hósdagur 2. mai 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 82 - 2. mai 2002
Nr. 82 - 2. mai 2002
7
Kári P. Højgaard varð
valdur á ting fyri
Sjálvstýrisflokkin, og
hann roknar við
eisini at gerast for-
maður. Hann er
klárur at geva løg-
manni nakrar dagar,
men hann letur ongar
hurðar aftur
LØGTINGSVAL
Heri á Rógvi
Kári P. Højgaard vil ikki
lata nakrar hurðar aftur fyri
nøkrum samgongumøgu-
leika. Hann heldur ikki, at
tað er ódemokratiskt, um
sitandi samgonga heldur
fram.
– Nú fáa vit at síggja, sig-
ur Kári P. Højgaard.
Tað gjørdist ein aftur-
gongd
fyri
Sjálvstýris-
flokkin við valið týsdagin.
Frá at hava tveir tingmenn
fekk flokkurin bert tann
eina hesuferð. Hesin gjørd-
ist kanska eitt sindur
óvæntað Kári P. Højgaard,
sum hevur havt sætið á
tingi hesa seinastu tíðina
sum varamaður fyri Sámal
Petur í Grund. Hesin sami
Sámal Petur í Grund misti
størsta partin av sínum yvir
fimmhundrað atkvøðum.
Tá Kári P. Højgaard fekk
169 persónligar atkvøður,
og býtið gjørdist soleiðis, at
Sjálvstýrisflokkurin fekk
sítt eykavalda umboð í
Eysturoynni, so gjørdist
Kári P. Højgaard nýggjur
tingmaður.
Skuffaður
Eftir at úrslitið var greitt, so
var tað, sum verða mann,
ein fegin Kári P. Højgaard,
sum tók ímóti heilsanum úr
eyst og vest, men tað var tó
bert hansara persónliga av-
rik, ið frøddi nýggja ting-
mann Sjálvstýrisfloksins.
– Eg eri skuffaður av úr-
slitinum hjá flokkinum,
sigur Kári P. Højgaard, og
tá verður serliga hugsað
um, at flokkurin misti ann-
an mannin í mun til sein-
asta val.
Formaður
Sum støðan er nú eitur for-
maðurin í Sjálvstýrisflokki-
nun Eyðun Elttør, men tað
er nógv, sum bendir á, at
Kári P. Højgaard verður
nýggjur formaður innan
langa tíð.
– Tá tað bara er ein ting-
maður, so er tað rættiliga
nærliggjandi, at eg gerist
formaður, men tað er ikki
avgjørt enn, sigur Kári.
Hann bar seg undan at
svara, um hann ynskir ella
vil gerast formaður.
Sjálvur heldur Kári P.
Højgaard, at polariseringin
er orsøkin til, at valið hevur
háttað seg, sum tað hevur.
Hann heldur ikki, at Sjálv-
stýrisflokkurin hevur nóg
væl megnað, at fingið sín
boðskap fram.
Sum einsamallur ting-
maður væntar Kári P. Høj-
gaard, at tað verða strævin
tøk í nýggja tinginum.
Kári P. Højgaard:
Verður mestur formaður
Jógvan Durhuus
misti tingsessin hjá
sær til partamannin
Nikláa Petersen.
Hann hevði roknað
við hesum. Jógvan
stillar ikki uppaftur
til næsta val
LØGTINGSVAL
Heri á Rógvi
– Eg hevði roknað við tí.
Hesi vóru fyrstu orðini
frá Jógvani Durhuss, tá vit
ringdu hann upp miku-
morgunin. Tjóðveldisflokk-
urin fekk annan tingmannin
fyri Norðstreymoy, men
hesin gjørdist ikki sum við
seinasta val, Jógvan Dur-
huus. Niklái Petersen klár-
aði at yvirhála veteranin úr
Vestmanna.
