hósdagur 30. mai 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002
29
Norðoyastevnan 2002
28
Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002
Norðoyastevnan 2002
C
M
Y
K
BÚSTOVNUR
Ragnhild Ellingsgaard
Tann 25. mars í ár flutti 40 ára
gamla Maria Olsen fyri fyrstu
ferð út frá foreldrum sínum í
Árnafirði.
Orsøkin var, at hon hevði fing-
ið eina íbúð á nýggja sambýlinum
fyri tilkomin menningartarnaði í
Klaksvík. Hetta er samstundis
einasta sambýli av hesum slag,
sum finst í Føroyum, og fólk vóru
sera spent at vita, hvussu hetta
mundi fara at spæla av.
Men nú hevur sambýlið havt
búfólkini búgvandi í góðar fýra
mánaðir, og væl hevur eydnast.
Í hesum samband skipaðu
starvsfólkini saman við búfólk-
unum fyri eini hugnaløtu fyri tey
avvarðandu. Her varð bjóðað
kaffi og køkur, og ein gestarøðari
var eisini á skránni.
Her fingu starvsfólkini eisini at
vita, at hóast tað kenst undarligt
hjá teim avvarðandi, at teirra barn
nú er flutt heimanífrá, so eru tey
væl nøgd við umstøðurnar á
nýggja sambýlinum.
Og hetta fegnast starvsfólkini
sjálvandi um.
Dámar væl trøll
Í løtuni húsast seks búfólk á sam-
býlinum. Tey hava hvør sína íbúð
við egnari stovu, køki, kamari og
baðirúmi, og gjalda tey eisini
húsaleigu fyri hesa lítlu íbúð
teirra.
Eitt av búfólkunum er Maria
Olsen frá Árnafirði. Seinasta
summar kundi Maria hátíðar-
halda 40 ára føðingardag sín, og
tað gjørdi hon eisini við buldri og
braki.
Skipað var fyri stórari veitslu í
Skálanum í Klaksvík, og tey vóru
mong í tali, sum ynsktu at heilsa
uppá føðingardagsbarnið hendan
dagin.
Men hóast Maria nú nærkast
teim 41 árunum, so er hetta fyrstu
ferð, at hon búleikast uttan for-
eldur síni.
Hon tekur ímóti mær inni í íbúð
hennara. Kaffi og heimabakaðar
smákøkur standa á borðinum í
hugnaliga køkinum, og Maria sit-
ur í rullistólinum og smílist. Klár
til at fortelja mær, hvussu tað er at
búleikast á einum slíkum staði.
– Mamma hevur bakað okkum
smákøkur, sigur hon og peikar á
glasskálina, sum stendur á borði-
num. Eg seti meg niður og fái
mær eina køku. Væl smakkar.
– Mamma er ófør at baka. Hon
bakar altíð, so eg kann kann bjóða
gestum mínum okkurt gott, greið-
ir Maria frá.
Á svørtu hornasofuni sita lítil
fitt trøll og hyggja at, meðan vit
njóta kaffimunnin. Á vindeyga-
karminum sita eisini lítil trøll og
hyggja at okkum, og inni í
kamarinum hjá Mariu sita enn
fleiri trøll.
Eg spyrji Mariu, hvar hon hev-
ur fingið øll hesi.
– Eg elski trøll, sigur hon og
greiðir frá, at fólk ofta keypa
henni slík trøll sum eina gávu.
– Eg vil nógv heldur hava trøll
enn blomstur og líknandi. Tey eru
so fitt og ker, sigur hon, meðan
hon vendir sær og hyggur at trøll-
unum í sofuni.
Leingist onkuntíð
Maria prátar nógv, og hon veit
onkra søgu at fortelja um hvørt
ting, sum hon eigur inni í íbúðini.
Hon biður meg hyggja inn í skáp-
ini, sum øll eru full av koppum,
tallerkum og skálum.
Okkurt er keypt frá Idé-
Møblum, og okkurt onkrastaðni í
Klaksvík. Ein søga er knýtt at øll-
um, og eg fái allar søgurnar.
Mamma Mariu er onkursvegna
knýtt at øllum søgunum, og ein
skilir beinanvegin, at sambandið
millum tær báðar er av einum
heilt serligum slag.
– Eg eri so góð við mammu, tí
hon er so fitt, tekur Maria ofta til
í øllum orðafloyminum.
Hon fortelur eisini, at onkuntíð
leingist henni heim aftur til for-
eldrini.
Heima eigur hon ein svartan
frens, sum foreldrini nú ansa, og
honum leingist henni eisini eftir.
Sum oftast er Maria heima hjá
foreldrunum í vikuskiftunum, og
tað dámar henni væl.
