mikudagur 29. mars 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 62 - 29. mars 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 62 - 29. mars 2000
REYNI SERVICE
Toyota Corolla
1,6 Sedan Terra
við skaða til sølu
fyri hægsta boð
Skrás.: 18-08-98 • Km.: 34.000
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
Sosialurin - 311820
Kambsdalur • Tel. 44 44 05 • Fax 44 46 29 • E-mail: es@es.fo
Sosialurin - 311820
P/f Esmar
Simonsen
KEYPIÐ
SUMMAR-
DEKKINI
NÚ
KUMHO
DÄCK
JÁKUP MØRK
Í farnu viku skrivaðu vit her
á blaðnum, at Heðin Mort-
ensen, býráðslimur og ein
av stigtakurunum til Tórs-
vallarverkætlanina, hevði í
hyggju at leggja fram upp-
skot um, at Tórshavnar Bý-
ráð skuldi yvirtaka verkætl-
anina.
Í sama viðfangi harmaðist
hann um, at mentunar-
nevndin
hjá
býráðnum
hevði gjørt tilmæli, har teir
fráráddu at lata rennibreyt
gera á Tórsvølli.
Hetta metti Heðin Mort-
ensen vera einki minni enn
ein katastrofa, tí Býráðið
við hesum so at siga tók
lívið av frælsu ítróttini.
Kunnu ikki gera alt í
senn
Tórfinn Smith, býráðslimur,
sum hevur sess í mentunar-
nevndini, sigur við Sosialin,
at størsta orsøkin til, at
mentunarnevndin mælti til,
at rennibreyt ikki verður
gjørd á Tórsvølli, eru vænt-
andi pengar.
Hann vísur á, at Tórs-
havnar Kommuna hevur ein
samlaðan íløgukarm upp á
60 mió.kr., har av 28 mió.kr.
verða nýttar til Tórshavnar
Havn. Av hinum 32 mió.kr.
eru á leið ein triðingur settar
av til ger av ítróttarhøll í
Hoyvík, og so heldur hann
spurningin vera, um býráðið
kann loyva sær at játta enn
meira pening til ítróttina.
Víðari sigur Tórfinn, at
smb. teimum upplýsingum,
sum hann hevur móttikið í
málinum, er kostnaðurin av
eini rennibreyt uml. 9
mió.kr. og at hetta er ein
somikið munandi upphædd,
at hon ikki verður goldin av
sær sjálvari.
Sjálvur heldur hann, at
tað eru nógvir aðrir lutir í
kommununi, sum eisini
tørva íløgur, og tí botnar alt
í roynd veru í, at íløgurnar
skulu raðfestast. Eitt nú vís-
ur hann á, at ein stórur tru-
pulleiki í kommununi er
barnaansingin, har tað í løt-
uni eru eini 400 børn á bíð-
ilista, og at hetta í hansara
verð er ein nógv meira a-
kuttur trupulleiki.
- Vóru pengarnir nóg
nógvir, so var eingin tru-
pulleiki, tí so kundu vit bara
fara undir at gjørt alt tað
arbeiði, sum tørvur er á.
Trupulleikin er bara, at alt
er ikki somikið einfalt, sigur
Tórfinn Smith.
Hann afturvísur eisini, at
mentunarnevndin við til-
mælinum skal hava tikið
lívið av frælsu ítróttini í hø-
vuðsstaðnum. - Í tilmæli-
num vísa vit eisini á, at
møguleikarnir fyri at gera
rennibreyt aðrastaðni í hø-
vuðsstaðnum skulu kannast,
sigur Tórfinn, sum sam-
stundis vísur á, at umsit-
ingin í býráðnum longu
hevur gjørt ein part av hes-
um kanningararbeiði.
Hvørt sítt mál
Spurdur hvørt hann tekur
undir við Heðini Morten-
sen, tá hesin sigur, at einasti
hátturin at fáa Tórsvøll lid-
nan er, at kommunan yvir-
tekur verkætlanina, sigur
Tórfinn fyrst og fremst, at
her skal ansast eftir, at alt
ikki verður vavt saman.
Ein spurningur er, um
rennibreyt skal gerast ella
ikki, og hin er, um komm-
unan skal yvirtaka verkætl-
anina.
