hósdagur 30. mai 2002síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002
37
Norðoyastevnan 2002
36
Sosialurin Nr. 100 - 30. mai 2002
C
M
Y
K
36
Norðoyastevnan 2002
Fyrsta og einasta skúla-
skipið í Føroyum verður
væntandi siglingarklárt
komandi summar. Men
longu á Norðoyastevnu
sleppa norðoyingar og
onnur at síggja skúlaskipið
Dragan loysa frá landi í
Klaksvík
SKÚLASKIPIÐ DRAGIN
Ragnhild Ellingsgaard
Hvørt ár plagar Klaksvíkar Horn-
orkestur at undirhalda á kaj-øki-
num, meðan róð verður kapp.
Soleiðis verður eisini í ár, men
nú fara tónarnir ístaðin at koma
úti frá sjónum.
Limirnir í Klaksvíkar Hornork-
estur verða nevniliga við á dekki-
num, tá skúlaskipið Dragin fer at
loysa frá landi í Klaksvík.
Fyrsta av sínum slag
Í londunum rundan um okkum er
púra vanligt, at skúlar av ymsum
slag hava skúlaskip knýtt at virk-
seminum teirra.
Hetta fyri, at næmingar í sjó-
vinnu og líknandi skulu sleppa at
royna teirra teoretisku vitan, eis-
ini í praksis.
Men hóast næmingar í Føroy-
um eisini fáa undirvísing í sjó-
vinnu, so hava føroyingar ongan-
tíð átt nakað skúlaskip.
Í Klaksvík vóru fyri 10 árum
síðani nakrir menn, sum ikki hil-
du, at hetta var rætt. Teir hildu so
avgjørt, at føroyingar eisini høv-
du tørv á einum skúlaskipi, og tí-
skil slóu teir seg saman um at
stovna eitt felag, hvørs endamál
skuldi verða at fáa til vega eitt
skúlaskip til føroyingar.
Felagið fekk navnið »Grunnur-
in Dragin«, og varð skipað sum
eitt slag av einum stuðulsfelagi.
Í dag, 10 ár eftir stovnanina,
hevur felagið eini 80 limir, so
áhugin millum fólkið var eisini til
staðar.
Hesi 10 árini hevur ein áhuga-
bólkur uttan íhald arbeitt við
Draganum, og væntandi verður
skúlaskipið siglingaklárt kom-
andi summar.
Ætlanin er, at Dragin fyrst og
fremst skal nýtast sum skúlaskip
hjá skúlunum í Klaksvík, meðan
lærustovnar aðrastaðni í landi-
num kunnu leiga skipið í styttri
ella longri tíðarskeiðum.
Kostnaður 10 krónur
Fyrsta málið hjá felagnum var
sjálvandi at fáa fatur á einum
skipi, sum síðani kundi umbyggj-
ast til eitt skúlaskip. Og væl gekst
við hesum.
Fyrst í nítiárunum fingu skip í
Føroyum upphøggingarstuðul, og
millum hesi skip taldist eisini
Dragin, sum eftir ætlan skuldi
søkkast.
Men Hans Eli Hansen, for-
maður í »Grunnurin Dragin«,
gjørdi skjótt av, og keypti Dragan
frá táverandi eigarinum. Kostnað-
urin var 10 krónur.
– Eigarin varð glaður við, at
onkur var so býttur at keypa bát-
in. Sum var, hevði hann einans út-
reiðslur av Draganum, og ætlanin
var jú at søkkja hann. Tí fekk eg
hann so bíligani, flennir Hans Eli.
Eftir keypið varð ein áhuga-
bólkur settur at arbeiða víðari við
bátinum, og er Dragin í dag vorð-
in sum nýggjur.
Hóast alt arbeiðið hevur verið
ókeypis og uttanfyri vanliga ar-
beiðstíð, so hevur gingist væl í
hond, og er Dragin nú um at verða
siglingarklárur.
Alt timburarbeiðið umborð er
nærum liðugt, so nú stendur ein-
ans el-arbeiðið fyri framman.
Harumframt skal trygdar- og
bjargingarútgerð eisini finnast, og
so er klárt at leggja til havs.
Framsýningar
Men arbeiðið umborð hevur ikki
verið tann størsti parturin av fyri-
reikingunum til skúlaskipið.
