hósdagur 30. mars 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í samband við at kvinnurnar
hja Stjørnuni eru føroya-
meistarar, verður nógv gjørt
burtur úr, tá seinasti dyst-
urin hjá liðnum verður í KÍ-
høllini leygardagin.
Í samband við dystin
spælir Klaksvíkar Horn-
orkestur, røðir verða hildnar
og eisini verða heiðurs-
merkini handað.
Bakaríið hjá Símun fer
Gera nógv burtur
úr í Klaksvík
Tað verður sannur veitslurómur í Klaksvík, tá Stjørnan
leygardagin fer at hátíðarhalda meistaraskapin
eisini at hava framsýning av
lagkøgum.
Eisini verður møguligt
hjá áskoðarunum at fáa kaffi
og lagkøkur frá Símun. Fyri
børnini
verður
fiski-
dammur, og tey fáa soda-
vatn og góðgæti. Sangur og
undirhald verður við Niclas
Hera Jákupsson, Jógvan
Hansen og Arnfríð Lützen.
Gospel konsert
Leygarkvøldið
klokkan
22.00 verður konsert í KÍ-
høllini við kenda gospel-
bólkinum I’am og Torkil
Mørkøre fer eisini luttaka.
Hendan kosertin verður í
umleið tveir tímar. Kostn-
aður er 50 kr.
Um
kvøldið
verður
veitsla á Tekniska Skúla og
seinni verður dansur, har
kendi bólkurin TAXI fer at
spæla. Umframt TAXI lut-
taka limir úr Dynamit og
Aria.
Í løtuni eru atgongumerki
til veitsluna til sølu á Shell
Quick Service, og tey
kunnu keypast til klokkan
19.00 í kvøld. Kostnaðurin
fyri bæði veitslu og dans er
200 krónur.
Ógvusligur
harðskapur
í Klaksvík
Leygarmorgunin varð ein maður, ið friðarliga spákaði á
vegnum í Klaksvík, brádliga álopin og bukaður av
JOHN JOHANNESSEN
Um tvey tíðina leygarmorg-
unin vaknaðu fólk við
Klaksvíksvegin í Klaksvík
av, at ein maður rópti neyð-
arróp onkustaðni nærhend-
is.
Talan var um ein mann,
ið friðarliga gekk á fram við
vegnum og heintaði fløskur,
ið slongdar vóru úr bilum
eftir kvøldsins veitsluhald.
Maðurin kendi seg eltan av
tveimum ungum monnum,
og fór hann at rópa neyðar-
róp, tá hann legi til merkis,
at menninir brádliga tóku
sær renningaferð til at
leggja á hann.
Maðurin, sum í Klaksvík
er kendur fyri at vera eitt
friðardýr, varð bukaður av,
av teimum báðum ungu
monnunum. Teir slógu hann
fyrst til hann fall, og síðani
herjaðu teir á at sparka
mannin.
Fólk, sum vóru vaknað av
neyðarrópunum sóu tilburð-
in og ringdu eftir løgregluni.
Men áðrenn løgreglan kom
á staðið hildu menninir til
beins. Teir báðir sóu nevni-
liga, at fólk vóru vaknað og
høvdu tendrað ljós.
Ungu menninir vórðu
handtiknir
leygardagin.
Fleiri vitni sóu tilburðin so
mikið væl, at til bar at navn-
geva brotsmenninar. Løg-
reglan hevur avhoyrt bæði
vinti og brotsmenn, og kem-
ur málið fyri í rættinum í
næstum.
Sambært løgregluni í
Klaksvík, er talan um eitt
ógvusligt harðsskapsmál.
Sosialurin skilir eisini, at
teir báðir ungu menninir
fyrr hava elt mannin, teir
seinasta leygardag bukaðu
av.
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Leygardagin fara klaksvíkingar at hátíðarhalda meistaraskapin hjá Stjørnuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 63 - 30. mars 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Grundgevingin hjá Tjóðveldisflokkinum at
fáa Signar á Brúnni úr landsstýrinum var
at fáa embætisførslu hansara kannaða, so
álit framvegis kann vera á flokkinum og
landsstýrinum.
