mikudagur 1. mai 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 81 - 1. mai 2002
Nr. 81 - 1. mai 2002
9
Bræv-
atkvøða
horvin
VAL
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Ein
brævatkvøða,
sum
skuldi
verið
send úr Klaksvík og
norður á Viðareiði
var ikki komin fram á
middegi í gjár. Nógv
varð gjørt fyri at leita
eftir atkvøðuni, bæði
í Klaksvík og á Við-
areiði. Brævatkvøðan
stavaði frá einum
viðingi, sum er á
Røktarheiminum
í
Klaksvík.
Mannagongdin er
tann
við
brævat-
kvøðu, at kommun-
an, har viðkomandi
atkvøður skal syrgja
fyri, at veljarin fekk
møguleikan at velja.
Kommunan
sendir
síðan brævatkvøðuna
á posthúsið. Hetta
hevur kommunan í
Klaksvík eisini gjørt.
Men atkvøðan kemur
ikki víðari. Hon er
horvin í postinum.
- Vit halda, at
Runavíkar kommuna
handlar í óðum verk-
um, siga borgarar í
Runavíkar kommunu
í mótmælisskrivi,
sum tey handaðu
mánadagin
KOMMUNUMÁL
Vilmund Jacobsen
Mánadagin bóru fólk í
Runavíkar kommunu eitt
mótmælisskriv til býráðið,
har mótmælt verður ætlan
býráðsins at samanbinda
Leitisveg og Rúnarveg, so-
leiðis at møguleiki verður
fyri gjøgnumkoyrandi bila-
ferðslu. Saman við mót-
mælisskrivinum
vórðu
undirskriftir frá borgarum,
sum búgva við Rúnarveg
og Lómsveg, eisini hand-
aðar kommununi. Hesar
vóru 60 í tali.
Borgararnir vísa á, at
nógvar grundgevingarnar
eru fyri mótmælinum og
taka tey nøkur dømi fram:
• Við hesari víðkan av
vegakervinum í Runa-
víkar kommunu, kann
roknast
við
nógvari
ferðslu úteftir Leitisvegi -
ikki minst, tá ið hugsað
verður um, at nýggi dag-
stovnurin, sum verður
bygdur í løtuni, liggur
beinleiðis í framhaldi av
hesum vegastrekki.
• Vegirnir, bæði Leitisveg-
ur og Rúnarvegur, eru als
ikki bygdir til at tola hesa
ferðslu. Teir eru so mikið
smalir, og parkerings-
viðurskiftini eru so vána-
lig, at roknast kann við
ruðuleika og einum sera
vandamiklum
vega-
strekki.
• Í hesum býlingi eru
ógvuliga nógv børn, og
er hetta at frøast um, men
henda gleðin kann gerast
ógvuliga stokkut. Í dag
vita vit, hvar børnini eru,
hvar tey spæla, nevniliga
her rundan um húsini,
t.v.s. meira og minni á
vegnum. Vælvitandi, at
vegurin ikki skuldi verið
nakað
spælipláss,
so
meta vit hetta, sum nú er,
trygt og gott, tí tann lítla
ferðslan, sum er, hevur
altíð børnini í huga.
Meira ferðsla á hesum
vegastrekki, fer at gera
hetta til eitt sera vanda-
mikið økið. Eisini skal
havast í huga, at fleiri
dagrøktarmammur búgva
í hesum býlingi.
• Í býlinginum hava vit eitt
sambýli, ein bústovn og
eitt ellis-og røktarheim,
sum ætlandi verður út-
bygt. Hesi fólk hava als
ikki førleika/møguleika
at ansa sær í ferðsluni.
• Tá ið vit settu búgv her,
fingu vit at vita frá
kommununi, at talan altíð
fór at vera um "blindan
veg" og ikki gjøgnum-
koyringarveg, tí økið
norðanfyri Rúnarveg var
lagt av til grønt øki/frí-
øki. Vit undrast á, at eitt
kommunustýri, sum til
valið segði seg vilja hava
meira opinleika - sum
vildi gera tað lættari hjá
borgarunum í kommun-
uni at koma til orðanna -
ikki hevur gjørt nakað
fyri at koma beinleiðis á
tal við okkum.
Í mótmælisskrivinum siga
borgararnir, at øll henda
ætlan ber ikki brá av, at
núverandi kommunustýrið
hugsar um trivnaðin hjá
teimum, sum búgva í økin-
um.
- Fyri okkum sýnist hetta,
sum um handlað verður í
óðum verkum, siga tey.
Borgararnir halda annars,
at ætlanin at stykkja út
suðureftir úr Leitisvegi
uttan iva er góð, og tørvur
er á hesum.
- Men um vit so skrædna,
skilja vit ikki, hví gjøg-
numkoyrandi
bilaferðsla
skal verða.
Tey halda, at eitt gott
hugskot hevði verið at
samanbundið vegirnar við
gonguteigi ella onkrum
líknandi.
- Hetta kundi hóast alt
verið eitt vakurt øki, eitt
fríøki, sum stórur saknur er
á í kommununi.
At enda í mótmælis-
skrivinum heita borgararnir
staðiliga á kommununa um
at umhugsa hesa avgerð
einaferð
enn
og
við
skynsemi hugsa um tey,
sum búgva her, eins og
hugsað verður um komandi
ættarlið.
- Tað var hóast alt
høvuðsevni
á
seinasta
kommunuvali, at nú skuldi
trivnaðurin hjá borgarunum
hava fyrsta prioritet, siga
íbúgvarnir við Rúnarveg og
Lómsveg.
