Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mai 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 101 - 31. mai 2002 Nr. 101 - 31. mai 2002 7 Ein samgonga er heilt nær, og samgonguskjalið er liðugt skrivað. Tað kann tó venda aftur POLITIKKUR Heri á Rógvi Samgonguskjalið er lið- ugt skrivað, og flokkarnir eru farnir at finna sínar landsstýrismenn. Í skriv- andi stund vantar bert hetta í. Fólkaflokkurin, Tjóð- veldisflokkurin, Sjálv- stýrisflokkurin og Mið- flokkurin eru komnir ásamt um eitt samgongu- skjal. Sostatt verður sam- gonga millum hesar flokkarnar veruleiki, um altso teir megna at semj- ast um málsøkini. Nú vanta bert at fáa landsstýrismenninar hjá flokkunum upp á pláss. Nógv verður gitt um, hvør verður settur út í Tinganes. Enn eru ikki allar súðir syftar í royndunum at skipa samgongu og ser- stakliga at manna nýggja landsstýrið. Dúgliga verður gitt, hvussu tann so kenda kabalin fer at ganga upp. Eftir hvat skilst setur Tjóðveldisflokkurin harðari krøv enn seinast. Tjóðveldisflokkurin gjørdist størri enn Fólka- flokkurin á valinum 30. apríl. Eisini hevur Tjóð- veldisflokkurin mist løg- tingsformannin til Sam- bandsflokkin 24-21 Samgongan fær 24 nevndarsessir og and- støðan fær 21, tá tingið kemur saman seinni í dag. Á tingfundi kl. 13.30 í dag skulu tingnevndirnar eisini veljast. Tilsamans eru sjey nevndir, um vit telja landsstýrismála- nevndina við. Tað eru í alt 45 nevnd- arlimir. Býtið verður 24 til samgonguna og 21 til andstøðuna. Lutakast verður tvær ferðir, og væntandi fær andstøðan tveir nevndar- formenn. Stríð um málsøki Edmund Joensen er fluttur inn í sína nýggju skrivstovu á Løgtingsskrivstovuni. Nógvar og spennandi uppgávur liggja fyri framman, sigur hann LØGTINGIÐ Heri á Rógvi Ein nýggjur maður er flutt- ur inn á Løgtingsskriv- stovuna. Tað er nýggi ting- formaðurin, Edmund Joen- sen. Hansara politiska yrkisleið fekk ein nýggjan kapittul 15. mai, tá hann varð valdur til formann fyri Føroya løgting. Fyrrverandi løgmaðurin og fyrrverandi formaður Sambandsfloksins hevur nú fingið kontór í hølunum, har Dimmalætting einaferð húsaðist í Erling Jalsgøtu, á Løgtingsskrivstovuni. Millum teir mongu gomlu bøkurnar við søgum úr bæði Ríkisdegnum, Fólkatinginum og Løg- tinginum finna vit hurðina til kontórið hjá Edmundi Joensen. Hann letur væl at nýggja starvinum, hóast hann ikki hevur verið í tí langa tíð, og hann hevur kanska heldur ikki fingið roynt seg so væl. – Hetta arbeiði hevur mín stóra áhugi, og eg ætli at røkja hetta starvið sum eitt fulltíðarstarv. Eg havi altíð havt áhuga fyri hesum slag av parlamentariskum ar- beiði, og eg havi eisini gjørt mær nakrar royndir, ið eg kann gera mær dælt av, seg- ði Edmund Joensen dagin eftir, hann varð valdur sum løgtingsformaður. Uppgávur Edmund Joensen hevur nógvar uppgávur at síggja til sum løgtingsformaður. Hann skal leiða tingfundir- nar og skipa arbeiðið hjá tinginum. – Eg leggi stóran dent á at arbeiða fyri alt tingið og ikki bert fyri ein part. sigur Edmund Joensen. Tað er nógv at fyriskipa í sambandi við tingfundir- nar. Men tað er eisini annað, ið løgtingsformaður skal syrgja fyri. – Tað er nógv arbeiði í sambandi við umboðan. Vit hava samband við fleiri út- lendsk ting, og eg skal í fleiri førum umboða løg- tingið og halda sambondini við líka, sigur Edmund Joensen. Løgtingið hevur 150 ára føðingardag á ólavsøku, og hetta skal eisini haldast við. Útlendskir gestir koma, og hátíðarhaldið fer mestur at halda fram í fleiri dagar. Eisini er ætlanin, at okkurt skal gevast út í sambandi við dagin. Tað hevur verið nýggja siðvenja, at løgtingsfor- manssessurin verður tikin av einum løgtingslimi á veg út úr tinginum. Edmund Joensen sigur seg als ikki hava hugsað um, hvat hann fer at gera um fýra ár, tá val verður aftur væntandi. Edmund farin til arbeiðis Joensen hevur fingið nýtt arbeiðspláss Tvey vitni vóru í Føroya Rætti hós- morgunin, tá stóra narkomálið helt fram. Bæði vitnini hava