fríggjadagur 31. mai 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 101 - 31. mai 2002
Nr. 101 - 31. mai 2002
9
Mamy er nú
forkvinna
FAKFELAG
Tíðndaskriv
Almanna- og Heilsurøkt-
arafelagið hevði aðal-
fund hósdagin í farnu
viku.
Á fundinum varð nýggj
nevnd vald, og tey, ið nú
sita í nevndini eru:
Mamy Dahl Sørensen,
sum er forkvinna
Sigrun Høgnesen, sum
er næstforkvinna
Hinar í nevndini eru
Elisabeth M. Hentze,
Marita Sivertsen og Meta
C. Palle.
Mamy Dahl Sørensen
varð, hósdagin í farnu
viku, vald til forkvinnu á
aðalfundinum hjá
Almanna- og Heilsurøkt-
arafelagnum
LISTAFRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Mánakvøldið 3. juni kl.
19.00 sýna trý donsk
listafólk, Anette Arlett,
Em Hess og Michael Ar-
lett list fram í Riberhúsi.
Tey eru úr listabólkinum
7-9-13 frá Falster.
Bólkurin er kendur fyri
síni arbeiði í natúrini, t.
d. hava listafólkini gjørt
stórar hugmyndir , sum
bóru heitið: »Ein skógar-
nátt« – ein nátt í tónleiki,
standmyndum og fram-
førslu í sjónleiki í einari
skóg á Falster. Ein stutt-
filmur frá hesi skógarnátt
verður sýndur, tá ið fram-
sýningin letur upp.
Em Hess er myndlista-
málari. Myndir hennara
eru úr natúrini og boða
frá einfaldum natúrligum
skapum og kvirru. Em
Hess er útbúgvin á kunst-
akademinum í Aarhus og
er eisini við í listabólki-
num Lux.
Anette og Michael Ar-
lett eru gullsmiðir og
myndahøggarar - eru
sjálvlærd og útbúgvin á
Institut for Ædelmetal í
Keypmannahavn. Tilfar-
ið, tey brúka, er: flint og
bronsa, træ, burturkast,
steinur og Borneo rav.
Skartgripirnir, sum tey
gera, eru merktir av
teirra hond og eru smá
listaverk, sum tú kanst
hava sum háls- og arm-
prýði og sum fingurring.
Tey hava stillað út í
Norðurlondum,
Týsk-
landi, Australia og Ma-
laysia.
Framsýningin er frá
mánadegnum 3. juni til
og við fríggjadagin 7.
juni hvønn dag frá kl.
15.00 til kl. 17.30.
Áhugaverd list
í Ribarhúsi
P/F Norðoyatunnilin
fer nú undir forkann-
ingar í sambandi við
fyrireiking av arbeiði-
num at gera tunnil
undir Leirvíksfjørð
NORÐOYATUNNILIN
Tíðindaskriv
Sum framhald av seismisku
kanningunum og kjarnu-
boringunum,
ið
vórðu
gjørdar í fjør summar og
seinasta heyst av Lands-
verkfrøðinginum, fer P/F
Norðoyatunnilin nú undir
at gera seismiskar kanning-
ar í Leirvíksfirði. Síðani
anlegslógin um fast sam-
band um Leirvíksfjørð var
samtykt, hevur verið arbeitt
við at gera forprojekt fyri
tunnil og atkomuvegir.
Kanningarnar, sum nú
verður farið undir, hava til
endamál at eftirkanna um
jarðfrøðisligu viðurskiftini
eftir ætlaðu linjuni eru
nøktandi. Samstundis geva
kanningarnar grundarlag
fyri smærri tillagingum av
linjuni, skuldi hetta víst seg
at verið neyðugt.
Kanningarnar
verða
framdar av norska felag-
num Geomap og fara til-
samans at fevna um eitt
strekki uppá umleið 2,5
km. Kanningarna fara fram
á strekkinum millum Haga-
leiti sunnan fyri Leirvík og
Brúnaskarð á Borðoynni.
