fríggjadagur 31. mai 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 101 - 31. mai 2002
Nr. 101 - 31. mai 2002
5
Hetta var bert eitt av
teim mongu slagorð-
unum, sum royki-
bólkurin hjá báðum
fólkaskúlunum í
Klaksvík hevur fingið
sendandi inn í sam-
bandi við Altjóða
Tubbaksfría dagin,
sum eisini varð hildin
í Klaksvík
ROYKING
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Skúlarnir báðir
høvdu lagt stórt fyri, tá Al-
tjóða Tubbaksfríi dagurin
hósdagin varð hildin í
Klaksvík.
Allir næmingarnir á báð-
um skúlunum vóru býttur
sundur í tveir bólkar, har
tann eldri helt til í aulini í
Skúlanum
við
Ósánna,
meðan teir yngru næming-
arnir vóru savnaðir saman í
fimleikarhøllini í Skúla-
num á Ziskatrøð.
Á skránni vóru ymisk til-
tøk, sum skulu verða við til
at fáa boðskapin um vanda-
mikla royking út til ung-
dómin.
Gandakallur
úr Týsklandi
Tiltøkini fevndu um tón-
leik, fyrilestur, sjónband og
ymiskt annað. Men tað,
sum børnini uttan iva hildu
vera stuttligast, var ganda-
kallurin, sum var komin all-
an vegin úr Týsklandi til
Klaksvíkar at halda Tub-
baksfrían dag.
Føroya Bjór hevði boðið
gandakallinum hendan veg-
in, og hevði hesin ganda-
kallur eisini fingið nýtt
navn, nú hann vitjaði
Klaksvík. Navn hansara var
nevniliga Jolly, og hetta
hildu børnini vera óføra
stuttligt.
Gandakalllurin
hevði
nógv at vísa børnunum.
Hann átti eina rúgvu av
ballónum, sum hann síðan
gjørdi til ymsar figurar og
gav børnunum. Og børnini
vóru púra vill eftir at sleppa
at eiga okkurt av øllum hes-
um, sum gandakallurin
dugdi at gera.
Men ballónurnar vóru
ikki tað einasta, ið ganda-
kallurin dugdi at spæla við.
Einaferð bað hann tí eini
lærarinnuna komu upp á
pallin saman við sær. Hon
skuldi leggja seg á ein
bonk, og síðan tók ganda-
kallurin
bonkin
undan
henni. Men lærarinnan datt
ikki á gólv – nei, hon var
hangandi í berari luft, til
gandakallurin hjálpti henni
aftur á føtur.
Hetta dámdu børnunum
væl, og rópini frá teimum
hoyrdist um allar geilar.
Umframt
gandakallin
Jolly var eisini tónleikur
við Karl Martin Samuelsen
á skránni, og dugdi hann
bara væl at fáa børnini við.
Roykfríir skúlar
Tiltakið hósdagin var bert
ein partur av eini langtíðar-
ætlan, sum Heilsunevndin í
Klaksvíkar Býráð saman
við báðum fólkaskúlunum,
er farin í holt við.
Endamálið við hesi verk-
ætlan er at gera báðar skúl-
arnar roykfríar, áðrenn alt
ov long tíð er farin.
Ein arbeiðsbólkur varð í
hesum sambandi settur, og
fekk hann til uppgávu at
skipa fyri ymsum tiltøkum í
sambandi við tí fyribyrgj-
andi arbeiðnum, sum gjørt
verður.
Bólkurin er mannaður av
tveimum umboðum fyri
lærarnar í báðum skúlu-
num, og eisini formanni-
num í Heilsunevndini hjá
Klaksvíkar Býráð.
Í sambandi við Atjóða
Tubbaksfría dagin skipaði
hesin arbeiðsbólkur eisni
fyri eini teknikapping og
eini slagorðskapping, og
vinnararnir av hesum kapp-
ingum fingu so virðislønir
teirra handaðar hósdagin.
Sjálvur
borgarstjórin,
Steinbjørn Jacobsen, hand-
aði næmingunum virðis-
lønir teirra, sum vóru eitt
gávukort frá fløguhandli-
num Leikalund í Klaksvík.
Aftur í ár skipar
Norðoya Forminna-
savn fyri eini fram-
sýning á Norðoya-
stevnu. Talan er
hesuferð um eldri
myndir úr Norð-
oyggjum og Eystur-
oynni, sum danin
Johannes Klein tók
fyri næstseinasta
aldarskifti, um-
framt at yngri
myndir eisini verða
at síggja
FRAMSÝNING
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Framsýningin
hjá Norðoya Forminna-
savni er vorðið eitt aftur-
vendandi tiltak á Norð-
oyastevnu, og verður árið
í ár einki undantak í so
máta.
