Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Eg trúgvi, at míni persónligu viðurskifti eru høvuðsorsøkin til vánaliga valúrslitið hjá mær, sigur Sámal Petur í Grund LØGTINGSVALIÐ Vilmund Jacobsen Landsstýrismaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Sám- al Petur í Grund, fall á løg- tingsvalinum týsdagin. Kári Højgaard, sum sein- astu mánaðirnar hevur sitið á tingi fyri Sámal Petur, fekk 169 persónligar at- kvøður. Tá ið avtornaði, vóru bert 99 atkvøður í skjáttuni hjá Sámal Peturi og 95 hjá Lassa Klein á triðja plássi. Á fjórða og fimta plássi hjá Sjálvstýris- flokkinum í Eysturoy vóru Kenneth Rasmussen við 73 og Dánjal Petur Hansen (Piddi) við 51 atkvøðum. Sjálvstýrisflokkurin, sum hevði tvey umboð á tingi undan valinum, misti annan sessin og hevur bert eitt umboð eftir. Ta einu løtuna var líkt til, at Eyðun Eltør í Klaksvík gjørdist maðurin, sum einsamallur skuldi umboða flokkin á tingi næstu fýra árini, men tá ið saman um kom, fekk Javn- aðarflokkurin ein eykavald- an í Suðurstreymi, nevni- liga Kristian Magnussen. Tískil er Kári Højgaard, sum annars er postmaður í Saltangará, nú maðurin, sum skal bera Sjálvstýris- flokkin víðari fram á leið. Persónligu viðurskiftini Sámal Petur heldur, at tað fyrst og fremst eru hansara persónligu viðurskifti í samband við skilnaðin frá fyrrverandi konuni, Ásu, sum eru atvoldin til vána- liga valúrslitið. – Men tað hevur avgjørt eisini havt sín týdning, at valstaðið í Søldarfirði er niðurlagt, tí hesum hava fólk sett seg harðliga upp ímóti. Eg veit um fólk, sum ikki fóru á val, tí valstaðið í bygdini er niðurlagt, sigur Sámal Petur. Í Runavíkar kommunu hava verið fleiri valstøð, men undan hesum valinum avgjørdi býráðið, at ítróttar- høllin skuldi vera valstaður hjá øllum borgarum í kommununi. Áður kundu fólk velja í Søldarfirði, Lamba, Glyvr- um, Rytuvík og Æðuvík. Sámal Petur ivast ikki í, at tað hevur gingið útyvir hansara persónliga at- kvøðutal, at fólk í Søldar- firði ikki sluppu at velja í skúlanum í Søldarfirði. Tað er tó ikki sannlíkt, at tað hevði bjargað Sámal Peturi tingsessin aftur, um søldfirðingar sluppu at velja í Søldarfirði, tí til tess var munurin millum hann og Kára ov stórur. Sámal Petur heldur ann- ars ikki, at stríðið, sum hev- ur verið í Sjálvstýrisflokk- inum, hevur havt nakran serligan týdning fyri hans- ara støðu í Eysturoy. – Eg haldi ikki, at eystur- oyingar skuldu havt so stór- ar trupulleikar við tí, sum er hent, sigur hann. Hurðar latast upp Sámal Petur sigur seg ikki vera so ógvuliga vónsvikn- an, nú greitt er, at annar maður er valdur í hansara stað. – Eg trúgvi, at Kári hevur gjørt eitt ógvuliga stórt ar- beiði undan valinum fyri at fáa fólk at taka undir við sær, og tað er alla æru vert. Eisini haldi eg, at hini valevnini hjá okkum høvdu eitt óføra gott val -– ikki minst tey, sum lótu seg stilla upp fyrstu ferð. Sámal Petur sigur, at hetta hevur verið ein ógvu- liga strævin tíð. – Nú hurðar lata aftur, lata aðrar hurðar seg upp, sigur hann. Spurdur, um hann aftur tekur