Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002 31 Norðoyastevnan 2002 30 Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002 C M Y K 30 Norðoyastevnan 2002 Í kvøld fer Klaksvíkar Talvfelag at skipa fyri tveimum snarkappingum í talvi á Skákinum, á Akursmørk. Talan er um eina talvkapping fyri børnum, sum byrjar klokkan 17.30 og eina fyri vaksnum, sum byrjar klokkan 20.30. Steyp verða latin til vinnararnar í báðum kappingunum. Umframt hesar kappingar, verður eisini ein talvkapping í Vágstúni ella í Skákinum á Akursmørk fríggjakvøldið klokkan 19.00. Hendan kapping er fyri vaksin. Og klokkan 19.00 Norðoyastevnuaftan verður ein talvkapping millum Klaksvíkar Talvfelag og Tórshavnar Talvfelag á Skákinum á Akursmørk. Snarkapping í talvi TVÍBURÐAR Orð: Steintór Rasmussen Myndir: Finnur Justinussen Fólk taka allatíðina feil av teim- um, og tað eru tær so vanar við. Tá ið tær seinast vóru á matstovu- ni og ótu, fór Lina upp at rinda fyri seg. Løtu seinni fór Tina upp til diskin at gjalda – og so varð galið aftur. Tænarin hugdi upp á hana, sum um hon var í ørviti. – Jamen, tú hevur longu betalt! Soleiðis er tað so mangan, og tað verður neyvan øðrvísi. Í sama skúla – Nógv fólk kenna okkum bara saman. Og so er einki at siga til, at tey blanda nøvnini, sigur Lina. Ella var tað nú Tina?! – Vit hava altíð fylgst og verið nógv saman. Og tá ið onnur hevur roynt at gingið egnar leiðir, so hevur hetta bert verið fyri eina stutta tíð. Vegirnir hjá okkum møtast altíð aftur. Soleiðis kenn- ist tað, og soleiðis eigur tað helst eisini at verða, sigur Lina og Tina er ikki óvæntað samd við henni. Lina byrjaði eitt ár undan systrini á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, men kom síðani út fyri einum ferðsluóhappi, soleiðis at tær kortini komu at ganga í sama flokki. Tá Tina søkti inn á sjúkra- systraskúla í Havn, hevði Lina heilt aðrar planir. Men Tina kom ikki gjøgnum nálareygað. Nú læra báðar til sjúkrasystir. Tá Tina bleiv forlovað í Suðuroy, ja hvat var meiri nærliggjandi hjá Tinu enn eisini at finna sær sjeik úr somu oyggj. Altíð ein góðan vin Tina og Lina Petersen eru 23 ára gamlar, og ongin er í iva um, at tær eru tvíburðar. Líkheitin var ivaleyst størri, tá tær vóru smágentir og gingu í somu klæðum og í sama skúla á Fossanesi norðan fyri Norðdepil, har barnaheimið liggur. Tær tosa og flenna og hava onkuntíð hug at bróta hvør aðra av. Samtaluevnið er nakað so van- ligt og sjabbað, og kortini fyllir tað so nógv í teirra verð. Tær kenna jú ikki til annað enn at vera tvíburðar. Skulu vit byrja við tí positiva? Tær hyggja uppá hvørja aðra, og so sigur Tina, ella møguliga var tað eisini Lina. – Tú hevur altíð ein góðan vin, og ert ongantíð heilt einsamallur, tá tú ert eineggjaður tvíburði. Vit hava altíð hvørja aðra og kunnu tosa um alt saman. Tað, sum vit ikki tosa um, er undirforstaðið, tí vit skilja hvør aðra. Og tú brýtur heldur ikki lyfti um at halda nak- að loyniligt, um systirin fær tað at vita. Vit eru jú so stórur partur av hvøji aðrari, at tað kann ikki um- gangast. Tá Tina og Lina vóru smærri, gingu báðar altíð líka ílætnar. – Vit hava framvegis sama smag fyri klæðum, men keypa ikki longur tvey sett av øllum. Kortini er tað soleiðis, at tá vit keypa klæðir, so plaga vit at gera tað saman. Sigur tú Tina mást tú eisini siga Lina Tað er sunnukvøld, og vit hava sett stevnu á matstovuni Nantong í høvuðsstaðnum Tær líkjast framvegis hvørji aðrari, hóast tær eru ymiskt ílætnar og onnur drekkur te, meðan hin fær sær kaffi Men annars hugsa tær mestsum eins, og práta sum við ein munn. Báðar læra til sjúkrasystir, búgva í somu íbúð og hava sjeik úr Suðuroynni Tað fer at verða