Geomap er farið undir
kanningarnar, sum koma at
taka einar tvær vikur.
Kanningarúrslitini verða
væntandi tøk seinast í juli
mánaða, sigur Dávid Rein-
ert Hansen, sum er stjóri í
P/F Norðoyatunnlinum.
ARBEIÐSAMBOÐ
Tíðindaskriv
Nú fáast vælumtóktu stil-
lassirnar frá Jumbo til
keyps í Føroyum. Stillassir-
nar eru úr aluminium, og
eru tær tí sera lættar at ar-
beiða við. Tað tekur bert fá-
ar minuttir at seta upp til
ein heilan húsavegg.
Tað er p/f Svend kros-
stein í Havn, sum hevur
fingið
umboð
upp
á
Jumbovørurnar í Føroyum.
Vøruúrvalið umfatar øll
sløg av stillassum, bæði til
breiðar og smalar, til innan-
og uttandura, stillassir at
folda saman, el-spøl at
montera á stillassirnar,
slagfastar amboðskassar,
rættiskinnarar, bukkar í
ymsum støddum, trygdar-
hegn su skjótt kann setast
upp á betongklossar, plátu-
lyftarar, gelendarar, alu-
minumsstigar
í
øllum
støddum og el-drivnar lyftir
sum røkkar 16-32 metrar.
Lyftirnar hava hjól og eru
lættar at slepa, um tú hevur
sleipikrók á bilinum.
Leveringstíðin er stutt, og
prísirnir eru sera sámuligir.
Sí annars lýsing í blað-
num í dag.
Savnsmynd
Stillassir úr aluminium
Pola Mohr Poulsen, málarameistari í Havn hevur ognað sær eina Jumbostillas frá Svend
Krosstein. Pole er sera væl nøgdur við stillassina, og hann sigur, at hon er sera løtt og góð at
arbeiða við
Gera forkanningar til
Norðoyatunnilin
Óvist er, nær stevnan
verður.
Tað skulu stigtakarar-
nir nú finna út av
saman við teimum,
sum ætlaðu at verða
við á stevnuni, Hús og
Innbúgv.
– Fleiri og fleiri avboð
komu, so hvørt tað
leið út. Tí avgjørdu
vit ikki at avlýsa, men
at útseta stevnuna
einaferð aftrat, sigur
Hans Petur Ellings-
gaard, annar av stig-
takarunum.
HÚS OG INNBÚGV
Vilmund Jacobsen
Sjálvt um tiltakið er gott og
tiltalandi, er ikki altíð, tað
gongur eftir vild. Soleiðis
er við bústevnuni, Hús og
Innbúgv, sum ætlandi skul-
di verða í Ítróttarhøllini í
Runavík.
Nú er stevnan, sum sein-
ast varð ætlað at verða 7., 8.
og 9. juni, enn einaferð út-
sett, og í løtuni er óvist, nær
hon verður. Greitt er í øll-
um førum, at hon verður
ikki hesumegin heystið, tí
so nógv er útliðið. Fleiri og
fleiri avboð eru komin, tí
fólk hava onnur ting at tak-
ast við – ikki minst hand-
verkararnir, sum skuldu
verða við á stevnuni.
Teir, sum eiga hugskotið
til bústevnuna og stóðu sum
fyrireikarar, Hans Petur
Ellingsgaard í Saltangará
og Niclas Heri Jákupsson í
Klaksvík, fara nú at tosa
við tey, ið skuldu verða við
og saman við teimum finna
út av, nær stevnan skal
verða.
– Spurningurin er nú,
nær besta tíðin er - um tað
er um heystið ella um várið.
Tað fara vit at tosa við
framsýnararnar um, og
síðan verða stevnudagarnir
ásettir av nýggjum, sigur
Hans Petur Ellingsgaard.
