mikudagur 29. mars 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 62 - 29. mars 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 62 - 29. mars 2000
Ósemja um
privatiseringar
Hóast Sambandsflokkurin er ein liberalur flokkur, gongur hann kortini ikki
treytaleyst inn fyri privatiseringum av almennum ognum
Annars helt Eivind Jacob-
sen ikki, at teir, sum rópa
harðast um privatisering,
eru teir, sum altíð klára seg
best í privatari vinnu. Og
har eru sambandsmenn ikki
undantiknir, segði Eivind
Jacobsen.
Hann vísti á, at tað ofta
hevur verið privatiserað ov
tilvildarligt. Fólk hava yvir-
tikið almennar tænastur,
men ikki havt førleikar til
at reka hesar. Og tá er bara
ilt gjørt verri, segði Eivind
Jacobsen.
Syrgja vit ikki fyri at
betra okkum alla tíðina,
kunnu vit gott gloyma alt
um privatiseringar. Tí tað
ger ongan mun, um tað er
landskassin, sum brúkar
borgarans pengar illa, ella
um tað er ein privatur, sum
ger tað.
Michael Jensen, næstfor-
maður í Unga Sambandi-
num, helt, at tað var gott, at
sambandsfólk nú eisini vóru
farin at tosa um annað enn
ríkisfelagsskapin. Tað var
heldur óinteressant, helt
hann, altíð bara at hoyra um
samband og loysing.
Bent Jákup Hansen, for-
maður í Føroya Væl, vísti
á, at tað var ikki bara lukkan
at útlisitera. Hann var fyri
nøkrum árum síðan í starvi
hjá Bygdarleiðum. Tá vóru
allir bussarnir privatir, segði
hann. Men í dag er umleið
helmingurin fallin aftur til
Strandferðsluna. Og tað
kundi bara vera ein ábend-
ing á, at tað var helst ikki
alt so gott við teimum pri-
vatu bussunum. Hann heitti
á fólk um at hugsa seg væl
um, áðrenn bara varð pri-
vatisera fyri at liberalisera.
Ivan Johannesen vísti á,
at grundin til at privatiserast
skal, er, at kapping kemur á
ymisk øki. Hann vísti sum
dømi á Telefonverkið, sum
er gjørt til alment partafelag,
og segði, at har var tænastan
longu vorðin betri, tí nú
vóru fleiri, sum kappaðust
á økinum.
Annars gekk í gjøgnum
allan vegin, at sambands-
fólk fegin vilja privatisera
Føroya Banka. Tað skal ger-
ast við at selja partabrøvini.
Lisbeth L. Petersen vísti
á, at landsfundurin fyrra-
partin hevði jublað yvir
samstarv við Javnaðarflokk-
in. Men so fáa vit trupul-
leikar við privatiseringum,
segði Lisbeth L. Petersen.
Jákup Joensen, fyrrver-
andi løgtingsmaður, helt
ikki, at privatisering av Før-
oya Banka hevði verið nak-
ar fyrimunur. Í fyrsta lagi
hevði tað verið afturstig fyri
eigaran, Føroya Landsstýri,
sum missir inntøkurnar í
longdini til frama fyri løtu-
vinning við sølu. Eisini
hevði tað gjørt tænastuna
hjá borgaranum verri, tí
bankin tá hevði verið rikin
á privatum, handilsligum
grundarlagi, sum Jákup Jo-
ensen ikki helt fór at vera
betri fyri tann einstaka
kundan.
Edmund Joensen vísti á,
at tað fór ongantíð at verða
soleiðis, at vegir og tunnlar
fóru at verða privatiseraðir.
Hann gjørdi greitt, at Sam-
bandsflokkurin skuldi fara
varliga fram við privatiser-
ingum. Tað skal ikki bara
privatiserast fyri at privati-
serast.
EDVARD JOENSEN
frá landsfundi
Sambandsfloksins
í Øravík
Sambansflokkurin eigur at
melda heilt greitt út í full-
veldismálinum. Og útmeld-
ingin skal vera markant.