fleiri støð at velja í millum at fara til, um ein ætlar sær í dans á Norðoyastevnu. Hóskvøldið og fríggjakvøldið verður Barok opið við dansi. Hóskvøldið verða Siggi og Keith har, og fríggjakvøldið verður tað Kristian Joensen, sum skipar fyri diskoteki. Fríggjakvøldið verður eisini dansur bæðI í Klaksvíkar Klubba, har Siggi og Keith spæla, og í Skálanum, har Kallar úr Leirvík spæla. Umframt hetta, so verður diskotek í KÍ høllini bæðI fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið, sum KÍ skipar fyri. Eftir midnáttarsamkomuna Norðoyastevnu- aftan og somuleiðis sunnukvøldið á Norðoya- stevnu verður eisini høvi hjá stevnugestum og – vertum at fara í dans. BæðI kvøldini verður dansur við Siggi og Keith í Klaksvíkar Klubba. Og umframt diskotekið í KÍ høllini, verður eisini diskotek í Barok leygarkvøldið við Martin Kjærbo og sunnukvøldið við Allan Poulsen. Norðoyastevnuaftanskvøld verður føroyskur dansur í Skálanum frá klokkan 00.30. Dansitiltøk á Norðoyastevnu Eg plagi at finna klæðini fram, sigur Tina, og so kann Lina passa tey. So finna vit skjótt okkurt, sum báðar eru nøgdar við. TinaLina Yvir tað hugnaliga caféborðið á Nantong sveima eisini spurningar um manglandi samleika og hetta at skula bólkast saman. Lina og Tina ásanna, at tað kann vera strævið og til tíðir eis- ini forða persónsmenskuni, tá fólk ikki skilja mun og síggja tær sum sjálvstøðugur persónar. Tí hóast tær hava somu áhugamál og aloftast hugsa og halda tað sama, so hava tær hvør sítt lív og hava eisini hvør í sínum lagi roynt eitt sindur av hvørjum. Lina: Tað kann vera ein trupul- leiki, tí nógv fólk kenna okkum bara saman. Tey vita ikki, hvør er hvør ella blanda nøvnini. Tina: Um eg skal ringja til onkran, og sigi: Hallóv, tað er Tina, ja so má eg aftaná stuttan steðg siga TinaLina. Lina: Vit eru so vanar við, at fólk taka feil, og hinvegin er tað einki løgið í tí. Um tað er nega- tivt, veit eg ikki rættuliga. Vit kenna ikki til annað. Tina: Tað eru sjálvandi eisini nógvar stuttligar misskiljingar, og vit hava gjøgnum árini mangan kunna verið »stand in« fyri hvørja aðra. Ikki minst í skúlanum, har lærararnir ofta villast í nøvnunum ella persónunum. Lina: Av teimum nærmastu er tað serliga babba, sum kann taka feil. Tina: Seinast, eg var hjá frisør og hevði klipt mær líka sum Lina, so tók sjeikurin hjá henni eisini feil. Ella mundi tikið feil... Tær flenna báðar, tí misskilj- ingar kunnu eisini verða eitt gott krydd í lívinum, tá bæði navn og útsjónd líkjast. Kallaðar upp Hetta at nøvnini líkjast er tað sum veruliga ger munin. Men alt hev- ur sínar nátúrligu orsøkir. Báðar eru kallaðar upp eftir ommunum. Tann eina er úr Fuglafirði, og hin úr Klaksvík. Martina og Poul- ina. Hvat er meiri upplagt enn at tvíburðasystrarnar vóru kallaðar Tina og Lina. Ísdessertin er farin niðurum, og systrarnar skulu heim at arbeiða víðari við einari skrivligari upp- gávu, sum sjúkrasystraskúlin krevur. Hesaferð eru tær ikki í sama bólki. Tær halda báðar, at tað eisini kann verða gott at sleppa at verða seg sjálva onkra løtu og eitt sind- ur meir enn tað. Forlovilsi og nýggjar avbjóð- ingar í lívinum krevja eisini, at tær báðar læra at standa á egnum beinum. Men tær standa framveg- is saman. Hóast Tina fer til Suðuroy at vitja vinmannin um vikuskiftið, og Lina ætlar sær á Norðoyastevnu. Ert tú eineggjaður tvíburði, so kanst tú verða rættuliga vísur í, at tú ikki missir hvønn annan. Tí hvør vil verða fyri uttan ein so góðan part av sær sjálvum. Í øll- um førum ikki Lina og Tina. Lina: Tá ið eg fyrstu ferð var uttanlands, tosaði eg í fleiri tímar í telefon við Tinu Tina: Eg hevði ikki trivist í Havn, um Lina ikki eisini gekk í skúla her