Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 2. mai 2002 15 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Vánalig trygd Norska oljumálastýrið er hvassorðað í einari frágreiðing um tilburð- in, tá ein 44 ára gamal maður doyði umborð á boripallinum Byford Dolphin tann 17. apríl. Statoil er operatørur á leiðini, men pallurin boraði fyri Esso, og bæði feløgini fáa hvass- ar ábreiðslur frá olju- málastýrinum. Sagt verður, at arbeiðið á pallinum var alt ov illa skipað, alt ov nógv órudd var á arbeiðs- økinum, og samskiftið var alt ov vánaligt. Statoil vil ikki gera nakrar viðmerkingar til tað hvassorðaða um- mælið, fyrr enn felagið hevur kannað frágreið- ingina hjá oljumála- stýrinum nærri. Týskt verkfall Metalarbeiðsmenninir í trimum týskum statum avgjørdu týsdagin at fara í verkfall, eftir at einki kom burtur úr samráðingunum um nýggjan sáttmála. Fakfelagið IG Metall segði, at meiri enn 80 prosent av felagsins limum í Berlin, Brand- enburg og Baden- Wúrtenberg høvdu atkvøtt fyri at fara í verkfall, og verkfallið er sostatt tað størsta í Týsklandi síðani 1995. Seinastu tíðina hava ábendingar verið um, at tað var farið at ganga framá í týska búskapin- um, men nú bera eyg- leiðarar ótta fyri, at verkfallið hjá metal- arbeiðsmonnunum fer at seinka framgongdini ella at steðga henni, um illa vil til. Danska vinnulívið hevði annars væntað sær nógv av búskapar- framgongdini í Týsk- landi. Herfyri boðaði Handverksráðið frá, at útlit vóru fyri veksandi donskum útflutningi til Týsklands, men dansk- ar fyritøkur, sum plaga at selja vørur suður um markið, siga nú, at fleiri teirra hava selt minni nú enn frammanundan. Fyritøkur, sum fyrr plagdu at senda 60 prosent av sínum vør- um til Týsklands, siga, at týski parturin er bara umleið 25 prosent nú. Úr Norðurlondum: Skal kannast Norska stjórnin hevur gjørt av at kanna, hvussu tann stóra fíggjarliga hjálpin til umheimin verður umsitin. Ætlanin er bæði at kanna, hvussu uttanríkisráðið umsitur hjálpina, hvussu menn- ingarstovnurin NOR- AD ger, og luturin hjá teimum norsku sendi- stovunum í menningar- arbeiðinum skal eisini kannast. Menningarráðharrin Hilda Frafjord Johnson sigur, at tað er neyðugt at kanna viðurskiftini, so stjórnin kann fáa vissu fyri, at hjálpin veruliga fer til teirra, sum hava tørv á henni. Hon vísir á, at enda- málið við norsku menningarhjálpini er í fyrsta lagi at stríðast ímóti fátækradømi kring heimin. Noreg er eitt av teimum londunum, sum hevur sýtt fyri at kvetta menningarsamstarvið við Zimbabwe, og menningarráðharrin segði týsdagin, at støð- an er ikki broytt. Meiri ferð Danir, sum koyra á motorvegunum, sleppa nú at koyra skjótari, men tó ikki allastaðni. Stjórnarflokkarnir hava verið ósamdir um at seta hámarksferðina upp, men í vikuni samdust teir um, at tað skal verða loyvt at koyra 130 kilometrar um tíman á trimum vegastrekkjum í Jút- landi. Hini vegastrekk- ini eru ikki egnað til meiri ferð enn nú, halda politikararnir. Í so forvitin Ein lensmaður í Nord- Trøndelag í Noregi er fyribils koyrdur úr starvinum. Løgreglu- ovastin í landspartinum sigur, at lensmaðurin er koyrdur til hús, tí tað er avdúkað, at hann hevði lúrt inn ígjøgnum kam- arsvindeygað hjá ein- um hjúnum. Tað er brot á tænastumannalógina. Tí er lensmaðurin koyrdur til hús, og hann skal eisini rinda 10.000 krónur í bót. Høgrasinnaða for- setavalevnið í Frak- landi, Jean-Marie Le Pen, ávarar nú tann kenda fótbóltsspæl- aran Zinedine Zidane ímóti at leggja seg út í valið. FRAKLAND Árni Joensen Tað var mánadagin, at tann kenda franska fótbólts- stjørnan Zenidine Zidane segði, at sjónarmiðini hjá Jean-Marie Le Pen og flokki hansara Front Na- tional umboða ikki tey veruligu fronsku virðini. - Hevði hann verið her, hevði eg sagt við hann, at at hetta er ikki nakað, sum hann eigur at leggja seg útí. Tú letur teg stýra av teimum, sum nýta teg til frama fyri síni egnu sjónarmið. Zidane er ikki nakað serstakt. Hann er ikki annað enn ein púra