hósdagur 30. mai 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 100 - 30. mai 2002
Nr. 100 - 30. mai 2002
13
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Fegnast
um uppskot
Danskir fiskimenn eru
yvirhøvur fegnir um, at
ES-nevndin loksins er
komin við einum upp-
skoti um at nýskipa
fiskivinnuna.
Verður
uppskotið samtykt í nú-
verandi líki, fer tað at
bera í sær, at einir
30.000 fiskimenn í ES-
londunum noyðast at
finna sær annað ar-
beiði. ES-nevndin sig-
ur, at ovfisking er høv-
uðsorsøkin til, at fiski-
vinnan í nógvum lond-
um er illa fyri, og at tað
tí er neyðugt at skerja
royndina munandi.
Men danskir fiski-
menn halda ikki, at tað
eru teir, sum eiga at
skerja royndina. Teir
vísa á, at nógv donsk
skip
eru
upphøgd
seinnu árini, og at tað
heldur eru londini í
Suðurevropa og fyrst
og fremst Spania, sum
eiga at skerja sín flota.
Men í donsku fiski-
vinnuni verður tankin
um at høggja fleiri skip
ikki
vístur
burtur.
Næstformaðurin
í
danska fiskimannafel-
agnum, Hans Aa, sigur,
at danir eru til reiðar at
taka ein part av flotan-
um úr drift.
– Kunnu 70 prosent
av verandi fiskimonn-
um varðveita sítt starv
og liva væl av tí, kann
vera, at vit kunnu taka
undir við tí, sigur Hans
Aa.
Skulu stuðla
alingini
Nú ES-nevndin hevur
lagt fram uppskot um,
hvussu fiskivinnan í
samveldinum skal ný-
skipast, hevur hon eis-
ini nakrar tankar um,
hvussu alivinnan í ES-
londunum kann menn-
ast.
Í uppskotinum hjá
nevndini stendur, at ali-
vinnan má roknast sum
eitt týðandi alternativ
til ta vanligu fiskivinn-
una, og nevndin mælt tí
til, at ES stuðlar ali-
vinnuni – ikki við
fíggjarligum
stuðuli,
men við gransking og
umhvørvisásetingum.
Donsku
alararnir
fegnast serliga um tað
seinna, tí júst sær
strongu donsku um-
hvørvisreglurnar hava
forðað fyri, at alivinnan
í Danmark hevur kunn-
að ment seg. Sum er ala
danir 32.000 tons av
feskvatnsfiski og 7.000
tons á sjónum.
Úr Norðurlondum:
Buss- og
flogvanlukka
Seinnapartin týsdagin
doyðu tvey fólk, tá eitt
lítið flogfar datt niður
har suðuri við jútsku
vesturstrondina. Stutt
eftir hendi ein buss-
vanlukka í Gedser, tá
ein tvídekkaður svens-
kur bussur koyrdi seg
fastan
undir
einum
hálvtaki í havnini. Fýra
fólk doyðu, og 18 máttu
á sjúkrahús til viðgerð-
ar.
Flogfarið, sum datt
niður við oynna Rømø,
var týskt, og tey bæði
fólkini, sum doyðu,
vóru eini eldri týsk
hjún. Flogskiparin varð
bjargaður. Enn er ikki
greitt, hví vanlukkan
hendi.
Tey fýra, sum doyðu í
bussvanlukkuni í Ged-
ser, vóru fólk úr Bos-
nia. Hálvtakið, sum
tann tvídekkaði bussur-
in koyrdi inn undir, var
ætlað persónbilum, og
uttanfyri stóð, at tað var
ikki ætlað bilum, sum
eru hægri enn 3,3 metr-
ar. Svenski bussurin var
væl hægri enn tað, men
kortini valdi svenski
bussførarin at fara tann
vegin.
Hetta er onnur van-
lukkan við tvídekkað-
um svenskum bussum í
Danmark hetta seinasta
árið. Fyrru ferð koyrdi
ein bussur seg fastan
undir Knippelsbrúnni í
Keypmannahavn. Eis-
ini
tann
vanlukkan
kravdi fleiri mannalív.
