Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 82 - 2. mai 2002 Nr. 82 - 2. mai 2002 17 Kvinna er toppskorari í atkvøðutali og allar fýra valdu kvinnur- nar eru millum fjúr- tan tey fremstu val- evnini. Men hóast kvinnurnar í at- kvøðutali eru gingnar fram í mun til sein- asta løgtingsval, eiga tær bert 21,1 prosent av atkvøðunum sam- lað. – Vit kunnu gleðast um, at kvinnurnar fyri fyrstu ferð hava fingið prosentvís fleiri atkvøður enn tær prosentvís telja av valevnunum. Hetta vísir, at jú fleiri kvinnur stilla upp, fleiri atkvøður fáa tær samlað, sigur Turið Debes Hentze, for- kvinna í Javnstøðu- nevndini KVINNUVAL Turið Kjølbro Hóast bert fýra kvinnur eru valdar inn á løgting hesa- ferð eins og seinast, eru positiv tekin at síggja. Eitt nú er toppskorarin av øllum kvinna og allar tær fýra val- du kvinnurnar eru millum fjúrtan tey fremstu valevni- ni í atkvøðutali. Ein teirra er nýggj á tingi. Serligt við hesum valinum í mun til seinast er eisini, at tvær kvinnur í Suðurstreymoy eru fyrst valdar á sínum listum, ávikavist Lisbeth L. Petersen og Katrin Dahl Jakobsen. Kvinnurnar taldu 20,6 prosent av valevnunum og fingu 21,1 prosent av at- kvøðunum, tá ið avtornaði. Í mun til løgtingsvalið sein- ast, taldu kvinnurnar 18,3 prosent av valevnunum og tær fingu 12 prosent av at- kvøðunum. – Vit kunnu glaðast um, at kvinnurnar fyri fyrstu ferð hava fingið prosentvís fleiri atkvøður enn tær pro- sentvís telja av valevnu- num. Framyvir eigur hetta at merkja, at um 30 prosent av valevnunum eru kvinn- ur, fáa tær minst samsvar- andi atkvøðutal, tað vil siga, at tess fleiri kvinnur stilla upp, fleiri verða vald- ar, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Javn- støðunevndini. Kynskvotering Kynskvotering á uppstill- ingarlistunum trýstir flokk- arnar at taka seg saman, heldur Turið Debes Hentze. – Vit kunnu í øllum før- um staðfesta, at tað gongur ov seint at fáa fleiri kvinnur inn á ting. Seta vit kyns- kvotu á uppstillingarlistar- nar, fáa vit gongdina venda nakað skjótari enn vit síggja nú. Men tað týdning- armesta er ikki at gera eina lóg, sum ásetur tal á kvinnuligum og mannlig- um valevum, men heldur, at fólk verða tilvitað um, at kvinnur skulu upp í poli- tikk, tí tær eru helmingurin av fólkinum. Har hevur Javnstøðunevndin eina uppgávu, og eisini politisku flokkarnir. Longu nú eiga vit at fyrireika okkum væl til næsta val, eitt nú við at fáa flokkarnar at taka støðu til, um fólkaræðið er nóg væl umboðað, um kvinnur ikki eru við. Politiska tilvit- ið í flokkunum er ikki kom- ið longur enn, at flokkarnir siga sum so, at tað ikki sær gott út, um kvinnur ikki eru við. Eingin flokkur stillar upp uttan kvinnur, tí sær ikki gott út og bara tí. Valúrslitið vísir greitt, at tað er lættari at fáa eitt gott persónligt val, um tú framman undan ert kend ella kendur fyri eitthvørt. – Vit skulu ikki undir- meta týdningin av at vera eitt kent andlit framman undan. At fólk kenna teg frá vinnulívinum, ítróttinum og øðrum, og um tú ert ein litríkur persónur. Nógv spælir inn. Sum konufólk fært tú atkvøður, um tú veruliga vísir, at tú dugir at føra teg fram, men eingin kvinna fær nakra atkvøðu forerandi. Men ert tú fyrst vald, kanst tú byrja at gera teg galdandi og tá er lættari at verða afturvald. Trupul- leikin er í grundini at verða vald. Nú samráðingar fara fram til nýggja samgongu, er at vóna, at kvinnur verða at síggja millum tey, ið fara at manna landsstýri. – Eg vóni, at tað glógvar so mikið í flokkunum, at kvinnur eisini koma í landsstýrið. Við kvinnum í landsstýrinum, fáa vit nak- rar fyrimyndir, sigur Turið Debes Hentze. Heimasíðan At fáa fleiri kvinnur inn á ting, varð