Málið var 50
framsýnarar
Upprunaliga var ætlanin at
hava bústevnuna síðst í
apríl, men løgtingsvalið,
sum var 30. apríl, órógvaði
fyrireikingarnar. Síðan varð
avgjørt at hava stevnuna
dagarnar, 7., 8. Og 9. juni,
men av tí, at fleiri avboð
eru komin, tí so nógv er út-
liðið, avgjørdu stigtakarar-
nir at útseta – men ikki av-
lýsa – stevnuna enn eina-
ferð.
Hans Petur Ellingsgaard
sigur, at teir upprunaliga
settu nøsina upp ímóti at
hava 50 framsýnarar á bú-
stevnuni.
– Vit høvdu einar 40 til-
meldingar síðst í apríl, men
tá ið stevnan fyrstu ferð
varð útsett, fingu vit nøkur
avboð og so hvørt, sum
summarið er farið at nærk-
ast, eru avboðini vorðin
fleiri og fleiri.
Hann vísir á, at nú vóru
bert einir 20 framsýnarar
eftir, og tað mettu teir vera
ov lítið, tí við so fáum lut-
takarum, hevði stevnan
mist ein stóran part av sín-
um upprunaliga týdningi.
– Men tað er ikki vant-
andi áhugi frá luttakaru-
num, sum er orsøkin til hesi
avboð. Orsøkin er, at ov
nógv er liðið út á árið –
veðrið er betri og dagarnir
langir, og tí hava eitt nú
handverkararnir rættiliga
nógv um at vera, sigur
Hans Petur.
Stórur áhugi
Stigtakarin í Saltangará iv-
ast tó ikki í, at bústevnan,
Hús og Innbúgv, er eitt gott
hugskot, tí stórur áhugi
hevur verið millum fólk
um, nær stevnan verður.
Hann sigur, at fleiri hava
vent sær til teirra og spurt,
hvussu verður við stevnuni.
– Hetta eru fólk, sum
ætla sær at byggja, broyta
ella umvæla húsini og fólk
yvirhøvur, sum hava áhuga
fyri hesum økinum, og tey
eru mong, sigur Hans Petur.
Hann vísir á, at hóast teir
slett ikki hava kunnað um
stevnuna uttanlands, so
hevur onkur útlendsk fyri-
tøka ligið fram við og vilj-
að verið við á stevuni.
Somuleiðis hava útlending-
ar ætlað at vitjað sum
áskoðarar fyri at síggja,
hvat vit hava her heima í
Føroyum.
Hans Petur ásannar, at
ætlaða bústevnan hevur
fingið nógva umrøðu mill-
um fólk, og tað er besta tek-
in um, at hugskotið er gott.
– Tí er tað stórt spell, at
tað ikki gekst, sum vit
ætlaðu, men bústevnan er
ikki avlýst, og tá ið vit hava
tosað við framsýnararnar,
verður sett út í kortið av
nýggjum,
nær
stevnan
verður, sigur Hans Petur
Ellingsgaard.
Bústevnan í Runavík enn einaferð útsett
Hans Petur Ellingsgaard ivast ikki í, at bústevnan, Hús og Innbúgv, er eitt gott hugskot, tí stórur
áhugi hevur verið millum fólk um, nær stevnan verður - ikki bara her heima, men eisini
uttanlands
– Tí er stórt spell, at tað ikki gekst, sum vit ætlaðu, men nú fara vit saman við
framsýnarunum at seta út í kortið av nýggjum, sigur stigtakarin í Saltangará
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Hetta er okkara
størsta bílegging av
fiskakørum til ein
einstakan keypara
yvir eitt ár, sigur
sølu-og marknaðar-
stjórin á Sæplasti í
Dalvík.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Úr Íslandi frættist, at
plastfyritøkan, Sæplast í
Dalvík, er sera fegin um
stóru bíleggingina hjá
Kassamiðstøðini í Føroy-
um. Henda bílegging
fevnir
um
tilsamans
6.000
fiskakør,
sum
hvørt er uppá 460 litrar.