– Alt arbeiðið hevur sjálvandi
kostað nakað av peningi, og hava
vit lagt nógva orku í at finna stuð-
lar ymsastaðni, greiðir Hans Eli
frá.
Stuðul hava teir fingið frá pen-
ingastovnum, virkjum, fyritøkum
og privatfólki. Summi hava eisini
latið felagnum ymsar gávur, sum
teir kunnu nýta umborð á skipi-
num.
Umframt stuðul frá øðrum,
hevur felagið eisini lagt nógv ar-
beiðið í sjálvt at fáa pening til
vega.
Hetta hevur verið gjørt gjøgn-
um framsýningar av ymsum slag,
tombolu og lutaseðlasølu. Eisini
gevur felagið hvørt ár eina
streymtalvu út, sum síðan fæst til
keyps kring landið.
Á Norðoyastevnu plagar felag-
ið eisini at skipa fyri framsýning-
um, og so verður aftur í ár.
Framsýningin hesuferð er býtt
sundur í tveir partar, har tann eini
hevur heitið »Hendur og Hug-
flog«. Her sýna listarfólk í Klaks-
vík fram áhugaverdar lutir, ið tey
sjálvi hava tilevnað.
Hin parturin er ein myndafram-
sýning hjá Klaus Kieselwetter,
sum sýnir djóralívið í Antarktis.
Børnini verða heldur ikki
gloymd. Felagið hevur heitt á teir
báðar klovnarnar, Fjotta og Bobo,
um at koma á eina vitjan í Klaks-
vík. Teir søgdu ja, og fara teir
uttan iva at gera sítt til, at børnini
fara at hava tað enn stuttligari á
Norðoyastevnuni.
Skúlaskipið
Dragin verður
væntandi
siglingarklárt
komandi
summar
Ein eigur at royna at skipa
fyri onkrum sjálvur, held-
ur enn bert at sita og bíða
eftir, at onnur skulu koma
við tilboðum. Hetta heldur
manningin umborð á Old
Girls 2 hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag
KAPPRÓÐUR
Ragnhild Ellingsgaard
Nógv hevur verið at hoyrt um
Klaksvíkar Róðrarfelag ta sein-
astu tíðina. Og vónirnar til felagið
eru stórar, nú skjøtil verður settur
á komandi kappingarárið.
Hóast vit hoyra og lesa nógv
um tær ymsu manningarnar hjá
felagnum, so hevur nærum einki
verið at hoyrt um Old Girls-
manningarnar.
Møguliga, tí tær ikki hava hug
at reypa so nógv. Tær rógva ein-
ans til stuttleikar, siga tær.
Men hvussu er og ikki, so veks-
ur hetta slagið av manningum
ikki á trøunum her í Føroyum. Ja,
óvist er, um slíkar finnast aðra-
staðni enn bert í Klaksvík.
Tungt at byrja
Hetta byrjaði alt í apríl mánaða.
Í longri tíð hevði Árna Maria
Fossdalsá gingið og hugsað um,
at tað hevði verið stuttligt at byrj-
að at róð saman við øðrum til-
komnum kvinnum. Árna Maria
hevur búð í Danmark, og róði tá í
Føroyingafelagnum. Ein dagin, tá
hon stendur og hyggur at kapp-
róðri, kemur hon í prát við eina
aðra tilkomna kvinnu.
Tær práta saman aftur og fram,
og bradliga brestur úr Árnu
Mariu: Also, tað má verða lekkurt
at rógva. Heldur tú ikki eisini tað?
Hin kvinnan var púra samd við
henni, og lunnarnir til eina nýggja
bátsmanning vóru hervið lagdir.
Tíðindini frættust víðari í bý-
num, og eftir stutta tíð vóru tær
nóg nógvar til at manna eitt
fimm-mannafar.
Og so varð farið í gongd.
Fleiri av nýggju manningini
høvdu ongantíð róð fyrr, so tungt
var í byrjanini.
Men saman funnu tær skjótt
rætta áralagið, og nú rógva tær
sum ongantíð fyrr.
Í byrjanini hittust tær tvær ferð-
ir um vikuna, men fyri stuttum
broytti tær venjingatíðirnar til
heldur at verða tríggjar ferðir
hvørja viku.
