Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002 35 Norðoyastevnan 2002 34 Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002 C M Y K 34 Norðoyastevnan 2002 Fyri fyrstu ferð í fleiri ár fáa norðingar møguleika fyri at njóta nakað av tón- leiki uttandura. Tað er Sjey00, nýggja tónleika- felagið í Klaksvík, sum skipar fyri konsertini á Norðoyastevnu TÓNLEIKUR Ragnhild Ellingsgaard Lagt verður til brots við bólkum bæði úr Klaksvík og Havnini, og tónarnir fara at spenna víða. Bæði country, rokkur, poppur og tekno verður umboðað á konsertini, samstundis sum forkunnugari nøvn sum industrial- og hardcore tónleikur eisini verður á skránni. Fyrireikingarnar til konsertina hava verið í gongd leingi, og væntar felagið sær nógvar áhoyr- arar Eingin glasfløska Konsertin byrjar fríggjakvøldið klokkan 20.00, og hildið verður á til klokkan líður móti 02.00. Tveir stórur trailarar verða still- aðir upp í skúlagarðinum hjá Skúlanum við Ziskatrøð, og síðan sleppur tónleikurin at seta dám á fyrsta kvøldið á fyrstu stevnuni. Luttakandi bólkarnir verða Human Caos, Stinkfist, Iris og No Connection, sum allir eru úr Klaksvík. Men eisini Krit og SideEffect úr Havn sleppa upp í part, so fortreytirnar fyri góðum tónum verða avgjørt til staðar. Sum sagt fóru fyrireikingarnar til konsertina í gongd fyri langari tíð síðan, og eru tíðindini um kon- sertina borin víða um. Formaðurin í tónleikafelagnum Sjey00, Gulli Johansen, sigur, at longu nú vísa fólk uttandura kon- sertini stóran áhuga, so hann ivast ikki í, at hetta verður ein hugnalig løta. – Tónleikarliga sæð hevur Norðoyastevnan verið øgiliga keðilig í fleiri ár, men hetta ætla vit nú at broyta, sigur formaðurin í nýggja felagnum. Hann veit eisini at siga frá, at eisini aðrastaðni í Føroyum hava fólk víst konsertini áhuga. – Eg havi hoyrt um fleiri, sum ætla sær á Norðoyastevnu, einans fyri at uppliva konsertina. So tað boðar bara frá góðum, sigur Gulli. Men hóast felagið væntar nógv fólk, so skal skil verða á um- støðunum. Til dømis sleppur eingin glas- fløska innum gyrðingina, meðan konsertin verður. – Glasfløskurnar verða heilt einfalt tiknar frá fólki, greiðir Gulli frá. Trupuleikan við brotnum glas- fløskum kenna øll, sum hava ver- ið til uttandura konsertir, men hesum slepst sostatt undan á Norðoyastevnu. Skulu røkka endamálsorðingini Nýggja tónleikafelagið í Klaks- vík varð sett á stovn fyrst í februar mánaði í ár, men hóast stutt tíð er fráliðin, so hevur felagið longu nú fingið nøkur ting frá hondini. Herfyri skipaði Sjey00 fyri eini konsert í Mentunarhúsinum Atlantis, og longu eftir 20 minut- tum vóru tey 109 atgongumerkini útseld. So áhugin fyri tónleiki er av- gjørt til staðar millum klaksvík- ingar. – Tað hava vit eisini merkt, sig- ur Gulli Johansen. Felagið hevur fingið fleiri viðmerkingar frá fólki, sum fegnast um, at Klaks- vík endiliga hevur fingið sítt egna tónleikafelag. Endamálið við tónleikafelag- num Sjey00 er fyrst og fremst at fáa til vega eini høli, har tónleik- arar fáa møguleika at spæla sam- an. Men enn er einki hent viðvíkj- andi hølunum. Hóast nevndin í felagnum hevur roynt nærum allar møguleikar, so eru eingi høli tøk í býnum. – Býráðið hevur eisini roynt at hjálpt okkum, men enn er so ein- gin loysn funnin, greiður Gulli frá. Í løtuni hevur felagið tó fingið eina góða avtalu í lag við Mentunarhúsið Atlantis, og sleppur felagið fyribils at brúka hetta húsið til virksemi felagsins. Umframt at finna eini høli, so er endamálið hjá felagnum eisini at fáa eini høli, har tónleikarar sleppa at framføra teirra tónleik, at fáa egið tónleikaanlegg til vega og eisini at hjálpa tónleikarum við tónleikaútgávum, útbúgving- um og øðrum. – Men fyrst og fremst mugu vit finna eini høli, so vit kunnu skipa virksemi víðari harfrá, og sostatt røkka endamálsorðingini hjá felagnum, sigur Gulli Johansen, formaður í tónleikafelagnum Sjey00. Clickhaze í Klaksvík Hóast felagið enn ikki