Talan er hesuferð um
eina forvitnisliga mynda-
framsýning við myndum
úr
Norðoyggjum
og
Eysturoynni, sum danin
Johannes Klein tók fyri
næstseinasta aldarskifti,
tá hann saman við Daniel
Bruun ferðaðist her í
Føroyum.
Johannes Klein var
málari og arkitektur, og
hevur í bókini »Fra de
Færøske bygder«, sum
Daniel Bruun gav út í
1929, tekna fleiri tekn-
ingar av húsum, úthúsum
og øðrum føroyskum
bygningsverkum.
Umframt at tekna tók
hann eisini fleiri myndir,
og eru tær myndirnar
millum tær bestu, sum
lýsa føroyska gerandis-
dagin beint undan næst-
seinasta aldarskifti.
Føroya Forminnissavn
hevur fingið gjørt fleiri
av myndum hansara í
stórari stødd, og eru
myndir úr Norðoyggjum
og Eysturoynni við á
framsýningini hjá Norð-
oya Forminnasavni, mynd-
ir tiknar á Viðareiði, á
Skarði, í Haraldssuni og
á Oyri.
Á framsýningini verða
eisini fleiri aðrar yngri
myndur úr Norðoyggjum
at síggja. Myndir, sum
ikki hava verið so nógv
frammi áður.
Framsýningin verður í
framsýningarhølinum í
neðra, og verður hon
opin norðoyastevnuaftan
og norðoyastevnudag frá
klokkan 17 til klokkan
21, umframt eisini mána-
dagin frá klokkan 19 til
klokkan 21.
Myndaframsýning á
Norðoya Forminnisavni
Nú Smyril er í dokk,
hevur Strandferðslan
sett Ternuna at sigla
túrin úr Havn til
Klaksvíkar. Hetta er
túrurin, sum teir
flestu róðarbátarnir
og róðrarfólkið plaga
at koma við
STRANDFERÐSLAN
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Ternan fer úr
Havnini klokkan níggju
leygarmorgunin til Klaks-
víkar og suður aftur klokk-
an sjey um kvøldið. Sosial-
urin frættir frá Strandfara-
skipum Landsins, at róðrar-
bátar og róðrarfólk hava
framíhjárætt til hesar túrar-
nar. Túrurin úr Havnin til
Klaksvíkar fer at taka um-
leið ein tíma og trý korter,
og Ternan fer at leggja at
við vestaru bryggju, har
sum Smyril plagar at liggja.
Eisini er ferðasamband til
og frá Suðuroynni við
Scaniu, sum fer av Drelnesi
klokkan seks leygarmorg-
unin. Hesar broytingarnar
eru allar at finna inni á
heimasíðuni hjá Strand-
ferðsluni, sum er www.ssl.fo.
Hetta fer alt helst at
ganga fínt norður til Klaks-
víkar, men onkur rógvari,
sum Sosialurin hevur tosað
við, sigur seg stúra fyri
túrinum suður aftur um
kvøldið. Her verður hugsað
um, at sjálvt um róðrarfólk
og bátar hava framíhjárætt,
so er tað ein sannroynd, at
tað eru ofta nógv fleiri fólk
við á túrinum suður enn
norður. Tað kemst av, at alt
fólkið er savnað á vestaru
bryggju til steypahandan-
ina eftir kappróðurin. Og so
hevur tað verið so líka til at
fara beinleiðis umborð á
Smyril, sum so hevur ført
tey øll aftur til Havnar. Men
tað kann fara at verða ein
trupulleiki í ár, tí Ternan
tekur so nógv færri ferða-
fólk enn Smyril.
Ternan er tó ikki einasti
møguleikin at sleppa úr
aftur Klaksvík. Dúgvan
siglir sjálvandi eisini eftir
kappróðurin, og seint út á
kvøldið. Seinasti túrurin av
Klaksvík Norðoyastevnu-
aftan er klokkan 01.00.