Aftur vakt
við markið
Bert nakrar mánaðir
eftir at tað vanliga eftir-
litið á markinum mill-
um Danmark og Týsk-
land varð sett úr gildi,
hevur danska stjórnin
boðað frá, at eftirlitið
verður aftur sett í gildi.
Lene Espersen, løg-
málaráðharri sigur, at
tað er neyðugt at forða
fyri, at útlendskir ófrið-
arkroppar
koma
til
Danmarkar at skipa fyri
ófriði í sambandi við
ES-toppfundin,
sum
verður í Danmark í
desember.
Danmark
hevur formansskapin í
ES seinna hálvár í ár,
og stjórnin ætlar at
forða fyri, at tað, sum
hendi í Gøteborg, skal
endurtaka seg í Keyp-
mannahavn. Tí skal
løgreglan taka eftirlitið
á markinum uppaftur.
Gjáranáttina varð
tann 25 ára gamli
Napoleon Beazley
avrættaður í einum
fongsli í Texas hóast
fleiri áheitanir og
mótmæli
Napoleon Beazley varð
dømdur til deyða fyri eitt
morð, sum hann framdi, tá
hann var 17 ára gamal.
Stutt fyri midnátt í fyrra-
kvøldið fekk hann eina
eitursproytu í einum fongsli
í Texas. Frammanundan
hevði hann givið varðhalds-
monnunum eitt bræv, har
hann bað um fyrigeving
fyri, at hann myrdi ein olju-
mann í 1994.
Napoleon Beazley var
svartur sum meginparturin
av teimum, sum eru vorðin
avrættað í amerikanskum
fongslum, men tað var ikki
orsøkin til, at amerukansku
myndugleikarnir fingu ser-
liga nógv mótmæli hesa-
ferð. Fleiri túsund einstakl-
ingar kring allan heimin
sendu
myndugleikunum
mótmæli ímóti deyðadóm-
inum, og tað sama gjørdu
fleiri felagsskapir.
Orsøkin til tey mongu
mótmælini er, at altjóða lóg
bannar deyðarevsing ímóti
fólki, sum vóru yngri enn
18 ár, tá tey framdu lógar-
brotið. Orsøkin er, at ung-
fólk ofta eru óbúgvin og
viðbrekin, og tí kunnu tey
ikki altíð revsast fyri sínar
gerðir.
USA og Somalia eru tey
einastu londini, sum ikki
hava staðfest altjóða lógina.
Í fongslum í Texas sita tveir
aðrir fangar og bíða eftir at
verða avrættaðir, hóast teir
vóru yngri enn 18 ár, tá teir
framdu tað lógarbrotið,
sum teir eru dømdir fyri.
Napoleon Beazley við-
gekk í 1995, at hann hevði
myrt tann hvíta oljumannin
árið fyri. Tá var hann 17 ára
gamal.
Danska stjórnin
heldur, at ES eigur at
mótmæla viðferðini,
sum palestinskir
fangar fáa í
ísraelskum fongslum
DANMARK
Árni Joensen:
Danska stjórnin, sum hig-
artil hevur verið ógvuliga
varin við at finnast at Ísrael
í sambandi við kreppuna í
Miðeystri, tykist nú hava
broytt hugsan.
Per Stig Møller, uttanrík-
isráðharri sigur í einum
skrivtligum svari til undan-
mann sín, Mogens Lykke-
toft, at við støði í upplýs-
ingum frá altjóða Reyða
Krossi
halda
ísraelsku
fongsulsmyndugleikarnar
ikki altjóða galdandi reglur.
Mogens
Lykketoft
nevndi í sínum spurningi til
uttanríkisráðharran Fatah-
leiðaran Marwan Bargh-
outi, sum ísraelskir her-
menn hava tikið, og sum nú
situr í einum fongsli í
Ísrael. Per Stig Møller sig-
ur, at sambært Reyða
Krossi hevur Ísrael brotið
altjóða reglurnar í hesum
føri. Víst verður á, at Fatah-
leiðarin er støðugt bundin
um øklarnar, og tað er ikki
loyvt sambært altjóða regl-
um.
– Støðan hjá stjórnini er,
at Ísrael skal halda áseting-
arnar í altjóða reglunum
um rættindini hjá fangum,
stendur í svarinum frá Per
Stig Møller.