Hon heldur, at tað er ein øgiliga
stór broyting at flyta heimanífrá
fyri fyrstu ferð, men nú byrjar
hon so spakuliga at fella til í
nýggja heimi hennara.
– Men eg leingist øgiliga illa
eftir foreldrunum, og eg veit, at
tey sakna meg øgiliga nógv har
heima, sigur hon stillisliga.
Svomið í 25 ár
Maria er ófør at siga frá um lív
hennara. Hon er væl skorin fyri
tungubandinum, og prátið gongur
lystiliga í hugnaligu íbúð henn-
ara.
Hóast hon situr í koyristóli, so
hevur hon altíð úr at gera. Hon
gongur til bingo og spælir boccia,
og hvørt fríggjakvøld situr hon
framman skíggjanum og fylgir
Gekka-spælinum.
– Men eg klári ikki at seta
prikkarnir sjálv, so tað má onkur
annar hjálpa mær við, sigur hon
og sipar til eyguni, sum ikki
síggja so væl.
Afturat øllum hesum svimur
hon eisini fimm ferðir um vikuna.
Hetta hevur hon gjørt í skjótt 25
ár, og er svimjihøllin nærum
vorðin eitt annað heim hjá henni.
Hvørt ár, tá Maria hevur føðing-
ardag, sendir hon eina lagkøku
oman til starvsfólkini í svimji-
høllini.
– Tey eru so fitt, og eru góð við
meg. Tí skulu tey eisini hava
okkurt gott, sigur hon.
Á sambýlinum verður stórur
dentur lagdur á, at búfólkini veru-
liga skulu kenna sambýlið sum
teirra egna heim. Tí hava tey
sjálvi innrættað íbúðirnar, og tey
eru eisini við til at leggja skránna
fyri dagarnar, sum fara framvið.
Hjá Mariu er hetta eingin
trupulleiki, tí hon hevur altíð nóg
mikið at takast við.
Hvønn dag nýtir hon nakrar
tímar á Verkstaðnum á Brekku,
og restin av degnum fer til hugna
av ymsum slag. Tá hon ikki er úti,
spælir hon spøl sum Ludo og
Memory við onkrum av búfólk-
unum, men annars dámar henni
eisini væl at ferðast. Har er altíð
ferð á hjá henni, og tað hoyrist
eisini aftur í prátingarlagnum.
Spent til Norðoyastevnu
Tað er ikki altíð so lætt at fylgja
við, tá Maria fer í gongd við at
práta. Hon hevur so nógv at siga
frá, og ein fær altíð nógv at vita.
Hon fortelur um túrin til
Strendir, sum stendur fyri framm-
an, har hon ætlar sær í ball hjá
Javna. Og eisini aðrir túrar fáa
okkurt orðið á vegnum. Jú, har er
ferð á hjá henni.
Maria hevur sjálvandi fartele-
fon, og órógvar hon fleiri ferðir
prátið hjá okkum hetta kvøldið.
Hon hevur fleiri vinkonur, sum
ringja til hennara, og tær práta og
skemta sær óført.
Kaffikoppurin er nú við at tøm-
ast, og prátið líður mót endanum.
Men vit sleppa ikki undan
Norðoyastevnuni, sum liggur fyri
framman.
– Eg eri so ræðuliga spent, sig-
ur hon. Maria er fyri langari tíð
síðan byrjað at telja dagarnar til
stevnuna, og leygarkvøldið ætlar
hon sær í býin, so hon kann verða
við til Midnáttarsamkomuna.
– Tá sleppa vit eisini at verða
leingi uppi her í sambýlinum, so
eg kann sagtans fara ein túr út,
sigur hon spent.
Eisini fýrverkaríið skal uppliv-
ast, tí tað, heldur hon, er eitt tað
vakrasta, sum finst.
Eg lati meg í aftur jakkan, og
takki fyri meg. Eg ivist onga løtu
í, at Maria var glað fyri at fáa vitj-
an, tí á vegnum út biður hon meg
um endiliga at koma skjótt aftur.
Maria gleðir seg til Norðoyastevnu
40 ára gamla Maria Olsen frá Árnafirði
flutti herfyri heimaní frá fyri fyrstu ferð.
Hon er nú eitt av búfólkunum á einasta sambýlinum
fyri tilkomin menningartarnað í Føroyum
Sum 40 ára gomul flutti Maria fyri fyrstu ferð frá foreldrum sínum. Hon er í dag búsitandi í einasta sambýlinum
fyri tilkomin menningartarnað í Føroyum
Maria er ófør at siga frá, og dámar henni væl at fáa gestir
Allastaðni í hugnaligu íbúðini liggja smá trøll og fylgja við tí, sum
fyrigongst