vanligur borgari, segði Le Pen við eina franska út- varpsstøð týsdagin. Úr París verður sagt, at tann 73 ára gamli Le Pen hevur ongantíð verið ser- liga hugtikin av franska fótbóltslandsliðnum. Í 1996 fanst hann at liðnum. Hann segði, at nógvir av leikarunum eru ikki fransmenn, og at summir teirra hvørki duga ella vilja syngja franska tjóðsangin. Zenidine Zidane er hálvur fransmaður. Pápi hansara er úr Algeria. ST-aðalskrivarin Kofi Annan umhugsar at sleppa ST-kravinum um at kanna, hvat hendi í palestinsku flóttafólkaleguni Jenin undir ísraelsku hersetingini. Orsøkin er, at Ísrael leggur forðingar í vegin. MIÐEYSTUR Árni Joensen Síðani trygdarráðið hjá ST samtykti at lata eina nevnd kanna, hvat veruliga fór fram, tá ísraelski herurin hersetti palestinsku flótta- fólkaleguna Jenin, er ísraelska stjórnin komin við fleiri viðmerkingum og krøvum. Tað hevur havt við sær, at nevndarlimirnir hava sitið í Geneve í Sveits og bíðað eftir boðum um at fara avstað. Tað eru nú fjúrtan dagar, síðani ST tilnevndi limirnar í nevnd- ini, sum skal kanna pale- stinsku pástandirnar um, at ísraelski herurin framdi hópmorð í Jenin. ST-varaaðalskrivarin í politiskum viðurskiftum, Kirsten Predergast, segði t˝skvøldið, at tá ísraelska stjórnin ger alt fyri at draga kanningararbeiðið út, um- hugsar Kofi Annan at lata nevndarlimirnar fara heim- aftur og at upploysa nevnd- ina. Sjálvur segði Kofi Annan týsdagin, at ST hevur gjørt tað, sum gerast kann, fyri at ganga teimum ísraelsku krøvunum á møti. Hetta segði hann, beint eftir at ísraelska stjórnin enn einaferð hevði boðað frá, at hon fer ikki at samstarva við kanningarnevndina. Sambært ísraelska útvarp- inum segði stjórnin, at ST hevur ikki eftirlíkað krøv- um hennara. Tá ST tilnevndi ta upprunaligu nevndina, kravdi Ísrael, at eitt umboð fyri amerikanska hervaldið skuldi vera í nevndini, og ST gjørdi tí av at tilnevna amerikanska generalin William Nash sum nevnd- arlim. Men tað hevur eftir øllum at døma ikki verið nóg mikið, tí seinni hava talsmenn hjá ísraelsku stjórnini sagt, at nevndin er anti-ísraelsk. Le Pen ávarar Zidane ST umhugsar at sleppa kanningini í Jenin Zenidine Zidane eigur ikki at leggja seg út í franska forsetavalið, sigur Jean-Marie Le Pen Mynd: Reuters 15 14 Nr. 82 - 2. mai 2002 Nú vilja vit í sam- gongu og sum fyrsta mál á skránni av- greiða tey ríkisrættar- ligu viðurskiftini, sigur Marjus Dam, sum er afturvaldur løgtingsmaður í Vágum. Hann sigur eisini, at nú er nóg mikið tosað um almannamál. Nú skal handlast LØGTINGSVAL Edvard Joensen Miðvágur: Sambands- flokkurin eigur nú at sleppa í samgongu. Og sum fyrsta mál á skránni vónar vága- tingmaðurin hjá flokkinum, at ríkisrættarligu viður- skiftini við Danmark verða avgreidd. Broytingar í støðu Føroya mótvegis Danmark eiga at verða gjørdar, sigur Marjus Dam, men tær skulu vera innan fyri karmarnar á ríkisfelagsskapinum. Marjus Dam eftirlýsir friði og góðum samstarvi við hinar partarnar av ríkin- um, so vit sleppa undan hesum róparínum eftir hvørjum øðrum, sum verið hevur ov nógv av seinastu árini, sum hann tekur til. – Vit skulu hava eitt gott samstarv við Danmark og ikki hetta niðurbrótandi keglið, sum verið hevur seinastu fýra árini, sigur hann. Almannamál Tíðin er komin til at fáa nøkur ting upp á pláss, sum hava ligið á láni seinastu árini, vísir Marjus Dam á. – Vit hava upplivað, at Landssjúkrahúsið varð læst niður, tá kreppan byrjaði, og deildir, sum vórðu aftur- latnar orsakað av kreppuni, eru framvegis læstar niður. Úrslitið av hesum eru alt ov langir bíðilistar. Vit mugu fá stytt hesar, og fáa latið deildir uppaftur. Eitt annað, sum nógv hevur verið frammi í val- stríðnum, er eldraøkið, vís- ir Marjus Dam á í samrøðu við Sosialin valkvøldið. Hann sigur, at hetta økið er ikki bara nakað, sum vit skulu tosa um. Tað skal gerast nakað ítøkiligt við tað, staðfestir hann. Nú lættar av ymsum slagi eru givnir til partar av vinnuni, og bøtt er um pen- siónirnar, sum