landsstýrissess, um tað kemur at standa honum í boði, sigur Sámal Petur, at tað er ikki óvist. – Eg havi tær royndirnar, sum skulu til – fyrst sum landsstýrismaður í sam- ferðslu- og mentamálum í nøkur ár og nú sum landsstýrismaður í al- manna- og heilsumálum í stívliga eitt ár. Men lat okk- um nú fyrst síggja, hvat spyrst burtur úr samgongu- samráðingunum, sum verða í næstum. Í øllum førum fari eg at umhugsa støðuna, um ein landsstýrissessur stendur mær í boði til ta tíð, sigur hann. Sámal Petur í Grund sigur, at tað er strævið at vera landsstýrismaður við lítlum baklandi, og nú flokkurin bert hevur eitt umboð á tingi, verður tað ikki minni strævið, um flokkurin kemur í sam- gongu og fær landsstýris- sess. Tá ein hurð fer aftur, fer onnur upp Sámal Petur í Grund fall á løgtingsvalinum týsdagin. – Nú hurðar lata aftur, lata aðrar hurðar seg upp, sigur hann. Sámal Petur sigur, at møguliga er hann tøkur, um boð verða eftir honum sum landsstýrismanni, tá nýggj samgonga er skipað 20 Nr. 82 - 2. mai 2002 Nr. 82 - 2. mai 2002 21 – Eg eri bilsin og ógvuliga takksamur, sigur toppskorarin hjá Sambandsflokk- inum í Eysturoy LØGTINGSVALIÐ Vilmund Jacobsen Løgtingsmaðurin hjá Sam- bandsflokkinum í Eysturoy, Alfred Olsen, hevði eitt ógvuliga gott val týsdagin. Hann fekk 444 persónligar atkvøður og gjørdist fyrst valdur hjá Sambandsflokk- inum í Eysturoy. Næstur honum gjørdist Edmund Joensen, sum fekk 430 persónligar atkvøður og varð afturvaldur. Á triðja plássi hjá Sambandsflokk- inum í Eysturoy var Edva Jacobsen í Fuglafirði. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Alfred er toppskor- ari hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy; tað var hann eisini á løgtingsvalinum fyri 4 árum síðan. Tá fekk hann 388 atkvøður, meðan Edmund Joensen fekk 326. Størsti atkvøðuslúkurin í Eysturoy gjørdist annars Tórbjørn Jacobsen úr Tjóð- veldisflokkinum, sum fekk 448 atkvøður – ella fýra atkvøður fleiri enn Alfred. Sosialurin royndi at fáa orð á Tórbjørn mikumorg- unin, men tað eydnaðist tí- verri ikki. Alfred sera væl nøgdur Alfred Olsen er vegna Sambandsflokkin sera væl nøgdur við úrslitið av løg- tingsvalinum. – Vit høvdu eitt ógvuliga gott val í Eysturoy, og flokkurin hevði stóra fram- gongd í atkvøðutali. Eg hevði væntað, at flokkurin fór at fáa eitt gott val hesa- ferð, men eg hevði ikki væntað, at eg persónliga fór at fáa eitt so gott val. Eg eri bilsin og ógvuliga takksam- ur fyri persónliga stuðulin, sigur løgtingsmaðurin. Í Nes kommunu fekk Sambandsflokkurin tilsam- ans 384 atkvøður, harav Alfred fekk tær 295. Listin fekk 41 atkvøður í Nes kommunu, Edmund Joen- sen 17 og Jákup Lamhauge 12. Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, dylir ikki fyri, at hann er ógvuliga vónbrotin av, at hann bara fekk 82 atkvøður á løgtingsvalinum týsdagin LØGTINGSVALIÐ 2002 Áki Bertholdsen – Hetta var eitt stórt vónbrot. Jógvan Krosslá, borgar- stjóri í Vági er ein ógvuliga vónbrotin maður. Hann stillaði upp til løg- tingsvalið týsdagin á tjóð- veldislistanum í Suðuroy, men tað slapp hann ikki væl frá. Hann fekk ikki meiri enn 82 atkvøður og tað er ikki meiri enn gott helvtin av tí, hann fekk á valinum í 1998, tá ið hann eisini stillaði upp og fekk yvir hálvtannað- hundrað atkvøður. Sostatt kann Jógvan Krosslá ikki stilla seg í røð- ina av borgarstjórum, sum fingu eitt gott val, eitt nú borgarstjórin tann í Skopun og tann í Hvalvík. – Hetta var eitt stórt bakkast fyri meg sum borg- arstjóra, tað er ikki yvir ar dylja, sigur Jógvan Krosslá. Hann sigur, at hann legg- ur onki í, at hann ikki var valdur, tí hann fegnast stórliga um, at tað eydn- aðist tjóðveldisflokkinum at varðveita løgtingsum- boðið í Suðuroy. Hann leggur afturat at hann er fullgreiður yvir, at hetta var eitt løgtingsval og at tað er øðrvísi enn eitt bý- ráðsval og á seinasta bý- ráðsvalið fekk hann 176 at- kvøður. Hann uggar seg eisini við, at hann heldur at ein orsøk til vánaliga úrslitið kann vera tann, sum nógvir vágbingar hava boðað hon- um frá, at teir vilja ikki av við hann sum borgarstjóra og at teir tí ikki fóru at atkvøða fyri honum til løgtingsvalið. – Men so leingi tú ert í politikki, og ikki minst so leingi tú ert borgarstjóri, hevur tað stóran týdning, at tú fær undirtøku, men ta undirtøkuna fekk eg altso ikki frá vágbingum hesu- ferð, viðgongur hann. – Tað er synd at siga, at vágbingar tóku undir við borgarstjóra teirra og tað eri eg vónbrotin av, sigur hann. – Men tað skerst heldur ikki burtur, at tað er veljar- in, sum hevur avgerðina og tann rættin virðir hann fult út. Hann sigur, at hetta løg- tingsvalið er eitt fullgott dømi um, at tað er ikki neyðugt hjá politikarum at avrika so nógv fyri at verða valdur, tí tað kann gera akkurát tað sama, sigur hann, uttan at útgreina tað nærri. Hann sigur, at hann nú hevur verið borgarstjóri í Vági í 12 ár og tað hevur verið ein strævin tíð, har Vágur kom úr ringastu kreppu nakrantíð. – Og eg haldi ikki, at hendan tíðin átti at ført til eina so stóra afturgongd í atkvøðutalið. Stúrir Men var valið vánaligt fyri Jógvan sjálvan, heldur hann, at tað eisini var vána- ligt fyri Suðuroynna sum heild. Hann vísir á, at í val- skeiðnum, sum nú er farið, eru stórar útbyggingar í Suðuroynni lagdar til rætt- is, eitt nú miðnámsskúli í Vági, djúphavn í Vági, samferðsluhavn á Tvøroyri og tunnil ímillum Øravík og Hov. – Eg haldi, at tað hevði verið ómetaliga týdningar- mikið fyri Suðuroynna at hildi fast um samgonguna, sum sat, fyri at kunna hild- ið fram við hesum verkætl- anunum. – Men kemur nú ein onn- ur samgonga framat við øðrum flokkum, stúri eg veruliga fyri hesum út- byggingum, sigur Jógvan Krosslá. Alfred fremstur hjá Sambandinum í Eysturoy Eitt stórt bakkast fyri borgarstjóran í Vági – Kemur nú ein onnur samgonga framat við øðrum flokkum, stúri eg veruliga fyri øllum teimum útbyggingum, sum farast skuldi undir í í Suðuroy, sigur Jógvan Krosslá – Eg hevði væntað, at Sambandsflokkurin fór at fáa eitt gott val í Eysturoy, men eg hevði ikki væntað, at eg persónliga fór at fáa so nógvar atkvøður, sigur Alfred Olsen C M Y K 21 20