hósdagur 2. mai 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Biltúrarnir í Vágum
fara at fækkast
komandi dagarnar,
um verkfallið stendur
við. Brennievnið til
bilarnar er farið at
ganga undan á
bensinstøðunum, og
ikki slepst um
Vestmannasund eftir
meira
VERKFALL
Edvard Joensen
Vágar: Dieseloljan til bilar
er uppi í Vágum, og
bensinið er eisini farið at
fjara í tangunum. Eingin
goymslutangi er í oynni, og
ikki slepst um Vestmanna-
sund við tangabilum at
fylla íaftur.
Skelti eru nú komin á
dieselpumpurnar á støð-
unum í Vágum, har sagt
verður, at einki brennievni
er eftir til teir bilarnar, sum
koyra við diesel.
Bensintanarnir eru ikki
tómir enn, men har er farið
at
fjara
álvarsliga
í
summum.
Hjá Mylluni í Miðvági,
sum selir bensin fyri Shell,
siga tey, at týsdagin seldu
tey einar 3.000 litrar av
bensini. Fólk løgdu undir
seg, verður sagt.
Tá latið varð upp týs-
morgunin, vóru einir 7.000
litrar
av
bensini
í
tanganum. Tað er tað sama,
sum vanliga verður selt
eina viku, verður sagt. Men
út í móti helvtini varð selt
bara týsdagin, og væntandi
var, at týskvøldið mundi
fara at vera rættiliga lítið
eftir. Diesel olja til bilar var
eingin eftir.
Á
Statoil
støðini
í
Sørvági var ikki fult so
galið við bensininum. Har
væntaðu tey, at ey mundu
hava bensin eftir til eina
viku ella so í hvussu var.
Men diesel var heldur einki
eftir har úti mikumorgunin,
tá tosað varð við støðina.
Snorri á Steig, sum er
avgreiðslumaður
hjá
oljufelagnum
Shell
í
Vágum, sigur, at eingir
tangar eru í oynni til at
goyma bensin og bildiesel
í.
Koyrt verður við tanga-
bilum til Havnar, hvørja
ferð,
fyllast
skal
á
goymslurnar hjá bensin-
støðunum í Vágum. Og so
leingi verkfallið leggur
strandfaraskipini
lamin,
verður eingin bilur fluttur
um Vestmannasund.
Hin vegin nýtist vága-
fólki ikki at óttast fyri at
sita køld heima, hóast
verkfallið er, tí goymslu-
tangar eru í Sørvági til
vanligu húsarhalds brenni-
oljuna, og har verður fylt á
frá tangaskipi, sum kemur
við jøvnum millumrúmum.
Brennievnið
gongur undan
Nývaldi løgtings-
maðurin í Sandoynni,
Gerhard Lognberg í
Skopun, sum valdur
er fyri Javnaðar-
flokkin, er ovfarin av
valúrslitinum og
sigur, at hann fer at
halda seg til givin
vallyfti, tá hann tekur
sæti á tingi
LØGTINGSVAL
Edvard Joensen
Gerhard Lognberg er ov-
farin
av
valúrslitinum.
Hann fekk flestar persón-
ligar atkvøður i Sandoynni,
har
Javnaðarflokkurin
gjørdist størsti flokkur.
Samstundis gjørdist Ger-
hard Lognberg tann, sum í
mun til atkvøðutalið í val-
døminum fekk flestar per-
sónligar atkvøður í øllum
landinum.
– Hevði Javnaðarflokk-
urin havt líka gott val alla-
staðni sum á Sandoynni,
hevði staðið væl til, sigur
hann.
Gerhard Lognberg sigur,
at hann væntar, at tað
verður trupult at koma
uttan um Javnaðarflokkin,
tá samgonga skal skipast.
Og hann dylur ikki fyri, at
hann ætlar sær at gera sína
ávirkan galdandi í tinginum
til frama fyri Sandoyar
valdømi.