Uttanríkisráðharrin sigur,
at stjórnin hevur virkað
fyri, at ES skal taka eitt
felags stig ímóti Ísrael fyri
at fáa landið at geva palest-
insku fangunum ta viðferð,
sum altjóða reglur tryggja
teimum.
Amnesty International
hevur sagt, at Marwan
Barghouti verður píndur í
ísraelska fongslinum. Sagt
verður, at hann sleppur ikki
at sova, og at ísraelsku
fangavørðarnir hava latið
hann sita í einum stóli, sum
seymir eru negldir í. Tals-
maðurin hjá Reyða Krossi í
Geneve vil ikki gera við-
merkingar til skuldseting-
arnar hjá Amnesty Inter-
national.
Ísraelski sendiharrin í
Danmark, Carmi Gillon, vil
heldur ikki gera nakrar við-
merkingar til atfinning-
arnar hjá donsku stjórnini.
Danir finnast at Ísrael
Avrættaður hóast fleiri mótmæli
Palestinar flýggja undan ísraelskum hermonnum í einum býi á Vestara Áarbakka. Nógvir palestinar sita í ísraelskum fongslum,
og nú krevur Danmark, at fongsulsmyndugleikarnir halda altjóða reglurnar um rætindi hjá fangum
Føroyska fótbólts-
ferðalagið, sum var til
stórdystin millum
FCK og Brøndby,
slapp at kaga handan
leiktjøldini á danska
tjóðarleikvøllinum,
og tað var ein undir-
haldandi og
upplýsandi ferð
RUNDFERÐ
Eyðun Klakstein og
Jonhard Hammer
Tað er tveir dagar áðrenn
størsta
fótbóltsdystin
í
Danmark í hesum árinum,
og uttan fyri kaffistovuna á
einum av hornunum á
danska tjóðarleikvøllinum
hoyrast føroyskt mál alla-
staðni.
Sólin skínur, og fólk hava
sett seg við borðini í túnin-
um uttan fyri kaffistovuna.
Onkur leitar eisini innar í
skuggan, har ein kvinna
handa diskin vartrar upp
við leskandi drykkjuvør-
um.
Eitt flogfar við føroying-
um lendi dagin fyri á flog-
vøllinum í Kastrup, og
hesaferð var talan fyrst og
fremst um fólk, sum skuldu
til Danmarkar at fylgja
stórdystinum millum FC
Keypmannhavn og Brønd-
by, sum eru mætastu fót-
bóltsfeløg í Danmark í løt-
uni.
Ein klaksvíkingar verður
vónandi við á vøllinum, og
eisini í føroyska ferðalagn-
um eru nógvir bygdamenn
hjá fremsta føroyska fót-
bóltsspælaranum. Teir eru
sum allir aðrir føroyingar
ernir av avrikunum hjá hon-
um.
Atlantsflog og Sosialur-
in, sum hava skipað fyri
ferðini,
geva
hendan
fríggjadagin fólki høvi at
hyggja innar í Parkina,
handan leiktjøldini og inn í
tað allarheilagasta – skifti-
rúmini.
Og tað verður til eina
undirhaldandi ferð, har eitt
av
starvsfólkunum
frá
kunningardeildini hjá FCK,
skal vísa runt. Hann dugir
væl at greiða frá, og við
hvørt fær hann hjálp frá
einum klaksvíkingi, sum
heldur ikki er skorin fyri
tungubandið.
Ómøguligar stjørnur
Allir teir stívliga 41.000
sessirnir í Parkini eru tómir
hendan sólskinsdagin, tá
eitt ferðalag við umleið 50
føroyingum spákar inn á
leikvøllin. Eingin sleppur
inn á sjálvan grasvøllin, tí
so verður enski gartnarin í
øðini. Hann arbeiðir har
fyri, at sjálvur vøllurin er
góður at spæla á, og so ber
ikki til at hava fólk renn-
andi á grøna grasinum.