Allir hava fingið
skrivið
Tað var býráðsformaðurin í
Runavíkar kommunu, Rod-
mundur Nielsen, sum tók
ímóti mótmælisskrivinum.
Í stuttari viðmerking,
sigur Rodmundur, at hann
lovaði teimum, sum møtt
vóru, at býta skrivið út til
allar býráðslimirnar sama
kvøldið, og tað gjørdi hann
eisini. Sjálvur las hann
skrivið seinni um kvøldið.
- Í løtuni havi eg onga
viðmerking til tað, sum
borgararnir
føra
fram.
Skrivið verður
viðgjørt í teknisku nevnd
um einar 14 dagar, sigur
Rodmundur Nielsen.
Býr hjá
pápanum
HÚSANEYÐ
Stefan í Skorini
Í blaðnum fríggja-
dagin í seinastu viku
var grein um einliga
mammu í Havn, sum
ikki hevði tak yvir
høvdið,
tí
ongar
íbúðir vóru at finna.
Í greinini stóð, at
hon og sonurin ikki
høvdu nakrastaðni at
búgva, men hetta er
ikki rætt. Pápin av
dronginum
hevur
vent sær til Sosialin
og gjørt vart við, at
sonurin nú býr hjá
sær, og at hann tí ikki
er heimleysur.
Mótmæla sambinding av
Leitisvegi og Rúnarvegi
Tað er ikki fallið í góða jørð hjá borgarum við Rúnarveg og Lómsveg, at Runavíkar kommuna ætlar at binda Leitisveg og Rúnarveg saman við gjøgnumkoyrandi
bilaferðslu.
– Tá ið vit settu búgv her, fingu vit at vita frá kommununi, at talan altíð fór at vera um "blindan veg" og ikki gjøgnumkoyringarveg, tí økið norðanfyri Rúnarveg
var lagt av til fríøki, siga borgararnir.
Mánadagin kundi
Litaval í Klaksvík lata
dyrnar upp í nýggjum
hølum á Klaksvíks-
vegnum
HANDILSLÍV
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Nógv komu
kom inn á gólvið, tá Litaval
í Klaksvík mánadagin lat
dyrnar upp í nýggjum
hølum.
Litaval hevur í fleiri ár
hildið til í leigaðum hølum
frá Klaksvíkar Byggivirki,
men hesi høli eru nú seld til
landið og skulu nýtast til
kontórvirksemi.
Tískil máttu tey í Litaval
út at leita eftir onkrum
nýggjum, og mánadagin
kundu tey bjóða viðskifta-
fólkunum inn í nýggju
hølini, sum tey nú leiga frá
JH Møblum.
Ein heildarloysn
Sámal Eyðfinn Akursmørk,
sum dagliga rekur Litaval í
Klaksvík, sigur, at starvs-
fólkini í handlinum eru stak
væl nøgd við teir nýggju
karmarnar.
- Vit eru nú í sama
bygnini sum JH Møblar, og
hetta ger, at kundin hevur
møguleika fyri at fáa eina
heildarloysn til húsini inni í
sama bygnini, sigur Sámal
Eyðfinn.
- Vit selja máling og gólv,
og JH Møblar selur búnýti
og annað til húsini, so her
er alt á einum stað, greiðir
hann frá.
Sámal Eyðfinn keypti í
2000 helvtina av Litaval, so
at hann í dag stendur sum
eigari saman við einum
øðrum. Men Sámal Eyð-
finn ætlar í nærmastu fram-
tíð at keypa hina helvtina
eisini, so at hann nú fer at
standa sum einasti eigarin.
Teldusamskifti
Nýggju hølini hjá Litaval
eru sera rúmlig og snotulig
at koma inn í, og serliga
leggur ein merki til vøkru
uppstillingina í vindeygan-
um.
Sámal Eyðfinn greiðir
frá, at ein dekoratør í Vág-
unum hevur skipað fyri
framstillingini í vindeyg-
anum. Men tó hevur hon
ongantíð sæð sjálvt vind-
eygað.
- Tað er ein stuttlig søga,
tí konan hevur ongantíð
vitjað okkum her í Klaks-
vík, men alt samskifti okk-
ara millum hevur gingið
gjøgnum telduna, fortelur
hann.
Hendan kona hevur sent
uppskot, litir og annað
gjøgnum e-mail til Klaks-
víkar, og síðani hava tey
sent myndir aftur til henn-
ara.
Enn eitt prógv uppá, at
møguleikarnir eru nógvir
nú í okkara teldutíðum.
Nógv fólk vitjaðu
Nógv fólk vitjaðu Litaval
tann fyrsta dagin í teim
nýggju hølunum.
Sámal Eyðfinn sigur, at
yvir 200 fólk stukku inn á
gólvið, og tað var nógv
fleiri, enn tey høvdu vænt-
að.
Víðari greiðir hann frá, at
tey eisini hava fingið óføra
nógva hjápl ymsa staðni frá
í samband við sjálva flyt-
ingina.
- Vanliga eru vit 4 fólk í
handlinum, men upp undir
flytingini hava eini 15 fólk
hjálpt til ymsastaðni, sigur
hann at enda í stuttu sam-
røðuni.
Litaval fingið nýggjar karmar
Uppstillingina í handils-
glugganum hevur ein kona í
Vágunum skipað fyri, men
samskifti við Klaksvíkina
hevur einans gingið gjøgnum
e-mail
Sámal Eyðfinn Akursmørk er
sera væl nøgdur við nýggju
umstøðurnar hjá Litaval í
Klaksvík
Inni í nýggju hølunum er
ljóst og rúmligt
C
M
Y
K
9
8