endamálið hjá Javnstøðunevndini við endurskoðaðu heimasíðuni, sum hevur verið ógvuliga virkin seinastu vikurnar við nógvum áhugaverdum til- fari um kvinnunnar lut í samfelagnum. – Tað er ilt at meta um, um tað hevur loyst seg, men vit hava í øllum førum roynt at gjørt ein mun. At gera vart við hendan pro- blematikkin beint undan valinum, er nakað seint, heldur Turið Debes Hentze. Samskiparin av heima- síðuni, Annika Wardum Joensen, heldur, at heima- síðan hevur munað. – Eg rokni við, at fleiri hava valt kvinnur, tí fokus hevur verið á kvinnur, men tað er bara spell, at vit ikki fóru í gongd, áðrenn val- evnislistarnir vórðu gjørdir. Um fýra ár er tað ógvuliga umráðandi at fáa fleiri kvinnur upp á listarnar. Fleiri kvinnur standa ovar- liga á listunum í atkvøðu- tali hóast tær ikki vórðu valdar, bæði í Norðoyggj- um og Eysturoynni, og tí kunnu vit vóna, at fleiri koma inn á ting og í lands- stýrið, tá ið landsstýrið er mannað. Valúrslitið vísir greitt, at jú fleiri kvinnur stilla upp, fleiri atkvøður fáa tær samlað, sigur Annika Wardum Joensen. Valskipanin Fyri forkvinnuna í Kvinnu- felaga Samskipan Føroya hevur valið verið ógvuliga spennandi. – Eg hevði vónað, at fleiri kvinnur vórðu valdar hesa ferð. Tað vísir seg vónleyst at fáa fleiri kvinn- ur valdar, serliga úti um landið. Tað er harmiligt, at kvinnan á fólkaflokslista- num í Norðoyggjum, sum hevur verið á tingi, fór longur aftur í røðini, og eis- ini, at Helena Dam á Neystabø als ikki rakk upp á listan í Suðurstreymoy. Hon hevur annað uppibor- ið, sigur Inga Ellingsgaard, forkvinna í KSF. Hóast allir floksformenn- inir í valstríðnum hava tal- að ímóti kynskvotering og kvinnulig valevni eisini, heldur Inga Ellingsgaard, at tað er einasta gongda leið. – Soleiðis, sum valið er skipað, er tað trupult hjá konufólki at sleppa upp í part. Valskipanin er gjørd til menn og av monnum. Kvinnur hava ongantíð sagt, hvussu tær ynskja, at eitt val skal verða fyriskip- að. Eg ivist ikki eina løtu í, at kvinnur hava áhuga í politikki og í valstríðnum hava tær borið síni sjónar- mið væl fram innan øll øki, als ikki bara innan tey bleytu økini. Hóast kvinn- urnar í mun til menninar ikki hava verið líka nógv frammi í sjónvarpinum, hava vit sæð nógvar ógvu- liga raskar kvinnur, sum hava dugað væl. Hví tað ikki gevur størri úrslit, er tí veljarin vil tað øðrvísi eftir øllum at døma. Tíverri tek- ur tað so øgiliga langa tíð at broyta hugburð hjá fólki. Inga Ellingsgaard heldur, at kvinnur tvørpolitiskt eiga at stuðla hvørja aðra. – Eg veit, at tað kann verða ringt, tí tær eisini eru bundnar at sínum flokkum, men tær hava víst, at tær duga at arbeiða tvørtur um floksmørk. Kvinnurnar gingnar fram í atkvøðutali – Hóast kvinnurnar í mun til menninar ikki hava verið líka nógv frammi í sjónvarpinum, hava vit sæð nógvar ógvuliga raskar kvinnur, sum hava dugað væl, sigur Inga Ellingsgaard, forkvinna í KSF – Tað týdningarmesta er ikki at gera eina lóg, sum ásetur tal á kvinnuligum og mannligum valevum, men heldur, at fólk verða tilvitað um, at kvinnur skulu upp í politikk, tí tær eru helmingurin av fólkinum, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini – Eg rokni við, at fleiri hava valt kvinnur, tí fokus hevur verið á kvinnur í politikki, sigur Annika Wardum Joensen, samskipari Prosentpartur kvinnunnar sum valevni og prosentpartur teirra av samlaða atkvøðu- úrslitinum: 1980 1984 1988 1990 1994 1998 2002 Valevni í % 8,68 12,7 15,2 15,0 16,4 18,3 20,6 Úrslit. Atkvøður í % 4 5 11 11 12 12 21,1 Løgtingsval frá 1980-2002 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 878,- fyri hvønn úr einans ... 