Persónliga atkvøðutalið
hjá Jógvani Durhuus gjørd-
ist 158. Við seinasta val í
1998 fekk hann 231 per-
sónligar atkvøður,soleiðis
at tað gjørdist ein persónlig
niðurgongd fyri vestmenn-
ingin.
Jógvan Durhuus er tó
vorðin varamaður á tingi.
Hann hevur ongar ætlanir
um at stilla upp aftur.
– Eg ivaðist leingi, hvørt
tað var rætt at stilla upp ella
ikki. Eg fekk tó nógvar
áheitanir aðrastaðni frá, so
eg gjørdi av at royna hetta
einaferð enn. Úrslitið hevði
eg eisini roknað við. Eg eri
vorðin so mikið gamal nú,
at eg fari ikki at stilla upp-
aftur til næsta løgtingsval,
sigur Jógvan Durhuus.
Tað var serliga støðan í
Kollafirði, ið gjørdi Jógvan
næstan vísan í, at hann ikki
kom aftur á ting. Har vóru
fleiri valevni, ið fyrr hava
klárað seg væl, sum ikki
stillaðu upp, og kollfirðing-
ar plaga at savna seg um
einkultpersónar, og tað
gjørdu teir eisini hesaferð.
At
Sambansflokkurin
gjørdist sterki flokkurin í
Norðstreymoy kemur ikki
óvart á Jógvan Durhuus.
– Teir hava altíð verið
sterkir her. Tað snúði seg
meira um at fáa tað aftur í
rættlag hjá teimum, sigur
Jógvan Durhuus.
Hann heldur, at tað hava
verið ræðumyndirnar hjá
Sambandsflokkinum, sum
hava sigrað, tí tað kann ikki
vera politikkurin, sigur
fyrrverandi tingmaðurin.
Sitið nógv ár
Um Niklái Petersen loyvir
Jógvani framat onkra ferð-
ina næstu fýra árini, so
verður hetta triðji tingsalur-
in, ið Jógvan sleppur at
royna á einari langari yrkis-
leið innan politikk.
Fyrstuferð Jógvan stillaði
upp var í 1966. Hann varð
fyrstuferð valdur á ting í
1970. Hann varð afturvald-
ur í 1974 og 1978. Við valið
í 1980 slap hann ikki inn,
men hann kom innaftur í
1984 og 1988. Síðani varð
hann valdur aftur í 1994 og
hevur sitið síðani.
Hann hevur roynt at vera
bæði landsstýrismaður, løg-
tingsmaður og varaløg-
maður í sínum 36 árum í
politikki.
Jógvan er í dag 64 ára
gamal, og hetta er næstan
pensjónsaldur, sigur hann.
Hann avvísir tó ikki ein
landsstýrismannasess, um
hesin skuldi verið boðin
honum.
Jógvan Durhuus:
Stillar ikki uppaftur
Kári Højgaard er nýggjur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, og
væntandi gongur tað ikki rúm tíð innan hann kann kalla seg
formann í flokkinum
Kollafirðingar hava
savnað seg um ein
kollfirðing, sigur
nýggi tingmaðurin
hjá Tjóðveldisflokki-
num í Norður-
streymoy
LØGTINGSVAL
Edvard Joensen
Kollfirðingar vilja hava
ein løgtingsmann, heldur
Niklái Petersen, sum er
nývaldur løgtingsmaður
fyri
Norðurstreymoy.
Hann fekk nógv flestar
atkvøður á tjóðveldis-
listanum í Norðurstreym-
oy.
Fólkaflokstingmaðurin
í Kollafirði, Jákup Suni
Joensen, stillaði ikki
uppaftur, og tað metir
Niklái Peterswen vera
eina orsøk til, at hann
varð valdur. Hann sigur
tó, at hann hevur rikið
væl upp undir valið.
Tjóðveldismaður
í Kollafirði
Niklái Petersen, nýggjur
tingmaður fyri Tjóðveldis-
flokkin í Norðstreymoy.