fingið harðar fongsulsrevsingar, men tey vóru ósamd um fleiri viðurskifti viðvíkj- andi tí ákærda NARKOMÁLIÐ Stefan í Skorini Rættarmálið móti 36 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri 33 brot á revsilógina og lógina um euforiserandi evni, helt fram hósmorgunin, tá tvey vitni greiddu frá. Fyrra vitnið, sum var ein 25 ára gamal dani, hevur fingið tvey ára fongsulsrevsing, meðan seinna vitnið, sum er ein 25 ára gamal føroying- um, fekk tvey ár og tríggjar mánaðir handan rimar. Hesir báðir menni- nir eru dømdir fyri at smugla 200 gramm av amfetamini á sumri í fjør. Men teir báðir vóru ósamdir um sambandið millum amfetaminið og tann høvuðsákærda. Tann fyrri segði, at ætlanin var, at tann ákærdi skuldi hava 70 gramm av amfetamini, men tann seinni segði seg einki kenna til samband millum ta stóru mongd- ina av amfetamini og ákærda. Annars vóru vitnini ikki samd við øllum teimum nøgdum av rús- evnum, sum ákæruvaldið legði fram. Tann ákærdi vildi í dag eisini broyta okkurt, ið stendur í rætt- arbókini, sum hann ikki helt var í tráð við sann- leikan. Ósamd vitni Tá tað varð greitt, at allir kappróðrarbát- arnir skulu sóttreins- ast á Norðoyastevnu, kundi skjótt staðfest- ast, at tað fór at vera serstakliga trupult at fáa alt at ganga so smidliga, sum gjørligt við bert einum drátti. Nú er so ein dráttur gjørdur afturat NORÐOYASTEVNAN Solby A. Eliasen Klaksvík: Tað var Klaks- víkar Róðrarfelag, sum fyrr í vikuni heitti á Klaksvíkar Kommunu um at fáa ein drátt aftur at til Norðoya- stevnuna, orsakað av ILA sjúkuni. Andrass Joensen, for- maður í Vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu, sig- ur, at teir fóru beinanvegin í holt við arbeiðið. Kom- munan hevur bert gjørt tað, sum Andrass kallar, í fyllu- na, meðan menn frá Klaks- víkar Róðrarfelag taka sær av at leggja lunnarnar á dráttin. – Hetta er ikki nakað pent hondverk, sigur An- drass, og leggur aftur at, at hetta er gjørt í skundi, tí áheitanin kom so seint. – Hetta er gjørt bara fyri, at tað skal kunna lata seg gera at hava ein drátt til at koma upp við og ein at koma niður við leygardag- in, sigur hann. Sóttreinsingina av bátu- num á Norðoyastevnu, fara fólk frá Rotary í Norð- oyggjum at taka sær av. Tað verður skipað á tann hátt, at tann gamli drátturin verður nýttur til at koyra bátarnar út við, júst sum vanligt. Meðan tann nýggi drátturin skal nýtast til at draga bát- arnar upp við. Hesin dráttur og eitt øki verða so avsperr- að við hegni ella onkrum líknandi, og verða bátarnir sóttreinsaðir á hesum øki- num, tá teir eru komnir upp á turt aftur. Nýggi drátturin er lagdur við síðuna av dráttinum, sum framman undan er við keiina úti á Norðborg. Ein dráttur gjørdur afturat Umstøðurnar við dráttin í Klaksvík skuldu farið at verðið munandi betri á Norðoyastevnu í ár, nú ein dráttur er komin afturat Ídnaðarøkið hjá Runavíkar Kommunu á Rituvíkarhálsi, verður víðkað og gjørt byggibúgvið. Áhugi er fyri grund- stykkjum á økinum KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Runavík: Ídnaðarøkið á Rituvíkarhálsi verður víðk- að munandi, eins og tað verður gjørt byggibúgvið, sigur borgarstjórin í Runa- víkar Kommunu, Rod- mundur Nielsen. Ein høll verður bygd beinanveg, og aðrir fyrispurningar eru eis- ini, sigur hann. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, sigur, at talan er um ein bygning hjá parta- felagnum Klement Petersen í Saltangará, sum byggjast skal á økið, tá byggibúgvið er. Júst hvat høllin skal brúkast til, veit borgarstjór- in ikki nágreiniliga at siga, og Símun Mitún, stjóri hjá Klement Petersn, var stadd- ur uttanlands og ikki at hitta, tá Sosialurin royndi at fáa orð á hann. Hinvegin veit Rodmund- ur Nielsen at siga, at ídnað- arøkið verður víðkað mun- andi, tí áhugi er fyri at sleppa at byggja har. Hvørj- um hinir fyrispurningarnir, kommunan hevur fingið, eru frá, vil hann tó einki siga um enn, tí einki er av- gjørt. Grundstykki eru tøk til einar