1.149,- Gisting á hotelli 2002 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o Shetland Cruise Shetland Cruise e-mail: booking@smyril-line.fo summarið Gisting á vallaraheimi Privat gisting 746,- fyri hvønn Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag Nógvir handlar hava opið týsdag til kl. 18.30 Á farstøðini í Lerwick er møguleiki fyri at lata inn viðføri til varðveitslu til frá- ferðina hjá Norrönu Hvørt týskvøld frá kl. 18.30 - 24.00 verður skipað fyri útferð til m.a. Central Mainland og Scalloway. Vitjað verður á fleiri áhugaverdum støðum har m.a. verður sýnt fram hetlendskt handverk. Eisini er høvi at njóta eina hetlendska máltíð. fyri hvønn (í lágárstíð) (í lágárstíð) (í lágárstíð) úr einans ... úr einans ... Gisting á hotelli Gisting á hotelli Gisting á vallaraheimi Gisting á vallaraheimi Privat gisting Privat gisting Ring og hoyr nærri ! 878,- 746,- 1.149,- team85 C M Y K 17 16 – Eg eri fullgreiður yvir, at hetta ikki er tað lættasta starvið í Føroyum, eg eri farin í, sigur Poul Geert Hansen, sum í gjár hevði sín fyrsta arbeiðsdag sum leið- ari á Landssjúkra- húsinum STARVSSETAN Áki Bertholdsen – Eg veit væl, at hetta ikki er tað lættasta starvið í landinum, eg nú havi sett meg í. Men eg ætli mær at halda longri á enn summir av mínum undanmonnum hava gjørt. Nú Poul Geert Hansen í gjár hevði sín fyrsta ar- beiðsdag sum nýggjur leið- ari á Landssjúkrahúsinum, er hann fullgreiður yvir at tað er eitt slag av einum Urias posti hann hevur sett seg sjálvan í. Seinastu árini hava prógvað, at tað er ein ógvu- liga trupul uppgáva, tí hesi seinastu árini hevur tað gingið skjótt at slíta leiðar- arnar á Landssjúkrahúsi- num upp. Men tað er kortini við góðum treysti, at hann átekur sær uppgávuna. – Eg haldi, at vit hava tørv á at vit fáa eitt væl- virkandi Landssjúkrahús og tað vil eg fegin gera mítt til, at vit fáa, sigur hann. Og 40 ára gamli havnar- maðurin, Poul Geert Han- sen, skuldi havt góðar for- treytir fyri at røkt starvi. Hann er búskaparfrøð- ingur av útbúgving, men harafturat hevur hann út- búgving í leiðslu í almenn- ari fyrisiting. Áður hevur hann m.a. havt fíggjarmál um hendi á Landsskúlafyrisitingini, sum tað tá kallaðist og tá var hann eisini leiðari á Stuðulsstovninum. Tey síðstu seks árini hev- ur hann arbeitt á høvuðs- skrivstovuni hjá Nordisk Ministerråd í Keypmanna- havn, har hann var ráðgev- ari og samstundis hevði hann leiðsluna á fíggjar- og fyrisitingarøkinum. Fyrsti arbeiðsdagurin á Landssjúkrahúsinum byrj- aði við morgunmati saman við fyrisitingini og í dag verður eisini ein lítil mót- tøka saman við leiðsluni, samstarvsnevnd og umboð- um fyri starvsfólki. Annars er skráin fyri teir fyrstu arbeiðsdagarnar løgd. Tað er nógv at seta seg inn í og tað skulu teir fyrstu dagarnir brúkast til. Hann skal runt á sjúkrahúsinum og hava fundir við starvs- fólk av ymsum slagi, tí hó- ast hann hevur drúgvar royndir í fíggjarstýring, er sjúkrahúsøkið nýtt fyri honum, so tað verður nóg mikið at takast við, sigur hann. Tankarnir fóru aftur og fram Tað var ikki beinanvegin, at Poul Geert Hansen gjørdi av at søkja starvið sum leiðari á Landssjúkrahúsi- num, tá ið tað varð lýst leyst. – Eg skal ikki dylja yvir, at tankarnir fóru aftur og fram, tí eg visti, at hetta var ein trupul uppgáva, tí undanmenn mínir hava ikki hildið leingi í starvinum. – Men eg helt ikki, at hetta kundi vera rætt, tí vit hava tørv á at hava eitt gott og vælvirkandi Lands- sjúkrahús. Samstundis heldur hann, at tað eru glottar fyri fram- man, tí hann hevur kenslu- na av, at allir partar, bæði starvsfólk og teir játtandi myndugleikarnir, hava ein vinarligan hugburð ímóti Landssjúkrahúsinum. Hann vísir m.a. á, at