Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mai 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Millum tey gott og væl 1000 fólkini, ið høvdu leitað sær niðan í ítróttarhøllina á Nabb áðrenn klokkan 11 fyrra- partin í gjár, var 101 ára gamla Anna Askham LØGTINGSVAL Ingrid Bjarnastein 101 ára gamla Anna Ask- ham smæddist ikki burtur ímillum teir mongu velj- ararnar, ið vóru uppi á Hálsi fyrrapartin í gjár. Hon sigur, at hon hevur altíð verið á val, tá hon hevur fingið møguleikan til tess. Anna er frísk og røsk, og var hon á val saman við ommudøtrum sínum. Tó vildi hon ikki siga, hvør fekk krossin á hesum sinni. Elsti veljarin 101 ára gamla Anna Askham hevði leitað sær niðan á høllina á Nabb fyrrapartin í gjár 2 Nr. 81 - 1. mai 2002 Nr. 81 - 1. mai 2002 3 ARBEIÐARADAGUR IN Eirikur Lindenskov Í dag, 1. mai kl 15, skipar Havnar Arbeiðsmanna- felag sum vant fyri 1. maidagshaldi á Vaglinum í Havn. Røðarar verða Jan Midjord, formaður felag- sins, Jóhann Mortensen, útvarpsmaður, Óli Jacob- sen, formaður í Føroya Fiskimannafelag og Jó- han Karl Dam, nevndar- limur í Havnar Arbeiðs- mannafelag. Hetta er fyrsta mai- dagshaldið hjá felagnum, síðani formaður seinastu 25 árini, Karl Johansen, doyði í februarmánaði. Karl Johansen helt røður hvørja ferð tey 25 árini hann varð formaður, ut- tan ta einu ferðina, tá hann var burturstaddur. 1.maidagshald í Havn Jan Midjord, formaður í Havnar Arbeiðsmanna- felag heldur røðu til 1. maidagshaldið í dag Tað vóru eini skelkandi boð, ið bórust okkum á mið- degi mánadagin 8. apríl, tá vit fingu boðini um, at Jóhan hevði fingið eitt hóttafall, meðan hann stóð so lívsfróður í túninum og tosaði við ein av grannu- num, og at tað stóð um lív. Hóast Jóhan kom undir læknahond beinanvegin, og bleiv fluttur á Lands- sjúkrahúsið til viðgerðar, so broyttist støðan ongan- tíð til tað bedra, men sunnudagin summarmála- dag 14. apríl, andaðist hann stillisliga, 63 ára gamal. Jóhan var ættaður av Sevlendi á Strondum, fór sum flest allir unglingar tá í tíðini til skips, tá skúla- tíðin var av, og sigldi hann bæði við sluppum og trol- arum. Tá Jóhan hevði verði til skips í nøkur ár, fór hann á sjómansskúlan og tók stýrimans- og skipsførara- prógv á Føroya Sjómans- skúla, og var hann í tí ár- ganginum, ið tók tað fyrsta skipsføraraprógvið á Før- oya Sjómansskúla, og varð hetta á jólum í 1962, í tí nýggja bygninginum hjá Føroya Sjómansskúla í Nóatúni, sum sama árið varð tikin í nýtslu. Jóhan varð giftur við Nanzy Justesen úr Hvanna- sundi, tey fingu trý børn, dóttrina Sólrun og synirnar Jan og Jón, og barnabørn- ini eru tvey. Tá Jóhan hevði lokið skipsføraraprógv, fór hann út at sigla í danska handils- flotanum, byrjaði sum stýrimaður, men hevur tey seinastu mongu árini siglt sum skipari. Jóhan gavst fyri fýra árum síðani, og tey seinastu árini hevði hann verið skipari á hjálp- arskipið í oljuvinnuni. Tey fyrstu árini búðu Jóhan og Nanzy á Strond- um, men í 1983 fluttu tey til Havnar, og komu at búgva í grannalagið okk- ara. Her í grannalagnum varð Jóhan ein stór gøtu- mynd, har hann tók sær stundir, at koma útum, at skifta orð um alt, ið rørdist í samfelagnum, og hevði hann altíð eina greiða meining um øll viðurskifti, hann duldi ongantíð síni sjónarmið, men hevði somuleiðis tær góðu gávur, at virðismeta høgt hug- sjónir