Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mai 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 81 - 1. mai 2002 Nr. 81 - 1. mai 2002 7 Vinnulivið í Vágum er av álvara farið at merkja verkfallið, sum hevur langt strandfaraskipini. Rávøran gongur undan, og ikki ber til at sleppa av við tað, framleitt verður VERKFALL Edvard Joensen Vatnsoyrum: Á snikkara- virkinum í Vatnsoyrum standa stakkar við bæði lidnum og hálvlidnum vindeygum, sum ikki sleppa víðari, tí verkfall er á Vestmannasundi. – Vit sleppa ikki av við tað, sum vit hava gjørt liðugt, og vit fáa ikki tilfar vestur at gera tað liðugt, sum biðið er um, sigur Heðin Poulsen á Vatnsoyra Snikkaravirki. Vit sita við borðið í kaffistovuni í Vatnsoyrum. Tveir eru brøðurnir hinu- megin. Heðin og Dánjal Pauli, sum er á vindeyga- virkinum Føroya Glugga í Miðvági, sum Vatnsoyra Snikkaravirki eisini eigur. Framleiðslan á báðum virkjunum er í grundini tann sama, uttan bara tann munur, at tað, sum gjørt verður á Føroya Glugga í Miðvági, verður gjørt úr plasti, meðan teir í Vatns- oyrum gera tey vælkendu H-vindeyguni úr træi. Hetta er eitt sindur órætt- víst við hesum verkfall- inum, halda teir báðir brøð- urnir. Tað rakar bara útjað- aran. Inni á meginøkinum ger tað ongan mun at kalla. Heðin Poulsen greiðir frá, at tað er so galið vorðið nú, at tað er skjótari at fáa eitt vindeyga úr Danmark til Elduvíkar, enn tað er at fáa tað úr Vatnsoyrum. – Alt, sum vit flyta, er so stórt og tungt, at tað skal flytast við serligari útgerð. Og tað ber ikki til við teimum smáu førunum, sum í dag sigla um Vest- mannasund. Ikki ber til at fáa bil um Sundið, og ikki ber til at leiga størri før, sum kunnu flyta vøruna, vísir Heðin Poulsen á. Hann sigur, at tað er sama lagið, tá vøra skal fáast hinvegin. Í løtuni er tað so, bæði á Snikkaravirkinum og á Glugganum, at glasið er farið at ganga undan. Alt rútaglasið kemur úr Havn, greiða teir báðir, Heðin og Danjal Pauli frá, og vanliga plaga teir at fáa einar tvær sendingar um vikuna. Men nú eru einir fjúrtan dagar, síðan nakað kom vestur. Úrslitið er, at nú liggja hálvliðug vindeygu og bíða eftir glasi, meðan liðug vindeygu standa á plattum og bíða eftir at sleppa burt- ur. Aðrastaðni í landinum standa so húsaveggir og bíða eftir vindeygunum, so húsini kunnu innilokast. Teir hava roynt onkra alternativa loysn, greiðir Heðin Poulsen frá. Eitt nú varð roynt ein dag her fyri at flyta nøkur vindeygu um Vestmannasund við dekksbátinum Ólavi, men tað er bara triðja ella fjórðabesta loysnin, sigur hann. Vindeyguni eru tung og ring at flyta. Fólk má alla tíðina sita og ansa teimum, meðan siglt verður, og sama sjaggið er at fáa tey upp aftur hinumegin. – Tað er so skjótt, at tey kunnu fáa skaða undir slíkum flutningi, og ta ábyrgdina má kundin taka á seg. So tað er hættisligt upp á mangar mátar, sigur hann. Teir báðir, Heðin og Dánjal Petur, siga, at tað mesta, teir flyta inn til framleiðsluna, verður flutt við Eimskip, sum ikki siglir vestur í Vágar. Hinvegin ger Skipafelgið onkran túr til Miðvágs, men tekur ikki innanoyggja farm við. So fæst