nýggjur bygningur nú verð- ur bygdur til Landssjúkra- húsið og at eitt nýtt álit, sum hevur fingið góða móttøku, er skrivað um psykiatriska øki og í val- stríðnum høvdu heilt nógv- ir politikarar heilsuverkið frammi sum eitt øki, ið skuldi styrkjast. Poul Geert Hansen held- ur tískil, tíðin er búgvin, til at vit Landssjúkrahúsið í eina góða og trygga legu og tað vil hann fegin gera sítt til, at hann heldur at tað eru glottar fyri framman. – Men tað skerst heldur ikki burtur, at tørvurin er stórur á nógvum økjum og at Landssjúkrahúsið er uppslitið og í sera ringum standi. Og eg haldi ikki, at tað sømir seg fyri okkum at hava eitt sjúkrahús, sum er í so ringum standi og at vit tí fáa gjørt nakað við tað. – Men tá ið nýggi bygn- ingurin verður liðugur, hjálpir tað munandi uppá tann stóra hølistørvin, sum er og tá vóni eg, at tað fer at bera til at fara í holt við onnur mál, sum liggja á láni. Hann sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvat tær stóru uppgávurnar verða, fyri at bøta um Lands- sjúkrahúsið. – Sjálvandi havi eg gjørt mínar tankar, men tað skal umrøðast við leiðsluna annars. Tó vísir hann á, at nýggj leiðsla er gjørd á Lands- sjúkrahúsinum. Nógv hev- ur verið tosað um leiðsluna, men Poul Geert Hansen heldur, at leiðsluskipanin á Landssjúkrahúsinum líkist nógv leiðslunum á øðrum sjúkrahúsum og at tað er sera umráðandi, at hann fæst at virka í sjálvari virkisfyriskipanini, sigur Poul Geert Hansen. Hevur sett seg í ein heitan stól – Fyri at fáa glið aftur samráðingar- nar, má Skipara- og Navigatørfelagið slaka, sigur Karsten Hansen, landsstýris- maður VERKFALLIÐ Áki Bertholdsen Tá ið blaðið, tygum nú sita við í hondini, fór til prent- ingar, var enn púra onki, sum bendi á, at ein endi fæst á verkfallið hjá skip- arunum og stýrimonnunum, sum sigla við teimum al- mennu skipunum, tvs, við Strandferðsluni og Vaktar- og Bjargingartænastuni, umframt við fiskirannsókn- arskipinum, Magnus Heinasyni. Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmál- um, hevur ongar ætlanir um at taka stig til at kalla part- arnar saman aftur, tí, sum støaðn er, heldur hann ikki, at tað tænur nøkrum enda- máli. – Tað kann ongin semja fáast í lag, so leingi Skip- ara- og Navigatørfelagið heldur fast um síni krøv, sigur hann. Hann sigur, at felagið hevur boðað frá, at Skip- ara- og Navigatørfelagið hevur boðað frá, at krøvini eru treytaleys og so leingi, tað er støðan, er onki at samráðast um, tí tey krøv- ini eru so nógv hægri enn teir sáttmálar, sum annars eru gjørdir, har lønarhækk- ingin hevur verið um níggju prosent, umframt ymsar reguleringar, sum hóska til hvørt einstakt felag. Og serliga eftir at sein- astu semingsroyndirnar miseydnaðist hósdagin í farnu viku, heldur hann, at støðan er læst føst. Annars sigur Karsten Hansen, at nú er tað eisini ein spurningur, hvat hendir politiskt. – Val hevur verið og nú skal nýggj samgonga skip- ast, so tað er ikki vist, at hetta verður mín trupulleiki so leingi afturat, men at onkur annar fer at taka yvir, sigur Karsten Hansen. 56 sáttmálar Karsten Hansen vísir á, at sum landsstýrismaður í fýra ár, hevur hann verið við til at gera heilar 56 sátt- málar við ikki færri enn 31 fakfeløg, sum hava sátt- mála við tað almenna. – Fimm ferðir eru feløg farin í verkfall. Av teimum hevur Skipara- og Naviga- tørfelagið verið í verkfalli tríggjar ferðir. Hini 30 feløgini hava so- statt bert verið í verkfalli tvær ferðir. So kann ein og hvør gera sær sínar meting- ar um støðuna, sigur Kar- sten Hansen. Tað hendir einki so leingi teir halda fast Enn er onki, sum bendir á, at verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum verður liðugt