Hann vísur annars á, at
býráðið í sínari tíð samtykti
at seta grunnin á stovn, júst
fyri at skott skuldi vera í-
millum Tórsvøll og Tórs-
havnar Býráð, og at tað tí-
skil kann tykjast løgið, um
býráðið nú vil yvirtaka
verkætlanina.
Víðari sigur hann, at eftir
hansara tykki eigur grunn-
urin nú at fáa frið at arbeiða
víðari við ætlanini, og tað
er púra greitt, at hetta ar-
beiðið kemur at taka tíð.
Um so er, at grunnurin
ikki hevur fíggjarligu ork-
una til at gera arbeiðið lið-
ugt, er eingin forðing fyri,
at kommunan spýtir meira
Tórsvallarmálið:
Spurningur um raðfesting
Tórfinn Smith, býráðslimur og limur í mentunarnevdini, heldur spurningin
um rennibreyt ella ikki á Tórsvølli vera ein spurning um raðfesting av
kommunalu íløgunum
Fluttur dystur
JÁKUP MØRK
Fyrstu deildar dysturin
millum StÍF og Kyndil,
sum eftir ætlan skuldi
verða leiktur leygardagin,
er nú fluttur til í kvøld,
mikukvøldið,
klokkan
19.00.
Beint eftir hetta spæla
aðru deildar liðini hjá
somu feløgum.
Alt á einum stað
StÍF hevur sum kunnugt
longu tryggjað sær bron-
sumerkini í landskapp-
ingini, og tískil er dyst-
urin móti Kyndli uttan
týdning fyri endaligu
støðuna í landskapp-
ingini.
Bronsumerkini verða tó
ikki handað á Skála miku-
kvøldið.
Ístaðin verða øll heið-
ursmerkini handað í Í-
tróttahøllini í Vestmanna,
eftir at gulldysturin mill-
um VÍF og Neistin er
leiktur.
Dysturin millum StÍF og Kyndil
verður leiktur á Skála í kvøld
JÁKUP MØRK
Poul Michelsen, formað-
ur í Grunninum fyri Tórs-
vøll, sigur í stuttari við-
merking til Sosialin, at
nevndin í grunninum alla
tíðina hevur arbeitt eftir
upprunaligu verkætlanini.
Hann leggur dent á, at
sambært teirri umsókn,
sum í sínari tíð varð latin
býráðnum, skuldi arbeið-
ið gerast, so hvørt sum
pengar vóru tøkir, og í so
máta er einki broytt hes-
um viðvíkjandi.
Arbeiða eftir vilja
býráðsins
Hetta innibar so, at eingin
rennibreyt skuldi gerast í
fyrsta umfari. Um støðan
broytist, soleiðis at ein
rennibreyt skal gerast í
hesum byggistignum, so
er hetta ikki í tráð við upp-
runaligu ætlanina, og so
má arbeiðshátturin broyt-
ast, heldur Poul Michelsen.
Víðari sigur hann, at or-
søkin til, at arbeiðið við-
víkjandi vøllinum í løtuni
koyrir við niðursettari ferð,
er, at teir ikki eru vísir í,
hvørjar ætlaninar eru við
vøllinum.
Formaðurin í grunninum
vísir eitt nú á, at næsta stig
teirra er at gera eitt
inngongina til vøllin lidna,
men vísur í sama viðfangi
á, at hetta veldst um, hvørt
rennibreyt skal gerast ella
ikki. - Skal rennibreyt gerast
nú, er talan um arbeiði fyri
einar 500 - 600 tkr., sum
síðani skal takast niður
aftur, og hetta eru ov nógvir
pengar at nýta til onga
nýttu, vísur hann á.
Í sama viðfangi leggur
hann dent á, at nevndin í
grunninum ikki á nakran
hátt hevur ætlanir um at
mótarbeiða býráðnum, sum
eigur grunnin.
- Tað er jú Tórshavnar
Kommuna,
sum
eigur
grunnin, og tískil kunnu vit
ikki gera annað enn, at ar-
beiða eftir teirra vilja, sigur
Poul Michelsen, sum sam-
stundis vísir á, at tað skapar
óneyðugar trupulleikar, tá
aðrar meiningar brádliga
koma frá býráðnum ella
pørtum av hesum.
Tískil bíðar nevndin nú
eftir, at býráðið greitt meld-
ar út, hvørjar ætlaninar eru
við grunninum, soleiðis at
nevndin kann arbeiða víð-
ari.
