Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2002síða 25

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 100 - 30. mai 2002 Nr. 100 - 30. mai 2002 49 HEILSANIR Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Góða Anna Hjartaliga tillukku við 18 ára degnum. Vónandi sleppa vit skjótt ein biltúr. Alt tað besta í framtíðini. Ynskja vit báðar Góða Anna Hjartaliga tillukku við 18 ára degnum. Alt gott ynskist tær í framtíðini. Heilsan mamma, babba og Elisabeth Tillukku við 18 ára degnum. Tað hevði verið stuttligt at siti á kantinum í dag. Góða pipar frk. Lukku og gleði við piparinum nú má tú skunda tær. Tú ert ikki nógv ár aftaná okkum báðar. Ynskja DI og DII Lukku og gleði á 18 ára degi. Nýggjársaftan var góður. Vónandi verður kvøldið í kvøld líka gott. Góði Sakaris Vit ynskja tær tillukku við 2 ára degnum. Nú ert tú blivin ein stórur drongur. Heilsan mostur & Jan, mostur & gubbin Góða mamma Hjartaliga tilukku við degnum 23. mei ynskja vit. Heilsan Tóki Góða omma Hjartaliga tilikku við degnum í dag. Eg elski teg. Ynskir Aron Góði Sakaris Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum í dag. Ynskja mamma og pabba Nú hjúnini Karolina og Albinius Johann- esen á Tvøroyri halda krúndiamant- brúdleyp í dag, hava tey nógv at gleðast um KRÚNDIAMANT- BRÚDLEYP Áki Bertholdsen – Tá ið Karolina hevur skeldast, havi eg tagt. Og tá ið eg havi skeldast, hevur hon tagt. Albinius Johnnesen hev- ur uppskriftina uppá eitt langt og eydnusamt hjúna- lag. Og hóast hatta um at skeldast mest er meint í skemti, flennir konan, Karolina samtykkjandi. Men tey skuldu vita, hvat tey tosa um, tí í dag halda tey einki minni enn krún- diamantbrúdleyp. Sostatt hava tey verið gift í heili 65 ár og tað er fáum givið. Og nú, tey hátíðarhalda hendan stóra dagin, kunnu tey fegnast um eitt langt lív við góðari heilsu og sum hevur givið teimum eina stóra slekt við átta børn, 16 ommu- og abbabørn og 20 langommu- og langabba- børn, har nummar 21 er á veg. Hóast Albinius nærkast teimum 91 og Karolina hevur fylt 84, kunnu tey eisini gleðast um, at heilsan hevur verið teimum til vildar. – Gamaní eru onkur smá- brek, men tað slepst ikki undan í hesum árunum, siga tey. Men smábrekini eru ikki verri enn so, enn at tey klára seg sjálvi, hava onga og hava ongantíð havt heimahjálp og hava heldur ongar ætlanir í so máta. Ken tey hava eisini funn- ið útav at býta arbeiðið heima ímillum sín: Karo- lina kókar døgverða og ger mat, Albinius tekur av aftur borðinum og vaskar upp. – Okkurt er, sum vit ikki orka sjálvi longur, men tað eru børnini ófør at hjálpa til við, tí tað er altíuð onkur sum hyggur inn á gólvið at taka eina hond í. Hittust í Vági Annars er Albinius føddur í Aberdeen, har pápi hansara stóð fyri einum klippfiska- virki hjá einum skota, sum hann hevði hitt við skipi og sum hevði turkihús í Aber- deen. – Tá ið eg var átta ára gamal, fluttu vit til Glas- gow og tá ið er var 11 ára gamal, fluttu vit heimaftur til Tvøroyri og har hava vit búð síðani. Karolina er úr Fámjin og sum so mangar ungar gent- ur tá ið tíðini, fór hon til Vágs at arbeiða í fiski á Gørðunum. Har var tað, at Albinius og Karolina hittust. – Eg veit ikki, hvat hann hevði at gera í Vági!!!! leggur hon uppí til stutt- leika. Men hvussu var og ikki, fýra ár seinni í 1937, tá ið hon var 19 og hann mitt í tjúgunum, giftust tey bæði og flutti síðani á Tvøroyri, har tey búsettust. Øll tey fyrstu árini búðu tey hjá foreldrum hansara í Válinum. Tey fóru tó seinni undir at fáa sær tak yvir høvdið, men tað var ikki sum at siga tað tá, og í 1956 fluttu tey í egin hús úti á Sevmýri og har búgva tey enn. Eftir at tey vóru gift, var tað skjótt, at børnini komu og ikki færri