fríggjadagur 31. mai 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 101 - 31. mai 2002
Nr. 101 - 31. mai 2002
3
INDIA/PAKISTAN
Árni Joensen
Ein frágreiðing, sum ameri-
kanskir hernaðarserfrøð-
ingar hava skrivað, og sum
verjumálaráðið Pentagon
hevur staðfest, kemur til ta
niðurstøðu,
at
brestur
kjarnorkukríggj á millum
India og Pakistan, kunnu
meiri enn 12 milliónir fólk
lata lív longu tann fyrsta
dagin.
Umframt hesi fara nógv
fólk at doyggja av geiðsla-
virknari dálking. Amerik-
anska frágreiðingin sigur,
at taliðá teimum, sum ger-
ast sjúk av geiðslingini,
verður so stórt, at øll
sjúkrahúsini í teimum báð-
um londunum verða fylt
eftir stuttari tíð. Herum-
framt verður neyðugt við
sera
umfatandi
altjóða
hjálp beinanvegin.
– Í veruleikanum verða
avleiðingarnar so umfat-
andi, at ikki bert sjúkrahús-
ini í India og Pakistan verða
full av sjúklingum, men at
hetta eisini verður galdandi
fyri sjúkrahúsini í Miðeyst-
ri og Landssynningsasia.
Amerikanska hermegin fær
einki gjørt uttan at veita
offrunum neyðuga hjálp og
at rudda aftan á kríggið,
stendur í frágreiðingini.
Ein talsmaður hjá Penta-
gon segði við New York
Times mánadagin, at hung-
ursneyð, umfarssóttir og
trupulleikar við geiðsla-
virknum avfalli fara at
krevja sera umfatandi hjálp
frá altjóða samfelagnum.
Hildið verður, at umleið
sjey milliónir fólk verða
særd, gera tey bæði londini
av at nýta síni kjarnorku-
vápn.
Sum
Hiroshima-bumban
Tað er ógreitt, hvussu
nógvar kjarnorkuløðingar
India og Pakistan hava.
Amerikanska verjumála-
ráðið vil ikki upplýsa tílíkt
alment, men hildið verður,
at Pakistan hevur minst
umleið 25 løðingar og India
munandi fleiri.
Í einari grein í bretska
blaðnum The Guardian týs-
dagin søgdu pakistanskir
kjarnorkuserfrøðingar, at
Pakistan hevur útbygt sína
kjarnorkuermegi munandi
tey seinastu trý árini, og at
landið ivaleyst hevur væl
fleiri
kjarnorkuløðingar,
enn higartil hevur verið
nevnt. Teir søgdu eisini, at
hvør løðing hevur umleið
somu megi sum bumban,
sum amerikanarar sleptu
niður yvir Hiroshima í
1945. Løðingarnar kunnu
tveitast niður úr flogførum
ella sendast við rakettum.
Seinastu dagarnar hevur
pakistanska hermegin gjørt
tríggjar rakettroyndir. Hetta
eru rakettir, sum kunnu
bera kjarnorkuløðingar, og
sum røkka so mikið langt,
at tær bera til indiskar stór-
býir sum Dehli og Bombay.
Sambært teimum serkønu
hevur indiska hermegin
kjarnorkuløðingar við ym-
iskari megi, og eisini hesar
løðingarnar kunnu kunnu
sendast við rakettum ella
sleppast niður úr flogfør-
um.
Ikki so nógv
Ein frágreiðing, sum lærdi
háskúlin í Princeton í USA
hevur gjørt, kemur eisini til
ta niðurstøðu, at eitt kjarn-
orkukríggj millum India og
Pakistan fer at krevja nógv
mannalív, men tølini eru
kortini ikki so stór sum í
hinari
frágreiðingini.
Í
Princeton halda serfrøðing-
arnir, at nýta londini tíggju
prosent av sínari kjarnorku-
megi, fer tað at kosta 1,7
milliónum indarum og 1,8
milliónum pakistanum lív-
ið. Herumframt verða ávika-
vist 900.000 og 600.000
særd.