– Kemur tað hartil, at vit
sleppa í eina samgongu, vil
eg liggja framvið at fáa tað
við í eitt samgonguskjal,
sum eg er valdur uppá,
sigur nýggi sandoyarting-
maðurin.
Hann nevnir eitt nú um-
støðurnar í Skúvoy, sum
avgjørt mugu betrast, eins
og eitt aliloyvi á Sandsvág
liggur frammalaga á listan-
um.
Men tunnilin til Dals
eigur kortini at vera fyrst,
heldur hann, og síðan eigur
at verða farið undir at
kanna umstøðurnar við-
víkjandi undirsjóvartunli til
Sandoynna.
– Eg veit væl, at tað verð-
ur ikki nakað, sum gjørt
verður beinanveg, men
kanningarnar eiga kortini at
verða gjørdar, so vit vita,
um tað er realistiskt at
hugsa um tað í framtíðini,
sigur Gerhard Lognberg.
Hann vísir á, at Sand-
oyggin hevur altíð ligið
eftir, tá býtt hvur verið út av
almennum arbeiðsplássum.
Eitt nú, tá umsitingin varð
løgd út ymsastaðni. Í Sand-
oynna kom einki, og tað
heldur nýggi javnaðarting-
maðurin í oynni, at nakað
má gerast við.
Gerhard Lognberg sigur,
at hann í løtuni ongar
hugsanir hevur um, hvussu
verður við eini samgongu.
Hann er nývaldur og partur
av einum flokki, og tað
man formaðurin fara at
úttala seg um, heldur hann.
Gerhard Lognberg vænt-
ar gott samstarv við hin
tingmannin úr Sandoynni í
komandi valskeiði, sigur
hann. Páll á Reynatúgvu úr
Tjóðveldisflokkinum, varð
afturvaldur
sum
seinni
tingmaðurin fyri Sand-
oynna.
Vil minnast
vallyftini
Eg fari at minnast míni vallyfti og arbeiða fyri, at tey koma í eitt møguligt samgonguskjal, sigur
nýggi Sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg
8
Nr. 82 - 2. mai 2002
Nr. 82 - 2. mai 2002
9
Andrias Petersen,
kommunulækni í
Gøtu, er fyrst valda
valevni á listanum hjá
Javnaðarflokkinum í
Eysturoynni. Men
hann fekk bara eina
atkvøðu meira enn
løgtingslimurin Dan
Reinert Petersen. Tí
bíðar hann enn eftir
fínteljingini
LØGTINGSVALIÐ
Stefan í Skorini
Valið hjá Javnaðarflokkin-
um í Eysturoynni gjørdist
sera spennandi. Bara ein at-
kvøða var ímillum Andrias
Petersen og Dan Reinert
Petersen, sum hevur um-
boðað Javnaðarflokkin á
tingi seinastu fýra árini.
– Eg tori ikki at siga nak-
að, fyrr enn endaliga úrslit-
ið fyriliggur, tá fínteljingin
hevur verið, sigur Andrias
Petersen. Hann vísir á, at
ein atkvøða skjótt kann fara
annan vegin, og so er alt
knappliga broytt.
– Persónliga eri eg væl
nøgdur við atkvøðutalið og
við úrslitið hjá flokkinum í
oynni, har vit hava eina lítla
framgongd. Eg vónaði tó,
at flokkurin fór at fáa eitt
frægari úrslit samanlagt um
landið, sigur nývaldi ting-
maðurin í Eysturoynni, um
fínteljingin ikki broytir
nakað.
Hann hevði vónað, at
flokkur hansara fekk ein
mann afturat, men hann
heldur tó ikki, at hetta er
nakað ringt val hjá Javnað-
arflokkinum. Andrias met-
ir, at flokkurin hevur mist
nógvar atkvøður í polaris-
eringini millum loysing og
samband.