Ternan avloysir Smyril á
Norðoyastevnu
Ternan skal føra róðrarfólk og bátar úr Havnini til Klaksvíkar á Norðoyastevnu í ár
Altjóða Tubbaksfríur dagur í Klaksvík:
Klaksvíkar býur – Roykfríur
Børnunum dámdu væl týska gandakallin Jolly, sum var komin til Klaksvíkar á vitjan
Virðislønir fyri besta
slagorð vóru eisini
handaðar, og fingu
hesar gentur hvør sítt
gávukort frá
borgarstjóranum
Karl Martin Samuelsen
undirhelt, saman við
formanninum í
Heilsunevndini, Rana
Nolsøe, børnunum við
tónleiki
C
M
Y
K
5
4
Eisini børn
Áhugin fyri Listastevnuni
yvirhøvur vísir seg at vera
sera stórur. Í fjør varð selt
fyri 600.000 krónum í
atgongumerkjum, og vóna
fyrireikararnir, at lista-
stevnan verður eins væl
vitjað og í fjør.
Stevnan er ikki bara fyri
vaksin fólk. Nei, eisini er
skipað fyri filmsframsýn-
ingum fyri børn. Harav
kann nevnast ein frumfram-
sýning av einum Disney
teknifilmi og einum nýggj-
um Steven Spielberg tekni-
filmi.
Teitur Árnason hevur ein
nýggjan »Burturhug« klár-
an til Listastevnuna. Hann
eitur Burturhugur – Obcer-
vaciones de Cuba. Ein
filmur, sum er gjørdur eftir
sama leisti, sum tann fyrri.
Umframt film og tónleik,
verður eisini sjónleikur á
skránni.
Eitur nakað land Week-
end?, MacBeth og aðrir
sjónleikir, bæði føroyskir
og útlendskir sjónleikir
verða sýndir.
Næstan Björk
At fáa stápla eitt slíkt stórt
tiltak uppá beinini er ikki
bara sum at siga tað.
– Tað eru bara 10%, sum
enda yvir vatnflatuni, tá tað
kemur til stykkis. Millum
annað kunnu vit nevna, at
vit hava havt samskifti við
íslendsku
songkvinnuna
Björk, sum ógvuliga gjarna
vildi koma til Føroya. Ætl-
anin varð at gera eina rund-
ferð, har Björk fór til Nuuk,
Reykjavík, Tórshavn og
Bergen, men allar konsert-
irnar vórðu avlýstar, tí tað
vísir seg, at hon er við barn.
Björk fer bert at hava eina
konsert í ár, og hon verður á
Venice Beach í Kalifornia.
Men tað góða við hesum er
so, at vit hava so hesar
kontaktirnar opnar til eina
aðru ferð, sigur Birgir
Kruse.
Ein annar kendur maður
kemur til Føroya, og eitur
hann Ole Bornedal. Hann
er leikstjórin aftanfyri stór-
filmin, Jeg er Dina, sum í
hesum døgum gongur í
Havnar Bio. Hesin filmur
verður vístur aftur tá stevn-
an verður, og fer Ole Bor-
nedal at halda fyrilestur um
tað at gera film.
Sum eitt annað kuriosum
kann nevnast, at tólv før-
oyskir gittarleikarar fara at
hava konsert bæði í Runa-
vík og í Havn. Hesar kon-
sertir vera saman við ein-
asta føroyska gittarbyggjar-
anum,
Petur
Magnus
Bjarnastein. Á hesum kon-
sertum verður ein ektaður,
hondgjørdur
Bjarnastein
gittari burturlutaður.
Listastevnan verður ikki
bara í Havn. Hon verður
spjadd kring landið, men
tað er avmarkað, hvussu
nógv kann vera úti á bygd.
– Tá tiltøk verða fyriskip-
að má grundarlag vera fyri
at fáa tiltakið sjálvt at bera
seg. Tað vil siga, at tað ber
illa til at hava eitt tiltak á
einum plássi har fá fólk
koma, tí so verður prísurin
av atgongumerkjum so
himmalhøgur. Tí hava vit
valt at leggja tey størstu
tiltøkini á stórplássunum,
soleiðis at tey eisini kunnu
bera seg fíggjarliga, greiðir
Birgir Kruse frá.
Listastevnan er í ár longd
við fýra døgum. Í fjør var
hon 12 dagar, meðan hon í
ár verður 16 dagar. Fyri-
reikararnir vóna sjálvandi,
at væl verður vitjað.
– Vit hava koyrt konstant
á maksimum, helst over-
drive, heldur Birgir Kruse
skemtiliga fyri. – Tí er tað
eitt stórt trýst á okkum fyri-
reikarum, men vit hava
roynt at gera hana so fjøl-
táttaða sum til ber.
Listastevnan 2002 verður
í døgunum 3. – 18. august
2002.
Framhald av síðu 3
Birgir Kruse, formaður á Listastevnuni 2002, avmyndaður við Helgu Hjørvar, stjóra í
Norðurlandahúsinum og samskiparanum Oddvá Nattestad
Mynd: Finnur Justinussen