Úrslitið í Norð-
streymoy kemur
ikki óvart á Hans
Paula Størm, sum
ikki varð aftur-
valdur
LØGTINGSVAL
Heri á Rógvi
Tað gekk ikki hjá Hans
Paula Strøm. Hóast stóra
persónliga framgongd, so
varð tað ikki til eitt pláss
í Løgtinginum hjá ný-
vestmenninginum, sum
seinastu fýra árini hevur
umboðað Javnaðarflokk-
in í Norðstreymoyar val-
dømi.
Hann var eyka valdur
við seinasta val, men
hesin ferð skuldi tað vísa
seg, at eykavaldi javnað-
artingmaðurin
fall
í
Suðurstreymoy.
– Eg hevði roknað við
tí. Eg eri ógvuliga fegin
um mítt persónliga úrslit,
men eg vildi havt flokkin
at klára seg betur. Vit
mugu nú hyggja fram-
eftir, sigur Hans Pauli
Strøm.
Hann heldur, at val-
stríðið í stóran mun hev-
ur verið ein uppgerð
millum samgonguna og
andstøðuna, og hetta
hevur so ikki gagnað
Javnaðarflokkinum.
– Sambandsflokkurin
gjørdist stóri vinnarin, og
tað undrar meg, at Tjóð-
veldisflokkurin
gekk
aftur, hóast teir hava lagt
nógva orku í valstríðið,
sigur Hans Pauli.
Hans Pauli vendir nú
aftur til sítt borgarliga
starv á Hagstovuni fulla
tíð. Hann hevur verið har
hálva tíð, meðan hann
hevur sitið á tingi, men
nú verður tað Hagstovan,
ið fær fullu gleðina av
Hans Paula Strøm.
Hann sigur seg vóna, at
Løgtingið fær skapt betri
kor fyri tey eldru og
verkafólki.
Jógvan Durhuus
slap ikki aftur á
ting hesaferð.
Royndi politikarin
ætlar ikki at stilla
upp til næsta val
Hans Pauli Strøm:
– Eg hevði
roknað við tí
Hans Pauli Strøm er ikki
tingmaður longur.
Bárður Nielsen er
nývaldur í Norð-
streymoy fyri Sam-
bandsflokkin. Saman
við øllum valdrama-
tikkinum sat hann
eisini í spenningi og
bíðaði eftir, um hann
møguliga skuldi ger-
ast pápi sjálvan val-
dagin
LØGTINGSVAL
Ingrid Bjarnastein
Tá vit tosaðu við Bárð tíð-
liga mikumorgunin, sigur
hann, at hann er enn ikki er
vorðin pápi.
– Nei, har steðgaði alt
upp týsmorgunin, sigur
Bárður Nielsen. – Hon er í
Havn, so nú eri eg bara
standby til okkurt hendir.
Men Bárður sat sum
kunnugt ikki bert og bíðaði
eftir, at konan skuldi eiga.
Bárður Nielsen var upp-
stillaður sum valevni fyri
Sambandsflokkin í Norð-
streymoy. Týskvøldið fekk
hann so tey gleðiligu boð,
at hann var sloppin inn á
ting við 196 persónligum
atkvøðum. Sambandsflokk-
urin sjálvur var fremstur í
Norðstreymoy, og Bárður
var næstur á toppskorara-
listanum, bert góðar 30
atkvøður aftanfyri Nikláa
Petersen í Tjóðveldisflokki-
num.
Hetta er fyrstu ferð Bárð-
ur er valdur inn á ting, men
tó ikki fyrstu ferð hann skal
verða pápi, so seinnu manna-
gongdina kennir hann hóast
alt. Men hvat ætlar Bárður
sær nú?
– Ja, tað verður so fyrst
og fremst at seta meg inn í
hesa nýggju mannagongd-
ina. Eg vóni, at vit koma í
samgongu. Tað tykist ikki
vera nakað serliga áhuga-
vert at sita uttanfyri, tí tað
er sum tú lítla og onga
ávirkan hevur tá, sigur
Bárður Nielsen.