Andrias
Petersen
er
kommunulækni í Gøtu, og
hann er ikki heilt óroyndur í
politikki. Hann var lands-
stýrismaður í almanna- og
heilsumálum frá september
1994 til á sumri 1996, tá
Javnaðarflokkurin fór úr
samgonguni
við
Sam-
bandsflokkinum og Verka-
mannafylkingini. Harum-
framt hevur hann sitið í
bygdaráðnum í Gøtu síðan
1993. Hetta er tó fyrstu
ferð, at hann er valdur inn á
ting.
Stórar broytingar eru
farnar fram í samfelagnum,
síðan Andrias sat í lands-
stýrinum.
– Samfelagið var tá í
svárari kreppu, og allir
pengakassar vóru tómir. Nú
seks ár seinni, er tað eitt
heilt annað samfelag, vit
liva í, sigur Andrias Peter-
sen.
Hann hevur enn ikki
gjørt av, um hann fer at
halda fram sum lækni í
økinum, nú hann væntandi
fer í tingið.
Fallin tingmaður
Dan Reinert Petersen gjør-
dist júst ov stuttur hesuferð.
Honum vantaði bara eina
atkvøðu, men hann væntar
ikki, at fínteljingin fer at
geva honum fleiri atkvøður.
– Eg vænti ikki, at eg
komi innaftur á ting, sigur
Dan Reinert Petersen, sum
vísir á, at við seinasta val
var hann bara átta atkvøður
frammanfyri Andrias Peter-
sen og nítjan atkvøður
frammanfyri
Sylverius
Jacobsen av Skála, sum
hesuferð var 29 atkvøður
ov stuttur.
– Man er ongantíð nøgd-
ur, um man ikki endar ovast
á listanum, sigur Dan um
valið. Hann heldur, at stuð-
ulin frá leirvíkingum til
Andrias var avgerandi, tí
Dan fekk heilt fáar atkvøð-
ur í Leirvík.
Dan Reinert Petersen,
sum fekk 47 atkvøður fleiri
hesuferð, heldur, at tann
sterkasta samgongan nú
hevði verið millum Fólka-
flokkin, Sambandsflokkin
og Javnaðarflokkin.
Hann hevur ikki stórt álit
á einari samgongu við 17
tinglimum við báðum teim-
um smærru flokkunum.
Fínteljing fríggjdagin
Arnold Abrahamsen, for-
maður í valnevndini í Eyst-
uroynni, væntar, at fíntelj-
ingin verður liðug fríggja-
dagin. Tað eru trý fólk, sum
skulu standa fyri teljingini,
og tí tekur tað nakrar dagar.
Hann sigur, at valnevndin
ofta tekur atkvøður, sum
valstýrini á valstøðunum í
fyrsta umfari hava vrakað,
við aftur. Tí um eingin ivi
er um, hvønn flokk við-
komandi hevur ætlað at
valt, so telur atkvøðan við.
Tí kann nógv broytast undir
fínteljingini, og spennandi
verður at vita, hvørt tað
verður Andrias Petersen
ella Dan Reinert Petersen,
sum fara í tingið fyri Javn-
aðarflokkin komandi val-
skeið.
Hann bíðar eftir fínteljingini
Andrias Petersen verður væntandi tað nýggja umboðið hjá
Javnaðarflokkinum í Eysturoynni. Hann hevur verið lands-
stýrismaður í tvey ár, men hann hevur ongantíð sitið í tinginum
Tríggir borgarstjórar
vórðu hesuferð valdir
inn á ting. Páll á
Reynatúgvu varð
afturvaldur, meðan
Gerhard Lognberg og
Heðin Zachariassen
eru nývaldir
LØGTINGSVALIÐ
Stefan í Skorini
Fleiri nývaldir borgarstjór-
ar stillaðu hesuferð upp til
løgtingsvalið. Misjavnt var,
hvussu valið hilnaðist hjá
teimum.
Tríggir komu í øllum før-
um inn á ting. Heðin Zach-
ariasen, borgarstjóri í Hval-
víkar kommunu, kom inn
sum eykavaldur í Norður-
streymoy, Gerhard Logn-
berg, borgarstjóri í Skopun,
er umdømisvaldur á Sand-
oynni og Páll á Reyna-
túgvu, borgarstjóri á Sandi,
varð afturvaldur.