enn átta blivu tey tilsamans, seks drongir og tvær gentur: Elsti sonur- in, Olaf, varð føddur sama árið í 1937. Síðani komu fýra børn í fýra ár: Jonna varð fødd í 1939 og Eydna í 1940, John varð føddur í 1941og Elmar í 42. Síðani var Karl føddur í 45, Albert í 48 og tann yngsti, Jens, varð føddur í 1954. Hjá teimum báðum, mundi lívið annars laga seg sum hjá teimum allarflestu. Albinius var fiski- og út- róðrarmaður alt lívið, heilt til slitgiktin tvingaði hann í land tá ið hann var 64 ára gamal. Karolina arbeiddi eisini í fiski, men harumframt fekst hon eisini við annað, og mangar eru tær veitsl- urnar í TB-húsinum, har hon varð kokkur og tað eru ikki nógv ár síðani, at hon av av álvara bleiv pensjón- istur. Tordu ikki at biðja um pengar Tey tvørafólk, ið eru komin upp í handan aldurin, hava upplivað eina øgiliga broyt- ing, ikki minst í viðurskift- unum hjá verkafólki. Bæði Karolina og Albini- us arbeiddu í teimum døg- um, tá ið tað var at kalla óhoyrt at fáa lønina fyri arbeiðið útgoldnað í reið- um pengum. – Lønin varð skrivað upp í eina bók og so kundu vit keypa vørur afturfyri. Ditt- aði onkur sær upp til stjór- an at biðja um pengar í hondina, var svarið aloftast, »hvat fanin skalt tú brúka pengar til?« Ein tann størsti sigurin hjá fakfeløgunum var tí, at fáa semju um, at verkafólk skuldi hava løn- ina í reiðum pengum, men tað skuldi drúgvt verkfall til. Men stríðið var ikki av fyri tað, tí tá ið útgjalding- ardagur var og fólkið fór upp á skrivstovuna eftir brævbjálvanum við lønini í, vóru tað mong, sum ikki tordu at taka brævbjálvan, men lótu hann innaftur, so alt kundi vera sum fyrr, at tey einans fingu vørur fyri peningin. Tann, sum tók brævbjálvan, varð ikki bið- in aftur til arbeiðis. Albinius sigur, at hetta fekk fakfeløgini at stovna løngjaldsstovu, har eitt umboð fyri felagið fór til arbeiðsgevaran eftir lønini til alt fólki, og so kundu tey fara á løngjaldsstovuna eftir pengunm. Tá á døgum høvdu tey langar arbeiðsdagar, tey ar- beiddu frá kl. seks á morgni til klokkan seks á kvøldið. Karolina minnist eisini, at mangan um summarið, tá ið tey arbeiddu kvøldvakt, hoyggjaði hon allan dagin, og fór so til arbeiðis um kvøldið. Afturat tí hevði hon stórt hús, so hon hevði drúgvar arbeiðsdagar. Í tryggum hondum Men nú tey eru lívið er far- ið at halla, taka tey tað róligt. Karolina hevur altíð okkurt á stokkunum, tí hon bindur nógv, bæði uppá børn, ommubørn og lang- ommubørn og okkurt verð- ur eisini selt. Og ikki um at tala dámar henni at ganga á bingo. Albinius hevur altíð lisið sera nógv, men nú eru eyg- uni farin at bila. Men at hyggja i sjónvarp dámar honum avbera væl, helst tá ið ítróttur er á skíggjanum. – Einki er sum nevaleikur í sjónvarpinum, sigur hann ímeðan hann aftur fær sær eitt rull, tí roykt hevur hann næstan heila lívið. – Men mær dámar eisini væl at hyggja eftir fótbólti so hann verður eisini ein av teimum, sum trúliga fara at sita frammanfyri sjónvarp- inum, nú HM fer at bakka- stokki í morgin..... Og tað er við góðum treysti, at tey nú líta ímóti kvøldarsólini, tí tey siga, at tey hvíla í tryggum hond- um. Trúgvandi eru tey bæði og trúgvir kirkjugangarar hava tey altíð verið, heilt til nú í seinastuni, liðirnir eru stívnaðir so mikið at tey ikki bjóða til longur. Sjálvan krúndiamant- brúdleypsdagin í dag, eru tey at hitta í heiminum ímillum klokkan 14 og 18, skuldi onkur verið, sum hevur hug at støkka inn á gólvið. Leygarkvøldið verður so veitsla í skúla- høllini í Trongisvági fyri næstringunum. Hava nógvar góðar løtur at gleðast um Hjúnini Karolina og Albinius Johannesen hava havt ein langan arbeiðsdag og eitt langt hjúnalag. Í dag hava tey verið gift í heili 65 ár C M Y K 49 48