Skal tað kosta flokkinum
eina minking, eigur flokk-
urin at tola tað, heldur enn
Heldur minking
enn loysing
Heðin Mortensen, løgtingsmaður, heldur, at Sambands-
flokkurin heldur eigur at tola eina minking enn loysing
at geva seg ein tumma til
frama fyri fullveldishugsan-
ina,
segði
Heðin
Mortensen.
Hann mælti til, at Sam-
bandsflokkurin býður øðr-
um flokkum til samstarv
um tann partin av føroysk-
um politikki, sum er ímóti
fullveldishugsan samgong-
unar. Tað verið seg javn-
aðarfólk, miðflokksfólk og
eisini uttanflokkafólk.
Heðin Mortensen helt, at
tað møguliga kundi gerast
eitt felag við limum úr hes-
um bólkum, sum hevur til
endamáls at upplýsa um
tann partin av føroyskum
politikki, sum ikki er fyri
fullveldishugsjón samgong-
unar og serliga Tjóðveldis-
floksins.
EDVARD JOENSEN
frá landsfundi
Sambandsfloksins
í Øravík
Sambandsflokkurin mælir
til varisliga sølu av parta-
brøvum í almennum fyri-
tøkum, sum geva yvirskot.
Men tað má ikki privati-
serast á økjum, sum geva
hall. Til dømis kemur ikki
upp á tal, sambært Flemm-
ingi Mikkelsen, at privati-
sera ella útlisitera Suðuroy-
arrutuna hjá Strandferðslu-
ni.
Øðrvísi hugsan hevði for-
maðurin í Unga Sambandi-
num. Jóan Petur Johanne-
sen segði, at privatiseringar
skulu gera tænasturnar betri
og bíligari. Hann nevndi, at
Strandferðslan skal privati-
serast fyri at gera hana betri.
Hann skeyt upp at geva
suðringum Smyril saman
við einum posa við átta
milliónum
krónum,
so
kundu suðringar sjálvir av-
gera, nær og hvussu Smyril
sigldi.
Og hann fekk stuðul frá
Edmundi Joensen, sum helt,
at tað var ikki heilt ómøgu-
ligt, at Suðuroyarsiglingin
kundi útlisiterast. Tað vil
siga ikki beinleiðis privati-
serast, men latast privatum
at reka, meðan tað almenna
framvegis eigur Smyril.
Eivind Jacobsen, bygdar-
ráðsformaður á Strondum,
segði, at tað hann sær sum
ein vansa í almennum fyri-
tøkum í dag, er, at fakfel-
øgini hava ov stórt vald til
at siga, hvussu nógv fólk
skulu vera til arbeiðis. Men
privatisera vit hesi øki, ber
til at siga, hvat vit vilja hava
og hvørjar tænastur okkum
nýtist.
Samstarv við Javn-
aðarflokkin gull vert
Sambandsflokkurin má fyri alt í verðini ikki spæla sær
samstarvið við Javnaðarflokkin í fullveldismálinum av
hondum, segði formaðurin í Samhaldi á landsfundi
Sambandsfloksins
EDVARD JOENSEN
frá landsfundi
Sambandsfloksins
í Øravík
Tað er gull vert fyri Sam-
bandsflokkin, at samgong-
an ikki fekk Javnaðar-
flokkin við í sínar fullveld-
isætlanir, segði Jóhan Pet-
ersen, formaður í sam-
bandsfelagnum Samhald í
Eysturoynni.
Hann vísti eisini á, at
nú samráðingarnar eru
lýstar sum ein landsdystur
millum Danmark og Før-
oyar, eiga samríkisfólk at
fara at dekka hin partin
betri upp. Tað vil siga, at
hvørja ferð, ein fullveld-
isgrein er í bløðunum, eig-
ur Sambandsflokkurin eis-
ini at koma við eini bein-
anvegin, segði Jóhan Pet-
ersen, formaður í sam-
bandsfelagnum Samhald í
Eysturoynni.
