mikudagur 1. mai 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 81 - 1. mai 2002
Nr. 81 - 1. mai 2002
5
Jóannes Eidesgaard hev-
ur seinastu valini verið
tann sterki maðurin í
Suðuroynni. Hann var
eisini og valdi týsmorg-
unin.
Javnaðarflokkurin
plagar at hava gott tak á
Suðuroynni.
Mest umsvermaði maðurin
í Ítróttarhøllini á Hálsi var
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins. Tíð var
ikki til at práta við mannin,
ið útlendsk eins og føroysk
pressa stóð og bíðaði eftir.
Hann hevur tó áður úttal-
að, at valstríðið hevur verið
siðiligt og hevur snúð seg
um loysing og samband.
Vit hava spurt nakrar av veljarunum, ið høvdu leitað
sær niðan á Háls, fyrrapartin í gjár, hvønn teir høvdu
sett kross við. Dentur skal leggjast á, at valið av fólk-
um er heilt tilvildarligt
Chris Poulsen
– Eg havi valt Lisbeth L.
Petersen, tí eg haldi, at hon
førir tann rætta politikkin.
Eg havi alt mítt lív valt
Sambandsflokkin.
Helma Mikkelsen
– Eg havi sett krossin við
Sambandsflokkin. Tað havi
eg altíð gjørt, og øll familj-
an hjá mær velur Sam-
bandsflokkin,
á
báðum
síðum, tað vil siga, eisini
familjan hjá manninum. Nú
eri eg 88 ára gomul, og tað
loysir seg ikki at broyta
meining
nú.
Valstríðið
ávirkar meg als ikki, tí eg
veit, hvat eg velji.
Pætur Hansen
– Poul Mikkelsen fekk
mína atkvøðu. Hann er
borgarligur, og ímóti ES.
Sjálvur eri eg ímóti ES. Tað
er alt ov bundið, og um sam-
bandið sleppur til, fara vit
heilt vist í ES, og tað dámar
mær onki.
Veljararnir siga
Ein av teimum absolut
meira markantu valevnu-
num hesaferð – í øllum før-
um í høvuðsstaðnum – er
Heðin Mortensen.
Hann var sjálvur saman
við konuni og valdi á stør-
sta valstaðnum, Ítróttar-
høllini á Hálsi, týsmorgun-
in um ellivu tíðina. Tað
vóru heldur ikki fá fólk, ið
savnaðust um Heðin, tá
hann var millum veljarar-
nar á Hálsi.
Tá vit hittu Heðin, eftir at
hann hevði verið og valt, so
segði
hann
seg
hava
hampuliga góðar vónir til,
at hann fór at gera eitt gott
val. Seinanst slap hann inn
á ting sum eykamaður.
Um
valstríðið
sigur
Heðin Mortensen:
– Tú ert noyddur at vera
nógv frammi. Fleiri og
fleiri miðlar gera seg gald-
andi, og tú verður noyddur
at halda teg framat, sigur
Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen hevur
roynt seg við lýsingum í
bæði bløðum, á bussum og
øðrum miðlum.
Heðin sigur seg vera hep-
nan, tí hann hevur eitt stórt
lið aftanfyri seg við hjálp-
arfólki,og tað hevur lætt
nógv um hjá honum. Kost-
naðurin fyri valstríðið hev-
ur verið um 50.000 kr.,
sigur Heðin, men tað hevði
ikki borið til, um hann var
einsamallur, og skuldu øll
fólkini fingið løn, so hevði
kostnaðurin verið nógv
hægri.
Heðin sigur seg sam-
stundis leggja stóran dent á
at ferðast millum fólk, og
hann hevur eisini ringt til
fólk og heitt á tey um at
velja seg og flokkin.
