Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 • hósdagur • 30. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Undir venjing ígjár, var Heðin so óheppin at bróta eitt bein í fótinum FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini KÍ skal klára seg í einar 2 mánaðir uttan Heðin á Lakjuni. Í gjár var hann so óheppin at bróta eitt bein í fótinum undir venjing. Hann hevur fingið boð frá læknanum, at tað ganga minst 6 vikur, áðrenn hann kann byrja at venja aftur. Sostatt verður hetta stein- ur oman á byrðu hjá KÍ, sum skjótt skal fáa nøkur stig til høldar, eftir vánaligu byrjanina. Heðin á Lakjuni fingið álvarsaman skaða KÍ hevði aðalfund týskvøldið, og lagt var upp til kampval. Endin var, at Svend Jacobsen fall, og Gestur Hovgaard er nýggjur formaður. Innanhýsis trupul- leikar og vánalig fíggjarstøða eru møguliga orsøkin til, at Svend fall FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Nýggi formaðurin í KÍ er Gestur Hovgaard. Hann hevur bara verið knýttur at felagnum í tvey ár, men er fúsur at fara undir uppgáv- una. Hann er nýggjur í fel- agnum, men hann heldur, at hetta kann vera ein fyri- munur hjá sær í felagsar- beiðinum. Á aðalfundinum var roknskapurin hjá felagnum lagdur fram, og hann vísti eitt hall á 221.000 krónur, meðan skuldin hjá felagn- um er omanfyri tvær milli- ónir krónur. Møguliga var hetta ein av orsøkunum til, at formaðurin fall. Fyrrverandi formaðurin Svend Jacobsen fekk 20 at- kvøður á fundinum, meðan Gestur Hovgaard úr Vági fekk 27 atkvøður. Sostatt er vaktarskifti í KÍ greitt. Skeyt Gest upp Odd Færø, ið er skrivari í fótbóltsdeildini, var maður- in, sum skeyt Gest Hov- gaard upp sum valevni, og hann heldur, at eitt skifti var neyðugt. – Fíggjarstøðan í felagn- um er ikki góð, og ein tann fyrsta uppgávan hjá nýggja formanninum er at beina skútuna á rætta kós. Eitt vaktarskifti var tí neyðugt í felagnum, sigur Odd. Hann leggur afturat, at felagið hevur havt innan- hýsis trupulleikar, og hann hevur saknað opinleika í nevndararbeiðnum, sam- stundis sum samskiftið í felagnum ikki var nóg gott. Hann vísir tó staðiliga aftur, at hetta nevndarvalið hevur nakað samband við ósemjuna í felagnum í fjør, tá fótbóltsdeildin legði ar- beiðið niður. Hann er sannførdur um, at Gestur kann gera eitt munagott arbeiði fyri felag- ið framyvir. Odd sigur seg tó samstundis vera keddan av mátanum, sum vaktar- skiftið fór fram uppá. Fúsur til verka Gestur Hovgaard er annars kendur sum valevni til løg- tingsvalið og frá gransking- ardeplinum fyri økismenn- ing, men nú er hann eisini formaður í fótbóltsfelag. Gestur sigur, at hann hugsaði seg væl um, áðrenn hann tók av tilboðnum um at stilla upp, tí felagsar- beiðið er altíð strævið. Hann fer tó framfúsin, nú hann hevur fingið hetta álitið á aðalfundinum. Gestur hevur verið venjari í yngru deildunum í eini tvey ár. Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá Svend Jacobsen, men boðini frá telefongentuni í Føroya Banka vóru, at hann ikki vildi tosa við bløðini fyrr enn eftir arbeiðstíð. Vaktarskifti í KÍ Gestur Hovgaard er nýggjur formaður í KÍ. Hann vann atkvøðugreiðsluna móti fyrr- verandi formanninum Svend Jacobsen Felagið hjá Toda Jónsson hevur nú eisini fingið eina hondbóltsdeild. FCK við Flemming Østergaard á odda hevur keypt hond- bóltsfelagið FIF, sum framyvir skal eita FCK Håndbold HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Fredriksberg Idrætsfore- ning, FIF, hevur leingi verið um at fara av knór- anum, men nú er felagið bjargað. Tað er eingin annar enn Flemming Østergaard, stjóri í fót- bóltsfelagnum FCK, sum ígjøgnum partafel- agið Parken Sport & Entertainment hevur keypt FIF. Parken Enter- tainment eigur eisini FCK. Flemming Østergaard ella Don Ø, sum hann eisini verður nevndur, hevur stórar ætlanir við hondbólti í høvuðs- staðnum. Ætlanir eru frammi um at gera ein hondbóltsvøll í sjálvari Parkini, so at FIF fram- yvir kann at spæla sínar dystir frammanfyri 17.000 áskoðarum. Østergaard er ivaleys- ur um, at peningur er at vinna í donskum hond- bólti, og tað er orsøkin til, at hann hevur valt at keypa eitt hondbólts- felag. FCK keypir hondbóltsfelag FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Nýggjur formaður í Gøtu Ítróttarfelag er Jógvan Gregersen. Hann tekur við eftir Svenn