Tølini í hesari frágreið-
ingini byggja á, at londini
nýta
kjarnorkuvápnini
ímóti teimum størstu bý-
unum hjá hvør øðrum. Í
India er talan um býirnar
Bangalore, Bombay, Cal-
cutta, Madras og Dehli, og
pakistansku býirnir eru
Faisalabad,
Islamabad,
Karachi, Lahore og Rawal-
pindi.
Eitt kjarnorkukríggj millum India og Pakistan:
Kann kosta 12 mió. mannalív longu tann fyrsta dagin
Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, hevur fleiri ferðir sagt, at land hansara vil ikki hava kríggj, men at Pakistan fer at svara
øllum indiskum álopum aftur
Mynd: Reuter
Fleiri hava roynt semju
millum India og Pakistan.
Her tosar ES-kommiserurin
Chris Patten við indiska
uttanríkisráðharran, Jaswant
Singh, um kreppuna
Mynd: Reuter
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi, verpápi, abbi,
langabbi og svágur okkara
Petur Bjarnastein
f. 22.12.1913
andaðist á Landssjúkrahúsinum
29. mai 2002, 88 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
fyri tey avvarðandi
Magda, Bjarni, Finn og Regin
Kanningar hjá
amerikanskum her-
naðarmyndugleikum
vísa, at eitt kjarn-
orkukríggj millum
grannalondini India
og Pakistan kann
kosta meiri enn 12
milliónir mannalív
longu tann fyrsta
dagin
C
M
Y
K
3
2
Listastevnan 2002,
sum fer av bakka-
stokki tann 3. august,
hevur nógv áhuga-
verd og fjølbroytt
tiltøk á skránni.
Forsølan til Lista-
stevnuna byrjar longu
í morgin, leygardagin,
har møguleiki verður
at ogna sær atgongu-
merki til fýra tey
størstu tiltøkini á
stevnuni
LISTASTEVNA 2002
Ingrid Bjarnastein
Kvæði, rokkur, sjónleikur,
klassiskur tónleikur, gittar-
tónleikur, opera, filmur,
fyrilestrar og mangt, mangt
annað er á skránni á Lista-
stevnuni 2002.
Fyriskipararnir
hava
veruliga spílað seg út, hvat
hesi fjølbroyttu skrá við-
víkur. Nógvar fyrireikingar
hava verið gjørdar, og byrj-
ar alt so við og við at koma
undir land nú, bert tveir
mánaðar áðrenn skal setast.
Birgir Kruse er formaður
fyri Listastevnuna 2002, og
hevur hann saman við hin-
um fyriskiparunum nógv at
bjóða uppá.
– Forsølan til fýra tey
mest spennandi tiltøkini
byrjar longu leygardagin.
Her er talan um Sequentia,
sum kemur allan tann langa
vegin úr New York, sum
kemur at framføra Edda,
kvæðir úr Íslandi við nøkr-
um teimum elstu norrønu
tekstunum, sum til eru. Teir
framføra nakað operalíkn-
andi, og tey ein tann best
umtókti
renaissancetón-
leikabólkurin, greiddi Bir-
gir Kruse frá á tíðindafundi
hósmorgunin.
Hini tiltøkini eru ein
operakonsert við millum
øðrum Ernst Sondum Dals-
gaard, ein rokk-konsert við
Runrig úr Skotlandi og
okkara egnu Týr og síðani
eisini ein a capella sang-
bólkur, The Real Group, úr
Svøríki.
Runrig er ein vælumtókt-
ur bólkur í Skotlandi, tjóð-
skaparsinnaður og tveir av
limunum eru politiskt akt-
ivir. Eitt eyðkenni hjá bólk-
inum er, at teir enda altíð
konsertir sínar við at spæla
Loch Lomond, sum ein og
hvør, ið veit eitt sindur um
Skotland, kennir. Saman
við Runrig fer Týr eisini at
spæla. Týr komu uppá
hægstu hitt-tindarnar í Før-
oyum við Orminum Langa,
og fara teir á hesi konsertini
at spæla Ólav Riddararós
eisini. Teir vísa aftur til
okkara
felags
norrøna
mentanararv við hesum
nýggja nýskapandi tónleiki.
Listastevnan 2002:
Fyrsta almenna
stigið tikið
Framhald á síðu 4
Kendi skotski rokkbólkurin
Runrig fer at spæla á konsert
saman við føroysku Týr á
Listastevnuni 2002