pensionist- unum er væl unt, er eisini tíð upp á, at tann vanliga familjan fær sín part, sigur Marjus Dam. Tað eiga vit nú at prioritera, sigur hann. Lokalmál Flogvøllurin er hjartamál hjá rættiliga nógvum vága- fólki, og tað málið liggur eisini frammarlaga há løg- tingsmaninum hjá Sam- bandsflokkinum í Vágum. Marjus Dam sigur, at hann ynskir eina avtalu við danir, sum umsita flog- vøllin, soleiðis at vøllurin kann verða longdur, termi- nalurin útbygdur, og par- keringsøkini rundan um vøllin verða gjørd soleiðis, at tey kunnu taka í móti øktu ferðsluni, sum vænt- andi er, nú undirsjóvar- tunnilin nakað skjótt verður latin upp. Júst undirsjóvartunnilin er annað stórmál, sum ligg- ur Marjusi Dam frammar- laga í huga. – Tað er av alstórum týdningi fyri øll, sum skulu brúka tað sambandið, at bummgjaldið verður so lágt sum gjørligt. Serliga hjá teimum, sum skulu brúka tað nógv, sigur hann. Samgonga Marjus Dam er heldur varin sjált valkvøldið við at úttala seg nakað um samgongu- møguleikar eftir valið. Úrslitið gjørdist so mikið ógreitt, at tá avtornaði, høvdu bæði samgonga og andstøða sama tingmanna- tal, hóast andstøðan hevði eini tvey prosent fleiri atkvøður og eisini størsta flokkin, sum er Sambands- flokkurin. – Eg veit ikki, hvat Fólkaflokkurin, Tjóðveldis- flokkurin og Sjálvstýris- flokkurin kunnu finna uppá, sigur Marjus Dam. Men eg vildi ynskt, at lagt varð á annan bógv, og hendan samgongan varð skift út. – Vit kunnu ikki halda fram við hesi kósini, vit hava nú, tí tá verður tann framburður, sum verið hevur í Føroyum seinastu nógvu árini, skerdur nógv, og tað haldi eg ikki, at vit sum politikarar kunnu standa model til. – Tí haldi eg, at vit eiga at leggja á annan bógv og ikki vera so bastant og funda- mentalistisk í loysingar- ynskjum, at vælferðin rýk- ur upp á tað, heldur Marjus Dam, afturvaldur sam- bandstingmaður í Vágum. Upp á spurningin, um hann vil hava eina heilt nýggja samgongu, svarar Marjus Dam stutt og greitt: »Absolutt«. Ríkisrættarligu viðurskiftini skulu avgreiðast Jørgen Niclasen, sum varð afturvaldur fyri Fólkaflokkin í Vágum, er einki heitur fyri fýraflokka samgongu. Hann væntar, at tað verður ov trupult at arbeiða á einum so breiðum grundarlagi LØGTINGSVAL Edvard Joensen Sørvági: Ein fýraflokka samgonga er ov breitt grundarlag til at fáa nakað gott samstarv á, metir Jørg- en Niclasen, sum varð aft- urvaldur fyri Fólkaflokkin í Vágum. Jørgen Niclasen sigur, at hann fyri fyrst bíðar eftir løgmanni. Løgmaður hevur samráðingarrættin í løtuni, og Jørgen Niclasen metir eisini, at tað er rætt, at løg- maður byrjar samráðingar um eina nýggja samgongu. – Vit mugu so bara ásanna, at samgongan hev- ur mist meirilutan, sigur Jørgen Niclasen. Hinvegin meti eg ikki, at vit hava fingið nakra markanta út- melding um, at fólkið vil so ella so, tí býtið er so javnt millum samgongu og and- støðu, sigur hann. Jørgen Niclasen metir tó, at komandi fýra árini verð- ur einki stórvegis burtur úr nakrari fullveldisgongd soleiðis. Tað metir hann seg hava fingið burtur úr úr- slitinum av løgtingsvalin- um, sigur hann. Tað eru komnar ymsar útmeldingar undan valin- um, og summar hava eisini verið rímiliga spískar, vísir Jørgen Niclasen á. Men nú byrjar gerandisdagurin aftur, og nú skulu flokk- arnir so gera upp við seg sjálvar, hvat teir vilja og ætla. Hóast Jørgen Niclasen letur skilja, at hann ikki metir tað sum nakra góða loysn at halda fram við verandi samgongu og ein- um flokki afturat, er hann kortini rættiliga varin við at koma einum boði upp á nakra aðra samanseting. Fáar flokkar í samgongu Ein fýraflokkar samgonga tiltalar meg als ikki, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, sum vil bíða eftir, hvat úrslit Anfinn Kallsberg fær burtur úr einum samráðingarumfari Nú er tíð upp á at fáa eina nýggja samgongu, sum kann avgreiða ríkisrættarligu viðurskiftini innan fyri ríkis- felagsskapin, sigur Marjus Dam, sum varð afturvaldur fyri Sambandsflokkin í Vágum C M Y K 14