Í skiftirúminum greiðir
FCK-maðurin Lars frá,
hvat plagar at ganga fyri
seg har. Hann vísir føroy-
ingunum, hvar teir ymsu
donsku landsliðsspælararn-
ir – bæði núverandi og fyrr-
verandi – hava síni pláss,
og so sleppur Todi Jónsson
at greiða frá, hvar hann
plagar at skifta, og hvørjar
spælarar hann hevur undir
liðini á sær.
Á vegginum innar til
massagubeinkim eru tvey
smá merki í vegginum. Væl
upplagdi Lars vil vera við,
at har plagdi hárturkarin
hjá Mark Strudal at hanga,
tá hann spældi á landsliðn-
um. Strudal hevði langt hár
og var ofta argaður við tí.
FCK-verturin greiðir eis-
ini frá, at útlendskar tón-
leikstjørnur plaga at halda
til í skiftirúminum, sum tá
verður innrættað sum stova,
tá tær hava konsert í Park-
ini. Ynskini frá teimum útl-
endsku tónleikarunum eru
ymisk, alt frá eini ørgrynnu
av whiskey, sum tá Rolling
Stones vóru á vitjan, til ser-
ligt barnarúm, sum tá Whit-
ney Houston hevði konsert
har.
Júst Whitney Houston
var púrasta ómøgulig at
fáast við, tá hon var í Keyp-
mannhavn, og kravdi mill-
um annað eina limousinu
fyri at verða koyrd til eina
tyrlu, sum bíðaði nakrar
hundrað metrar frá Parkini.
Todi og pengarnir
Tá fótbóltsdystur er í Park-
ini, snýr tað seg um meira
enn fótbólt. Tað snýr seg
eisini um at selja pylsur og
drykkjuvørur, og bilførarin
hjá Føroya Bjór, sum er ein
av
klaksvíkingunum
á
rundferðini, er ovfarin, tá
hann hoyrir, hvussu nógvir
litrar av øli verða druknir
undir einum dysti.
Føroyingarnir sleppa eis-
ini at royna bleytu sessirnar
í serligu losjunum, sum eru
ætlaðar teimum, sum stuðla
FCK á ymsan hátt. Har er
gott at sita, og útsýnið út
yvir vøllin er framúr.
– Hetta er sum at vera á
Eiði, heldur áðurnevndi
klaksvíkingurin fyri, tá
hann hevur fingið aftur-
partin niður at.
Lars greiðir frá, hvussu
fyritøkur sleppa fram at
teimum fínu losjunum, og
hvussu nógvar pengar, tær
gjalda fyri sessirnar. Talan
er um stórar upphæddir,
men so hevur tú eisini
atgongd til altjóða fótbólt
frá nøkrum av bestu sess-
unum í Parkini.
– Um tit hava nakrar
spurningar til mín ella til
Toda, so eru tit vælkomin
við teimum nú, sigur FCK-
verturin.
So er ein tøgn eina løtu,
til klaksvíkingurin heldur,
at nú kann vera vell.
– Hvor meget fortjener
Todi, spyr hann, og so
rungar láturin í tómu Park-
ini.
Svarið er, sum tað kann
væntast. Ongar ítøkiligar
upplýsingar, og ístaðin fer
FCK-umboðið at greiða frá
takinum, sum kann dragast
yvir Parkini, og tá eru góðir
møguleikar fyri at hava
risastór jólaborð í desem-
ber-kuldanum. Tað er nak-
að, sum gevur pengar í
kassan, sigur hann.
Rundferðin er av, og før-
oyingarnir leita aftur til
kaffistovuna í neðra. Har
ber til at sessast eina løtu,
áðrenn leiðin gongur innar í
býin aftur. Tveir dagar
seinni skal slagið standa, og
tað verður ikki eins væl
eydnað, sum rundferðin
hendan dagin var.
Á ferð í Parkini
Ferðaleiðari á ferðini var
Lars Masselback, og ikki
kann sigast annað enn, at tað
lá væl fyri hjá honum at siga
frá
Todi greiddi frá, hvussu umstøðurnar í skiftingarrúminum eru
60 føroyingar vóru við á rundferðini í Parkini
Klaksvíkingarnir
forvitnaðust helst,
um Todi kemur
aftur til KÍ at
spæla
C
M
Y
K
13
12