Olsen, sum fer frá. Týskvøldið í farnu viku hevði GÍ árliga aðalfundin, har nýggj nevnd varð vald. Á heimasíðu felagsins stendur, at nýggja nevn- din hevur skipað seg við Jógvan Gregersen sum formanni. Næstformað- ur er Brandur Jacobsen. Regin Gregersen er pen- ingarøkil, Sonja á Líðar- enda er skrivari og Peter Holm er seinasti nevnd- arlimurin. Soleiðis er øll mann- ingin í gomlu nevndini hjá GÍ skift út, tí eingin av nevndarlimunum helt fram eftir fundin. GÍ havt aðalfund Heðin á Lakjuni verður ikki tøkur hjá KÍ komandi vikurnar 15 14 Nr. 100 - 30. mai 2002 Heilsunevndin í Klaksvíkar Býráð og báðir fólkaskúlarnir í Klaksvíkar halda al- tjóða tubbaksfría dagin nú hósdagin. Dagurin sjálvur er tó ikki fyrr enn fríggja- dagin. Á skránni hós- dagin verða ymisk til- tøk, sum skulu verða við til at fáa boðskap- in Tað er ræst at roykja út til tey ungu, so at tey leggja av at roykja ella enn betur ongantíð byrja. Á tíðindafundi í Klaks- vík í gjár varð greitt frá, hvat fer at henda á hesum degi ROYKING Solby A. Eliasen Klaksvík: Báðir skúlarnir í Klaksvík hava arbeitt við royking fleiri ferðir í evnis- vikum og døgum. Og er hetta alt ein liður í at upp- lýsa teim ungu um vandan av at roykja. Tí royking er ein óvani, sum vindur upp á seg í skúlunum í Klaksvík. Skipað hevur verið fyri eini teknikapping til børn- ini frá fyrsta til og við fimta flokki, og eini slagorð kapping fyri teim eldru børnunum. Hósdagin verða so vinnararnir av hesum báðum kappingunum funn- ir, og fer Steinbjørn Jacob- sen, borgarstjóri at handa virðislønirnar. Tina Purkhús, lærari í skúlanum við Ósánna, sig- ur, at tey hava fingið nógv- ar tekningar, men ikki so nógv slagorð. Altóða tubbaksfríi dagur- in, sum verður fríggjadagin 31.05.02, verður av ymisk- um orsøkum hildin í Klaks- vík longu hósdagin. Tað er heilsunevndin í Klaksvíkar Býráð saman við báðum fólkaskúlunum, sum skipa fyri degnum. Í samband við dagin verður hósdagurin ein øðr- vísi skúladagur í Klaksvík. Børnini verða býtt í tvey frá fyrsta til fimta flokk og frá sætta til tíggjunda flokk. Tey yngru børnini verða í fimleikarhøllini, og tey eldru verða í Skúlanum við Ósánna. Ymiskt spennandi verður á skránni, til dømis verður ein gandakallur úr Týsklandi við. Tað er Før- oya Bjór, sum hevur fingið hendan gandakallin henda- vegin. Eisini verður tón- leikur við millum annað Karl Martin Samuelsen. Hjá teim eldru børnunum verður ein kanning um roykivanar og eisini eitt »legg av« skeið, sum Maria Olsen skipar fyri. Rani Nolsøe, formaður í heilsunevnd Klaksvíkar Býráðs greiðir frá, at longu tíðliga í hesum valskeiði- num setti heilsunevndin sær fyri at føra ein greiðan heilsupolitikk, herundir eisini ein roykipolitikk. Ein arbeiðsbólkur bleiv gjørd- ur, sum fekk til uppgávu at skipa fyri ymiskum í sam- bandi við altjóða tubbaks- fría dagin og fyribyrgjandi arbeiði annars. Hesin ar- beiðsbólkur ella roykibólk- urin, sum hann eisini verð- ur kallaður, er mannaður við tveimum umboðum fyri lærararnar úr hvørjum skúlanum og so formaðurin í heilsunevndini sjálvur. Tina Purkhús, sum er í roykibólkinum, sigur, at ar- beiðið við royking í millum ung er ein langtíðarætlan, og eru tiltøkini hósdagin bert ein partur av øllum ar- beiðinum, sum verður gjørt. – Alt tað fyribyrgjandi ar- beiðið, sum verður gjørt í skúlunum er positivt, men vit koma ikki rundan um, at heilsusystrarnar spæla eis- ini ein týðandi leiklut. Ser- liga fyri framtíðarfyribyrgj- andi arbeiðið, sigur Tina Purkhús. Ongin gullgrubba Kári Slættanes á Føroya Tubbaksølu vónar, at alt fyribyrgjandi arbeiðið í móti royking fer at hjálpa og geva úrslit. Hann sigur eisini, at nú á døgum verður ein ikki ríkur av at selja tubbakk. – Mín partur í tubbaks- søluni er so lítil, so tað er sanniliga ikki nøkur gull- grubba at selja tubbakk, sigur hann í stuttari við- merking. Høgni Hansen, stjóri hjá Poul Hansen heilsølu, sig- ur, at slík tiltøk eru bara positiv. Hann dugir ikki at siga, um málbólkurin fyri tubbakki gerst alt yngri og yngri, tí tað ikki er loyvt at marknaðarføra tubbakk í dag, og sostatt eru ongin hagtøl at halda seg til. Tað er ræst at roykja Roykibólkurin, sum varð settur til at arbeiða við roykipolitikkinum í Klaksvík, her avmyndað saman við Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóra C M Y K 14