Annars heldur Poul
Michelsen, at tað eftir
hansara tykki tykist løgið,
at Heðin Mortensen, nú
skal koma við hesum
ætlanunum.
- Hann hevur sjálvur
sitið í nevndini, og hevur
tá havt allar møguleikar
at gjørt vart við síni sjón-
armið, men har er einki
uppskot nakrantíð komið
frá hansara síðu. At hann
nú hevur eina greiða støð-
u í málinum, er sostatt
bara at gleðast um, sigur
Poul Michelsen.
Yvirtøka verður
dýrari
Annars
heldur
Poul
Michelsen lítið um tær
ætlanir, sum Heðin Mort-
ensen hevur, um yvirtøku
av vøllinum.
- Einasta, sum býráðið
fær burtur úr hesum, er,
at raksturin av vøllinum
gerst dýrari, heldur Poul
fyri. Víðari sigur hann, at
raksturin av vøllinum í
dag er so at siga ókeypis,
tí nærum alt verður gjørt
sjálvboðið. Skal býráðið
yvirtaka verkætlanina,
noyðast teir eisini at
gjalda løn fyri alt hetta.
Harumframt vísur for-
maðurin á, at liðugtgerðin
av vøllinum fer at kosta
tað sama, líkamikið um
býráðið ella grunnurin
stendur
fyri
hesum
arbeiði.
Vilja hava arbeiðsfrið
Poul Michelsen sigur við Sosialin, at nevndin í Grunn-
inum fyri Tórsvøll alla tíðina hevur arbeitt eftir sam-
tyktu ætlanini, og at hetta arbeiði heldur fram, um tað
er tað, sum býráðið vil
pening í ætlanina, uttan at
hetta merkir, at kommunan
yvirtekur
verkætlanina.
Tórfinn vísur tó samstundis
á, at líkamikið hvørja loysn
býráðið velur, so botnar alt
í einum spurningi um at rað-
festa íløgurnar, og har er
spurningurin um ein fót-
bóltsvøll og/ella rennibreyt
at kalla eitt luksusproblem
eftir hansara tykki.
Poul Michelsen: Býráðið
má siga, hvørjar ætlani-
nar eru við Tórsvølli
Tórfinn Smith: Býráðið
noyðist at raðfesta íløg-
urnar í kommununi
Lesið eisini um
ítróttin á alnetinum:
www.sosialurin.fo
Smb. Heðini Mortensen er økið kring Tórsvøll ein
skomm fyri Havnina
Hans Eli Hansen ráðgevi í enskum og týskum skrivar:
Tungt at vera ráðgevi í fólka-
skúlanum, tá fyrisiting og
politikarar ikki fylgja okkara ráðum
Hetta er ein frágreiðing til skúlanevndir, lærarar, foreldur og næmingar um stríðið um nýggju fólkaskúlalógina
Tá arbeitt varð við álitinum
um nýggja fólkaskúlalóg í
1996-97 sendi landsstýrið
álitið til ráðgevararnar í
fólkaskúlanum til ummælis.
Nú tá fólkask´lin liggur
lamin, tí stríð hevur tikið
seg upp millum Føroya
Lærarafelag og landsstýrið
um nýggju fólkaskúlalógina
- kom eg at hugsa um tær
viðmerkingar, sum eg sendi
Landsstýrinum (avrit varð
sent Føroya Lærarafelag)
men eg má bara siga, at
tungt er at arbeiða sum ráð-
gevi, tá fyrisiting og polit-
ikarar ikki fylgja okkara
ráðum.
Brævið, sum eg sendi
landsstýrinum, var soljóð-
andi:
Tórshavn 15.02.97
Føroya Landsstýri
att:
Eilif
Samuelsen,
landsstýrismaður
Boks 64
FO-110 Tórshavn
Viðvíkjandi: Álitið um
nýggja fólkaskúlalóg
Undirritaði er ráðgevi hjá
Landsskúlafyrisitingini og
Landsmiðstøðini fyri undir-
vísingaramboð fyri hevur
fingið álitið um nýggja
fólkaskúlalóg sendandi til
ummælis. Eg eri biðin um
at gera mínar viðmerkingar
til uppskotið og senda tær
til landsstýrismannin í Und-
irvísingarmálum áðrenn 17.
februar 1997.