Betra heilsuverkið
Sjálvur heldur sambands-
maðurin, at nógv skal bet-
rast. Millum annað standa
heilsuverkið og almanna-
verkið fyri tørni.
– Heilsuverkið skal bet-
rast og fáast upp á eitt hæg-
ri støði. Tað, at deildir lata
aftur, líkist ongum, og eigur
hetta at verið fingið uppá
pláss, sigur Bárður og vísir
á, at eisini almannaverkið
eigur at betrast.
– Almannaverkið hevur
alt ov vánaliga tænastu. Um
tú til dømis ringir til tey,
kunnu tað ganga fleiri vikur
og upp í mánaðar áðrenn tú
fært svar, og soleiðis kann
tað ikki vera í einum væl-
ferðarsamfelag. Eg veit
ikki, hvat tað er. Um tey
kanska eru undirmannað
ella um tey ikki eru so tæn-
astusøkjandi.
Um tað lokalpolitiska
dugir Bárður Nielsen ikki
at siga, hvat hann ætlar sær
at gera. Hann vil ikki lova
nakað, sum hann síðani
ikki megnar at halda. Men í
valstríðnum lovaðu flest
allir politikkarar í Norð-
streymoy, at vegurin norð
til Tjørnuvíkar og Haldórs-
vík skal betrast, og er hetta
nakað, Bárður ætlar sær at
virka fyri og hjálpa til fyri
at fáa ígjøgnum.
Sjálvur sigur hann seg
ikki hava væntað, at sleppa
inn, men vónirnar vóru har,
og sigur hann, at stemning-
urin var positivur.
– Eg trúði uppá, at eg
slapp inn, men eg haldi
ikki, at eg havi rikið nakað
serligt. Eg havi skrivað í
bløðunum og so var eg í
Norðurlandahúsinum
tá
tann seinasti valfundurin
var. So havi eg eisini hongt
plakatir upp her í Vest-
manna og Norðstreymoy,
men eg havi ikki ringt og
tosa við fólk og tílíkt,
greiðir Bárður frá.
Men ein fegin Bárður
leggur afturat, at nú fer
hann at arbeiða fyri ríkis-
rættarligu støðuni hjá Før-
oyum, og virka fyri at fáa
viðurskiftini við Danmark í
rættlag, og harvið royna at
fáa klandrið vekk, sum hev-
ur verið seinastu fýra árini.
Bárður Nielsen er ítrótt-
arfólk burturav, og leggur
hann tí stóran dent á ment-
an og ítrótt. Hann heldur, at
tað er synd, at ung í dag
bert sita frammanfyri eina
teldu, og vil hann heldur
hava, at tey fara út at røra
seg. Tí vil hann virka fyri at
geva ytru karmunum hjá
mentanini og ítróttini betri
sømdir, uttan tó beinleiðis
at stuðla við peningi.
Hvussu fer at gangast við
politikkinum fáa vit at
síggja, men um alt gongur
eftir ætlan, verður nýggi
sambandstingmaðurin úr
Norðstreymoy pápi um ikki
alt ov langa tíð.
Pápi, ikki pápi ella inn á ting
Kvinnurnar í Norð-
oyggjum fingu ikki
góða undirtøku á
valinum týsdagin.
Rúna Sivertsen hjá
Fólkaflokkinum
hevur í 6 ár sitið á
tingið í sessinum hjá
Anfinni Kalsberg,
meðan hann ávíkast
hevur sitið við
fíggjarmálum og
verið løgmaður, men
hetta verður nú
broytt
LØGTINGSVAL
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Um Anfinn
heldur fast við løgmanns-
sessin, so verður tað ikki
Rúna Sivertsen, sum kemur
inn í staðin. Jákup Mikkel-
sen fór avstað við fleiri at-
kvøðum enn Rúna, og tí
verður tað hann, sum kem-
ur inn á plássið hjá Anfinni.