tríggjar hallir, sigur borgarstjórin, og økið verð- ur gjørt soleiðsis at til ber at víðka aftur, tá brúk er fyri tí. Umframt at víðka saml- aða økið, verður ymiskt gjørt liðugt inni á sjálvum økinum, sigur Rodmundur Nielsen. Sovorðið sum inn- koyring, vegir, kantar, gongubreytir og ljós verða gjørd liðug nú beinanveg, so økið kann takast í brúk, so hvørt bygt verður á tað, sigur hann. Tað er byggifelagið RTS Contractors í Runavík, sum stendur fyri arbeiðinum á Rituvíkarhálsi. Kostnaðurin fyri ta víðk- anina, sum gjørd verður nú, fer at liggja nærri teimum trimum milliónunum, sigur Rodmundur Nielsen, borg- arstjóri í Runavíkar Kom- munu. Miðvágs Kirkja fær eina størri umvæling í løtuni. Hon verður málað og øll vindeyguni verða skift út. Eisini er ætlanin at innrætta kjallaran KIRKJUTÍÐINDI Edvard Joensen Miðvági: Miðvágs Kirkja verður málað bæði innan og uttan. Vindeyguni verða skift út, og ætlanin er at innrætta ein stóran sal í kjallaranum. Kostnaðurin fyri alt arbeiðið fer vænt- andi at tátta út í móti eini hálvari millión krónum, sigur David Johannesen, sóknarprestur í Vágum. Kirkjan verður málað innan, øll sum hon er, greiðir prestur frá. Hon fekk herfyri nýggja altar- talvu, sum er rættiliga ser- tøk. Altartalvan er stór og er málað í sterkum litum. Tað, sum nú verður gjørt innan, verður gjørt við atliti til nýggju altartalvuna, sig- ur hann. Miðvágs Kirkja hevur verið málað við hvítum og brúnum litum innan. Men nú verður litsamansetingin heilt broytt, sigur prestur. Litirnir verða nógv ljósari, og ymiskir prýðislutir sum útskurðir og tílíkt verða framhevjaðir, nú málað verður av nýggjum. Tað er Thomas Michael Smith, málarmeistari í Havn, sum hevur sett litir- nar saman, sigur prestur, meðan Jógvan Johansen, sum eisini býr í Havn, men ættaður er úr Miðvági, ger arbeiðið. Samstundis sum kirkjan verður málað innan, verða vindeyguni skift út. Talan er um jarnvindeygu, sum eru illa farin av rusti og ter- ingi, sigur David Johanne- sen. Vindeyguni, sum sett verða í aftur, eru lík teim- um gomlu, sum tikin verða úr. Tað arbeiðið ger Brynj- álvur Nattestad, snikkari í Miðvági. Umframt at kirkjan verð- ur málað innan, skal hon eisini málast uttan, sigur David Johannesen. Tað er ein góður mánaði síðan, at farið varð undir umvælingina av Miðvágs Kirkju, og prestur roknar við, at arbeiðið fer at vara einar fjúrtan dagar til tríggjar vikur afturat. Til ta tíð verður gingið í kirkju í missiónshúsinum, sum gjørt eisini hevur verið hesa tíðina, kirkjan hevur verið undir umvæling. Eisini annað arbeiðið verður væntandi gjørt við Miðvágs Kirkju í næstum. Kjallarin er grivin út, og har er innrættað w.c. og kapel, eins og skrivstovu- høli eisini eru har. Men væl av plássi er eftir í kjallara- num, og ætlanin er at inn- rætta ein rímiliga stóran sal har, sigur David Johanne- sen. Klárt er at fara undir at smíða, sigur hann. Hetta rúmið kann so brúkast til mangt og hvat, sum hevur við kirkjuligt ar- beiði at gera, vísir prestur á. Tað verið seg frá at bjóða kirkjukaffi eftir guðstæn- astur. Bjóða fólki at koma í eftir eina jarðarferð, til konfirmantstovu ella hvat nú kann koma. Miðvágs Kirkja verður 50 ár tann 28 september. Hon er vígd í 1952. David Johannesen sigur, at enn er eingin endalig av- gerð tikin viðvíkjandi há- tíðarhaldi í hesum sam- bandi, men hann sigur tó, at okkurt fer at verða gjørt burtur úr 50 ára degnum hjá Miðvágs Kirkju. Víðka ídnaðarøkið á Rituvíkarhálsi Umvæla kirkjuna í Miðvági Miðvágs Kirkja, sum verður 50 ár á Mikkjalsmessu, verður umvæld og málað. Kirkjan fer at skifta lit innan og verður væl ljósari at koma inn í. Eisini er gjørt klárt til at innrætta kjallaran Mynd: Edvard Joensen Kommunala ídnaðarøkið á Rituvíkarhálsi verður víðkað, og ein nýggj høll bygd á, beinanveg klárt er at byggja. Eisini eru aðrir fyrisppurningar um grundstykki á økinum, sigur borgar- stjórin í Runavíkar Kommunu Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6