Leggur starvið frá sær
Hetta var fyrstu ferð, at
Heðin Zachariasen, sum
býr á Streymnesi, royndi
seg til løgtingsval. Hann
fekk 149 persónligar at-
kvøður.
Heðin er farin undir sítt
næsta valskeið sum borgar-
stjóri í Hvalvíkar komm-
unu, og hann er farin undir
sítt triðja valskeið í bygda-
ráðnum, og tað hevur verið
til hansara fyrimun, heldur
Heðin.
– Tað hevur avgjørt eina
ávirkan, at eg frammanund-
an eri borgarstjóri í komm-
ununi. Fólk síggja, at vit
reka ein skynsaman fíggjar-
politikk, og tað vísir seg
aftur til løgtingsvaldið, sig-
ur Heðin Zachariasen.
Hann er annars sera væl
nøgdur við valið, og at fólk
har norði stóðu saman um
eitt valevni. Til kommunu-
val hevur hann ongantíð
fingið fleiri enn 68 atkvøð-
ur. Hann er fegin um, at
Fólkaflokkurin aftur fekk
eitt umboð í valdøminum,
nú Jákup Suni Joensen ikki
stillaði uppaftur.
Heðin Zachariasen hevur
verið arbeiðsformaður hjá
IRF, og hann hevur staðið
fyri innsavning av ruski,
bingjuplássum og øðrum.
Hann hevur havt seytjan
mans undir sær, men hetta
starvið leggur hann nú frá
sær og fer at halga seg til
borgarstjóra- og tingstarv-
ið.
Aðrir borgarstjórar
Hinvegin vóru aðrir borgar-
stjórar, ið ikki høvdu eitt
gott val. Tordur Niclasen er
borgarstjóri á Eiði, men
Miðflokkurin hevði stóra
afturgongd í heimbygdini
hjá
borgarstjóranum.
Flokkurin fekk 138 atkvøð-
ur við seinasta val, men
bara 49 hesuferð. Tordur
fekk tó 150 persónligar at-
kvøður tilsamans. Leivur
Hansen, sum júst er farin
frá sum borgarstjóri í Havn,
fekk bara 25 atkvøður, so
tað er ikki hjá øllum, at
borgarstjórastarvið hevur ta
neyðugu ávirkanina.
Aðrir borgarstjórar, sum
bjóðaðu seg fram hesuferð,
vóru Jógvan Krosslá fyri
Tjóðveldisflokkin í Vági og
Finnleif Guttesen fyri Sam-
bandsflokkin á Tvøroyri.
Teir komu tó ikki inn.
Fólkafloksmenninir Poul
Michelsen og Jógvan við
Keldu, fyrrverandi borgar-
stjórar, bjóðaðu seg eisini
fram. Jógvan við Keldu
varð afturvaldur í Norð-
oyggjum,
meðan
Poul
Michelsen ikki kom inn á
ting, hóast hann fekk 293
persónligar atkvøður.
Dan Reinert Petersen fer eftir øllum at døma ikki at halda fram
í tinginum. Honum vantar eina atkvøðu
Borgarstjórar høvdu gott val
Heðin Zachariasen er nývaldur løgtingslimur fyri Fólkaflokkin.
Hann heldur, at tað at hann er borgarstjóri hevur givið honum
nógvar atkvøður
Ætlar tú at keypa
nýggjan bil
og
ongan brúktan
lata inn í býti? So ber til at gera
kvetti nú
Vit hava plásstrot vegna ov stórar goymslur av hesum modellum:
Mazda 626
Mazda Premacy
Mazda E2200 við trælast
Mazda E2200 innilokaður vørubilur
Mazda E2200 6 og 9 pers. Stationcar
Mazda B2500 RegCab, StrCab og DblCab, 4x2 og 4x4
Avsláttirnir eru frá
Kr. 20.000 og uppeftir
C
M
Y
K
9
8