Eivind Jacobsen,
bygdarráðsformaður
á Strondum, mælti til
varsemi, tá farið
verður undir at
privatisera. Tað er
líka ringt, um tað er
ein privatpersónur
ella ein almennur
stovnur, sum
misbrúkar almennar
pengar, segði hann
Mynd: Edvard Joensen
EDVARD JOENSEN
FRÁ
LANDSFUNDI
SAMBANDSFLOKSINS
Í ØRAVÍK
Tað er ikki nóg gott, at poli-
tikkur Sambandsfloksins
viðvíkjandi ríkisfelagsskap-
inum ikki er krystalklárur
og ikki ber til at misskilja.
Men tað er ein trupulleiki,
at flokkurin ikki hevur
meldað heilt klárt út. Sum
er, kann tað skiljast, ella
misskiljast, soleiðis, at
flokkurin ikki hevur eina
greiða linju, men gongur í
bólkum. Og tað ber ikki til,
helt Jákup Joensen, fyrrver-
andi tingmaður Sambands-
floksins.
Orðingin í nýskipanar-
uppskotinum er ov ógreið,
heldur hann, og spyr um tað
er tí, at flokkurin ikki torir
at fara út við síni hugsan
um ríkisfelagsskapin í hes-
Sambandsflokkurin er ov ósjónligur í ríkisfelagsskaps-
málinum, helt Jákup Joensen, fyrrverandi løgtingsmaður
Sambandsfloksins, á landsfundinum í Øravík um viku-
skiftið
Sambands-
flokkurin
ov lítið
sjónligur
Politikkur Sambandsfloksins má ongantíð kunna misskiljast, segði fyrrverandi
løgtingsmaður floksins, Jákup Joensen, sum á landsfunsinum fýltist á, at støða floksins
til ríkisfelagsskapin kundi misskiljast
EDVARD JOENSEN
frá landsfundi
Sambandsfloksins
í Øravíkk
Landsstýrið vanvirðir viður-
skiftini Danmarkar og Før-
oya ímillum, segði Edmund
Joensen, afturvaldi for-
maður Sambandsfloksins,
tá hann legði upp til
orðaskiftið á landsfundinum
hjá Sambandsflokkinum í
Øravík um vikuskiftið.
Hann undraðist á, at tað
skuldi vera neyðugt, at heili
17 fólk skuldu møta í Keyp-
mannahavn til at áseta ein
fundardag. Men grundin
var, segði hann, at Lands-
stýrið ætlaði at halda sam-
ráðingarnar um framtíðar-
støðu Føroya loyniligar, og
at tær skuldu vera lidnar á
jóansøku.
Hetta helt sambandsfor-
maðurin vera eina beinleiðis
vanvirðing av ríkisfelags-
skapinum, sum nú er 600
ára gamal. At hann loyniliga
skuldi avgreiðast upp á
tríggjar mánaðar.
Men tað býttasta, sam-
gongan gjørdi í hesum máli,
segði Edmund Joensen, var
ir« og »fúsar dreingir«, vóru
í nýggju útseting Sam-
bandsfloksins umskrivaðar
til »gentur,dreingir«.
Hesi fólkini, sum møtt
vóru á fundi, fingu frá for-
manninum at vita, at føroy-
ingar eru ótryggir við poli-
tikk samgongunar. Fyrst og
fremst tí eingin veit, hvønn
politikk samgongan yvir-
høvur ætlar at reka.
Tó er greitt, segði Ed-
mund Joensen, at landsstýr-
ið sparir pening á millum
øðrum almannaøkinum fyri
at brúka teir til at fíggja full-
veldispolitikk sín við. Og
ikki nokk við tí. Samgongan
brúkar so sanniliga eisini
almennar pengar upp á at
upplýsa um fullveldispoli-
tikkin.
Tað er so galið, segði Ed-
mund Joensen, at útreiðslur-
nar á fíggjarlógini eru
hækkaðar eina millión fyri
hvønn yrkadag, hendan
samgongan hevur virkað.