Rúna Sivertsen hevur
verið politiskt virkin í fleiri
ár, og í 6 ár hevur hon verið
einasta kvinnuliga umboð-
ið hjá Norðoyggjum á ting-
ið.
Rúna fekk einans 95 per-
sónligar atkvøður týsdagin,
aftur í móti teim 115 til
seinasta val.
Trupult at finna
orsøkina
Sjálv heldur Rúna, at trup-
ult er at vita, hvør orsøkin
til afturgongdina kann vera.
Hon vísur á, at fleiri faktor-
ar spæla inn í einum val-
stríðið sum hesum, og at
stemningurin móti enda-
num hevur nógv at siga.
– Ein av orsøkunum er
sjálvandi, at eg sum kona,
mamma og omma við ein-
um manni til skips ikki havi
havt eins góðar møguleikar
og mannfólkini fyri at rikið
eitt hart og intensivt val-
stríð. Men eg veit, at eg hó-
ast alt havi gjørt eitt gott ar-
beiði, sigur Rúna.
Rúna Sivertsen er eisini
einasta kvinnan, sum hevur
havt fastan sess á tingið
umboðandi fólkaflokkin.
Umframt hetta er hon eisini
einasta kvinnan, sum hevur
havt fastan sess á tingið fyri
Norðoyggjar Vit spurdu
hana eisini, hví tað er so
trupult hjá kvinnunum í
fólkaflokkinum
at
sláa
ígjøgnum.
– Ein av orsøkunum er
sjálvandi, at vit ikki hava
havt nóg sterk kvinnulig
valevni, sigur Rúna.
– Men orsøkin er helst
tann, at mannligi politikar-
in appellerar meir til fólka-
floksveljaran, leggur hon
afturat.
Ein harður kampur
Onkur hevur eisini havt á
lofti, at kvinnuligu valevni-
ni hjá fólkaflokkinum ikki
eru slopnar nóg væl framat
í endaspurtinum av val-
stríðnum.
Men hetta, heldur Rúna,
ikki er heilt satt.
– Kvinnuligu valevnini
hjá fólkaflokkinum t.d. í
Havnini hava verið nógv
frammi. Men tað er púra
satt, at eg sjálv ikki havi
verið eins nógv at sæð sum
mannfólkini, sigur Rúna.
Hóast Rúna hevur um-
boðað fólkaflokkin á tingið
í 6 ár, so varð hon ikki biðin
um at luttaka í nakrari
sending, hvørki í útvarpi
ella sjónvarpi. Fyri uttan
teir fundirnar, har hon var
sjálvskrivað sum luttakari í
Norðoyggjum.
– Sum politikkari meti
eg, at eg geri eina uppgávu
fyri flokkin, og tí má leið-
slan í flokkinum meta um,
hvar eg geri flokkinum
bestu tænastuna. Og tey
heittu so ikki á meg um at
verða við á nøkrum av hes-
um
fundunum,
greiðir
Rúna frá.
Hon sigur eisini, at hon
ikki er kedd av hesi avgerð,
men tó metir hon, at flokk-
urin hevur gjørt ein feil við
ikki at leggja meir dent á
kvinnuliga umboðið.
– Men í einum valstríðið
er altíð ein harður kampur
um at sleppa framat, har
tann sterkasti vinnur. Hesin
kampur fer eisini fram í
flokkinum, men eg havi so
gjørt av ikki at verið ein
partur av hesum kampi,
greiðir Rúna frá.
– Men sjálv haldi eg tað
verða spell, at fólkaflokk-
urin nú hevur mist einasta
kvinnuliga vinkulin, leggur
Rúna at enda afturat.
Norðoyingar mist einasta kvinnuliga umboðið á tingið
Rúna heldur sjálv, at tað er spell, at hon ikki verður við til at
mynda flokkin í framtíðini
Bárður Nielsen sat í
øllum valdramatikki-
num týskvøldið, eisini
og bíðaði eftir um
hann møguliga skuldi
gerast pápi valkvøldið
C
M
Y
K
7
6