Álitið um nýggja fólka-
skúlalóg er sera áhugavert
og inniheldur eisini ymsa
spennandi nýhugsan, men
eg haldi, at tíðin til at við-
gera álítið í hevur verið alt
ov stutt, og kann hetta koma
okkum aftur um brekku. Tí
haldi eg, at vit áttu at givið
okkum meira tíð so lærarar,
skúlanevndir, foreldur og
politikarar kundu viðgjørt
álitið meira gjølla, og so sett
lógina í gildi um 3-5 ár.
Líta vit aftur um bak og
hyggja at, hvussu tær
ymisku skúlalógirnar hava
roynst, so hava tær eitt fel-
ags eyðkenni: Tann fíggj-
arligi karmurin hevur
ikki verið í lagi, tá lógirn-
ar hava verið settar í gildi.
Hetta hevur m.a. ført við
sær, at lærarar og næmingar
koma í klemmu, tí hóskandi
læribøkur, undirvísingaram-
boð, tól og hølir hava ikki
verið til taks í neyðugan
mun.
Harafturat
hava
møguleikarnir at eftirút-
búgva lærarar eisini verið
ov vánaligir.
Vit hava júst havt eitt
tógvi stríð fyri at fingið
skúlarnar til at gjørt lesiætl-
anir eftir galdandi lóg og fáa
vit nú eina nýggja skúlalóg,
so skal alt endurskoðast um
aftur. Hetta er sera óheppi,
og kostar eisini pening.
Fyri fáum árum síðani
hevur Lesiætlanarnevndin
gjørt eitt megnar arbeiði við
at útgeva bøkurnar Fólka-
skúlin, almenni parturin og
Fólkaskúlin, yrkisligi part-
urin. Báðar bøkurnar eru út
frá galdandi skúlalóg, og tí
er tað sera óheppi longu nú
at fara at gera broytingar.
Hetta kostar eisini pening.
Føroya landsstýri arbeiðir
júst við einum uppskoti um
eina kommunusamanlegg-
ing. Tað kann tí henda, at
skúlaøkini verða broytt um
stutta tíð. Tí hevði verið
betur, um kommunusaman-
leggingin varð framd, áðr-
enn vit fingu eina nýggja
skúlalóg.
Danir hava júst fingið
eina nýggja skúlalóg. Áðr-
enn lógin kom í gildi var
ein nevnd undir »Folkesko-
lerådet« sett til at gera eina
kanning um m.a. »at vur-
dere den nye folkeskolelov
og de kommende læsepla-
ners krav til undervisnin-
gens indhold og arbejdsfor-
mer«. Kanningin vísti, at
nýggja fólkaskúlalógin kom
at kosta umleið 10 milliardir
krónur fyri stat og komm-
unur.
Í Føroyum er ongin kann-
ing gjørd fyri at vita, hvat
ein nýggj fólkaskúlalóg
kostar, um vit skulu liva upp
til krøvini í nýggju lógini.
Tær føroysku kommunurn-
ar hava ongantíð í nýggjari
tíð verið so illa fyri fíggjar-
liga sum beint nú og sitandi
landsstýrir hava kappast um
at seta stórar sparingar í
verk á skúlaøkinum. Tí
bendir alt á, at hvørki lands-
stýrið ella kommunurnar
hava avsett nakran pening
til eina nýggja skúlalóg.
Samanumtikið meti eg, at
vit áttu at givið okkum betri
tíð til at viðgera nýggja álit-
ið og so um nøkur ár – tá
vit vónandi verða fíggjar-
liga betur fyri - at fingið
eina nýggja skúlalóg, so-
leiðis at vit ikki aftur hesa
ferð gera sama feil, sum vit
hava gjørt fleiri ferðir áður.
Vinarlig heilsan
Hans Eli Hansen
lærigreinaráðgevi
Hvørki politikkarar ella
fyrisitingin lurtaðu eftir
okkara ráðum – tað var
spell, tí onki forðaði fyri,
at vit góvu okkum meira tíð
til at fyrireika lógina, og so
kundu vit sett hana í gildið
um nøkur ár, tá ráðini vóru
betur.
Fríggjadagin upprann so
dagurin, tá landsstýrið við
fullari manning fór til Dan-
markar at samráðast um
loysingina úr ríkisfelags-
skapinum.
Líka síðani verandi sam-
gonga sá dagsins ljós, hevur
hon havt eittans mál á
skránni, og tað er loysing.