Tingmaðurin hjá Javnaðar-
flokkinum í Suðurstreymy,
Kristian Magnussen, var
eisini og valdi um ellivu
tíðina týsmorgunin. Hann
gjørdi eitt sera gott val fyri
fýra árum síðani, tá hann
fekk 705 persónligar at-
kvøðum. Hann roknar tó
ikki við eins stórum at-
kvøðutali hesaferð í mun til
seinast.
Honum dámar als ikki
mátan, ið valstríðið hevur
koyrt uppá.
– Hetta hevur verið
elendigt. Tað hevur verið
alt ov nógv og alt ov óskip-
að, sigur Kristian.
Hann sigur, at tað einki
hevur við taktikk at gera, at
hann ikki hevur verið so
nógv frammi við lýsingum.
– Tað er meira prinsippið,
at vanlig fólk ikki skulu til
at nýta so ótrúliga nógvar
pengar uppá eitt valstríð,
sigur Kristian.
– Eg haldi, at hetta við
øllum hesum lýsingunum
er nakað tvætl, meinar ein
avgjørdur Kristian.
Hann sigur seg altíð verið
nógv í kontakt við fólk, og
hetta ger hann enn. Hann
ringir ikki runt, men tað eru
onnur, sum reka fyri hann,
ljóðar tað frá honum. Hesi
gera tó ikki eftir boðum.
Kristian Magnussen
Heðin Mortensen
Høgni Hoydal
C
M
Y
K
5
4
Røðin av fólki
klokkan 10 í gjára-
morgunin stóð heilt
út í tún. Heilt fitt av
fólki var komið at
velja, longu áðrenn
størsta valhølið,
ítróttarhøllin á Nabb,
lat upp. Áðrenn
klokkan 11 fyrra-
partin í gjár, høvdu
longu 1032 fólk verið
og sett sín kross
LØGTINGSVAL
Orð: Heri á Rógvi
& Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
Sólin hevði hug at kaga
fram, meðan nakrir regn-
dropar eisini duttu niður
uttanfyri ítróttarhøllina á
Hálsi fyrrapartin í gjár.
Lagnuvalið, sum tað so ofta
hevur verið nevnt, fór
klokkan 10 veruliga av
bakkastokki.
Men tað vóru ikki bara
regndropar, ið vóru á Hálsi.
Nei, tað regnaði við veljar-
arum, og stórur áhugi vísti
seg at vera millum fólk.
Fólk í øllum aldri høvdu
leitað sær niðan á Háls, og
var hýrurin góður.
Tá Sosialurin leitað sær
oman í miðbýin var eisini
fitt av fólki, ið gekk og
hugdi eftir valplakatum.
Við Kunningarstovuna stóð
ein heilur flokkur av barna-
garðsbørnum og hugdi eftir
teimum litføgru valplakat-
unum. Sjálvt um tey ikki
hava valrætt enn, so eru tey
jú framtíðarveljarar.
Stórur áhugi
Jens Marius Poulsen, sum
er formaður fyri valstýrið í
Tórshavn, sigur, at áhugin
fyri valinum er øgiligur.
Talið av brævatkvøðum er
950, og hetta er væl meira
enn vanligt.
Onkrar broytingar eru
eisini gjørdar í vallógini,
soleiðis at valið ikki gongur
heilt eins fyri seg hesaferð.
Eitt nú skulu fólk ikki nýta
blýant, men talan skal bert
vera um eitt skriviamboð.
Eisini sjónveik kunnu
velja, hvønn tey vilja hava
at hjálpa sær við at at-
kvøða.
Eisini útlendsk fjølmiðla-
fólk leitaðu í stórum tali
niðan á Háls. Tað eru fjøl-
miðlar komnir úr Danmark,
Grønlandi og aðrastaðni.
Løgtingsvalið 2002:
Regn og sól á Hálsi
Eisini tað yngra ættarliðið slapp við á val
Nógv fólk var í miðbýnum sjálvan valdagin
Røðin av fólki minkaði so at siga ikki uppi á Hálsi