Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 82 - 2. mai 2002 Nr. 82 - 2. mai 2002 13 C M Y K 13 12 Tíðindaskriv Mikudagin 1. mai verður nýggja heimasíðan hjá Aldubáruni løgd út á alnótina. Heimasíðan er á enskum og er fyrst og fremst ætlað sum eitt visit- kort til útheimin og ein roynd hjá Aldubáruni at bjóða seg fram sum ein professionellur tónleika- bólkur á altjóða støði. Tó er ein partur av tekstinum før- oyskur. Tað er ReproZ, sum hevur staðið fyri formgáv- uni av síðuni, og sniðið endurspeglar tað, sum Aldubáran er kend fyri at framføra, nevnliga nýggjan klassiskan tónleik. Á heimasíðuni er kunning um bólkin og teir einstøku lim- irnar í bólkinum. Hartil ber til at lesa um konsert- skránna, ummælir av konsertum uttanlands, lurta eftir ljóðfílum og finna slóðir til aðrar viðkomandi heimasíður, m.a tær hjá stuðulunum hjá Aldubár- uni. Adressan er www.aldubaran.fo Tíðindaskriv Komandi vikuskifti verða Býráðshøllin í Runavík og Norðurlandahúsið karmar um eina nýskapandi klass- iska konsert. Tað er tón- leikabólkurin Aldubáran sum heilsar várinum væl- komnum við tveimum konsertum undir heitinum »Franskar freistingar«, har lættur franskur tónleikur er á skránni. Heili níggju smærri verk verða framførd á konsertunum, summi av teimum eru tó bert nakrar minuttir til longdar. Tey flestu verkini eru av fronsku tónaskøldunum Ravel, Debussy og Saint- Saëns. Heiti »franskar freistingar« sipar til, at konsertin hevur nakað meira at bjóða enn bert freistingar fyri oyruni. Eksklusiv uppliving Í steðginum borðreiður kokkurin Leif Sørensen við cannapé og guitartónleikur verður afturvið. Eisini verður nakað serligt gjørt burturúr skránni og hartil verður eitt frásøgufólk at leiða áhoyrararnar ígjøgn- um freistingarnar. Hug- skotið er at geva fólki eina eksklusiva heildaruppliving og skapa eina løtumynd við íblástri frá øðrum londum, í hesum føri, frá Frankaríki. Tónleikararnir Fimm tónleikarar mynda Aldubáruna til hesar kons- ertirnar og tey eru Andrea Heindriksdóttir, floytu, Jógvan Zachariassen, fag- ott, Øssur Bæk, violin, Brian Friisholm, sello og Frode Stengård, klaver. Brian Friisholm úr Dan- mark hevur fyrr verið her heima og spælt við Aldu- báruni, men hetta er á fyrsta sinni, at kendi danski klaverleikarin Frode Sten- gård er í Føroyum og spælir við Aldubáruni. Frode hev- ur útbúgving frá Jyske Musikkonservatorium í 1972 og arbeiðir í dag sum docentur á sama skúla. Frode Stengård er eisini organistur í Skanderborg Slotskirke og fastur klaver- leikari hjá Århus Symfoni- orkester. Frode Stengård er sera virkin konsertklaver- leikari og hevur útgivið fleiri fløgur. Nú hava vit so møguleikan at hoyra hann her heima saman við lands- manninum Brian Friisholm og trimum limum úr Aldu- báruni. Hvar og nær Tann fyrra konsertin verður leygardagin 4. mai kl. 19:30 í Býráðshøllini í Runavík, og tann seinna sunnudagin 5. mai kl. 19:30 í Norðurlandahúsin- um. Atgongumerkir á 150,- kr eru at fáa í Norður- landahúsinum og í Kunn- ingarstovuni í Runavík og í Havn. Allar freistingar eru við í prísinum. Stuðlað konsertunum hava Norður- landahúsið, og Runavíkar Býráð. Á evnisráðstevnuni hjá Norðurlandaráðnum 15. og 16. apríl luttók eisini Út- norðurráðið. Útnorðurráðið hevði mánadagin, 15. apríl fund við formansskap Norður- landaráðsins. Luttakararnir frá Útnorð- urráðnum vóru Hjálmar Árnason, formaður, og Jógvan Durhuus, næstfor- maður. Hjálmar Árnason greiddi frá Útnorðurráðn- um. Seinni hevði Útnorður- ráðið eina hoyring fyri mentanarnevndini hjá Norðurlandaráðnum. Jógvan Durhuus, næst- formaður, greiddi frá Út- norðurráðnum, um tað pol- itiska arbeiðið í ráðnum. Seinni hevði Sølvi Sveins- son, lektari, fyrilestur um mál í útnorði og Jón Ingvi Jóansson, bókmentafrøð- ingur, tosaði um bókmentir í útnorði. Seinni hevði Benadikt Thorsteinsson, fyrrverandi landsstýrislimur í Grøn- landi og fyristøðumaður fyri mentanarhúsið fyri út- norður í Hafnafirði, fyri- lestur um mentanarsam- starvið í útnorði. Eitt av teimum málum, sum verður viðgjørt í ment- anarnevndini, er uppskotið hjá moderatarna »Ett hand- slag til Vestnorden«. Mittergruppen skjýtur upp, at Norðurlandaráðið til- mælir til norðurlendska ráðharraráðið um at gera útnorður meira sjónligt bæði innan norðurlond og í Europa. Aldarinnar poppur frá Aldubáruni Aldubáran á alnótina Útnorðurnráðið á evnisráðstevnu Norðurlandaráðsins