Sambandsflokkurin vil
hava
Heimastýrislógina
endurskoðaðað. Men fram-
vegis skulu vit vera í tøttum
samstarvi við Danmark,
segði Edmund Joensen. Tó
skal møguleiki vera fyri at
yvirtaka øll mál, sum í dag
eru felagsmál. Men yvirtøk-
urnar skulu vera við gjalds-
skyldu. Einki við at vit yvir-
taka, og danir gjalda.
at boða frá, at tey komu við
eini útrokning, sum segði,
hvussu nógv danir skyldaðu
Føroyum. Tað hevði sum
kunnugt við sær, at danir
beinanvegin roknaðu út,
hvussu nógv teir hava brúkt
upp á føroyingar, og hvat
hvør føroyingur í Danmark
er verdur.
Edmund Joensen segði, at
samgongan hevur ongantíð
fingið loyvi frá Føroya fólki
at fara undir samráðingar
um fullveldi. Hetta er nak-
að, samgongan bara hevur
tikið sær rætt til við at tulka
úrslitið av seinasta løgtings-
vali, sum var eitt protestval
móti bankamálinum. Men
tað merkir kortini ikki, at
fólkið vil hava fullveldi,
segði Edmund Joensen,
formaður Sambandsfloks-
ins.
Í góðveðrinum í Suðuroy
leygarmorgunin var upp-
møtingin væl betri enn
fríggjakvøldið. Serliga vóru
tað suðringar, sum komnir
vóru á fund hendan góða
morgun.
Javnstøðulógin er farin at
virka innanfloks hjá sam-
bandsfólki. Tá landsfundur-
in varð tikin upp aftur leyg-
armorgunin, varð sangurin
»Morgunroðin lýsir», sung-
in. Tvær reglur í sanginum,
sum í upprunayrkingini
ganga upp á »raskar dreing-
Tað er ein vanvirðing av ríkisfelagsskapinum at vilja avgreiða eitt 600 ára
gamalt samstarv loyniliga upp á tríggjar mánaðar, segði Edmund Joensen á
landsfundi Sambandsfloksins um vikuskiftið
Samgongan vanvirðir
ríkisfelagsskapin
um fullveldistíðum.
Sambandsflokkurin eigur
at staðfesta, sum tað eisini
stendur í nýskipanarupp-
skotinum, at Føroyar eru ein
sjálvstýrandi tjóð í ríkisfel-
agsskapinum, segði Jákup
Joensen á landsfundi Sam-
bandsfloksins.
Har vóru tó sjálvandi
greiðar støður í ritinum,
gleddist hann um.
Men at føroyingar skulu
yvirtaka mál, um Løgtingið
og Fólkatingið taka avgerð
um tað, helt hann vera, at
flokkurin skýtur egna skútu
í »sænk«, tá vit samstundis
siga, at vit skulu vera sjálv-
stýrandi tjóð í ríkisfelags-
skapinum.
Hann helt eina grund til
hetta vera, at sambandspoli-
tikkarar eru ov lítið eldhug-
aðir fyri sínum egna nýriti.
Hann helt tað vera ov lítið
fingið burtur úr eini ritgerð
sum kostaði meira enn
400.000 krónur, tá tað ikki
var greiðari orðað enn tað,
hann dugdi at fáa burturúr.
»Leggið á annan bógv og
snikkið til eitt meira sig-
andi, meira klárt og týðuligt
nýskipanaruppskot«, heitti
Jákup Joensen, fyrrverandi
løgtingsmaður, á sambands-
fólk.
Trygvi F. Guttesen, næst-
formaður
í
Sambands-
flokkinum, ásannaði, at
flokkurin eigur at vera
greiðari og má koma við
einum boðskapi, sum ikki
er til at misskilja.
Lisbeth L. Petersen, løg-
tingsmaður, segði, at ný-
skipanaruppskotið er eingin
lóg, men eitt samráðingar-
uppskot. Tí helt hon tað ikki
vera so øgiliga farligt, um
onkur orðing var eitt sindur
leys. Tí tað ber ikki til at
fara til samráðingar við eini
fastlæstari støðu, segði hon.
Jákup Joensen svaraði, at
hann skilti tað eisini sum
eitt samráðingaruppskot.
Men hann helt tó fast um,
at fyri tað skuldi tað vera so
greitt orðað, at eingin skuldi
kunna misskilja tað.