Og tær trívast óføra væl saman.
Tíðin umborð fer við nógvum
práti, onkuntíð ov nógvum. Men
tá sigur bátsforkvinnan til, og bið-
ur tær rógva, heldur enn práta.
– Orsøkin til alt prátið er nokk,
at vit halda okkum allar ráða um-
borð, sigur Árna Maria smílandi.
Onkur hug at flenna
Onkur hevði hug at rysta við
høvdinum, tá tey fingu við, at
hesar tilkomnu kvinnur vóru byrj-
aðar at rógva.
– Onkur helt, at vit máttu vera
púra forstýraðar í høvdinum, sig-
ur Árna Maria.
Serliga menninir høvdu hug at
flenna eitt sindur at hesum gomlu
konunum, sum nú vildu halda seg
duga at rógva.
Men onnur tóku eisini til orða,
at tær vóru óførar. Tað halda tær
eisini sjálvar, nú árabløðrur og
vánaligur teknikkur er farið aftur
um bak.
Fyri stuttum skipaði Klaksvíkar
Róðrarfelag fyri einum stuðuls-
róðri til frama fyri nýggju bátar-
nar hjá felagnum, og sjálvandi
luttóku Old Girls 2 eisini í hesum
róðri.
– Vit væntaðu okkum at klára at
rógva einar 4.000 metrar, men tá
avtornaði, høvdu vit róð heilar
12.000. So tú kanst ætla, at vit
vóru stoltar, flennir Árna Maria.
Við góða úrslitinum fekk pípan
eitt annað ljóð, og hevur tað eisini
verið nýtt til at minna onnur á, at
hetta væl kann lata seg gera, hóast
tær ikki longur eru eins ungar
sum fyrr.
Einans til stuttleikar
Fyribils er rógvingin heldur til
stuttleikar enn álvara. Tær hava
allar børn heima við hús, og
kenna seg tískil ov bundnar til at
fara avstað á hvørja stevnu at
rógva kapp við aðrar manningar.
Men á Norðoyastevnu verður
stuttleikin tó avloystur við álvara,
í øllum førum eina løtu.
Old Girls 2 er nevniliga ikki ein-
asta kvinnumanningin hjá Klaks-
víkar Róðrarfelag.
– Tá vit byrjaðu at rógva, funnu
vit útav, at ein onnur kvinnu-
manning hevði vant innandura
allan veturin, greiðir Árna Maria
frá.
Á Norðoyastevnu hava kvinn-
urnar skipað fyri dysti millum
kvinnumanningar báðar. Tá skal
finnast útav, hvør av teimum er
betri og skjótari.
– Hetta eru vit ótrúliga spentar
uppá, sigur Árna Maria.
Sum er, hava tær onga hóming
av, hvussu skjótt tær rógva, ella
hvussu gott tær duga. Men hesin
spurningur verður so svaraður á
stevnuni.
Og áhugin fyri júst hesum róðri
er eins stórur og fyri teim »veru-
ligu« róðrunum.
Fólk í býnum hava fylgt væl
við í gongdini hjá kvinnumann-
ingunum, og mong eru sera spent
uppá úrslitið av kappróðrinum
millum Old Girls 1 og Old Girls 2.
– Hetta verður alt sjálvandi
gjørt mest til stuttleika, sigur
Árna Maria.
Tá ein hyggur eftir róðrinum
hjá kvinnumanningini, ivast ein
heldur ikki í, at tær hava tað stutt-
ligt. Tær flenna og práta, sum
hava tær kenst alt lívið.
– Persónliga gevur samanhald-
ið umborð ótrúliga nógv, sigur
Árna Maria, sum eisini vil nýta
høvi til endiliga at biðja onnur um
at fara í gongd við onkrum tílík-
um sjálvi.
– Hetta er bæði stuttligt og gott
fyri heilsuna, so tað er bara at fara
í gongd, endar hon samrøðuna við
Sosialin.
Tær stríðast av øllum alvi
Onkur hevði hug at flenna eitt sindur, tá tilkomnu kvinnurnar fóru at
manna bát. Men tær trívast bara óføra væl umborð
Fyrsta skúlaskip í Føroyum
um at verða klárt