ikki skjótt ein endi á verkfallinum, fer tað at fáa rættiligar fylgjur fyri vinnulívið í Vágum. – Ikki ber til at koyra fólk til hús, heldur Dánjal Pauli Poulsen, tí so fara meninir bara aðrastðani at arbeiða, og vit fáa teir ikki aftur. Fólkið er størsta virðið, vit hava, sigur hann. Verkfallsverkir í Vágum Snikkaravirkið í Vatnsoyrum er við at brenna inni við lidnum vindeygum, eins og hálvliðug vindeygu standa og bíða eftir glasi, sum strandað er orsakað av verkfallinum, sum hevur lagt Strandfaraskipini Mynd: Edvard Joensen Hetta er troyttandi Verkfallið darvar vinnuni almikið, sigur smiður í Sørvági, sum framleiðir útgerð til alivinnuna, sum sendast skal av oynni VERKFALL Edvard Joensen Sørvági: – Hetta verk- fallið er við at verða troyttandi nú, sigur Sigurd Jan Tavsen, sum eigur Tavsen Maskin- verkstað í Sørvági. Hann er eins og onnur vinnurekandi í oynni farin at mekja, at vøra gongur undan, og ilt er at sleppa av við slíkt, sum flytast skal um Vestmannasund. – Tað er ikki tí, at vit flyta so øgiliga nógv út beint nú, sigur hann. Tað var eins stór sending av alibesløgum, sum skuldi til Íslands til galvaniser- ingar. Men hana sluppu vit av við, beint áðrenn verkfallið byrjaði, greið- ir Sigurd Jan Tavsen frá. Hann sigur, at hann eisini hevur havt eitt sindur av trupulleikum við at fáa okkurt vestur í Vágar, sum biðið er um úr Havn. Tað skulu roynast ymsar snildir fyri at fáa alt at passa, so vøran fæst upp á pláss, sigur hann. Hon má mestsum sendast við kuréri úr Havn, um hon skal koma allan vegin vestur til Sørvágs. Sigurd Jan Tavsen vísir á, at tað kann gerast ein trupulleiki við ver- andi støðu, um eitt nú eitt skip kemur á Sørvág og skal hava eina størri umvæling, sum teir ann- ars vanliga plaga at gera. – Hendir tað nú, kann væl verða, at vit ikki fáa hjálpt teimum, tí útgerð fæst ikki, sigur hann. Hann sigur, at teir hava ikki biðið um nakað stórvegis av tung- um tingum, men at tað kann fyri so vítt gera tað sama, tí tað flytist ikki um Vestmannasund utt- an í bili við ferjuni. Tosað hevur verið eitt sindur um at seta onkur tiltøk í verk í Vágum fyri at vísa á, at verk- fallið rakar skeivt. Men Sigurd Jan Tav- sen ivast eitt sindur í, um tað ger nakran mun. – Tað fer helst bara at gera oynna upp aftur meira avbyrgda. Og inni á meginøkinum vita fólk ikki av, at verkfall er. – Tað er so galið, sigur hann, at onkur hevur spurt, um verkfallið ikki er av. Hetta verkfallið er við at verða troyttandi. Tað er tungt at arbeiða, tá ein ikki fær ta vøru, brúk er fyri, og heldur ikki sleppur av við tað, kundin skal hava, sigur Sigurd Jan Tavsen, smiður í Sørvági Mynd: Edvard Joensen Fakfeløgini í Fugla- firði vilja hava Arbeiðs- loysisskipanina broytta, so at øll fáa fult gjald úr henni ARBEIÐSLOYSISSKIPANIN Áki Bertholdsen – Eg veit um dømi um fólk, sum ikki fáa meiri enn fimm krónur um tíman frá ALS. Soleiðis ber ikki til at fara við fólki nú á døgum. Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmanna- felag er, alt annað enn nøgdur við tær sømdir, sum tímalønt fáa frá Arbeiðs- loysisskipanina. Men tað er hann ikki einsamallur um, tí bæði Handverkarafelagið og Ar- beiðskvinnufelagið í Fugla- firði hava saman við Ar- beiðsmannafelagnum, skriv- liga heitt á ALS um at broyta skipanina. Sam- stundis hava tey eisini heitt á landsstýrismannin í vinnumálum og á Løgting- ið um at gera nakað við støðuna. Óli Johannesen sigur, at vanliga verður sagt, at út- gjaldið úr ALS er 70% av eini tímaløn, ella 61 krónur um tíman. – Men tað er ikki meiri enn hálvur sannleikin, tí tað veldst um, hvussu høg inn- tøkan hevur verið framm- anundan. Hann sigur, at útgjaldið úr ALS verður altíð útrokn- að eftir, hvat ein hevur for- vunnið frammanundan. – T.v.s., at eru tað fólk, sum hava havt lítla inntøku frammanundan, fáa eisini lítið útgjald úr ALS. Hann sigur, at hetta kann vera talan um fólk, sum júst eru komin á Arbeiðsmarkn- aðin. – Men tað kann sanniliga eisini vera talan um fólk, sum hava verið arbeiðsleys longi í kreppuni og ikki eru sloppin aftur á arbeiðs- marknaðin, fyrrenn nú, tað er brúk fyri teimum. Formaðurin í Fuglafjarð- ar Arbeiðsmananfelag sig- ur, at hesi eru ikki so fá, tí tað slepst ikki undan, at kreppan spøkir enn. Hesi fólkini hava mangan havt lítla inntøku framman- undan. Og tá ið útgjaldið úr ALS verður roknað útfrá inntøkuni teir seinastu 12 mánaðirnar, eru tað mong, sum fáa lítið og onki. – Tað er beinleiðis ómoralskt at gewva fólki fimm krónur um tíman, tí hesi fólkini hava ongar út- vegir enn at royna at sleppa undir forsorgina hjá Al- mannastovuni. – Men fyri at ein skal fáa forsorgarhjálp frá Al- mannastovuni vegna ar- beiðsloysi, krevst, at við- komandi er skrásettur at vera arbeiðstøkur hjá ALS. – Summi av hesum fólk- um byrja við einum útgjaldi frá ALS uppá 0 krónur um tíman, tí tey hava onga inn- tøku havt. Men tíðin telur framvegis tað sama, so eftir at hava verið 798 dagar í ALS, verða tey koyrd úr skipanini. – Sostatt eru tað mong, sum eru fangað í eini fellu, sum tey illa sleppa burtur- úr. Óli Johannesen sigur, at hetta ger seg ikki minst galdandi hjá teimum, sum eru í fiskavirkisskipanini. – Tað kann vera so ym- iskt sum ger, at fólk ikki sleppa til arbeiðis í fiski. Tað kann verða illveður ella harður streymur. Ella tað kann vera tí, at skip avreiða uttanlands. Ella tað kann eisini vera tí at ILA hevur gjørt um seg í einum ali- brúki o.s.fr. Altíð fulla løn Tað, sum fakfeløgini í Fuglafirði nú hava heitt á ALS og á vinnumálastýrið og Løgtingið, er, at skipan- in verður broytt, so at fólk altíð skulu fáa 70 % av van- ligari tímaløn, ella 61 krón- ur um tíman, úrALS. – Ofta verður sagt at tað eru tey tímaløntu sum halda samfelagnum uppi. Men eg skilji onki av at sam- felagið ikki skal hava ráð til at betala teimum, sum halda tí uppi, 61 krónur um tíman. Samstundis vilja feløgini hava, at fólk hereftir skulu stempla ALS kortini úti á økinum, heldur enn at senda tey til Havnar. – Fólk skulu stempla ALS kortið úti í økinum, tí so ber altíð skjótt at útvega virkjum arbeiðsmegi, sum mangla. Sostatt hevði tað eisini verið ein vinningur fyri tey virki, sum mangla fólk í eini knappari vend- ing, sigur hann. Enn hava