hjá øðrum. Men serstakliga áhuga- vert varð at hoyra hann at greiða frá sínum langa lív- ið á sjónum, har hann hevði siglt knøttin runt fleiri ferðir, og varð tað við stórum áhuga, at lurta bleiv eftir honum, sum dugdi so væl, og tók sær stundir, at gerað allar hendingar, ið hann hevði uppliva, so livandi og inni- haldsríkar. Tann 1. september 1993 byrjaði felagsskapur okk- ara, sum í dag verður róp- tur Gongubólkurin, at virka. Í hesum felagsskap- ið var Jóhan ein trúfastur felagslimur, hóast at hann ikki luttók í gongutúrum, so gekk hann við lív og sál uppí hendan felagsskap, við at møta upp hvørt kvøld kl. 21:50 aftaná gongutúrin, og setti fundin aftaná við onkrum altíð áhugaverdum evni, og um einki aktuelt evni varð at viðgerða eitt ávíst kvøld, so tók hann fram okkurt, ið hann hevði uppliva úti í stóru verð. Hetta prátið eftir gongutúrin plagar at vara millum hálvan og ein tíma, men gekk prátið gott, og nógv evnir vóru á loft- ið, so kundi tað mangan líða út ímóti miðnátt, áðr- enn menn fóru til hús. Fastur táttur í felags- skapið okkara, umframt at møta hvørt kvøld kl. 21:15 til gongutúr, er ársaðal- fundurin á trettanda 6. januar, og tríggjar árligar veitslur. Turrur fiskur, grind og spik á fastalávint, líraveitslan og jólaveitslan. Til allar veitslur átók Jóhan sær altíð at mat- gerða, og fekk hann tí heiti ímillum okkara »kokkur- in«. Áhugavert varð at síggja hvussu væl Jóhan tilgjørdi matin, røkinskap- ur og reinsemi varð í há- sæti. Til jólaveitsluna bleiv tað ræsta kjøtið skorið sundur og væl reinsa kvøldi fyri og sett í vatn, so hetta skuldi verða bleytt og vælsmakkandi kvøldi eftir. Tá borðhaldið var liðugt, og farið bleiv gongutúr, varð Jóhan áleinaður eftir og átók sær alt uppvask og annað, og hevði kaffi við dessert omaná klárt, tá komið bleiv aftur frá gongutúri. Á ársaðalfundinum í ár á trettanda kom Jóhan við uppskotið um at innføra fast í Gongubólkinum, at líraveitslan skuldi verða tað fríggjakvøldi í september, sum lá nærm- ast 15. í mánaðinum, og jólaveitslan skuldi liggja fast seinasta fríggjakvøldi fyri jól, soleiðis at allir limirnir vistu, alt árið runt, nær veistlur okkara vóru, og bleiv hetta eisini ein- malt samtykt. Á hesum sama fundi bleiv skotið upp, at Gongubólkurin skuldi gerað ein viku- skiftistúr út til Svínoyar í mai, og siglast skuldi bein- leiðis úr Havn við báti hjá einum av limunum, og tá vikuskiftið var fastlagt, so skuldi Jóhan rokna út sjóvarfall og streym, og finna útav, nær fráferð skuldi verða úr Havn seinnapart fríggjadag og nær fráferð skuldi aftur verða úr Svínoy seinnapart sunnudag, so siglitúrurin skuldi ganga skjótt báðar vegir. Jóhan gleddi seg ómetaliga nógv til Svínoy- artúrin, og hesa seinastu tíðina spurdi hann javnan, nær Svínoyartúrurin skuldi gerðast. Vit standa spyrjandi og fata als ikki hví hetta skul- di henda, at vit so brádliga skuldu missa okkara trú- fasta vin, sum var so lívs- fróður, og raskur í øllum. Altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond til øll í grannalagnum, og Jóhan hevði eisini tær ómetaligu góðu gávur, at hann var ar- beiðssamur og brúkti skil og skynsemi við øllum, ið hann tókst við. Tað sum serliga sermerkti Jóhan var, at hann var av tí rættað gamla skúlanum, einki skuldi koyrast burtur, men nýtsla skuldi og kundi fá- ast burturúr