Tey 6.000 kørini kosta
meira enn 100 milj. ís-
lendskar krónur. Í okkara
peningi skal hetta tal být-
ast við umleið 9.
– Hetta er størsta bí-
legging av fiskakørum,
sum Sæplast hevur havt
til ein einstakan keypara
yvir eitt ár, sigur sølu-og
marknaðarstjórin á Sæ-
plasti, sum fegnast um, at
føroyingar seta stórt álit á
íslendsku kørini.
Smærri kør
Víst verður á, at Kassa-
miðstøðin á Toftum, sum
fiskivinnan í Føroyum
eigur, keypir kørini úr Ís-
landi og leigar tey til skip
og virkir í Føroyum.
Fyritøkan hevur verið í
stórum vøkstri seinastu
árini.
Kassamiðstøðin hevur
havt kør frá Sæplasti,
sum eru 660 litrar og
1000 litrar, og teir hava
verið væl nøgdir við hesi.
Men eins og fiskivinnan í
Íslandi er farin at nýta
smærri kør seinastu árini,
leggur fiskivinnan í Før-
oyum seg nú eisini eftir
at skifta stóru íløtini út
við tey smærru, nevni-
liga hesi 460 litur kørini.
Sølu-og
marknaðar-
stjórin á Sæplasti í Dal-
vík dylur ikki, at tey eru
sera fegin um samstarvið
við Kassamiðstøðina á
Toftum.
Kassamiðstøðin keypir
6.000 kør úr Íslandi
Íslendingar eru sera fegnir um samstarvið við
Kassamiðstøðina á Toftum, sum hevur havt størstu
einstaku bíleggingina av fiskakørum hjá Sæplasti í Dalvík
BØRN OG SPÆL
Vilmund Jacobsen
Nakað herfyri spældu eini
20-30 børn hockey hvørt
einasta kvøld á júst asfalt-
teraða økinum norðanfyri
virkið hjá P/F Snodd á Toft-
um.
Børnini stuttleikaðu sær
óført, og tey vóru sein aftur
til húsa hvørt kvøld. Hetta
vóru børn í fleiri aldurs-
bólkum, bæði gentur og
dreingir úr 10 árum uppí
eini 14 ella so.
Tey trivust ógvuliga væl í
góðveðrinum hesi kvøldini,
hóast onkur fekk eitt lítið
skursl her ella har – og kan-
ska skrædnaðu knøini í
onkrum buksum eisini!
Hetta kvøldið, Sosialurin
steðgaði á, vóru børnini
ikki so mong í tali, men eis-
ini tá stuttleikaðu tey sær
óført.
Sum
kvøldini
gingu,
fækkaðust
børnini,
tí
okkurt kvøldið regnaði
nakað illa, og tá var upp-
møtingarhugurin ikki so
góður.
Hópur av børnum hava
keypt sær hockey-stavar í
Leikabúðini í Saltangará.
Tveir stavar eru í hvørjum
posa, og teir bíligaru kosta
minni enn 50 krónur. So,
hetta er ein lítil íløga. Tey,
ið hava keypt stavar, lána í
onkrum føri einum vin-
manni ella vinkonu tann,
tey ikki brúka.
Lítið man vera at ivast í,
at hesi vælumtóktu hockey-
kvøldini á nýggja
asfaltinum á Toftum fara at
halda fram, tá ið veðrið
aftur er til vildar.
Spæla hockey á nýggja asfaltinum
Hetta man vera tað, vit
kunnu kalla asfalt-
hockey og ikki ice-
hockey, sum vit plaga at
síggja í sjónvarpinum.
Líkamikið; børnini
stuttleika sær óført á
nýggja asfaltinum
norðanfyri bygningin
hjá P/F Snodd á Toftum
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8