hósdagur 30. mai 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002
27
Norðoyastevnan 2002
26
Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002
C
M
Y
K
26
Norðoyastevnan 2002
-20% av øllum taskum frá
UNITED COLOURS OF BENETTON
Góða Norðoyastevnu
êTRîTTAFîLK
LESKA
S®R
VIÜ
êTRîTTAFîLK
LESKA
S®R
VIÜ
Gudstænasta verður í Christianskirkjuni
Norðoyastevnudag klokkan 11.00, og verður tað
aftur í ár Hans Eiler Hammer, sóknarprestur,
sum fer at prædika. Eisini fer KFUM og K kórið
at syngja undir gudstænastuni.
Umframt vanligu gudstænastuna sunnu-
morgunin, verður eisini ein ungdómsgudtænasta
í Christianskirkjuni. Henda gudstænastan verður
fríggjakvøldið frá klokkan 20.00 til 22.00. Har
kemur kórið United Voices eisini at luttaka.
Hans Eiler Hammer prædikar
Í 1957 flutti Poul Færø til
Klaksvíkar, og hevur hann
búleikast her síðani. Poul
er í dag ein virkin trúboð-
ari, sum fólk kring alt
landið munnu kennast við.
Sosialurin hevur hitt Poul
til eitt prát um stevnur
fyrr og nú, og um hvønn
týdning tey andaligu virð-
ini hava á eini stevnu
STEVNUR
Ragnhild Ellingsgaard
Tá Poul Færø í mai mánaði 1957
flutti til Klaksvíkar, var Norðoya-
stevnan merkt av siðsøguligum
fyribrøgdum. Har vóru øll tey
sløgini av lívsvirðum, sum tá í
tíðini sermerktu tað dagliga lívið,
framsýnd. Bæði við lutum og
fólki, sum vóru íklødd eftir tátíð-
ar hátti til øll tey ymisku enda-
málini.
– Ein hugtakandi framsýning
undir fríum lofti. Hon lyfti
stevnuendamálið upp, og gav
okkum yngru smakkin av, at tað,
sum vit vóru, var vunnið okkum
við tógvum stríðið av undanfarnu
ættarliðum, greiðir Poul frá.
Andaliga
saman við tí verðsliga
Tað at koma saman, hevur altíð
havt stóran týdning fyri føroying-
in, heldur Poul.
Helst orsakað av, at fólkið fyrr
livdi so avbyrgt, og at ferðamøgu-
leikarnir vóru serstakliga vánalig-
ir.
Tískil komu fólkafundirnir,
sum tá vóru hildnir, at draga fólk-
ið til sín. Hetta var eitt gott høvi
at hitta vinir og kenningar, at
práta saman, frætta tíðindi og
møguliga eisini at finna sær ein
maka.
Harafturat kom so eisini møgu-
leikin til at hoyra boðskapin á
fundunum. Bæði um politisk og
andalig evni, um álvara og gam-
an.
Hesir fundir drógu fólk til sín,
og oftani høvdu teir andaligar røt-
ur. Við hesum kom tað verðsliga
lívið, sum jú var gerandisdagurin,
at verða knýttur at hinum anda-
liga.
– So tá andaligir fundir vóru
hildnir, serliga í Vágstúni, var
eins stór mannamúgva hjástødd,
sum tað vanliga var til ein fólka-
fund, greiðir Poul frá.
Stór broyting
Hesir fólkafundir eru at líkna við
stevnurnar í dag, men er her, hó-
ast alt, ein stór broyting farin
fram.
– Eins og úti í heimi, hevur ein
peningaheimur sett merkið sítt á
alt fyritakssemi her í Føroyum,
heldur Poul Færø.
Hann heldur, at stóra ynski eftir
at vinna pening, hevur í hansara
tíð broytt stevnurnar í ein stóran
mun.
– Stevnurnar í dag eru á tremur
av tiltøkum av ymsum slag. Og
her er flest øll tiltøkini av slíkum
slag, har endamálið bert er at
fremja brøgd og skapa kapping,
heldur Poul.
Eisini heldur hann, at munurin
á tí andaliga og tí verðsliga er
nógv broyttur gjøgnum árini.
Tá í tíðini lá alt tað verðsliga
meiri á somu linju sum tað anda-
liga, hóast ein greið linja altíð var
ímillum.
– Í dag tykist eingin munur vera
ímillum andaligt og verðsligt. Til
dømis veitst tú ikki, um tað, ið
sungið verður, er andaligt ella
verðsligt. Rytman er jú hin sama,
og hátturin at útinna er hin sami,
sigur Poul.
– Men hetta er bert mín meting.
Tey ungu í dag síggja uttan iva
øðrvísi uppá hetta, leggur hann
afturat.
Familjuhugnin í hásætið
Stevnur kring landið leggja ofta
stóran dent á undirhald til børnini
og tey ungu, og verður sjáldan
nógv pláss sett av til familju-
hugna.
Hetta heldur Poul Færø er ein
keðilig vend, tí eftir hansara tykki
er familjuhugnin altíð hitt sanna
hátíðarhaldið.
– Sum foreldur eru vit farin frá
at vera framjandi til heldur at
verða undirhaldandi. Undirhald
er slagorðið, sigur hann.
Men hann greiðir víðari frá, at
vit tíanbetur eru við at vakna frá
hesum í dag.
– Fruktirnar av hesum undir-
haldi eru skelkandi, bæði anda-
liga og verðsliga. Tað var ongan-
tíð endamálið við lívinum bert at
njóta. Vit skulu heldur verða við-
virkjandi í øllum, heldur Poul.
Poul Færø, trúboðari í Føroyum:
–Týdningurin at koma saman
hevur altíð verið stórur
– Familjuhugnin er altíð hitt sanna hátíðarhaldið, heldur Poul Færø