Flokkurin hevur neyvan nakað at missa,
men helst nógv at vinna við at halda »mor-
alin« í hásæti, tí hetta er jú nakað, vit hava
saknað áður. Øll hava ásannað, at í Før-
oyum lat alt seg gera, og ongar misgerðir
- ella vantandi gerðir - fingu avleiðingar.
Men sjálvandi kunnu spurnartekin setast
við hetta einstaka málið, sum eisini er gjørt
á hesum stað seinastu dagarnar, tí ivamál
er um okkurt av punktunum í niðurstøðuni
hjá løgtingsgrannskoðarunum.
So er spurningurin um álitið á landsstýrið.
Høgni Hoydal sigur jú, at kanningin verður
gjørd fyri, at vit borgarar eisini skulu hava
álit á landsstýrinum!
Landsstýrið hevur ikki sitið í tvey ár enn,
men nógv spurnartekin kunnu setast við
arbeiði og mannagongdir hjá landsstýri-
num.
Vit kunnu taka okkurt hissini mál úr rúgvuni.
T. d. ta niðrandi mannagongdina, tá Henn-
ing Jacobsen varð kroystur úr starvi uttan
nakra veruliga grundgeving. Hetta málið
skapti ikki álit á landsstýrið, men hví er
eingin verulig kanning gjørd? Tann kann-
ingin, sum miðfyrisitingin gjørdi, var jú bara
eitt eiti?
Eitt heitt mál fyri tveimum mánaðum síðani
var mannagongdin í samband við spar-
ingar og uppsagnir á landsjúkrahúsinum.
Tá var sjúkrahússtjórin koyrdur, tí hann
boðaði frá, at hann setti sparingar í verk,
sum vóru neyðugar fyri at kunna halda
fíggjarætlanina. Hann upplýsti aftaná, at
aðalstjórin var kunnaður um ætlanirnar, og
at hann hevði fingið vissu fyri, at lands-
stýriskvinnan var kunnað. Men hann var
offraður, tá landsstýriskvinnan fekk kaldar
føtur. Hví verður tað ikki kannað, um sjúkr-
ahússtjórin handlaði í góðari trúgv - tí hann
trúði, at landsstýriskvinnan var vitandi um
ætlanirnar.
Í seinastuni er ivi sáddur, um landsstýris-
maður hevur hjálpt fyritøku at selja tey skip
við at lata teimum eina størri kvotu, so tey
vóru betri søluvøra. Fólk innan fiskivinnan
ivast ikki í, at »lusk« er farið fram. Hevur
føroyski almenningurin ikki krav um at fáa
at vita, um landsstýrismaðurin hevur havt
ein fingur við í spælinum.
Útmerkað at fáa mál og embætisførslur
kannað. Men um almenningurin skal fáa
álit á sitandi landsstýri, skulu fleiri mál
kannast!
Álit og kanningar
Oddagrein
Viðmerking:
Yvirlýsing 29. mars 2000:
At seta Signar á Brúnni,
landsstýrismannin í undir-
vísingar- og mentamálum,
frá fyri sjónvarpsmálið, er
so eitt, meðan stórmálið:
fólkaskúlin lættliga verður
lagdur til viks, má tulkast
sum stór líkasæla frá lands-
stýrinum.
Í Degi og viku í gjár-
kvøldið varð upplýst frá
Karsten Hansen, landsstýr-
ismanni í fíggjarmálum, at
tað hevur skund at fáa
Er fólkakúlalógin nakað verd, tá enn
ikki myndugleikarnir taka hana í álvara!
gongd aftur á samráðing-
arnar.
Hin viljaleysi og stívrendi
samráðingarháttur fíggjar-
málastýrisins
og
teirra
vreingjan av tølum til al-
menningin og serliga hetta
seinna ger, at Føroya Lær-
arafelag við hesum krevur,
at fólkini í fíggjarmálastýr-
inum koma við nýggjum,
reellum og realistiskum
hugburði til samráðingar-
borðið.