Búskapurin í óvissu
Búskaparligu avleiðingarnar
av hesi ætlan landsstýrissins
liggja í óvissu. Einasta boð,
ið landsstýrið hevur á tí øki-
num er, at teir ynskja so
langa skiftistíð sum gjørligt.
Meðan danskir politikarar
siga við Útvarp Føroya, at
skiftistíðin fer at verða
ímillum 3 og 5 ár, so droymir
landsstýrið framvegis um 15,
20, ja helst 30 ár. Henda
langa skiftistíð skal so
tryggja vælferðina í Føroy-
um. Men hvat hendir við
vælferðini, um skiftistíðin
verður stytri enn 5 ár ?
Stórt afturstig
Vit vita, at minkandi ríkis-
veitingar fara at hava við sær,
at vælferð og livikor føroy-
inga verða fyri stórum aftur-
stigi. Hetta er ein gongd, sum
føroya fólk á ongan hátt eiga
at taka undir við, men ar-
beiða hart ímóti.
Fullveldisætlanin hevur
verið marknaðarførd sum
ein verkætlan, ið byggir á
nakrar heilt órealistiskar
væntanir og vónir um,
hvussu bjart alt verður, um
bert vit fáa fullveldi. Men
hetta er á ongan hátt nakað
haldgott støði at grunda ein
nýggjan búskap á.
Eingin meiriluti
Føroya Landsstýri, sum nú
er farið til Danmarkar at
loysa Føroyar úr ríkisfelags-
skapinum, hevur ikki meiri-
luta aftanfyri seg.
Í Uttanlandsnevndini er
samgongan í minniluta, og
fekk landsstýrið haðani bara
minnilutatilráðingar. Sam-
bært seinastu veljarakann-
ing, hava samgonguflokkar-
nir eisini minnilutan av Før-
oya fólki aftanfyri seg, men
kortini fara hesir garpar av-
stað at spæla hasard við Før-
oya fólki.
Dýrt fyri føroyingar
Ríkisveitingarnar skulu burt-
ur, lesandi føroyingar í Dan-
mark skulu javnstillast við
normenn, sviar og íslending-
ar, og koma ikki at hava tann
framíhjárætt, sum ríkisfel-
agsskapurin gevur.
Livistøðið í Føroyum skal
lækka 25 %, samstundis sum
vit standa fyri at gera íløgur
fyri yvir milliardina. Sjúkr-
ahúsverkið er niðurslitið. Al-
mannaverkið livir ikki upp
til tann tørv, sum samfelagið
hevur. Strandferðslan liggur
lamin um stutta tíð, tí skipini
eru niðurslitin. Á skúlaøki-
num skulu stórar íløgur ger-
ast, fyri ikki at tosa um mun-
andi størri rakstur. Okkara
høvuðsvinna,
fiskiflotin,
klárar ikki at endurnýggja
seg. Okkara gomlu og kom-
andi ættarlið merkja dag og
dagliga, hvussu núverandi
samgonga tekur sær av
løttum á hesum øki. Soleiðis
kundi ein hildið fram, alt
meðan henda samgongan
hevur brúkt alla orku, og
milliónir av peningi til full-
veldisætlanina, fyri at nøkta
tørvin hjá onkrum ørvitis-
knokki, sum hevur mist jørð-
forbindilsi.
Hvør hevur givið sam-
gonguni loyvi til alt hetta,
uttan fyrst at spyrja føroya
fólk eftir ? Føroyingar kunnu
einans føla seg ótryggar við
støðuna, tí hava vit fyrst
loyst, er ringt at koma aftur-
umaftur og siga, at vit
meintu einki við tað.
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin besta boð
Besta boð um eina skilagóða
avtalu, er tað frá Sambands-
flokkinum og Javnaðar-
flokkinum í Uttanlands-
nevndini, har málið er ein
samstarvsavtala innanfyri
ríkisfelagsskapin. Flokkarnir
viðurkenna,
at
ríkis-
felagsskapurin er ein týðandi
partur av grundarlagnum
undir okkara vælferðarskip-
an, men at arbeiðast skal
framhaldandi ímóti búskap-
arligum sjálvbjargni, har
vælferðin verður varðveitt og
ment.
Bert á tann hátt kann skút-
an fáast aftur á rætta kós.
Men hetta kann einans gerast
við dyggum stuðuli frá Før-
oya fólki.
Heðin Mortensen
løgtingsmaður
Til samráðingar við ongum meiriluta
Viðmerking: