Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 82 - 2. mai 2002 Nr. 82 - 2. mai 2002 23 Hóast Sambands- flokkurin gjørdist stóri vinnarin av valinum kann lættliga henda, at hann als ikki verður við í eini komandi samgongu. Anfinn Kallsberg situr við lyklinum til nógvar samgongur. Møguliga fer hann at halda fram sum minniluti ella fáa Mi- ðflokkin við. Ella kann hugsast, at hann fer at royna at fáa eina breiða samgongu saman við Tjóðveld- inum og Javnaðar- flokkinum heldur samfelagsfrøðingur LØGTINGSVAL Jan Müller – Eg havi ikki nakað besta boð uppá eina nýggja sam- gongu. Hetta er so komplis- erað, sum tað kann verða, og neyvan fer hetta at ganga skjótt heldur sigur Jógvan Mørkøre, samfel- agsfrøðingur um parlamen- tarisku støðuna í Føroyum eftir løgtingsvalið. Tað er ómetaliga ringt at spáa um eina komandi samgongu, tí parlamentariska støðan er kanska ein tann mest kompliseraða, sum man hevur sæð við 16 - 16 til andstøðu og samgongu og við tveimum smáum flokk- um, sum við hvør sínum tingmanni eru 17. maðurin og harvið tungan á vágskál- ini í fleiri samgongumøgu- leikum. Hóast samgongan misti meirilutan, og Sambands- flokkurin gjørdist stóri vinnarin av valinum, so er støðan hjá samgonguni tó ikki verri enn so, at Tjóð- veldisflokkurin heldur skansan, meðan Fólka- flokkurin hevur eina minni afturgongd. Uppá fyrispurning hvør situr við lyklinum til kom- andi samgongu vísir Jógv- an Mørkøre til Fólkaflokk- in, tí hann eigur løgmann. Hann sær fyri sær seks ymsar møguleikar fyri at skipa samgongu eftir valið, og í hesum møguleikum er Fólkaflokkurin við í teim- um fýra, Tjóðveldisflokk- urin í trimum, Javnaðar- flokkurin í fýra og Sam- bandið kanska bert í tveim- um. Tað er annars ringt at siga, hvør hevur lykilin, tí flokkarnir kunnu eisini blokera fyri hvørjum øðrum. Men møguleiki er fyri, at verandi flokkar í Tinganesi halda fram og at tað so verður gjørd eina ella onnur samstarvsavtala við Mið- flokkin ella at hann fær sítt familjuministerium. Halda fram – Tú hevur eina samgongu, sum ikki hevur ein meiri- luta ímóti sær, og tí hevur tú heldur einki greitt alter- nativ. Løgmaður kann tí velja at halda fram við 16 ting- monnum, nú alt annað sær so ógreitt og torført út. So- leingi samgongan kann halda saman, soleingi er einki alternativ. Tí tá er eingin, sum kann skipa meiriluta ímóti samgong- uni. So møguleiki er fyri at koyra víðari og fáa ein ella annan borgfrið við Mið- flokkin heldur samfelags- frøðingurin og vísir á, at Jenis av Rana hevur jú verið eitt slag av stuðuls- flokki hjá samgonguni í heilt nógvum førum, tá tað hevur snúð seg um samráðingarnar við danir og fullveldistilgongdina. Trupulleikin við at halda fram við einans 16 ting- monnum er so tann, at sam- gongan skal út at samráðast við andstøðuna í hvørjum føri, tá hon vil hava lógir ígjøgnum. Hetta hevur man ikki traditión fyri í Føroy- um, men tá tú hevur eina sera kompliseraða parla- mentariska støðu, so fær tað ikki verið øðrvísi. Tí heldur Jógvan Mørkøre, at tað kann væl henda, at støðan man er komin í nú ger, at man fer at hugsa meira í hesum møguleik- anum. Tað kann vera, at løgmaður vil royna tað í eina tíð fyri fyrst, áðrenn hann fer at kanna aðrar møguleikar ella letur initiativið til Sambands- flokkin. Tað eru so tveir jokarar í hesum spælinum, og teir eru Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin. Men skulu hesir t.d. við í eina sam- gongu ella stuðla henni, so mugu teir koyra tandem tvs. teir mugu standa sam- an. Alternativið til hetta parlamentariska grundar- lagið er so, at Fólkaflokk- urin loypir um borg og bjóðar Javnaðarflokkinum uppí samgonguna. Neyvan er tað hugsandi, at teir smærri flokkarnir fara at seta stórvegis krøv, tí tá lúrir vandin fyri, at teir verða sleptir og mugu út í andstøðu í eitt heilt skeið. Tað er eingin ynskistøða hjá flokkum við bert einum tingmanni. Tí heldur Jógv- an Mørkøre, at Sjálvstýris- flokkurin fer at halda seg rættiliga kúrran, tí kann hann vera verandi í sam- gonguni, so kann hann varðveita formannin í landsstýrissessinum í olju- málum og t.d. lata Mið- flokkinum Almannaøkið, sum so onkursvegna kann tengjast uppí ynskið at fáa landsstýrismann í familju- málum. Hetta nýtist ikki at merkja so stórar broytingar. At formaðurin í Sjálvstýris- flokkin so kann varðveita sín landsstýrisess kann hava alstjóran týdning fyri flokkin í framtíðini. Jógvan Mørkøre setur tó eisini spurnartekin við ver- andi samgongu -– AED – sjálvt um hon fær stuðul frá Miðflokkinum. Her hugsar hann serstakliga um tað, sum er eftir av Sjálvstýris- flokkinum. Tá Sámal Petur er fokin merkir tað eisini, at fullveldisvongurin í flokk- inum er viknaður. Tí er tað spurningurin, hvat Sjálv- stýrisflokkurin hevur hug til, og hvat hinir báðir flokkarnir meta út frá tí støðuni. Tað er tí ikki vist, at tað er so øgiliga heppið ella upplagt bara at fáa Miðflokkin við. 17. maðurin Men velur løgmaður heldur at royna aðrar møguleikar enn at halda fram við minnilutasamgonga ella taka Miðflokkin uppí so vilja tað verða ymsir møgu- leikar. Spurningurin her er so um samgongur við fýra flokkum ella trimum flokk- um. Tekur tú sjálvstýri og heimastýri og vinstra og høgra so verður talan um fýraflokka samgongu uttan mun til, hvat tú ger. Ein traditionell sjálvstýrissam- Fólkaflokkurin situr við lyklinum Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur heldur parlamentarisku støðuna verða tað mest komplisraðu nakrantíð gonga verður ov stutt við 16 monnum, og her má Miðflokkurin inn fyri at fáa 17. Sama er galdandi við eini traditionellari heima- stýrissamgongu. Har má Miðflokkurin eisini við fyri at fáa 17. Sama ger seg galdandi við eini vinstra- sentrum stjórn. Har má Miðflokkurin eisini inn fyri at røkka teimum 17. Ein høgra-sentrum stjórn – ABD – á sama hátt. Mið- flokkurin má eisini við fyri at røkka magiska talinum 17. So støðan er rættiliga fastløst. Vit plagdu fyrr at tosa um óhepnu støðuna við tí 17. manninum. Hóast Stýrisk- ipanarlógin varð broytt, so minnir hetta nógv um somu støðu sum fyrr, tá 17. mað- urin oftani varð tungan á vágskálini. Nú hevur man fingið tveir einmansflokk- ar, sum sita við tí 17. mann- inum. Tað er næstan tann ringasta støðan tú kanst koma í, heldur Jógvan Mør- køre, tá hugsað verður um, at tað er nógv at halda sam- an uppá skulu fýra flokkar skipa samgongu. Tað kann hugsast at gerast sera ófriðaligt, um fýra flokkar skulu til at mynda ein meiriluta. Hetta er neyvan nøkur ynskistøða at fara í heldur samfelagsfrøðingur- in. ACE Møguleikar eru so eisini fyri eini trýflokkastjórn. Har eru tveir møguleikar. Løgmaður kann hugsast at vilja royna Javnaðarflokkin heldur enn tveir ivasamar smáar flokkar. A,C og E vil hava 22 tingmenn aftanfyri seg. Harvið fær tú eina breiðari samgongu, sum Anfinn Kallsberg eisini hevur eftirlýst. Hann kann eisini væl liva við henni, tí hann missir ikki í nakað borð í sjálvstýrisspurning- inum. Hann kann sjálvandi missa borgarligar atkvøður uppá tað, men spurningurin er, um hann kann missa meira til sambandið. Tað vil vera ein samgonga, sum Tjóðveldisflokkurin helst fegið sær, og heldur Jógvan Mørkøre, at Javnaðarflokk- urin er kanska eisini hugað- ur fyri slíkari samgongu. Her kann hugsast, at ver- andi løgmaður heldur fram. At bjóða verandi løgmanni av fyri at fáa tann sessin kann enda við, at hann vendir sær til onkran annan flokk. Tí er verandi løg- maður sannlíkur í slíkari samgongu. ABC Síðani er eisini alternativið við ABC, sum Lisbeth Petersen legði upp til val- kvøldið og sum eisini gevur 22 tingmenn. Hetta tók Jóannes Eidesgaard eisini fram valkvøldið. Men her kann spurningurin um at gera eina sjálvstýrislóg ella eina lóg av avloysa Heima- stýrislógina koma uppá tvørs fyri Fólkaflokkin. Hann fer ikki undir at gera eina lóg undir statsrættin- um. At medvirka til eina nýggja heimastýrislóg er at lata dyrnar fullkomiliga upp fyri Tjóðveldisflokkin- um til eitt komandi val heldur samfelagsfrøðingur- in. Jógvan Mørkøre heldur spurningin fyri Fólkaflokk- in meira vera at hava eina prosess koyrandi heldur enn at gera eina nýggja lóg. Tað kundi so blivið upp- skotið hjá Bjarna Djurholm um eitt slag av traktat. Hann heldur, at Fólkaflokk- urin í slíkari samgongu kanska ikki vil koyra við júst tí ferðini, sum man ímyndar sær út frá løgtings- samtyktini um sjálvstýri. Spurningurin her er eisini, um tú fær Sambandið við til at minka blokkin tey næstu árini og at fremja ítøkiligar yvirtøkur. Jógvan Mørkøre heldur henda samgongan verður eitt sindur trupul, tí Sambandið hevur ikki sagt nakað ítøkiligt um, hvat tað vil ganga við til á sjálvstýris- leið. Her verður so spenn- andi at síggja, um Sam- bandið vil medvirka til at koyra víðari við sjálvstýris- tilgongdini. Men tað verður líka nógv spurningurin um, hvat Fólkaflokkurin vil ganga við til. Fólkaflokkurin vil hava sjálvstýristilgongdina at halda fram tó kanska við niðursettari ferð, meðan Sambandið og Javnaðar- flokkurin kanska meira eru fyri at fáa nakrar lógar- heimildir staðfestar, nakað, sum man neyan fær Fólka- flokkin at ganga við til. Jógvan Mørkøre heldur, at meðan Javnaðarflokkurin helst vil vera meira fleksi- bul í spurninginum um sjálvstýristilgongdina, so vil Sambandið helst blíva eina trupulleiki, og tí heldur samfelagsfrøðingur- in, at hin møguleikin fyri stórari samgongu nevniliga AC og E er meira átuligur fyri fleiri partar. Jógvan Mørkøre heldur tað vera politiskt sjálvmorð hjá Anfinni Kallsberg skal hann fara saman við Javn- aðarflokkinum og Sam- bandinum at loysa sjálv- stýrisspurningin. Tann, sum kann spekul- era mest í øllum hesum møguleikum, er sum sagt løgmaður. Hann fer mest sannlíkt fyrst at kanna møguleikan at fáa Mið- flokkin við. Um tað ikki vísir seg at vera skilagott, so fer hann helst eftir Javn- aðarflokkinum. Heldur tað ikki, so er møguleikin fyri ABC ella eini høgrasentr- ums samgongu. Tað er tí ikki ósannlíkt, at vinnarin av valinum, Sam- bandsflokkurin, kemur at standa sum taparin, tá sam- gonga skal skipast. Lisbeth má bíða – Eg haldi ikki Lisbeth skal vænta, at løgmaður fer at siga seg frá. Hann fer nokk at brúka sínar møguleikar. Og vit mugu ikki gloyma, at hóast Sambandið er vorðin størsti flokkur, so er afturgongdin hjá sam- gonguflokkunum tó sera avmarkað. Lisbeth Petersen sleppur neyvan framat fyrr enn løgmaður hevur roynt allar møguleikar. Og kemur tað hartil, at hon fær møgu- leikan at standa fyri sam- ráðingunum, fer hon uttan iva at krevja løgmanssess- in, og tá er so aftur spurn- ingurin, hvat Fólkaflokkur- in sigur til tað. Tá talan er um løgmanssessin er eisini spurningurin, hvat Tjóð- veldisflokkurin vil á hesum øki. Men her ræður tað kanska meira um at sleppa undan at vera isoleraður enn at fáa løgmanssessin. So enn stendur alt opið. Fullveldisvongir viknaðir Jógvan Mørkøre staðfestir annars, at fullveldisvong- irnir í bæði Sjálvstýris- flokkinum og Fólkaflokk- inum hava tapt. Royndirnar hjá Bjarta Mohr og Poul Michelsen, sum koyrdu nógv uppá fullveldisgongd- ina, at troðka Óla Breck- mann og Bjarna Djurholm til viks, miseydnaðust full- komiliga. Teir standa eftir hetta valið so øgiliga nógv sterkari í flokkinum. Tað, sum teir standa fyri, stend- ur so óskalað og styrkt. Men harfyri eru eisini aðrir fólkafloksmenn, sum eru meira fullveldisinnaðir aðrastaðni í landinum afturvaldir. So tað er fram- vegis talan um ein Fólka- flokk við tveimum vengr- um. Spekulatiónir Jógvan Mørkøre sigur at enda í prátinum um sam- gongumøguleikar eftir løgtingsvalið, at alt er spekulatiónir í løtuni. Og man kann so fara uppaftur víðari við teimum. Ein kann t.d. ikki útihýsa, at Lisbeth Petersen av ótta fyri ikki at koma við í eina samgongu bjóðar Anfinni Kallsberg, løgmansessin í eini høgrasentrum sam- gongu, ABDH. Fáa Javnað- arflokkurin og Tjóðveldið frænir av hesum, so kann henda, at Javnaðarflokkur- in bjóðar Tjóðveldinum løgmann eins og hann gjørdi fyri fýra árum síðani. Tá verður so upp til teir smáu flokkarnar, um teir heldur vilja hava eina høgrasentrum samgongu ella eina vinstrasentrum samgongu. Anfinn Kallsberg situr við lyklinum til nógvar samgongumøguleikar. Hann fer at troyta teir, áðrenn Lisbeth fær initiativið C M Y K 23 22