Føroya Lærarafelag førk-
aði seg langt fyri at fáa eina
semju í lag, meðan fíggjar-
málastýrið ikki flutti seg ein
tumma.
Karsten Hansen! – Melda
so út við nøkrum ítøki-
ligum!
Føroya Lærarafelag
Elsa Birgitta P. Petersen
Leygardagin lat upp nýggju
handil í Vágsbotni í Havn -
í húsunum, har Jóan Jakku,
skómakarin hevði skósølu,
ella har, sum Hous of Lei
hevur hildið til seinastu tíð-
ina.
Tað er Beinta Eliassen,
sum eigur nýggja handilin,
ið nevndist Millennium.
Talan er um ein mótahandil
við klæðum til konufólk,
bæði ung og eldri.
Umframt Millennium er
hesini ullahandilin Sirri í
húsunum í Vágsbotni. Með-
an tann handilin húsast á
aðru hædd, húsast Millenn-
ium á fyrsta hædd beint inn
frá vegnum.
Av klæðunum, handilin
hevur at bjóða er m. a.
norska merkið Bla Bla, men
ætlanin er eisini at fáa fatur
á øðrum merkjum.
Millennium í Vágsbotni í Havn
Beinta Eliasen hevur latið upp handilin Millennium í gomlu handilshølunum hjá Jóan Jakku í Vágsbotni
Mynd: Jens Kristian Vang
Báran eydnuhjól
Í samband við at Báran
skipar fyri stórum eydnu-
hjóli norðuri á Fossánesi nú
leygarkvøldið frá kl. 20,
verður nógv gott at vinna,
eitt nú Playstation, lomb,
stereoanlegg, før. kjøt, far-
telefonir og jau, jau ferðir
frá Atlantic Airways til Ís-
lands.
Í samband við tiltaki
verður eisini ein lutaseðil
seldur, ið kostar einans 5 kr,
á lutaseðlinum verður 10
vinningar, harav verður eitt
lamb, og ein jau, jau ferð
frá Atlantic Airways til Ís-
lands, seðilin verður dirgin,
tá eydnuhjólið endar leyg-
arkvøldið kl. 24.00. Nevnd-
in í Báruni hevur samtykt,
at partur av yvirskotinum
skal fara til børnini í Ukra-
ina sum koma til Føroyar á
vitjan í summar, nevndin
heldur at hetta er eitt gott
tiltak, sum nakrir føroyingar
gera fyri hesi børn og hevur
tí samtykt at stuðla teimum.
Oceanic days framsýning
Í sambandi við frumfram-
førsluna av symfoniini Oce-
anic days eftir Sunleif Ras-
mussen, skipar Landsbóka-
savnið fyri lítlari framsýn-
ing í Norðurlandahúsinum.
Tónaksaldið Sunleif Ras-
mussen hevur av sínum ein-
tingum síðan 1990 latið
Landsbókasavninum í varð-
veitslu frumritini til umleið
30 tónleikaverk. Millum
hesi verkini er eisini frum-
ritið til symfoniina, ið verð-
ur at síggja á framsýningini.
Framsýningin verður at
síggja í døgunum 28. mars
til 3. apríl.
Nú farið er inní eitt nýtt áratúsund, er tíðin komin til
framvísing av nýggjari vøru. Í samband við vitjan frá
Hünnebeck frá 2. til 8. apríl, verður opið hús, har
møguleiki verður at síggja:
• Bosta stillads
• Opal Alu. stillads
• Rasto forskalling
• Tekko forskalling
• umframt annað
Væntandi verður eisini møguleiki fyri at síggja eina
40“ innrættaða bingju við Bosta - stillads klár til
flutning frá byggiplássi til byggipláss.
Komið tískil til
Opið hús 6. apríl 2000
kl. 13.00 – 19.00 hjá
Kaj Andreasen & Co á Sandvíkarhjalla.
Okkurt verður til matna.
Brian Nissen frá Hünnebeck Danmark er at hitta frá
2. til 8. apríl á Hotel Hafnia,
tlf. 313233 ella á biltelefon nr. +45 40567547
Vit síggjast
Hünnebeck Danmark A/S
Opið hús
hjá