hevur fing- ið eini høli, so spyrst nógv burtur- úr arbeiðinum. Tá uttandura konsertin á Norð- oyastevnu er farin afturum, verð- ur farið í holt við fyrireikingar til eitt nýtt konsert-tiltak á skránni. Tann 16. juni fær Klaksvíkin nevniliga vitjan av tí so væl kenda bólkinum Clickhaze við tí ikki minni kendu Eivør Pállsdóttir. Clickhaze fer hetta kvøldið at hava eina konsert í Atlantis, og væntar Gulli, at nógv fara at fegn- ast um hetta tiltak. Clickhaze gevur eftir ætlan út eina nýggja fløgu tann 14. juni, so framførslan fer uttan iva at inni- halda okkurt av løgunum, ið verða á nýggju fløguni. Tónleikafelagið Sjey00 í Klaksvík hevur harafturat eisini eitt gott samstarv í lag við tón- leikafelagið Grót í Eysturoynni, so hetta samstarv skuldi uttan iva lagt lunnar til fleiri góðar tón- leikaløtur í Klaksvík í framtíðini. Sjey00 skipar fyri uttandura konsert Gulli Johansen er formaður í Sjey00, nýggja tónleikafelagnum í Klaksvík Síðani 1978 hevur Norð- oyastevnuteitið verið ein fastur táttur av Norðoya- stevnuni. Her verður flent, so tárini trilla, meðan ein skemtiligur vinkul verður settur á hendingar gjøgnum árið NORÐOYASTEVNUTEITIÐ Ragnhild Ellingsgaard Høvuðsendamálið er at fáa fólk at flenna. Og fyri at fáa fólkið at flenna, gera tey gjøldur burtur úr ávísum hendingum, sum eru far- nar fram gjøgnum árið. Ella burt- ur úr onkrum persóni, sum er komin fram í ljósið á onkran undarligan hátt. Stórur áhugi plagar at verða fyri Norðoyastevnuteitinum, og hvørt ár um hesa tíðina tysja norðoyingar inn í Atlantis fyri at vita, hvat tey nú hava funnið uppá. Peter J. Eliassen og Øssur Hentze hava í mong ár verið við til at lagt teitið til rættis, og verða teir eisini aftur á pallinum í ár. Ikki illa meint Í Norðoyastevnuteitinum er alt stuttligt. Ella, tað skuldi tað helst verið. Men onkuntíð hava fólkini aftan fyri teitið fingi onkra skolu, tí tey kanska eru farin í so illa við onkrum ávísum persóni, ella onkrari hending. – Men tað má ein bara taka við, sigur Øssur Hentze og leggur afturat, at einki, sum kemur fram, nakrantíð er illa meint. Sum oftast koma fólk eisini niður aftur á jørðina eftir stutta tíð, og so er alt aftur gloymt. – Um vit halda, at onkur sketsj er serliga grov, ella kanska í so persónlig, so spyrja vit fyrst við- komandi fólkini um loyvi, greiðir Peter J. Eliasen frá. Men enn eru avvarðandi fólkini av teitinum ongantíð komin illa fyri. – Um ein bert tosar pent saman, so loysir alt seg, siga teir báðir, Peter og Øssur. Met seinasta ár Umleið 20 fólk eru knýtt at Norð- oyastevnuteitinum hesuferð, og tær seinastu tríggjar vikurnar hava tey verið saman nærum uttan steðg. Sketsjir skulu skrivast, sangir skulu venjast og so skulu fram- førslurnar sjálvandi venjast um- aftur og umaftur. Og at Norðoyastevnuteitið í ár verður uttan iva skemtiligt, eru Øssur og Peter á einum máli um. – Tað er so ótrúliga nógv hent á tí politiska vígvøllinum í ár, so har var nóg mikið av tilfari at taka av, sigur Øssur. Tað eru serliga almennir per- sónar, sum flent verður eftir í teitinum. – Men sketjsirnar eru sum oftast knýttar at Klaksvík á ein ella annan hátt, greiðir Peter frá. Hetta fyri, at fólkini skulu kunna kenna hendingar og persónar aftur. Seinasta ár var eitt metár fyri Norðoyastevnuteitið. Tá sóu um- leið 1500 fólk leikararnar gera gjøldur burtur úr farna árinum, og heili 14 sýningar vóru á skránni. Spennandi verður at vita, um eins gott fer at ganga í ár. Norðoyastevnuteitið fyri 23. ferð Atlantis verður aftur í ár karmur um Norðoyastevnuteitið hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag Alt innan Bilar Bil & Dekkverkstaðið Oman Eið · 700 Klaksvík · Tlf. 456959 · Fax 457175 Øllum verður ynskt eina góða Norðoyastevnu Fríðka um til Norðoyastevnu við føroyskum summarplantum Havakrukkur -20% -20% -20 -20 -2 -20 Góð óð óð óða Nor a Nor No a N r o ð SUMMARD S MARD AR M D RD M ÁIN Tlf. 45 61 93 lf. 45 6 3 4 3 f. 45 6