feløgini í Fuglafirði onki svar fingið uppá brøvini, tey hava sent. Sí eisini viðmerkingar frá Karini Kjølbro, stýrisfor- manni í ALS, aðrastaðni í blaðnum. Fáa fimm krónur um tíman frá ALS – Ofta verður sagt at tað eru tey tímaløntu sum halda samfelag- num uppi. Men eg skilji onki av at samfelagið ikki skal hava ráð til at betala teimum, sum halda tí uppi, 61 krónur um tíman, sigur Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðs- mannafelag – Stýrið fyri ALS fer í næstum at viðgerða nógv viðurskifti í ALS. Spurningurin um fult útgjald er ein av teimum, sigur Karin Kjølbro, stýrisformaður ARBEIÐSLOYSISSKIPANIN Áki Bertholdsen Stýrið fyri ALS umhugsar støðuna í hesum døgum. Og spurningurin, sum fugl- firðingar reisa í aðrari gein í blaðnum, er ein av spurn- ingurin, vit umhugsa. Karin Kjølbro, formaður í stýrinum fyri ALS, sigur, at stýrið umhugsar í hesum døgum, um nakrar broyt- ingar skulu gerast í ALS skipanini og, hvørjar hesar broytingar skulu vera. Men hon vísir samstund- is á, at tað er ein misskilj- ing, tá ið summi halda, at Stýrið fyri ALS hevur heimilidir at broyta skipan- ina, sum tað vil. – ALS virkar eftir eini løgtingslóg Og skal ALS broytast, er tað sostatt ein politiskur spurningur, tí tað má eisini gerast við løg- tingslóg. Hon sigur, at ein av heilt fáum heimildum, stýrið hevur, er a hækka og lækka inngjaldið til skipanina inn- anfyri ávís mark. Annars kann stýrið ikki annað enn at umsita ALS eftir løg- tingslógini og har verður m.a. sjálvt útgjaldið ásett. Men hon sigur, at annars eru tað fleiri mál sum stýrið ætlar at viðgera og spurn- ingurin hjá fuglfirðingum verður viðgjørdur í eini heild, saman við nógvum øðrum spurningum. Annars vísir hon á, at spurningurin um útgjaldið upp á 70% er eitt mál, sum partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum sjálvir orðaðu á sinni. Hon vísir eisini á, at tað eru tveir partar á arbeiðs- marknaðinum, arbeiðsgev- arar og arbeiðstakarar og tað er ikki altíð, at krøvini og ynskini hjá teimum báð- um til ALS sampakka. Men heldur tú annars, at ynskini frá fuglfirðingum er rímiligt? – Tað havi eg onga mein- ing um í løtuni. Men eg vil kortini vísa á, at vit liva í eini tíð, har tað tykist sum um arbeiði er til allar hend- ur og har vit harafturat noyðast at innflyta nógva arbeiðsmegin uttaneftir. Spurningurin er so, um hetta er rætta tíðin at hækka útgjaldið, ella er hetta rætta tíðin at kjølfesta skipanina, so at vit nógv at standa ímóti við, skuldi ein djúp kreppa tikið seg upp aftur, so at skipanin veruliga fær brúk fyri pengum, sigur hon. Hon sigur eisini, at tað er vanligt rundanum okkum, at fólk fáa ikki altíð fult út- gjald úr eini arbeiðsloysis- trygging og soleiðis hava partarnir á føroyska ar- beiðsmarknaðinum eisini hildið, at tað skuldi vera í Føroyum. – ALS er júst um eina trygging og útgjaldið er so einaferð tað, sum løntakar- ar í Føroyum eru tryggjaðir fyri, sigur Karin Kjølbro. Umhugsa nógv viðurskifti í ALS Stýrið fyri ALS fer í næstum at viðgera nógv viðurskifti í Arbeiðsloysisskipanini, sigur Karin Kjølbro, stýrisformaður C M Y K 7 6