øllum. Tað var so suttligt at síggja, hvussu glaður hann var, at hann var hildin upp- at at sigla, og kundi nú taka sær av løttum heima saman við konu, børnum og abbabørnum. Fyri tveimum árum síðani kom fyrsta abbadóttir, og fyri bara trimum mánaðum síðani kom fyrsti abbason- ur. Tað sum nívdi Jóhan eitt sindur var, at abba- barnið var so langt burturi, tí at sonurin læs og búði niðri, men hesa seinastu tíðina gleddi hann seg yvir, at dóttirin, sum eisini hevði lisið og búð niðri í fleiri ár, nú hevði keypt hús í Havn og skuldi flyta heimaftur at búgva við abbasoninum uppá tríggjar mánaðir, Jóhan hevði eis- ini hesa seinastu tíðina ar- beitt og fjálga um uppá húsini hjá dóttrini. Men soleiðis skuldi ikki verða, bara eina viku slapp hann at uppliva, at dótturin var komin heimaftur og ein abbasonur varð at spæla við. Alt er so ófatuligt og óskiljandi, várið er komi í hæddina, alt er byrja at blóma, summarið stendur í durunum, og vit vóru so smátt byrjaði í grannalag- num at arbeiða uttandura í garðinum, nú Jóhan so brádliga skuldi fara frá okkum, og standa vit spyrjandi eftir, hví slíkt skal henda. Saknurin og tómrúmið í felagsskapið okkara, og í grannalagnum her í Tjarn- arlág er stórt, men upp- aftur størri er hetta hjá tykkum góða Nanzy, Sól- run, Jan og Jón, sum mist hava ein góðan og trúfast- an mann, pápa og abba, og sum eisini elskaði tykkum so høgt. Tankar okkara eru hjá tykkum øllum í hesi stóru sorg tykkara, sum rakti tykkum so brádliga og óskiljandi, við ynski um, at Harrin ríkliga skal signa og styrkja tykkum í sorg- ini. Við hesum orðum vilja vit í Gongubólkinum lýsa frið og æru yvir minnini um kæra og trúfasta vin okkara Jóhan Joensen. Vit í Gongubólkinum Johan Joensen til minnis 13. apríl 1938 – 14. apríl 2002 Leygardagin verður skipað fyri árliga motorsúkklutiltaki- num, Føroya MC Boogie MOTORSÚKKLUR Tíðindaskriv Aftur í ár verður skipað fyri tiltakinum Føroya-MC Boogie. Tað eru Føroya- MC og Føroya Ellisakfør, sum skiftast at skipa fyri. Hesaferð er tað Føroya-MC sum skipar fyri. Tiltakið verður leygardagin 4 mai. Tiltakið verður skipað soleiðis, at møtt verður á Shell við ringvegin í havn kl 11, so verður staðið og prátað aftur við einum kaffimunni í ein tíma. Har verður eisini møguleiki at tekna seg til veitsluna, sum verðir um kvøldið. Umleið kl 12 verður so koyrt avstað. Fryst verður koyrt ein túr gjøgnum býin, áðrenn farið verður norður- eftir. Koyrt verður norður til streymin, har ein lítil steðg- ur verður, har verður so møguleiki at býta restina av teininum í tveyt. Tey sum ikki hava hug at koyra allan vegin runt Eiðisskarð kunnu koyra gjøgnum tummulin og møt- ast við hinum við shell støðina í gøtudali kl 15 meðan hini fara so runt Eiðisskar til Gjáar, har steðgað verður ein løtu, síðani verður koyrt til Shellstøðina í Gøtu, har steðgað verður um kl 15, har Shell bjóðar kaffi og køkur. Aftur í ár fara vit at skipa fyri onkrari kapping, tá steðgur er í Gøtu. Ein kapping verður í sniglakoyring, tað vil siga koyra ein tein so spakuliga sum møguligt, onkur onnur kapping verður eisini. Aftaná Steðgin verður so koyrt aftur til havnar, har komið verður um kl 17, síðani verður farið hvør til sín at gera okkum klár til veitsluna, siga fyrireikarar- nir. Føroya-MC Boogie: Hópur av motorsúkklum á ferð leygardagin C M Y K 3 2