Vón hevur havt saman við øð- rum menningartarn- aðum í Danmark endaði í gjár. Fyrra- partin í gjár vóru næstan allar myndir- nar seldar LIST Ingrid Bjarnastein Henda listaframsýningin verður gjørd í samband við eitt work-shop, sum Verk- staðið Vón hevur saman við øðrum føroyskum og don- skum vardum verstøðum. Í hesum sambandi fingu fýra menningartarnað frá Verk- staðnum Vón høvi at vísa sínar myndir fram, sum tey høvdu gjørt framman- undan. – Áhugin hevur víst seg at vera stórur, sigur Maud V. Hansen, leiðari á Verk- staðnum Vón. – Vit fingu Sigrun G. Niclasen at seta framsýn- ingina, og tá var ein rúgva av fólki og lurtaði. Har- afturat hevur listaframsýn- ingin verið ógvuliga væl vitjað, og fleiri av teimum føroysku listafólkunum hava verið og hugt, og tey hava víst framsýningini stóran áhuga. Nakrir danir eru komnir til Føroya at hava work- shop fyri føroyskum menn- ingartarnaðum. Hetta fyri at læra tey nýggjar teknik- kir og annað. Maud sigur, at tað veruliga eru listarfólk í teimum menningartarn- aðu, og at tey veruliga duga at tekna. – Bara tað, at vilja tekna, vilja skap og menna seg, umframt tað at hava hug og duga at tekna er fyri mær eitt listarfólk. Og har haldi eg, at millum tey menning- artarnaðu er minst líka nógv, sum hava hendan viljin og hugan, sum mill- um okkum onnur. Maud heldur, at við ein- um slíkum tiltaki kunnu tey vísa, tað er ikki púra burturvið at gera ein lista- skúla fyri menningartarna í Føroyum. Ein listaskúla har tey menningartarnaðu kun- nu vera í eina tíð, og als ikki koma á varda verkstað- ið. Á torginum í SMS hevur seinastu dagarnar verið ein listaframsýning, har menningartarnað bæði úr Føroyum og Danmark hava sýnt fram listaverk síni. Stórur áhugi hevur verið fyri framsýningini Mynd: Jens Kr. Vang Næstan útselt Foreldur í Skopun hótta við at taka børnini úr skúlanum, verður fyrstilærarin ikki settur frá SKÚLASTRÍÐ Áki Bertholdsen Skopun: Verður fyrstilæra- rin í Skopun ikki koyrdur úr starvi, ella fluttur í annað starv, fara nógv foreldur at taka børnini úr skúlanum. Hetta eru boðini, sum Mentamálastýrið hevur fingið frá teimum flestu foreldrunum, at børnum, sum ganga í skúla í Skop- un. Um vikuskiftið handaðu foreldur í Skopun menta- málastýrinum ein lista við undirskriftum, har tey krevja, at skúlin í Skopun fær nýggja leiðslu. Í brævinum til Menta- málastýrið greiða frá síni ónøgd við leiðslu skúlans og tey siga, at tey vilja hava fyrstalæraran, Ingun Simonsen settan frá sum leiðara. Tey siga, at ónøgdin við skúlaleiðarin er so stór, at verður hetta ikki gingið á møti, fara tey at taka børn- ini úr skúlanum. Tað eru yvir 20 húski, sum hava skrivað undir áheitanina til Mentamála- stýrið og tey húskini um- boða nógv tey flestu børn- ini í skúlanum. Í Skopun er framvegis trupult at fáa viðmerkingar frá teimum, sum hava við málið at gera. Men keldur siga framvegis fyri Sosiali- num at tað eru samstarvs- trupulleikar, sum eru or- søkin. Partvís hevur Ingun Simonsen ikki kunnað samstarva við ein av hinum lærarunum, Sigurd Bærent- sen, men hon klárar heldur ikki at samstarva við for- eldrini og onnur, sum hava við skúlan at gera. Keldur okkara harmast annars um støðuna, tí tey dylja heldur ikki fyri, at Ingun Simonsen eisini hev- ur gjørt nógv gott fyri skúl- an. Gjørt nógv gott – Hon hevur nógv nýggj og góð hugskot og hon hevur sett nógv í verk, og komin við nógvum góðum inn í skúlan, tað skal ikki takast frá henni. Men nú á døgum krevst ein skúlaleiðsla hev- ur stórt og umfatandi sam- starv bæði við hinar lærar- arnar á skúlanum, við for- eldur og onnur, sum hava við skúlan at gera og tað megnar hon tíverri ikki. Tað gongur ikki í nútíðar- skúlanum, at tað bara er tann eini sum veit, dugur nakað og ræður. Øll mugu laga seg eftir, hvørjum øðr- um. – Tað er ikki minst hetta, sum hevur fingið øði í skopuningar. Hjá teimum er ongin ivi um, at tað er fyrstilærarin, sum er upphavi til teir trupulleikar, sum hava stungið seg upp, tí áðrenn hon kom, vóru ongir trupulleikar. Tey leggja afturat, at nú, tey hava savnað undirskrift- irnar saman, hava tey varn- ast, at tey tíverri hava gloymt onkran, eitt nú Harry Hentze, sum í aðrari grein fýlist á mannagongd- ina. – Men tað er eitt mistak. Einastu húsini, sum vórðu lopin um við vilja, vóru húsini hjá fyrstalærararnum sjalvum og eini onnur hús, siga keldur okkara í Skop- un. Eru tað onnur hús, vit ikki hava verið í, er tað av gloymsku og avhjørt ikki við vilja, leggja tey afturat. Vildu hava Sigurd Skopuningar vísa eisini á, at tað var heldur ikki við teirra góða vilja, At Ingun Simonsen yvirhøvur fekk starvið sum skúlaleiðari í Skopun. Tá ið starvið varð lýst leyst, vóru tveir umsøkjar- ar, Ingun Simonsen og Si- gurd Bærentsen. Keldur okkara í Skopun siga, at skúlanevndin í Skopun var samd um at mæla til at Sigurd Bærent- sen varð settur í starvið. Skúlastýrið mælti bara til at seta Sigurd Bærentsen og innstillaði tískil ikki Ingun Simonsen, sum nummar tvey, men landsstýrið fylgdi ikki tilmælinum, men setti hana kortini. Hótta við at taka børnini úr skúlanum Í Skopun krevja foreldur, at fyrstilærarin verður settur frá og fluttur í annað styarv, annars taka tey børnini úr skúlanum C M Y K 9 8